fríggjadagur 17. apríl 2009síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 73 - 17. apríl 2009
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, ið sýndu samkenslu og
hjálpsemi, tá okkara góði maður, pápi, verfaðir,
abbi og langabbi
Kristian (Martin) Johannessen
vanliga nevndur
Kristian í Miðstovuni
á Sandi
andaðist og varð jarðaður.
Takk fyri blómur, kransar og peningagávur
til Áargarð.
Takk tit øll, sum fylgdu honum til hansara seinasta
hvíldarstað.
Fyri tey avvarðandi
Minni, Ásvør og Tórur við familju
Henda várdagin 2. apríl varð seinasta
orðið skrivað í einari drúgvari og hend
ing a r íkari manna søgu. Søgan var di í
nærum 85 ár við øllum teim um
hendingum og kenslum, sum eitt ríkt
mannalív hevur at bjóða. Stillisliga fór
hon hiðan, meðan øll hennara næstu
vóru hjá. Ein still, men virðilig fráferð
úr hesum heimi. Og hóast tað altíð er
torført at siga farvæl, varð hetta ein av
størstu og hátíðarligastu løtum, ið vit,
sum eftir sita, hava upplivað.
Lítil tóktist hon, nú hon lá í song sín
ari inni á kamarinum á Lágar garði,
sum var karmur um hennara ger
andisdag seinastu 5 árini. Sjúk an og
aldurin høvdu sett síni spor. Men lítla
likam hennara hýsti einari stórari
menniskju. Tað kendu og vistu vit, sum
fingu hana sum vermóður og vin í
longri ella stytri tíð. Hon varð okkum í
orðsins sanna týðningi sum ein móðir
og ein hollur vinur. Tað vóru tey bæði
tvey, verforeldur okk ara. Heim teirra
Oman Stóragarð í Havn varð eisini
okkara heim.
Marita varð fødd 2. juni 1924, dótt ir
Elsu og Poul Enok Hansen. Hon var
næstelst av sjey systkjum. Poul Enok
var lærari á Viðareiði frá 1918 til 1946,
tá ið hann fór aftur til Gøtu, haðan
hann var ættaður. Marita livdi síni
barna og ungdómsár á Við a r eiði, sum
hon eisini hevði ein ser ligan tokka til.
Tað merktist, tá ið hon og systkin
hennara vóru saman og tosaðu um
‘gamlar dagar’. Tá var mangan stuttligt
at sita og lurta.
Eftir ungdómstíðina á Viðareiði fór
Marita eins og mong onnur til Havn ar
at starvast. Meðan hon starv að ist her,
hitti hon ungan drong, Berg Djurhuus,
av Sandi, og gjørdust tey góð. Í bókini
“Ungur at fara” lýsir Árni Dahl henda
unga mann, sum var sera virkin í un g
manna felags lívi num í Havn. Men
lagnan varð henni ikki blíð, tí longu 6.
oktobur 1946 misti hon hann av
tuberklum, einans 27 ára gamlan. Hetta
var henni ein dyggur smeitur.
Í 1947 fór Marita til Kungälv á
Nord iska Folkhögskolan, sum byrjaði
het ta árið. Unglingar úr øllum norður
lond um komu saman har, og fann hon
har vinir fyri lívið. Ein lítil hending er
haðan, sum kortini vísir, hvussu hon
var. Næmingarnir skuldu ganga inn við
hvør sínum merki. Ein ki føroyskt
merki var til taks, men Marita gavst
ikki á hondum. Hon fór ikki at ganga
undir nøkrum øðrum mer ki enn Merki
num. Tað endaði við, at hon bar før oys
ka Merkið, sum tey onkursvegna fingu
úr Danmørk. Okkum er sagt, at sama
merk ið hong ur á skúlanum enn.
Hvørt tíggjunda ár hittast gamlir
næm ingar úr Kungälv í Føroyum, og
stava mangar góðar og minniligar løt ur
frá teimum vitjanunum. Síðan tá hava
nógvir føroyingar verið á skúla num í
Kung älv, og Føroyar hava eisi ni sítt
eg na næmingafelag, sum Marita eisini
var formaður fyri eina tíð.
Lívið gekk sína gongd, og í 1949
møt tust hon og Heri. Tey giftust í 1950
og hava sostatt livað saman sum hjún í
nærum 60 ár. Tey hava 5 børn, 14
ommu børn og 6 lang ommu børn. Av
sonn um ein virðis mikil førn ing ur, sum
hon eisini dugdi at virðis meta.
Marita varð eisini sjálv rakt av
tu berkl um og lá fleiri ferðir á Sana tori
in um í Hoydølum. Sjúkan setti síni
spor á ymiskan hátt, m.a. tí at hon slapp
ikki at hava báðar tær elstu døtur sínar
hjá sær, tá ið tær vóru ný føddar. Ein
stórur saknur, hóast gleð in um at vera
móðir var stór.
Marita var heima øll árini, meðan
børnini vóru smá og gingu í skúla. Tá
ið tey vóru undankomin, fór hon at
starvast á Ellisheiminum í Havn, og tað
dám di henni stak væl. Henni dám di
væl at vera millum fólk, og hon hevði
evnini sum fáur at duga at vera um fólk
og at lurta. Eina tíð var hon eisini hjá
heimahjálpini í Havn. Hesi árini vóru
góð.
Maritu dámdi væl at spæla bridge.
Spælt varð týskvøld allan veturin, og
tað gleddi hon seg til. Tað var hennara
kvøld. Manga góða løtu hevur hon havt
saman við bridgespælarum úr øll um
landi num, ja, tey bæði hava eisi ni verið
uttan lands í tí sambandi, eins og tey
hava hýst gestum, sum eru komnir hig
ar í somu ørindum.
Hóast mótburð í lívinum var Marita
altíð vælhýrd. Hennara lyndi var lætt,
og hon hevði lætt til láturs. Hennara
eyð kendi látur hongur enn í luft ini
Om an Stóra garð, har hon hevði mong
góð ár og manga góða løtu. Hon dugdi
eisini serstakliga væl at gera mat, eins
og hon við sínum mat kynstri gjørdi
mat til á so ymiskan hátt. Tað var altíð
spenn andi at vera boðin til ein bita
heima hjá henni og Hera. Serliga minn
ast vit jólini, tá ið øll børn og barnabørn
vóru boðin til jóladøgurða. Fyri okkum
eru hetta rík minni, ikki minst henni og
henna ra matkynstri fyri at takka.
Nógv kundi verið sagt afturat um
Maritu, men her skulu vit bara nevna ta
sjúku, sum hon kom at stríðast við tey
seinastu mongu árini. Vit duga ikki at
siga við vissu, nær hon hevur fingið
sjúku na Alzheimers, men hon varð
stað fest í ár 2000. Tó mangt er, sum
bend ir á, at sjúkan er komin sníkj andi
mong ár frammanundan, tá ið vit nú
líta aftureftir. Hendingar ella við merk
ing ar, ið kundu tykjast eitt sindur
ó skilj an di. Soleiðis er hen da sjúkan,
sum spakuliga fer við okkara kæru,
með an tey enn eru á lí vi. Spakuliga
máar hon burtur av teir ra andaligu evn
um og seinri eisini teir ra likamliga før
leika.
Kanska var Marita við til at laða ein
stóran varða, sum vónandi fer at hjálpa
øðrum við hennara sjúku og av varðandi
teirra í framtíðini. Hon var við til at
gera, at Alzheimerfelagið varð sett á
stovn í 2001.
Minnini eru mong. Seinasta punkt
um er nú skrivað, og meðan vit lata
bók ina aftur og minnast aftur á man ga
góða løtu saman við Maritu og Hera,
lýsa vit við hesum frið yvir minn ið um
ver móður okkara, Maritu Pállsdóttur
Mohr. Takk fyri alt.
Sonarkona og versynir
Maritu Pállsdóttur Mohr
in memoriam
Føðingar
6. apríl fingu Guðrun Jacobsen
og Jákup William Sivertsen,
Argjum, eina dóttur. Hon var 53
cm long og vigaði 3400 gr.
6. apríl fingu Paula Eikhólm og
Ulrik Andersen, Hvalvík, ein son.
Hann var 60 cm langur og vigaði
4850 gr.
7. apríl fingu Dagny Kristiansen,
Fuglafirði, og Regin E. Didrik
sen, Válur, ein son. Hann var 50
cm langur og vigaði 3000 gr.
7. apríl fingu Siri E. Hansen,
Nólsoy, og Bárður Anthoniussen,
Tórshavn, ein son. Hann var 51
cm langur og vigaði 3250 gr.
8. apríl fingu Sonja Poulsen og
Jan Marni Hansen, Klaksvík, eina
dóttur. Hon var 49 cm long og
vigaði 3150 gr.
8. apríl fingu Joan Petri Olsen og
Hans Marner Kjærbo, Hoyvík,
eina dóttur. Hon var 51 cm long
og vigaði 3650 gr.
9. apríl fingu Elin Ziska og Bogi
Kirke, Tórshavn, eina dóttur. Hon
var 52 cm long og vigaði 3575 gr.
10. apríl fingu Unn Jarnskor og
Mikkjal Ellingsgaard, Syðrugøtu,
ein son. Hann var 52 cm langur
og vigaði 4050 gr.
12. apríl fingu Elena Stantcheva,
Sandi, og Rúni Joensen, Skopun,
eina dóttur. Hon var 54 cm long
og vigaði 3450 gr.
12. apríl fingu Rósa Maria og
Martin Brodersen, Hoyvík, ein
son. Hann var 56 cm langur og
vigaði 4100 gr.
12. apríl fingu Guðrun H.
Ellendersen og Petur Dagfinn
Højgaard, Argjum, eina dóttur.
Hon var 54 cm long og vigaði
3900 gr.
14. apríl fingu Dóra og Jan
Gaard, Hoyvík, eina dóttur. Hon
var 50 cm long og vigaði 3650 gr.
15. apríl fingu Barbara Nattestad
og Sámal Samuelsen, Tórshavn,
eina dóttur. Hon var 53 cm long
og vigaði 3750 gr.
31. mars fingu Jórun Mc.Leod
Jacobsen og Hans Edward
Andreasen sonin Klæmint. Hann
var føddur á Hvidovre Hospital,
var 55 cm langur
og vigaði 3472 gr.
2. apríl fingu Kirstin Hansen og
Jesper Markling, Keypmannahavn,
ein son. Hann var 50 cm langur og
vigaði 2.900 gr.
12. apríl fingu Kristina og Jón
ein lítlabeiggja. Hann var 56
cm langur og vigaði 4100 gr.
Foreldur teirra eru Rósa
Maria og Martin Brodersen,
Hoyvík, ein son.
100 ára føðingardagur
Týsdagin 21. apríl verður Elsa Olsen, Argir, 100 ár. Dagurin
verður hildin í Róðrarneystinum á Argjum frá kl. 15.00 til
19.00. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Gullbrúdleyp
19. apríl hava Svanhild og Petur Jacobsen, Nes, Eysturoy,
verið gift í 50 ár. Dagurin verður hildin saman við familjuni.
Gullbrúdleyp
29. apríl 2009 hava Solveig og Jens Peter Arge, Tórshavn,
verið gift í 50 ár. Dagurin verður hildin á Hotel Føroyum
leygardagin 2. mai kl. 19.00. Um tit ynskja at gleða okkum
við at koma, kunnu tit boða okkum frá á tlf. 313173 ella
213171 innan 20. apríl 2009.
Brúdleyp
Leygardagin 25. apríl kl. 15 giftast í Hoyvíkar kirkju Marjun
Jørgensen og Regin Midjord. Brúdleyp verður fyri innboðin
í HB húsinum kl. 18.
Brúdleyp
Flaggdagin, 25. apríl, giftast Hansina Debes og Kári
Durhuus. Vígslan verður í Dómkirkjuni kl. 16.00. Veitsla
verður fyri innbodnum á Hotel Føroyum kl. 18.30.