Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-17, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. apríl 2009síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 73 - 17. apríl 2009 34 ára gamla Annika Olsen, lands stýriskvinnan í innlendis­ málum, raðfestir sunnan mat høgt. Hon býr í Brobbersgøtu í Havn saman við manninum og báðum dreingjunum, sum eru seks og trý ára gamlir. Síðan hon fór í landsstýrið at starvast, er tíðin vorðin nakað knappari til innkeyp og húsligt arbeiði. ­ Tað er tann, sum hevur tíð, ið keypir inn heima hjá okkum. Og sum oftast er tað maðurin, orsakað av mínum arbeiði, sum krevur rættiliga nógv, sigur Annika Olsen. Hvør ger mat, er betri býtt millum partarnar kortini. – Vit hava ongar fastar reglur, tá tað kemur til húsligu uppgávurnar. Onkur vildi kanska sagt, at tað er synd í manninum, men hann er bara raskur, sigur Annika Olsen flennandi. Tá tað kemur til mat, er tað í stóran mun føroyski maturin, ið fyllir nógv á matarlepanum. – Eg eri so heppin, at eg fái nógvan føroyskan mat frá foreldrunum har suðuri, so sum fisk og kjøt. Og vit eta rættiliga nógvan føroyskan mat. Í vikuskiftunum er tað kortini ofta okkurt meir eksotiskt, ið setir dagsskránna. Vit eta ikki ofta úti, serliga tí vit ikki hava so lætt við at fáa barnagentu. Í staðin syrgja maðurin og eg fyri regluliga at eta frokost saman onkunstaðni í býnum, sigur hon. Frukt fyri 30 krónur um dagin Tað er kortini okkurt, ið hevur fast pláss á døgurðaborðinum heima hjá landsstýriskvinnuni. Grønmeti er altíð á borðinum. ­ Sjálv eri eg ovurviðkom fyri grønmeti, men tað sær út til, at eg havi fingið tvey vegetarbørn, ið elska grønmeti. Eg syrgi kortini altíð fyri at eiga frukt inni. Um eg skal meta um, rokni eg við, at eg brúki á leið 30 krónur um dagin uppá frukt til okkum, sigur Annika Olsen. Seinnu árini, serliga síðan dreingirnir komu, er Annika Olsen vorðin meir tilvitað um innihaldið, bæði í mati og klæðum, hon skaffar til dreingirnar. – Úrvalið av vistfrøðiligum mati er tíverri ikki altíð so stórt. Men eg royni at fylgja væl við í hvat er gott fyri umhvørvið. Ikki minst í klæðum til børnini, og krem, sum tey verða smurd inn í. Tá hon fekk sítt fyrsta barn, varð nógv tosað um innihaldið í ymsu kremunum, ið vóru viðmæld til børn, og um at vandamikil evni kundu koma fyri í kremfløskunum. Millum annað í Natusan, sum nógvar barnafamiljur nýta. – Tað røri eg ikki. Eg keypi í staðin altíð Decubal til okkum øll. Tá tað kemur til klæðir til børnini, fer hon ikki eftir tí dýr­ asta ella smartasta. Men at tað er gott fyri tey, er umráðandi. – Tað kann ikki loysa seg, at brúka so nógvar pengar til klæðir, sum børnini passa so stutt. Men eg leggi stóran dent á, at tað, tey hava innast, eru góð klæðir. At tað er góð bumull. Og so gangi eg høgt upp í, at dreingirnir hava góðar skógvar. Altíð varrastift Annika Olsen vildi bólkað seg sum eitt anti­merki menniskja. Hon hevur ongantíð havt tørv á at keypa sær nógv klæðir, sum ofta liggur til kvinnur. – Tá mann keypir so nógv inn, má eisini nógv koyrast burtur. Og tað síggi eg ikki logikkin í. Hon brúkar ikki nógvan pening uppá seg sjálva, hvørki tá tað kemur til klæðir ella til at forkela seg sjálva. – Eg hati at sita hjá frisør, eg havi ongantíð tímað tað. Eg fái stress av at sita har, tí eg siti og hugsi um alt møguligt annað, sigur hon og flennir. Smyrslið er sum altíð vakurt, og er einki at seta fingurin á. – Smyrslið er ein gamal vani, og tað skal vera frá L’oreal. Við varrastiftini er tað ikki so farligt, hvat merki tað er, men tað skal vera varrastift og ikki nakað lipgloss ella líknandi. Klædnahandlar eru ikki støð, hon regluliga vitjar, men tá hon keypir, keypir hon ofta nógv í senn. – Men eg havi eina passión. Og tað eru skógvar. Tá kann eg hava trupult við at ganga framvið uttan líka at skoyta í vindeygað ella fara inn. Tað er líka mikið um tað eru styvlar ella stillettir. Tað skal bara vera skógvar, sigur hon og flennir. Tann altíð so dámliga lands­ stýriskvinnan, hevur í staðin funnið eitt annað slag av sjálv­ Landsstýriskvinnan í innlendismál­ um, ANNIKA OLSEN, ásannar at dagliga innkeypið oftast liggur á manninum. Hvør ger matin, er meir javnt. Millum raðfestingarnar eru frukt hvønn dag, góðir bilstólar, varrastift og skógvar. Men ein shop­ aholic hevur hon ongantíð verið Eilen Anthoniussen eilen@sosialurin.fo Annika Olsen var fyri nøkrum árum síðan við í eini ferðsluvanlukku. Hon er sannførd um, at tað er takka verið góða bilinum, hon er á lívi í dag. Trygdina setir hon heldur ikki uppá spæl, tá tað kemur til dreingirnar, sum skulu sita í góðum bilstólum Myndir: Jens Kr. Vang jensk@sosialurin.fo Tað kann ikki lOysa seg aT brúka sO nógvar pengar Til klæði, sum børnini passa sO sTuTT