fríggjadagur 17. apríl 2009síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 73 - 17. apríl 2009
15
forkelan, sum gevur nógv størri
vælveru enn hárfríðkan, klædna
og skógvakeyp. Tað er renning.
– Eg plagdi at renna hvønn
dag. Nú røkkur tíðin ikki til
meir enn 12 ferðir um vikuna.
Men eg elski at renna. Eg renni
altíð á vegnum, tí eg vil síggja
umhvørvið, eg renni í. Eg eri
gamal svimjari, og tá eg gavst við
at svimja á høgum støði, byrjaði
eg í staðin at renna. Tá førdi eg
dagbók yvir hvat eg át, og hvussu
nógv eg vandi. Tá eg so gavst við
at svimja, helt eg fram við at eta,
og tá tók eg 13 kilo uppá bara
innan fyri ein mánað.
Sláimaskinuna fram
um dustsúgvaran
Annika Olsen misti her fyri sína
vaskikonu. Og henni er saknur í.
– Tað er keðiligt, onga vaski
konu at hava. Eg havi als onga tíð
til at gera reint, og eg raðfesti tað
heldur ikki. Eg haldi kortini, at tað
gott kann vera hugnaligt at ganga
runt við einum klúti, men skal
eg velja millum sláimaskinuna
og dustsúgvaran, so velji eg
nógv heldur sláimaskin una, tí
so eg sleppi at vera uttandura.
Eg raðfesti nógv heldur børnini
framum at gera reint. Men at fáa
eina nýggja vaskikonu skal eisini
raðfestast, sigur hon við einum
smíli.
Í túninum hjá Anniku Olsen
standa tveir bilar – tað er full
komiliga óneyðugt, metir hon.
– Vit hava als ikki tørv á
tveim um bilum. So slettis ikki
tá mann kann koyra ókeypis við
býarbussinum, sum eg geri nógv
brúk av. Men vit hava altso ein
BMW og ein Renault. Tað hevur
sínar orsøkir, at vit hava ein
BMW, sum er ein diesel bilur.
Hann varð keyptur, tá eg undir
vísti á Kambsdali. Eg varð tá við í
eini ferðsluvanlukku, og eri sann
førd um, at var tað ikki fyri góða
bilin, hevði eg ikki verið á lívi í
dag, sigur hon álvarsliga.
Í sínum lestrarárum í Odense
hevði Annika Olsen ein studenta
bil, sum hon rópar tað. Ein lítlan
bil at koyra aftur og fram við. Í
dag sær valið av bilum eitt sindur
øðrvísi út.
– Tá hugsaði eg als ikki um
nakra trygd við bilinum. Í dag
hugsi eg nógv um dreingirnar, og
at teir skulu vera tryggir í bilinum.
Tí havi eg góðar bilstólar til teir,
sum skulu vera av góðari góðsku.
So góðar bilstólar vil eg fegin
gjalda fyri.
Tann altíð so snøgga landsstýriskvinnan nýtir smyrsl av gomlum vana. Smyrslið skal
vera av merkinum L‘oreal, og í smyrslpunginum er varrastiftin eitt krav.
Ongantíð verið nakar shopaholic