Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-17, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. apríl 2009síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 73 - 17. apríl 2009 SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur Føroysku fótbólts­ kvinnurnar vunnu í gjár á Litava. Og tá Kroatia samstundis vann 3­2 móti Bosnia, endaðu Føroyar fremst í kappingini Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Talan var um rimmar bragd hjá føroysku fótbóltskvinn­ unum í fýralandakappingini í Kroatia. Seinastu dystirnir vórðu spældir í gjár, og tá okkara kvinnur greiddu sína skyldu, samstundis sum dysturin millum Kroatia og Bosnia gekk okkum eftir vild, stóðu Føroyar ovast á sigurspallinum, tá kapping­ in var av. Saman við Bosnia og Kroata fingu Føroyar seks stig, men okkara kvinnur høvdu bestu innanhýsis úrslitini móti hinum báðum, og tí gjørdust okkara fremstar. Okkara kvinnur fingu tó ikki bestu byrjanina upp á dystin móti Litava. Litava kom nevnliga á odda, men beint fyri steðgin javnaði Rósa Magnussen. Í seinna hálvleiki settu føroysku kvinnurnar seg veruliga á dystin, og við málum frá Heidi Sevdal og Malenu Josephsen tryggjaðu tær sær eisini sigurin í dystinum – og altso eisini í kappingini. Spennandi finalur Leygardagin verður stóri felags finaludagurin hjá borðtennis, judo og badminton. Í borðtennis verður finalan í einmansleiki hjá monnum millum Ragnar Egilsson og Róa Agnarsson, báðir úr Tór. Hetta er ein endurtøka av finaluni frá í fjør, tá Ragnar vann sítt fyrsta FM­heiti í bestu deildini. Ragnar hevur eisini vunnið Grand Prix í ár. Grand Prix kappingarnar kunnu eisini kallast landskappingin í borðtennis, tí hesar verða leiktar í 6 umførum gjøgnum veturin. Rói gjørdist silvur vinnari í Grand Prix, so tað er ikki av tilvild, at júst hesir báðir skulu kappast um gullið aftur nú leygardagin. Í fjør var kappingin teirra millum sera jøvn og endaði við 4­3 sigri til Ragnar. Kvinnur Eisini hjá kvinnunum verður finalan í ár ein endurtøka frá í fjør. Aftur hesa ferð eru tað Rakul Mikkjalsdóttir og Marin í Dali, báðar úr Tvøroyrar Borðtennisfelag, sum bresta saman. Í fjør vann Rakul hesa finaluna 3­2 eftir at hava verið aftanfyri 0­2 í einum sera tøttum dysti, og í ár hevur Marin vunnið Grand Prix kappingina, so lítið er at ivast í, at hetta verður sera spennandi aftur í ár. Rakul hevur kanska ein eyka trumf, tí síðani september í fjør hevur hon verið á borðtennis eftirskúla í Danmark, har hon hevur vant næstan hvønn dag, men í einari finalu kann alt henda, so óiva fáa vit spenning fyri allar pengarnar í hesari finaluni eisini. Aðrar finalur Fyrrapartin leygardagin verða eisini nakrar aðrar finalur í borðtennis. Í tvímansleiki hjá kvinnum kappast Rakul Mikkjalsdóttir og Marin í Dali úr TBF móti Annbritt og Eyðbritt Holm úr Royn, og í tvímansleiki hjá monnum verða tað Rói Agnarsson og Ragnar Egilsson úr Tór, sum fara at kappast móti Fróða Jensen úr TBF og veteraninum Peter Niclasen úr Tór. At enda verður so blandaður tvímansleikur, har Ragnar Agnarsson úr Tór og Marin í Dali úr TBF fara at kappast móti Fróða Jensen og Rakul Mikkjalsdóttir, bæði úr TBF. Rimmar sigur hjá kvinnulandsliðnum Talan var um satt bragd hjá fótbóltskvinnunum, og spennandi verður nú at síggja næstu útgávuna av styrkislistanum hjá FIFA v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 HB 2 2 - 0 - 0 4 1 3 6 2 B36 2 2 - 0 - 0 5 3 2 6 3 NSÍ 2 1 - 1 - 0 5 2 3 4 4 Víkingur 2 1 - 1 - 0 4 2 2 4 5 EB/S 2 1 - 0 - 1 2 2 0 3 6 B68 2 1 - 0 - 1 2 3 -1 3 7 KÍ 2 0 - 2 - 0 3 3 0 2 8 AB 2 0 - 0 - 2 2 4 -2 0 9 ÍF 2 0 - 0 - 2 1 4 -3 0 10 07 Vestur 2 0 - 0 - 2 2 6 -4 0 Marin í Dali tapti í fjør finaluna móti Rakul Mikkjalsdóttir. Og einki er at ivast í, at máli í ár er at hevna tapið Mynd: Sofus D. Johannesen Vodafone-deildin Dagur Dystur Dómari 17/04 Víkingur-07 Vestur Bárður Mortensen 19/04 EB/S-B68 Ransin N. Djurhuus 19/04 B36-KÍ Eiler Rasmussen 19/04 AB-ÍF Georg N. Rasmussen 20/04 NSÍ-HB Petur Reinert 1. deild menn 18/04 Víkingur-MB Alex Troleis 18/04 B71-VB/S Rói Jacobsen 18/04 Skála-FC Hoyvík Birgir Sondum 18/04 TB-B68 Páll Augustinussen 18/04 NSÍ-HB Høgni Hansen 2. deild menn 19/04 AB-B36 Pætur Albinus 19/04 KÍ-Víkingur Jákup M. Kjeld 19/04 TB-EB/S Sólfinn Gudmundsson 19/04 Undir-B71 Allan Manai 19/04 07 Vestur-ÍF Símin P. Dam DYSTIR um vikuskiftið