Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-20, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. apríl 2009síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 tíðindi Nr. 74 - 20. apríl 2009 Bátastevnann í Vestmanna Leygardagin 16. mai verður árliga Bátastevnan í Vestmanna. Undanfarin ár hava umleið 200 bátar úr øllum landinum sett hvørjum øðrum stevnu í Vestmanna til hugnaliga samveru. Tónleikur og sangur hava rungað á keiøkinum til langt út á kvøldið, og menn og kvinnur hava gingið borð um borð til hugna, reyp og sang – eitt sereyðkenni fyri Bátastevnuna. Bátastevnan í fjør bar av øllum við nógvum fólki, góðum stevnuhýri, metstórari luttøku av bátum og góðum veðri. Fyrireikararnir úr VÍF siga, at stórur áhuga longu er fyri Bátastevnuni, og bátafeløg hava boðað frá, at tey so smátt eru farin at rigga seg til. Fólk við kampingvognum, á motorsúklum og á hestbaki, umframt mong onnur, plaga eisini at vitja stevnuna. Skipað verður fyri ymsum tiltøkum á keiøkinum og í ítróttarhøllini fyri bæði vaksin og børn. Sum vanligt verður suppa v. m. at fáa, tá bátarnar hava lagt at. Um kvøldið verður skipað fyri stóra Bátastevnudansinum í ítróttarhøllini, har orkestrini Vestmenn og Thunderbirds spæla. Tað skal vera slutt við, at seyður gongur sum kýrn ar í India. Tað hal da føroyingar á Face book, sum krevja seyð in av vegnum. - Seyð ur in rindar ikki veg gjald, men tað geri eg, sigur eitt av heili 1500 fólkum, sum hava mótmælt um viku skiftið SeyðaSkil Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo At seyður gongur leysur á Lands vegunum er ein stórur trupul leiki. Tað hava allir myn dug leikar, bøndur, trygg ing arfeløg og ikki minst bilførarar langsíðan sann að. Tó hendur millum lít ið og einki hesum við­ víkj an di, og tað fær nú fólk upp úr stólinum, í øllum før um í myndarligari talu. Árni Vang er stovnari av bólkinum »Seyðin vekk av vegnum« á Facebook. Hann stovn aði bólkin leyga r­ kvøld ið, og nú hálvtannað sam døgur seinni eru gott og væl 1500 limir í bólki­ num, svarandi til góð trý pro sent av íbúgvunum í Før oyum. Søgan handan bólkin er nak að tilvildarlig, men ovur stóra undirtøkan, ið bert kann sammetast við bólki num um morgun lest­ ur in, talar fyri at hetta er nak að, ið hevur sera stóran áhu ga millum fólk. ­ Eg hevði verið í Fugla­ firði og vitjað tey foreldrini, og tá eg koyri suðuraftur gong ur ein rúgva á seyði á vegn um í Kollafirði, har tað altíð er nógvur seyður. Komin heim skrivaði eg í støðuna á Facebook, at eg vildi vita hvør stendur fyri innhegningini í Kollafirði, og at seyðurin mátti fáast vekk av vegnum. Tá svaraði Petur Reinert, ið eg arbeiði sam an við, at eg átti at stovn að ein bólk, og eg so gjør di. Men hetta er brád­ liga eksploderað, og tað er áhugavert, at tað hevur so stóran áhuga fyri fólk, sigur Árni Vang. Hvar er logikkurin? Árni Vang heldur lítið um, at einki verður gjørt fyri at fáa seyðin av vegnum. ­ Politikararnir tosa um Null hugsjónina, at eingin má doyggja í ferðsluni. Men teir klára ikki eingongd at halda seyðin av vegnum. Tað kann meir enn so henda seg, at ein bilur bremsar harð liga fyri einum seyði, sum leypur út á vegin, og at tað stendst ein stór vanlukka av tí. Hetta er eitt stórt irrita tións moment hjá øll­ um føroyingum, sigur Árni Vang. Hann, eins og hini 1500 fólk ini í bólkinum, sóknast eftir at nakað verður gjørt við trupulleikan. ­ Politikararnir vita væl um trupulleikan, men tá 4 hvør føroyingur eigur seyð ella gongur fjøllini hvørt ár, so tora teir ikki at gera nak­ að við tað. Tað skal vera slutt við, at seyður gongur sum kýrnar í India, eru boð ini frá mót mælis fólk un­ um á Facebook. Meining av Facebook Ja, hatta við seyðinum, hevur verið mítt hjartamál nógv ár. Vit hava støðugt lógina frá, tá ið vit høvdu grúsvegir og bilarnir koyrdu 30 km/t. Nógv menniskju eru funnin deyð framvið vegnum, eingin veit, hví. Er ein seyður lopin á vegin? Ja, eingin veit frá einum at siga. Tað er eingin logikkur, at vit kunnu koyra 80 km/t, men samstundis ikki mugu koyra seyð yvir, sum brádliga loypur upp úr einari veit. Hvussu skalt tú bera teg at? Eg havi fleiri ferðir koyrt á seyð og enn fleiri ferðir verið um at farið útav í hálku vegna seyð á vegnum. Sjálvur eri eg djóravinur, men koyri eg á ein seyð og hann ikki pínist, men doyr, so latið eg hann liggja við vegjaðaran. Eg sigi ikki frá. Seyðurin rindar ikki veggjald, men tað geri eg. Tá ið politikarar einki gera við trupulleikan, so er einasta loysn, at so nógvur seyður sum gjørligt liggur deyður framvið vegnum ­ til skrækk og advarsel. So nógvir nýggir vegir eru lagdir seinastu árini, hví eru ikki rásir við ávísum avstandi gjørdar undir teimum? Í heildarætlanini hjá Lands verk um vegakervið frá 2008 til 2020, verður seyður eisini nevndur. Tilmæli nummar 13 í heildar ætlanini ljóðar soleið is. #13: Seyður burtur av vegnum ­ Seyður og annar fen­ að ur skal haldast burtur frá veganetinum, har trupul leikar eru av hes­ um. Ásannandi at hetta er rúgvus­ og kostn að ar­ mikið arbeiði, verður byrj að við høvuðs vega­ netinum, og arbeiðið verður raðfest eftir ferðsluni og/ella trupul­ leik unum, ið standast av seyði og fenaði á vegnum. Seyður á vegnum er ein stór ur trupulleiki í Før oy­ um. Sambært ársfrágreiðingini frá 2005 hjá Landsverk var seyður orsøk til 48 av teimum 361 óhappunum, ið vórðu skrá sett á lands vega kervi­ num. Sostatt var seyður orsøk til góð 13 prosent av óhappunum. Seyður og onnur kríatúr eru eisini at vold til ótryggleika á før oys ka vegakervinum, og óhappini eru fleiri enn tey, sum løgreglan skrá­ setir. Í Samferðsluætlanini stendur: “Nógv óhapp eru or sakað av, at seyður er á vegn um. Umframt frágreiðingarnar frá løg regl uni eru tøl fingin til vega frá trygg ingar­ feløgu num, sum vísa, at um leið 3 ferðir so nógv ó happ við seyði á vegnum verða fráboðað trygg ing arfeløgunum, enn fr á greið ingarnar hjá løgregluni vísa. Hetta gevur eina mynd av, hvus su stórur hesin trupulleiki er”. Sam ferðs­ l u æt lanin mælir eisini til at seyður og annar fen að­ ur skal haldast burtur frá høvuðsveganetinum. Í heildarætlanini fyri høvuðsvegakervið stendur: ”Í 2015 er høvuðs vegakervið liðugt út bygt við skeltum, stiki og seyðasmogum. Ferðslu trygdartiltøk eru gjørd á vegateinum, har høvuðs vegurin enn fer gjøg num bygt øki.” - RN Krevja seyðin av vegnum Landsverk hevur ong an pening til at heg na vegirnar av, hó ast tað stendur í sam ferðsluætlanini, at allir vegir skulu tryggj ast ímóti seyði, men stóri trupulleikin er, at tað manglar vilji frá landsins myndug- leikum SeyðaSkil Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Oyvindur Brimnes, stjóri á Lands verki, greiðir frá, at tað er ein stórur trupulleiki við seyði á vegnum, men lít il og ongin hegning hevur ver ið gjørd seinastu árini, hó ast tað stendur í sam­ ferðs lu ætlanini hjá Lands­ ver ki, at vegirnir skulu tryggj ast ímóti seyði. ­ Tað manglar politiskur vilji at loysa hendan tru pul­ leik an. Vit hava ein ætlan klára, men skulu allir vegir­ nir tryggjast, so kemur tað at kosta meira enn 100 millión ir, sigur Oyvindur Brim nes. Hann greiðir víð­ ari frá, at teir hava býtt vegirnar í øki, so grund­ leggj an di tryggingin kann ger ast í harðast raktu økj u­ num, men Landsverk mangl ar snøgt sagt fígging. Viðlíkahald til bøndur Tá hegnið er sett upp, er mein ingin, at bøndurnir sku lu gjalda fyri við líka­ hald ið, men teir hava fleiri fer ð ir ført fram, at teir ikki skil ja, at teir skulu gjalda fyri at syrgja fyri, at seyð­ ur in ikki á vegnum, sum teir ikki kunnu nýta. ­ Eg skilji øll, sum vilja sleppa undan eini útreiðslu, sigur Oyvindur Brimnes, tá hann verður spurdur, um hann skilur bøndurnar. Men hann leggur afturat, at spurn ing urin er, hvat er rími ligt og ikki. Ógreitt við fígging Hvat tað kostar at tryggja høvuðs vegirnar, sum Landsverk og Ráðið fyri Ferðslutrygd hava mælt til, kann Oyvindur Brimnes ikki svara uppá, upp á standandi fót. ­ Vit hava onkrar útrokningar, men spurningurin er eisini, hvør skal gjalda hvat, sigur hann. Landsverk manglar pengar Trupulleik in loystur í 2015 Etið fílin í stykkjum Bjørn Patursson, stjóri á Bún a ða r stovuni, greiðir frá, at stovan ikki hevur viðgjørt mál ið, men sjálvur kennir hann væl trupulleikan og met ir bestu møguleikarnar ve ra at avbyrgja mest raktu støð ini, og hann er sann førd­ ur um, at tað er Lands verk, ið hevur ábyrgdina ­ Tað er altíð keyparin, sum hevur ábyrgdina av at ver ja keyptu økini, sigur Bjørn Patursson. Hann er sann førd ur um, at tað ikki er gott, at seyður gongur á al men num vegi, men hann er eisini greiðir yvir, at skógv ur in trýstir við kost­ nað in um. ­ Landsverk sigur, at kost­ naðurin er alt ov stórur, men tað handlar um at eta fílin í stykkjum. Praktiska loysn in er at býta landið sund ur í smá stykkir og síð ani kanna, hvar størstu tru pul leikarnir eru. So hevði tað ikki kostað so nógv, sig ur Bjørn Patursson. - eij Seyður er árliga við í umleið 50 ferðsluóhappum Mynd: Jens Kristian Vang