Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-20, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. apríl 2009síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 74 - 20. apríl 2009 - Eg og aðrir politika- r ar í Javnað ar- flokki num eru off ur fyri eini per sóns - forfylging, men tað rørir meg ikki og eg haldi, at ting- limir skuldu hug sa meiri um at við gerða álvarsligu trupul- leikarnar í sam- felagnum, heldur enn at karaktermyrða meg og onnur javn- að arfólk, sigur John Johannes sen Politikkur Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo - Tað er komin eitt nýtt slag av yvirstætt í Løgtinginum við Kára á Rógvi og øðrum tinglimum, sum halda seg vera hevjað upp øll onnur og upp um allan kritikk og sum ikki fýra fyri at for- fylgja, niðurgera og karakter myrða øll, sum ikki hava somu uppfatan av veru leika num, sum tey sjálvi, harímillum meg og aðr ar politikarar hjá Javn- aða r flokkinum. - Men fólk í umsitingini hjá løgtinginum hava sanni- liga eisini kent hesa for- fylg ing á egnan kropp og beint nú eri tað eg, sum eri offur fyri hesi persóns for- fylg ing. Tað staðfestir John Johannessen, formaður fyri Javnað arflokkin á tingi og politiskur formaður í Javn- að ar flokkinum. John Johannessen leggur aftur at, at hetta rørir hann ikki, tí hann tekur tað ikki fyri meri enn tað er. Hinvegin heldur hann, at hesir tinglimir skuldu hugsa meiri um at viðgera álvars- ligu trupulleikarnar í sam- felag num, heldur enn at karak ter myrða meg og onn- ur javnaðarfólk, sigur John Johannessen Hann er komin í brenni- depil in eftir ein útsøgn í Løg tinginum um, at tað ber ikki til at samstarva við Kára á Rógvi, tingmann fyri Sjálvstýrisflokkin. Tað fekk Sjálv stýris- flokk in at senda Javnaðar- flokki num opið bræv, har kravt verður, at flokkurin boð ar frá, um hann stendur aftanf yri útsøgnina hjá John Johannessen. John Johannessen sigur, at tað hevur hann ongar viðmerkingar til, tí hann vil heldur brúka orkuna upp á at viðgera tey veruligi politiski stórmálini, ið eru fyri framman, heldur enn at við gera persónsmál. Men hann staðfestir, at hann stendur við hvørt orð, tí hansara egnu royndir eru, at tað ber rætt og slætt ikki til at samstarva við Kára á Rógvi. Og hann veit einki annað enn at Javnaðarflokkurin er púra samdur við honum. Hinvegin skilir hann ikki, hví hetta er blivið ein gølu- kend søga í fjøl miðlu num. - Kári á Rógvi er ein av teimum, sum ikki fýra fyri at karaktermyrða meg og onnur javnaðarfólk, uttan sjálvir at tola, tað allar mins ta av atfinningum, utt- an at kæra í eyst og vest. Men John Johannessen held ur, at hetta hevur so lít- ið upp á seg, at hann tímir ikki at brúka meiri tíð upp á hetta. Tí hevur hann heldur ikki hug til at fara í smálutir og nevna dømi um, hvussu ringur tingmaðurin hjá Sjálv stýrisflokkinum er at sam starva við. - Eg havi betri hug at við- gera, hvussu vit leggja alla orku í, at varðveita og trygg ja tryggleikan hjá hvørj um einstakum borgara í samfelagnum, nú bú skap- ar kreppan herjar, heldur enn at brúka alla orku uppá at viðgera hvønn annan persón liga. Hetta er ein skeiv gongd, ið helst ber boð um politiska avmakt. - Samfelagið kemur ikki víðari, fyrr enn tinglimir fara at brúka orkuna uppá politikk, heldur enn at for- klaga hvønn annan við tápuligum grundgevingum. - Tað er nakað sum meira hoyrir heima ímillum peda- gog ar og barnagarðsbørn, sig ur John Johannessen. Kennir seg ikki aftur Kári á Rógvi hevur ikki hug at gera so nógv meiri burtur úr hesum. Men hann sigur, at hann kennir seg als ikki aftur í kritikkinum hjá John Johan- nes sen. - Eg havi nógv samstarv ymsar vegir, eisini við javn- að arfólk og mær vitandi eru ongir trupulleikar av tí Hann sigur, at hann verður dag og dagliga boðin við í samstørv av øllum han da slagi og hann heldur ikki at tað týðir upp á, at hann er ikki grannhavandi nakra staðni. Ítróttard­ agur fýri sálarliga veik og starvsfólk Stuðulstænastan hjá Nærverkinum og Sinnisbati fara nú at halda ítróttardag í Leirvík Ítróttardagur Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Ítróttardagurin, sum verður á ítróttarøkinum í Leirvík fríggjadagin 15. maj 2009 frá klokkan 8.30 til 16, er ætlaður fólkum við avmarkaðum sálarligum førleika og starvsfólkum, ið arbeiða á hesum øki. Brúkarar og starvsfólk luttaka á jøvnum føti í teimum ymisku ítróttargreinunum og endamálið við er fyrst og fremst at hava tað stuttligt saman, at røra seg og ikki minst, at knýta samband ímillum tey luttakandi. Men er tað onkur, sum ikki kann, ella vil vera við í sjálvum kappingunum, eru tey tó vælkomin við sum fjeppari. Kappast verður í fótbólti og boccia fyrrapartin og stafett- renning og rundbólti seinnapartin. Hvør íðkadi kann vera við í tveimum ítróttargreinum, einari fyrrapart og einari seinnapart og tá kappingarnar eru lidnar, verða heiðursmerki latin vinnandi liðunum og einstaklingunum. Luttøkugjaldið er 150 krónur og tá er morgunmatur, frukt, kaffi, te, kakur og borðhald við í prísinum. Boðast skal frá luttøku í seinasta lagi hósdagin 7. maj á tlefonnummari 76 43 01 ella 76 43 02 ella við at senda teldubræv til: annikah@naerverk.fo. John Johannessen for­ fylgdur í Løgtinginum - Hetta er ein roynd av forfylgja, karaktermyrða og niðurgera meg og onnur javnaðarfólk, sigur John Johannessen. Kári á Rógvi kennur seg ikki aftur í kritikkinum hjá John Johannessen Danmark fer á ráðstevnu Danmark fer at taka lut á ST-ráðstevnuni um rasismu. Ivi hevur verið um donsku løttøkuna, eftir at tey fýra ES-londini Svøríki, Týskland, Italia og Niðurlond boðaðu frá, at tey fara ikki at senda umboð til Geneve. Londini bera ótta fyri, at tey muslimsku londini sklu fáa undirtøku fyri at banna atfinningum at átrúnaði. Per Stig Møller, uttanríkisráðharri, sigur við DR, at koma ráðstevnulondini til nakra niðurstøðu, sum eitt nú skerjir talifrælsið, fer danska umboðanin til hús. USA og Avstralia hava boðað frá, at tey fara ikki at senda umboð á ráðstevnuna. ETA­leiðari tikin Fyri átta døgum síðani tók spanska løgreglan ein av leiðarunum í baskiska loysingarfelagsskapinum ETA, og í gjár visti BBC at siga, at Jurdan Mrtitegi Lizaso, sum verður hildin at vera ovasti leiðari í ETA, varð handtikin um vikuskiftið. Sambært BBC bleiv hann tikin einastaðni í útsynningspartinum av Fraklandi. Sagt verður, at tveir ETA-limir vóru saman við honum, og at teir blivu eisini tiknir. Sponsku myndugleikarnir leggja ETA undir at hava beint fyri meiri enn 800 fólkum tey seinastu 40 árini. Hesa vikuna hevur løgreglan kannað nógvar bilførarar rundan um skúlar og barnagarðar og tað hevur kostað nógvum klipp í koyrikortið Ferðslukanningar Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Seinastu dagarnar hevur løg reglan gjørt eitt átak fyri at kanna ferðsluna. Hesuferð gjørdi løgreglan tað, at tey fóru runt á skúlar og barnagarðar áðrenn klokk an átta á morgni at kan na støðuna hjá teimum, sum komu at seta børn av rund an um barnagarðarnar ella skúlarnar. Og hetta hevur kostað nógv um eitt klipp í koyri- kort ið. Og trupulleikin er hin sami afturvendandi og hann er, at fólk gloyma at brúka trygdarbeltið. Annars vóru onkur dømi um, at bilførarar tosaðu í far tele fon ímeðan teir koyr- du, ella høvdu onki koyri- kort uppi á sær. Yvirhøvur eru tað for- eldur, sum ikki spenna børn ini í trygdarbeltið, men sjálv ir eru bilførararnir held ur ikki nóg raskir til at spen na teirra egna belti. Tilsamans hava einir 14-15 bilførarar fingið klipp í koyrikortið fyri ikki at brúka trygdarbeltið. Serliga nógv vórðu tikin í Vest manna, har løgreglan klipti koyrikortið hjá átta bil før ar um fyri ikki at brúka trygdar belti og ein stórur part ur av teimum vóru børn, sum ikki sótu fast- spent. Fær bilførari trý klipp í koyri kortið, skal hann upp til nýggja koyriroynd og stend ur hann ikki royndina, miss ur hann koyrikortið. Hava klipt í nógv koyrikort Hesa vikuna hevur løgreglan kannað bilførarar, sum komu at seta børn av við skúlar og barnagarðar og enn einaferð mátti staðfestast, at foreldur eru ikki serliga røsk at minnast til at spenna børnini í trygdarbeltið