Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-10-12, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. oktober 2001síða 2

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 197 - 12. oktober 2001 Nr. 197 - 12. oktober 2001 3 SAMANLEGGING Stefan í Skorini Mikukvøldið skrivaðu borgarstjórarnir í Skála og Runavíkar kommunu undir sáttmálan um samanlegg- ing av kommununum. Hetta varð gjørt í býráðs- húsinum í Saltangará, har nýggja býráðið eisini fer at hava høvuðssæti. Kári Joh- annesen og Rodmundur Nielsen, borgarstjórar, fingu dygga undirtøku fyri samanleggingini, tá upp- skotið varð lagt fyri fólkið mánadagin. Samanleggingin verður framd í verki 1. januar 2005. Hetta er samstundis sum nýtt býráð tekur við eftir kommunuvalið í 2004. Tá verður bara ein komm- unua, og hon fer at eita Runavíkar kommuna. Spennandi verður at síggja, um fleiri kommunur fara at taka henda táttin upp til nærri viðgerðar, nú landsstýrið fer at leggja alt fleiri uppgávur út til kommunurnar at umsita. INNBROT Stefan í Skorini Enn er eingin tikin í sam- bandi við innbrotið í Lita- val í Runavík mánamorg- unin, har innbrotstjóvurin slapp avstað við 10.000 krónum. Løgreglan kannar málið í løtuni og hevur fingið fleiri spor at ganga eftir. Onkur hevur ringt inn til løgregl- una við einum tipsi, sum kann hjálpa teimum at finna gerningsmannin. Sosialurin skrivaði í týs- dagsblaðnum, at maðurin var myrkhærdur og helst í aldrinum 18 til 20 ár. Hetta hevur fingið onkran at gera vart við seg hjá løgregluni, og hesar upplýsingar kunnu vera avgerandi. Annars er einki beinleið- is gjøgnumbrot gjørt í hes- um málinum enn. Eingin tikin Sáttmálin um samanlegging undirskrivaður Dómarin ivaðist ikki, men setti fútaforboð móti byggingini hjá Jóhan M. Mac Donald úti í Bakka. Bygging- in skal steðga beinan- vegin, og tað er revsi- vert at halda fram FÚTAFORBOÐ Stefan í Skorini Seinasti naglin er negldur í sethúsini úti í Bakka á hesum sinni. Fútarætturin viðgjørdi hósmorgunin umsóknina frá Tórshavnar Býráði um at seta forboð móti byggingini. Býráðið hevði tó sjálvt givið loyvi til tess, men fekk boð úr landsstýrinum um at steðga byggingin, og tað varð gjørt. Landsstýrið metti, at býráðið við byggiloyvinum breyt byggisamtyktina fyri hetta økið, tí økið varð kannað almennum stovnum og skrivstovum. Sorinskrivarin segði, at góðar grundgevingar vóru fyri at steðga byggingini, og tað verður gjørt bein- anvegin. Tað er harafturat revsivert at halda fram við at byggja sethúsini. Nú skal hesin dómurin staðfestast í einum stað- festingarrættarmáli, har málið verður gjøgnum- gingið meira nágreiniliga, og partarnir verða av hoyrdir. Orsøkin er, at fútarætturin er bara ein fyribils rættur, sum ikki kann taka endaliga støðu. Hetta málið skal leggjast fram, áðrenn sjey dagar eru farnir, tí annars dettur fútaforboðið burtur. Dómarin metti, at byggi- loyvið varð tikið aftur við brævinum frá landsstýr- inum 3. oktober. Endurgjald Tað er tó lítil ivi um, at Jóhan Mac Donald fer at krevja endurgjald, um ætlaðu sethúsini verða av ongum, tá býráðið í tveim- um førum gevur honum loyvi at byggja, men síðani tekur tað aftur. Slíkum sleppur býráðið neyvan órevsað frá. Sakførari hansara segði í rættinum, at hansara klient- ur hevði havt stórar út- reiðslur av byggingini, og tí var tað av stórum týdningi. Landsstýrið góðkendi annars leigusáttmálan millum býráðið og Jóhan Mac Donald, og býráðið gav byggiloyvi. Síðani steðgaði landsstýrið bygg- ingini, men býráðið stað- festi, at talan var um eitt smávegis frávik frá byggi- samtyktini, men hesum vísti landsstýrið aftur. Nú er byggingin í øllum førum steðgað. Tøkk Hjartaliga takki eg tykkum øllum, sum á ymiskan hátt gleddu meg á 90 ára føðingardegnum 24. sep- tember. Klæmint Nicodemussen Fútin steðgar bygging Mynd: Byggingin úti í Bakka er steðgað. Fútarætturin metti, at byggiloyvið varð tikið aftur í brævinum frá landsstýrinum tann 3. oktober, har greið boð vórðu givin um at steðga byggingini Mynd: Jens Kr. Vang C M Y K 3 2