fríggjadagur 12. oktober 2001síða 3
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 197 - 12. oktober 2001
Nr. 197 - 12. oktober 2001
5
– Nú bilaverja er sett
upp, er ferðslutrupul-
leikin við SEV-tornið
í Øravík loystur. At
ríva tornið niður,
loysir ongar trupul-
leikar, heldur Mortan
Winther Poulsen, í
Føroya Forngripa-
felag, sum hevur tikið
stig til at friða SEV-
tornið í Øravík
FORNMINNI
Áki Bertholdsen
– Tað er púra vitleyst at ríva
SEV-tornið í Øravík niður.
Tornið hevur byggilistarligt
og søguligt virði og tað
loysir ongar trupulleikar at
ríva tað gamla niður.
Mortan Winther Poulsen,
formaður í Føroya Forn-
gripafelag, heldur ikki, at
tað er nøkur loysn at taka
SEV tornið í Øravík niður.
– Vit kunnu ikki bara ríva
alt niður, hvørja ferð vit fáa
ein trupulleika.
SEV tornið í Øravík hev-
ur annars elvt til mikið
kjak, tí tað stendur so illa
fyri, at tað er ein álvarsligur
vandi fyri ferðsluna. Tað
stendur dygst við vegin,
mitt í einum svingi og tað
hevur ikki verið so mikið
sum ein bilaverja at forða
fyri, at bilar rena á tornið,
um tað skuldi hent, at teir
fara útav í svinginum.
Tað er eisini hent oftani
og hesi seinastu árini hevur
tað at kalla verið eitt
fólkakrav at tað varð tikið
niður. Í summar var tað
komið so langt, at SEV og
Landsverkfrøðingurin
ætlaði at taka tað niður og
at byggja nýtt torn longri
burtur frá vegnum.
Men so hendir tað, at ætl-
anin varð steðgað, tí Føroya
Forngripafelag reisir frið-
ingarsak. Og til hon er
avgjørd, kann tornið ikki
rørast. Sum ein avleiðing
av tí, hevur Landsverk-
frøðingurin í hesi vikuni
sett bilaverju upp framvið
vegnum við tornið, so at
bilar ikki skulu kunna rena
á tað, um teir fara útav.
Trupulleikin loystur
Mortan Winther Poulsen
sigur, at Forngripafelagið
er eitt felag, sum hevur til
endamáls at bjarga forn-
minnum, heldur enn tey
verða rivin niður.
Og hann heldur, at tað er
púra vitleyst at ríva tornið
niður, fyri at bøta um
ferðslutrygdina á økinum.
– Áðrenn vit tókui nøkur
stig til at reisa friðingar-
sakina, kannaðu vit málið
og vit vístu á, at ein bila-
verja hevði loyst trupulleik-
an
við
ferðslutrygdini,
sigur Mortan Winther Poul-
sen, ið sjálvur er verkfrøð-
ingur og hevur arbeitt nógv
við vegagerð.
– Nú er bilaverjan tíbetur
sett upp og sostatt er
trupulleikin við ferðslu-
trygdini á vegastrekkinum
loystur, sigur hann.
Hann sigur, at tornið er
eitt vakurt byggverk og
hann heldur, at tað er heilt
órímiligt at ríva tað niður.
Hann sigur, at tornið varð
bygt í tjúgunum og tað
hevur bæði byggilistarligt
og søguligt virði. Byggi-
listarligt virði hevur tað, tí
tað er eitt vakurt byggverk
og søguligt virði hevur tað,
tí tað umboðar tað all-
arfyrstu elektrisitetstíðina í
Føroyum. Tí halda vit, at
tað hevur stóran týdning at
varðveita tað.
– Suðuroyingar vóru teir
fyrstu í Føroyum, sum
fingu streym fyrst í tjúg-
unum. Tá ið transformator-
torn skuldu byggjast tá ið
tíðini, varð farið til Dan-
markar eftir fólki, tí her á
landi var ongin kunnleiki á
hesum økinum.
Í Danmark bygdu tey slík
torn av tigulsteini og tí var
sami máti eisini brúktur í
Føroyum.
Mortan Winther Poulsen
vísir á, at serliga í Suðuroy
er nógv gamalt rivið niður,
so at har eru næstan ongi
fornminni eftir.
– Tað átti at fingið suð-
uroyingar at hugsa øðrvísi,
enn teir hava gjørt, so at
tað, sum hóast alt er eftir av
tí gamla, verður varðveitt,
sigur formaðurin í Forn-
gripafelagnum.
Seinastu trý árini
hevur Vágs Býráð
givið heili 49 byggi-
loyvi. Serliga hugaligt
er, at ein næstan
triðingurin eru byggi-
loyvi til vinnuvirki av
ymsum slag, sigur
formaðurin í
teknisku nevnd
FRAMBURÐUR
Áki Bertholdsen
Í Vági eru hjólini aftur farin
at mala av álvara .
Eftir at Vágur var so hart
rakt av kreppuni sum næst-
an onki annað pláss í land-
inum, fór gongdin at venda
so spakiliga fyri nøkrum
árum síðani.
Støðan var so vánalig í
Vági, at onkur tvørafólk
plagdu til stuttleika at
spyrja, hvat ein rættur opti-
mistur var:
– Jú, tað var ein sum seldi
arbeiðsklæðir í Vági..........
Og rætt er, at tað stóð illa
til, tí í kreppuni steðgaði
næstan alt vinnulív, alt var
steindeytt, fiskavirkini fóru
á húsagang, tað hoyrdust
ikki hamari smella og um-
sóknir um byggiloyvi vóru
líka sjáldsamar sum lundi
jólanátt.
Men hesi seinastu árini
hevur framburðurin verið
so stórur, at tað er næstan
eitt undur og nú er aftur so
nógv virksemið í Vági sum
sjálvdan ella ongantíð fyrr.
Eitt gott barometur at
lýsa, hvussu støðan er,
hvussu
byggivinnan
er
betri. Og eisini byggivirk-
semið í Vági vísir, at har
hendir nakað.
Dánjal Bjarkhamar, for-
maður í teknisku nevnd hjá
býráðnum, í Vági, sigur, at
hesi seinastu árini hevur
Býráðið avgreitt so nógv
byggiloyvi til ymisk enda-
mál sum sjálvdan, ella
ongantíð fyrr.
– Øll tey fyrstu árini í
kreppuni var alt steindeytt í
Vági. Men so fór gongdin
spakiliga at venda og sein-
astu árini hevur rættiliga
nógv arbeiði verið í Vági.
Dánjal Bjarkhamar sigur,
at seinastu trý árini hevur
Vágs Býráð avgeritt ikki
færri enn 49 byggiloyvi til
ymisk endamál.
Í talvuni oman fyri sæst,
hvussu nógv byggiloyvi,
Vágs Býráð hevur avgreitt
hesi seinastu árini.
Harumframt hevur tekn-
iska nevnd eisini aðrar
umsóknir um byggiloyvi,
bæði til sethús og til
vinnuvirki, hetta eru um-
sóknir, ið verða avgreiddar
í næstum.
Dánjal Bjarkhamar er
serliga fegin um, at næstan
ein triðingur av teimum
byggiloyvum,
sum
eru
latin, eru til vinnuvirki av
ymsum slagi. Ikki alt av
hesum er bygt enn, men
sumt er bygt, onnur bygg-
ing er um fara ígongd og
uppaftur onnur bygging fer
ígongd í næstum.
Hann sigur at fyri nógv
tann størsta partin er talan
um framleiðsluvirki av
ymsum slagi, ikki minst um
virki, sum framleiða til
útflutings, eitt nú fiskavirki
av ymsum slagi og lemma-
virki hjá Injector Door.
Vert er eisini at leggja til
merkis, at nýggja laksa-
virkið hjá Hera Hjelm, og
har yvir 100 fólk skulu
arbeiða, er ikki talt við, í
uppgerðini yvir vinnuvirki,
tí tað virki flutti inn í gamla
Polarfrost.
Nógv er broytt
Dánjal Bjarkhamar vil ikki
leggja seg út í kjaki um,
antin tað er rætt at lækka
uttanlandsfrádráttin
Men hann vísir á, at
eisini í útjaðaranum í
Føroyum, i hvussu so er,
summastaðni, er gongdin
vend.
– Í Vági er so nógv at
gera nú, og tað verður upp-
aftur meiri at gera, so hvørt,
sum virkini, ið byggiloyvi
er givið til, verða bygt- og
farið verður til verka í teim-
um.
Hann vísir samstundis á,
at í næstum skal eisini
nýggjur
miðnámsskúli
byggjast í Vági og tað fer at
kasta nógv arbeiði av sær
til handverkarar.
– Alt í alt hendir nógv í
Vági nú, og tað er rættiliga
spennandi at sita í býráð-
num nú, meiri spennandi
enn tað hevur verið í nógv,
nógv ár, sigur Dánjal
Bjarkhamar.
Vitleyst at ríva SEV-
tornið í Øravík niður
– Nú bilaverja tíbetur er sett upp framvið vegnum við SEV-tornið í Øravík, er trupulleikin við
ferðslutrygdini loystur. Tað hevði verið vitleyst at tikið tað burtur av teirri orsøk, sigur Mortan
Winther Poulsen, formaður í Føroya Forngripafelag
So nógv byggivirksemi í Vági sum sjáldan fyrr
———————————————————————————————————
Ár
Byggiloyvi
Byggiloyvi
Onnur byggiloyvi
til sethús
til vinnuvirki
(umbyggingar, bilhús,
úthús o.a.
1999
5
3
4
2000
6
6
6
2001
5
5
9
(01. okt.)
———————————————————————————————————
Tilsamans 16
14
19
———————————————————————————————————
Í Vági er so nógv at gera nú,
sum salvdan, ella ongantíð
fyrr og umsóknir um
byggiloyvi koma býráðnum í
hendi í einum jøvnum
streymi
- Meginparturin av
tímunum, vit fáa
afturat næsta ár,
verða latnir atferðar-
truplum næmingum,
sum frammanundan
fáa ov lítlan stuðul.
Men eingin kann
vænta, at fleiri
næmingar fáa stuðul,
tí støðan er framvegis
undir alt lágmark,
sigur Hans Eli Dahl,
virkandi stjóri á
Sernámsdeplinum
SERNÁMSFRØÐILIGT
VIRKSEMI
Turið Kjølbro
Sernámsfrøðiliga virksem-
ið innan fólkaskúlan fær
sambært fíggjarlógarupp-
skotinum komandi ár 2,1
mió. krónur meir í mun til
verandi játtan. Hetta kann
tykjast sum ein stór øking,
men kanna vit nærri, hvør
tørvurin er á sernámsfrøði-
ligum virksemi, er meirjátt-
anin ógvuliga avmarkað.
Vit kenna tørvin fyri í ár á
serligum stuðli í skúlanum.
Hann er 2500 tímar, ver-
andi játtan røkkur til slakan
helmingin, og tær 2,1 mió.
krónurnar,
sum
koma
afturat næsta ár, røkka til
umleið
150-200
tímar
afturat. Við øðrum orðum
verða umleið 1400 tímar
játtaðir,
framvegis
væl
minni enn kendi tørvurin.
Mentamálastýrið
veit
ógvuliga væl, hvussu ring
støðan er. Í upplegginum til
fíggjarlógina komandi ár
sigur stýrið, at støðan er
tann, at næmingar, sum
hava tørv á serligum stuðli í
fólkaskúlanum, fáa ofta ov
avmarkað tilboð, sum í
fleiri førum als ikki er
nøktandi. Fyri at veita
teimum næmingum, sum
hava tørv á hesum eina
tænastu, sum liggur innan
fyri
lágmarkið,
verður
neyðugt at økja játtanina
við 5 mió. krónum.
- Støðan er undir alt
lágmark, sigur Hans Eli
Dahl, virkandi stjóri á Ser-
námsdeplinum.
Teir tímarnir, sum koma
afturat komandi ár, verða
latnir
næmingum,
sum
frammanundan hava alt ov
vánaligt tilboð.
- Atferðartruplir næm-
ingar tørvar nógvar tímar, tí
teir eru serliga krevjandi.
Hesir fáa alt ov fáar tímar
sum er, og tí fer meginpart-
urin av tímunum, vit fáa
afturat næsta ár, til hesar,
umframt menningartarnað-
ar næmingar, sum eisini fáa
ov lítið. Eingin kann tí
vænta, at fleiri næmingar
fáa stuðul, sigur Hans Eli
Dahl.
Tvørturum fakmørk
Tímarnir, sum Sernáms-
depilin játtar til serligan
tørv í skúlanum, kunnu bert
játtast til læraratímar. Virk-
andi stjórin á Sernáms-
deplinum heldur, at eitt
skilagott hugskot hevði
verið at havt onnur fólk enn
lærarar inni í skipanini,
sum høvdu verðið lønt
øðrvísi. Føroya Lærarafe-
lag loyvir hesum, um
peningurin ikki verður tikin
frá skúlaverkinum.
- Í einum skúla fyri øll er
tørvur á øðrum enn lærar-
um. Høvdu almannaverkið
og skúlaverkið fingið loyvi
til at samstarva, høvdu vit
kunnað tikið onnur enn
lærarar inn, eitt nú hjálp-
arfólk. Tí í mongum førum
hevur barnið líka stóran
tørv á einum hjálparfólki
ella persónligum stuðli,
sum einum lærara. Yvirfyri
myndugleikunum hava vit
víst á, at politiski myndug-
leikin má skera ígjøgnum
hesum viðvíkjandi, sigur
Hans Eli Dahl.
Skapa serligan tørv
Sernámsfrøðiliga virksem-
ið í Føroyum hevur altíð
havt trong kor. Tó kunnu vit
siga, at fyri nógvum árum
síðani, áðrenn miðfyrrað
serundirvísing varð sett í
verk og skipanin æt ser-
undirvísing, vórðu fleiri
tímar latnir børnum enn tað
verða í dag. Miðskeiðis í
áttatiárunum vórðu 2300
tímar brúktir til serundir-
vísing. Í dag verða tímar
latnir skúlunum til miðfyrr-
aða serundirvísing. Hetta er
ein kvota, sum verða latnir
skúlum sjálvir at ráða yvir,
til serundirvísing.
- Veruleikin er bara, at av
tí, at skúlarnir eru so sperd-
ir fíggjarliga, fara ser-
undirvísingartímar millum
skins og hold. Høvdu hesir
tímarnir verið brúktir sum
teir eiga, hevði tørvurin á
tímum til serligan tørv
verið minni. Eg eri bangin
fyri, at vit skapa serligan
tørv við ikki at traðka til
beinanvegin við hjálp, geva
næmingum eitt skump við
miðfyrraðu undirvísingini,
sum í grundini er ætlað at
fyribyrgja
trupulleikum
seinni, sigur Hans Eli Dahl.
Dygdin við sviðusoð
Eitt er sernámsfrøðiliga
virksemið úti á skúlunum,
annað er virksemið á sjálv-
um
Sernámsdeplinum.
Hagar koma fleiri og fleiri
næmingar, alt meðan færri
tímar verða latnir. Fer eitt
nú ein lærari niður í ar-
beiðstíð vegna heilsubrek
ella fer frá vegna aldur,
fella tímarnir hesir hava
undirvíst burtur. Tímarnir
eru við øðrum orðum
tengdir at lærarunum og
ikki tørvinum, sum er á
tímum.
- Játtanin innanhýsis fer,
sum alt sær út, ikki at
røkka. Vit hava víst á, at
tørvur er á 5,6 mió. krónum
fyri at fáa alt at hanga sam-
an, men í fíggjarlógarupp-
skotinum fáa vit 2,1 mió.
afturat, sigur Hans Eli
Dahl.
Ein avleiðing av hesum
verður til dømis, at fleiri
næmingar verða koyrdir í
bólkar fyri at spara.
- Hetta merkir, at hvør
lærari verður trýstur meiri.
Alt verður meiri ein spurn-
ingur um krónur og oyrum
enn pedagogikk og dygd.
Hetta sama síggja vit úti á
skúlunum.
Sernámsdepilin eigur at
hava tríggjar sálarfrøðingar
í starvi. Tveir eru í løtuni
og ein er í farloyvi.
- Hetta merkir, at bíði-
tíðin framvegis er ógvuliga
long. Støðan verður ikki
frægari av, at almanna-
verkið og skúlaverkið ann-
ars heldur ikki hava sálar-
frøðing at bjóða fram, sigur
Hans Eli Dahl.
Gagnnýta verandi
skipan
Ein trímannabólkur hevur
gjørt eitt tilmæli um,
hvussu
sernámsfrøðiliga
virksemið skal verða í
framtíðini. Taka politikarar
tilmælið í álvara, verður
skjótt greitt fyri teimum, at
uttan mun til hvat og
hvussu nógv av tilmælinum
setast skal í verk, kostar tað
væl meiri, enn sernáms-
frøðiliga virksemið kostar í
dag.
- Eftir mínum tykki eiga
vit heldur at brúka eitt
sindur av pengum uppá at
fáa skipanina sum hon er at
virka, og fáa vit eina greiða
samstarvsavtalu við al-
mannaverkið og skúla-
verkið, kunnu vit loysa
sernámsfrøðiliga arbeiðið í
Føroyum á jøvnum føti við
sum tað er aðrastaðni, sigur
Hans Eli Dahl at enda í
viðtali.
Atferðartruplir næmingar
betri stuðul
- Vit skapa ein serligan tørv við ikki at traðka til beinanvegin og geva næmingum eitt skump í
rættari tíð, sigur Hans Eli Dahl, virkandi stjóri á Sernámsdeplinum
C
M
Y
K
5
4