fríggjadagur 12. oktober 2001síða 4
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 197 - 12. oktober 2001
Nr. 197 - 12. oktober 2001
7
Hesa vikuna hava
skúlabørnini í Sumba
rættiliga fingið roynt
seg. Mikudagin ótu
tey døgurða og tá
høvdu tey sjálvi fing-
ið hann til vega. Tey
høvdu flett ein seyð
og gjørt burtur úr.
Eisini eplini høvdu
tey tikið upp
SKÚLASKAPUR
Dagfinn Olsen
At koma á gátt í skúlanum í
Sumba
mikudagin
var
hugaligt.
Matarroykurin
stóð í næsarnar, tá hurðin
varð latin upp. Á borðinum
í skúlanum í Sumba stóð
bæði seyðarhøvd, rullu-
pylsa, blóðmør, sperðil og
stokt og kókað seyðakjøt.
Skúlin hevur hesa vikuna
havt evnisviku og tey
keyptu eitt lamb. Tey hava
flett og gjørt allan hugsandi
mat burturúr. Tey hava ver-
ið við í gongdini frá byrjan
til enda, frá fletting til
borðhald.
Sjálvt eplini hava tey
sjálvi tikið upp. Alt er liður
í evnisvikuni um seyð. Og
væl kom burturúr. Um-
framt, at væl gagnaðist
mikudagin, hava skúla-
børnini í Sumba eisini
kannað ymiskt í samband
við seyð og seyðahald.
Millum annað hava tey
funnið útav, at í bygdini eru
252 veðrar. Til sammeting-
ar kann nevnast, at í Sumba
búgva eini 270 fólk, so tað
er næstan ein veðrur uppá
fólkið.
– Hevði hetta verið í
Havnini, so skuldu eini
17.000 veðrar til, skemta
lærararnir, ið eru væl nøgd-
ir við evnisvikuna, eins og
næmingarnir. Fríðbjørg J.
Poulsen, Arnfinnur Bjark-
hamar og Rólant Nónfjall
eru lærarar í Sumba og
Maibritt úr Hørg hevur
svimjing o.a. við næming-
unum.
Næmingarnir hava fylgt
og verið við í allari gongd-
ini, frá fletting til borðhald.
Men her steðgar gongdin
ikki. Tá maturin var komin
niðurum mikudagin, vóru
hósdagurin og fríggjadag-
urin eftir. Og hesir dagarnir
fóru til ullina. M.a. gjørdu
næmingarnir penalarhús úr
ull.
Skúlin í Sumba hoyrir
ikki til teir mest nýmótans
bygningarnar í landinum,
men ætlanir hava longi ver-
ið um ábøtur og útbygging,
men enn er einki hent. Ser-
stovur eru ongar og heldur
ikki fimleikarhøll. Men
ikki altíð eru tað fínu ytru
umstøðurnar, ið bera verk-
inum uppi. Uppfinnsemi og
ágrýtni røkka langt og tað
er prógvað í skúlanum í
Sumba hesa vikuna.
Seyðavika í skúlanum í Sumba
Í Sumba hava skúlabørnini
hesa vikuna havt evnisviku
um seyð. Tey hava flett og
gjørt burturúr og væl hevur
eydnast og væl gagnaðist
Maibritt úr Hørg, Fríðbjørg J. Poulsen og Arnfinnur Bjarkham-
ar og eru væl nøgd við evnisvikuna um seyð, har m.a. funnið er
útav, at nærum ein veðrur er uppá fólki í Sumba
Asfaltverkið í Hunds-
arabotni kundi í gjár
gleða seg yvir nýggj-
asta familjulimin. Tað
er ein nýggj kravkúgv.
Kostnaðurin er 3,2
milliónir krónur
ARBEIÐSTÓL
Heri á Rógvi
Teir vóru nógvir og spentir.
Arbeiðsfólki á maskinverk-
staðnum hjá landsverkfrøð-
inginum í Kollafirði. Tað
var kanska heldur ikki uttan
orsøk. Tí tað stóð ein spild-
urnýggj kravkúgv á verk-
staðnum. Tað er heldur ikki
á hvørjum degi, at Lands-
verkfrøðingurin fær hendur
á einari nýggjari kravkúgv.
Í sambandi við, at nýggja
kravkúgvin skuldi gerast
klár til at fara til arbeiðis
uppi í Hundsarabotni, vóru
eisini komnir nakrir menn
úr Danmark at rigga nýggju
kravkúnna til. Tá Sosialurin
vitjaði, so vóru teir við at
gera teir síðstu fyrireiking-
arnar klárar, áðrenn krav-
kúgvin kundi fara avstað
niðan í Hundsarabotn, har
hon skal avloysa eina fimt-
an ára gamla kravkúgv, sum
skal flytast til Lambareiði,
har hon skal virka restina
av sínari livitíð.
Amerikanskt Volvo
Nýggjasta ískoyti í familj-
una uppi í Hundsarabotni er
av merkinum Volvo. Tað er
ein Volvo L330 D, um tað
sigur onkrum nakað. Krav-
kúgvin er gjørd yviri í
Sambandsríkinum, í North
Carolina.
Krúgvin vigar, tá hon
stendur fult útgjørd, 50
tons. Longdin er 10,5 metr-
ar, breiddin er 4 metrar og
tú skalt fýra metrar upp í
luftina, um tú ynskir at
nerta við toppin á stýrihús-
inum.
Kravkúgvin hevur tvey
stempul. Hon er evnað úr
stáli og jarni og so hevur
ein dámligan gulan lit.
Fert tú innar í stýrihúsið,
so er kravkúgvin mestir lík
einum nýggjum bili, tí har
eru allir hentleikar. Tað er
kanska einans fløskuhald-
arin, sum væntar, men tað
hava teir døgurðasteðgin
til. Har er útvarpstól, so
førarin ikki nýtist at keða
seg, tá dagarnir gerast lang-
ir.
Eisini er stýrispinnur, so-
leiðis at tað gerst alsamt
lættari
at
arbeiða
við
nýggju kravkúgni.
Kostnaðurin er eisini
rættiliga høgur. Prísurin
fyri bara skuffuna er 276,00
kr. og fyri øll 50 tons kostar
tað 3,2 míó kr.
Hinvegin, so klárar hon
eisini at fylla ein lastbil
uppá ógvuliga stutta tíð.
Torbjørn koyrir
Tá nýggja kravkúgvin fór
út frá verkstaðnum í Kolla-
firði, og tá nýggja maskin-
an kemur at verða nýtt í
Hundsarabotni, so verður
tað Torbjørn Thomsen úr
Kollafirði, sum kemur at
sita í stýrihúsinum. Tey
flestu kenna kanska Tor-
bjørn frá talv.
Hann er royndur førari,
og hann smæddist heldur
ikki burtur, tá nýggja
maskinan skuldi fáast upp á
pláss í gjár.
Uppgávan hjá nýggju
kravkúnni og Torbirni verð-
ur at fylla ein dumpara,
sum síðani koyrir gróti í
knúsaran, sum er uppi í
Hundsarabotni.
50 tons av nýggjum stáli og jarni
Henda nýggja kravkúgvin kom til Føroya fyrst í vikuni, og nú skal hon byrja at arbeiða uppi í
Hundsarabotni.
Torbjørn er fegin um nýggju kravkúnna, sum hann skal koyra
Ætlar Sjálvsstýris-
flokkurin veruliga at
hækka fólkapensión-
ina á komandi
fíggjarlóg, skal ikki
standast á at fáa
stuðul frá stóru and-
støðuflokkunum, siga
bæði Javnaðarflokk-
urin og Sambands-
flokkurin
FÍGGJARLÓG
Edvard Joensen
Fíggjarnevndarlimirnir hjá
bæði Javnaðar- og Sam-
bandsflokkinum fara at
taka undir við uppskoti frá
Sjálvsstýrisflokkinum um
at hækka fólkapensiónina.
Teir vita eisini, hvussu hon
skal fíggjast.
Tað fer ikki at standa á
hjá Helenu Dam á Neysta-
bø vegna Sjálvsstýrisflokk-
in at fáa stuðul frá stóru
andstøðuflokkunum til at
hækka
fólkapensiónina.
Bæði Vilhelm Johannesen,
fíggjarnevndarlimur Javn-
aðarfloksins, og Lisbeth L.
Petersen,
formaður
og
f í g g j a r n ev n d a r l i m u r
Sambandsfloksins,
taka
undir við eini hækking. Tey
vita eisini, hvussu hon skal
fíggjast, hóast tey hava
ymisk boð.
Hækka blokkin aftur
Vilhelm Johannesen úr
Javnaðarflokinum vísir á, at
flokkurin á landsfundi í
september mælti til, at tikn-
ar verða upp samráðingar
við danir um at hækka
blokkin aftur til tað, hann
var, áðrenn verandi sam-
gonga fór at skarva av
honum.
Blokkurin var ætlaður til
til júst mál sum pensiónir
og heilsumál, so tað skuldi
einki verið at ivast í at brúkt
hann til tað, vísir Vilhelm
Johannesen á. Hann sigur
tað vera heilt burturvið av
samgonguni at skerja heild-
arveitingina, so leingi hesi
málini ikki eru fingin upp á
pláss.
Annars vísir hann til upp-
skotið um samhaldsfasta
arbeiðsmarknaðargrunnin,
sum saman við fólkapen-
siónini skal tryggja pen-
sionistunum sína inntøku.
Jú, Javnaðarflokkurin at-
kvøður fyri at hækka fólka-
pensiónina.
Burtur við
fullveldinum
Lisbeth L. Petersen úr
Sambandsflokinum sigur,
at flokkurin tekur eisini
undir við at hækka fólka-
pensiónina. Hon sigur seg
fegnast um, at Sjálvsstýris-
flokkurin nú er farin at taka
undir við hesum málinum,
sum
Sambandsflokkurin
annars hevur brúkt nógva
tíð uppá, uttan at lurtað
hevur verið eftir honum.
– Er tað hetta, sum sam-
gongan ætlar, skulu vit
nokk hjálpa teimum, sigur
hon.
Um hvussu ein hækking
av fólkapensiónunum skal
fíggjast, er Lisbeth L. Pet-
ersen ikki í iva. Pengarnir
skulu takast av játtnanini til
sjálvsstýrismál, sigur hon.
Tann játtanin eigur at
strikast av fíggjarlógini,
heldur
formaður
Sam-
bandsfloksins.
Men hon er kortini eitt
sindur í iva um, hvat tað
veruliga er, sum Sjávsstýr-
isflokkurin og samgongan
vilja í hesum málinum.
Men tað verður nokk ikki
so lætt at fáa greiði á,
heldur hon, tí tað tykist
ikki, sum samgongan sjálv
veit, hvat hon vil.
Jú, Sambandsflokkurin
atkvøður fyri at hækka
fólkapensiónina.
Finna út av tí
Eisini fíggjarnevndarlimur
Sjálvsstýrisfloksins, Kári P.
Højgard, tekur sum vera
man undir við uppskoti
formansins um at hækka
fólkapensiónina.
Hvussu fíggjast skal,
sigur hann, at tí man sam-
gongan nokk fara at finna
útav.
Landsstýrismaðurin við
fíggjarmálum, hevur boðað
frá einum bata, sigur Kári P.
Højgaard, sum tó ikki
nágreiniliga dugir at siga,
hvør batin verður. Men
skatturin fer tó ikki at
hækka, er hann vísur í.
Kári P. Højgaard sigur, at
fíggjarlógarkarmurin verð-
ur væntandi ikki víðkaður,
sum so aftur merkir, at
hann vil finna pengarnar til
hækkaða fólkapensión av
øðrum játtanum á fíggj-
arlógini.
Men hvaðani teir skulu
koma, vil hann ikki gera
viðmerkingar til. Tað er
nakað, sum samgongan í
sátt og semju fer at finna
fram til, sigur hann.
Hann takkar andstøðuni
fyri stuðulin í hesum málin-
um, men metir tó, at tað fer
samgongan sjálv at klára.
Jú, Sjálvsstýrisflokkurin
atkvøður fyri at hækka
fólkapensiónina.
Tað verður einki
oyra flutt av
játtanini til sam-
ferðsluna at hækka
fólkapensiónir við,
sigur Bjarni Djur-
holm, landsstýris-
maður við
vinnumálum
FÍGGJARLÓG
Edvard Joensen
Landsstýrismaðurin við
vinnumálum sigur, at
skal
fólkspensiónin
hækkast, sum Sjálvs-
stýrisflokkurin
vil,
mugu pengar finnast
aðrastaðni enn á játt-
anini til samferðsluna,
sum formaður Sjálv-
stýrisfloksins
hevur
nevnt sum ein møgu-
leika.
Í sambandi við, at
Sjálvstýrisflokkurin
mælir til at hækka fólka-
pensiónina á komandi
fíggjarlóg, segði Helena
Dam
á
Neystabø,
flokksformaður, at ein
møguleika
at
fíggja
hækkaðar pensiónir er at
flyta pengar av øðrum
játtanum á fíggjarlógini.
Í tí sambandi nevndi
hon, at landsstýrismað-
urin við fíggjarmálum
hevði verið gávumildur,
tá talan var um játtan til
samferðsluna í uppskot-
inum til komandi fíggj-
arlóg.
Í tí sambandi sigur
Bjarni Djurholm, lands-
stýrismaður við vinnu-
málum, í stuttari við-
merking, at tað kemur
als ikki upp á tal at
skarva av játtanini til
samferðsluna. Hon er
einki vaksin í mun til
undanfarin ár. Reelt er
hon heldur minkað, sig-
ur hann. Tað, sum ger, at
talið er eitt sindur vaks-
ið, er at nýtt Suður-
oyarskip skal smíðast,
og har eru settir lutvíst
nógvir pengar av, vísir
Bjarni Durholm, lands-
stýrismaður á.
Hjálpin er vís
Einki oyra frá
samferðsluni
Bæði Miðflokkurin
og Tjóðveldisflokk-
urin vilja geva
pensionistunum
hægri inntøku. Men
Sjálvsstýrisflokkurin
er ringur at taka í
álvara, heldur Mið-
flokkurin
FÍGGJARLÓG
Edvard Joensen
Jenis av Rana, tingmaður
Miðfloksins, og Heini O,
Heinesen, fígjarnevndar-
limur Tjóðveldisfloksins,
taka báðir undir við at
hækka fólkapensiónina, um
fígging fæst. Sostatt er
meiriluti á tingi fyri upp-
skotinum hjá Helenu Dam
á Neystabø.
Jenis av Rana er tó í iva
um, hvørt Helena Dam á
Neystabø nú meinar tað í
álvara, sum hon skjýtur
upp.
– Tað er sera ringt at taka
hasi fólkini í álvara, sigur
hann. Tí tey hava nú havt
hálvtfjórða ár at koma við
hasum hækkingunum, uttan
at nakað nevnivert er hent.
So at koma við slíkum nú,
ófráboðað, tá fíggjarlógin
er komin til viðgerðar, er
óseriøst, heldur hann.
Men tað skal ikki standa
á Miðflokkinum at fáa
uppskotið samtykt, sigur
hann.
Jenis av Rana sigur, at
Miðflokkurin fer sjálvur at
koma við einum øðrum
uppskoti, sum sigur, at
fólkapensiónin skal vera
skattafrí, eins og allar aðrar
inntøkur, sum fólkapen-
sionistar hava. Fult og
aldeilis, sigur hann.
Hann tekur uppaftur, at
hann trýr ikki rættiliga upp
á hatta uppskotið hjá
Helenu Dam á Neystabø, tí
hann dugir ikki at síggja,
hvussu tað skal fíggjast,
uttan at hækka fíggjarlóg-
ina. Men hann vísir tó á, at
um Sjálvsstýrisflokkurin
nú stendur og manglar
pengar, kundi hann bara
latið vera við at lækka
blokkin.
Jenis av Rana heldur
annars, at lækkingin av
blokkinum átti at farið til
fólkaatkvøðu. Tað hevði
fallið við brestin, er hann
ivaleysur í.
Eisini
fíggjarnevndar-
limur Tjóðveldisfloksins,
Heini O, Heinesen, er fyri
at hækka fólkapensiónina,
um skilagóð fígging fæst til
tað. Men hannn ivast í,
hvaðani hon skal koma.
– Tað verður so ikki við
at hækka fíggjarlógina, tí
so fer hon at geva hall, og
tað ganga vit als ikki við til.
Hinvegin gongur Tjóð-
veldisflokkurin inn fyri
samhaldsføstu hugsjónini.
Tann samhaldsfasti er nógv
tann skjótasta loysnin á
málinum, sigur Heini O.
Heinesen.
Skal
fólkapensiónin
hækkast, sum Helena Dam
á Neystabø vil, skal okkurt
annað takast av aftur fíggj-
arlógini, vísir fíggjarnevnd-
arlimur Tjóðveldisfloksins,
á.
Hvat tað skal vera, má
Helena Dam á Neystabø
sjálv finna fram til. Heini
O. Heinesen væntar ikki
fulla semju um tað í sam-
gonguni, sigur hann. Hann
metir hetta útspælið hjá
Sjálvsstýrisflokkinum
í
heila tikið at vera løgið,
sigur hann.
Men kann Sjálvsstýris-
flokkurin vísa á eina skila-
góða fígging til hækkan av
fólkapensiónini, tekur hann
undir við tí.
Og so er meiriluti á tingi
fyri uppskotinum hjá He-
lenu Dam á Neystabø um at
hækka
fólkapensiónina
komandi ár.
Ringt at taka í álvara
Vit skulu nokk hjálpa Sjálvsstýrisflokkinum við at hækka
fólkapensiónina. Men so fer tað at kosta játtanina til full-
veldið, sigur Lisbeth L. Petersen, formaður í Sam-
bandsflokkinum
Hasi fólkini, sum leggja slíkt
fyri tingið, kunnu ikki takast
í álvara. Men vísa tey á eina
skilagóða fígging, tekur
Miðflokkurin undir við
teimum, sigur Jenis av Rana,
tingmaður
C
M
Y
K
7
6