Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-20, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. apríl 2009síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 74 - 20. apríl 2009 11 tíðindi Dálking Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Russiski trolarin, Kaptain Gorbatjov, fór at leka olju eftir, at skipið hevði bunkr­ aði 450.000 litrar, meðan tað lá í Nólsoyarfirði. Tað vóru fólk á Argjum, sum løgdu til merkis, at olja bráaði aftur úr skipinum og fór suður ígjøgnum Nóls­ oyarfjørð. Tjaldrið og bjargingar­ báturin Lív fóru sama kvøld út í fjørðin og løgdu sperr­ ingar um skipið. Løgreglan fór umborð, samstundis sum skiparin á russiska skipinum varð skuldsettur í málinum. Sum skilst, vóru teir 450.000 litrarnir av tungolju í fýra tangum umborð á russiska trolaranum, og mangt bendi á, at tað var tann eini tangin, sum lak. Hetta var eftir øllum at døma tangin, sum liggur undir sliskuni hjá trolar­ anum. Sliskan slítist, sum tíðin gongur, tá trolreið­ skapur verður drigin aftur og fram. Øll minnast tosið um tilbúgving, tá russiski trol­ arin Olshana sigldi á Flesjar­ nar og fórst við stórari nøgd av olju. Kjakið um tilbúgving hev­ ur tikið seg uppaftur, nú enn ein oljudálking hótti firðir og sund. Tíbetur er líkt til, at olju­ dálkingin, sum í endanum av seinastu viku hótti før­ oyskt umhvørvi, ikki verður av nøkrum. Ein oljudálking hótti Eingir fiskimenn í tinginum Fyrrverandi grønlendski politikarin Pavia Nielsen heldur, at tað eru alt ov fáir fiskimenn og veiðimenn í Landstinginum, og at alt ov nógvar avgerðir verða tiklnar út frá tí, sum tingmenn hava hoyrt, sigur hann. Pavia Rosing vísir á, at sjálvt um fiskivinna og veiðivinna eru millum teir týdningarmestu vinnuvegirnar í Grønlandi, eru hesar vinnurnar als ikki umboðaðar í Landstinginum. Tann 73 ára gamli fyrrverandi landsráðs­ og landstingslimurin mælir fiski­ og veiðimonnum til at velja egin umboð í Landstingið. Sjálvur ætlar sæør tó ikki at stilla upp til valið í summar. Lone Dybkjær úr Fólkatinginum Ein av teimum kendu kvinnunum í donskum politikki í mong ár, Lone Dybkjær, hevur nú boðað frá, at hon gevst og stillar tí ikki uppaftur næstu ferð. Lone Dybkjær hevur verið virkin í politikki í meiri enn 35 ár og hevur verið fólkatingslimur hjá Radikala Vinstra, ráðharri, ES­tinglimur og harafturar forsætisráðharrafrúa sum kona Poul Nyrup Rasmussen. Lone Dybkjær, sum er 68 ára gomul, avsannar í samrøðu við DR, at hon gevst, nú undirtøkan hjá teimum radikalu er minkandi. Sjálvt ivast hon ikki í, at flokkurin fer at koma fyri seg aftur, tí tað er tørvur á honum, sigur hon. Jóhanna Olsen, deildarleiðari á Umhvørvisstovuni, váttar, at sektar­ uppskot verður lagt fyri skiparan á Kaptain Gorbatjov í dag, men hon vil einki siga um, hvussu stórt kravið hjá Inn­ lendismálaráðnum verður Dálking Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í løtuni verður einki gjørt við at taka olju upp ella leita eftir olju, sum lak úr russiska trolaranum, Kap­ tain Gorbatjov. Seinasta leygardag var millum lítið og einki at síggja av olju, og tí gjørdi átaksleiðslan av at steðga arbeiðnum. Jóhanna Olsen, deildar­ leiðari á Umhvørvisstov­ uni, sigur, at einir 200 litrar av olju eru tiknir upp í Miðvági, umframt at nak­ að av olju er tikið upp við aðrari súgvandi útgerð. Hon sigur, at tá olja av hesum slag soleiðis fer á sjógv, spjaðist hon við ráki og vindi. Ein partur for­ dampast, meðan ein annar partur søkkur. Sektaruppskot Í løtuni verður sektarupp­ skot fyrireikað, og sam­ bært Jóhonnu Olsen verður uppskotið lagt fyri skiparan á Kaptain Gorbatjov í dag. ­ Eg dugi ikki at siga ítøkiliga, nær uppskotið verður lagt fyri skiparan, og eg kann heldur einki siga um í løtuni, hvussu nógvan pening, sektarupp­ skotið fer at snúgva seg um. Jóhanna sigur, at sektar­ uppskotið hevur heimild í havumhvørvislógini, og at uppskotið verður ásett í mun til nøgdina av olju, sum er farin á sjógv. Ikki miljónir Deildarleiðarin á Um­ hvørvisstovuni vil treyðugt geva okkum eina ábending um, hvussu nógvan pening, talan kann gerast um, men spurd um talan verður um miljónir, sigur hon, at so stóra upphædd verður talan neyva um. ­ Men tað eigur altíð at vera soleiðis, at tað ikki skal loysa seg at dálka umhvørvið, leggur hon aftrat. Vit royndu eisini at fregn­ ast hjá Jóhonnu, um talan kanska verður um nakrar hundrað túsund krónur, men tað vil hon heldur ikki vátta. ­Tað er Innlendismála­ ráðið, sum kemur at taka støðu til støddina á sektar­ uppskotinum, og her eru vit teimum til hjálpar Hvar var lekin? Vit spurdu eisini Jóhonnu Olsen, hvussu stórar nøgd­ ir av olju talan er um, sum eru farnar í havið, men hetta er eisini eitt mál, sum framvegis verður arbeitt verður við. Um Kaptain Gorbatjov lak olju úr tí eina tanganum – ella um skipið misti olju í havið undir bunkring – er ein spurningur, sum Sosial­ urin ikki hevur fingið full­ greiða á enn. ­ Nei, tað vil eg einki siga um í løtuni, sigur deild­ arleiðarin á Umhvørvis­ stovuni, Jóhanna Olsen. Sektaruppskot verður lagt fyri skiparan í dag Jóhanna Olsen, leiðari á Umhvørvisstovuni, vil ikki siga, hvussu nógv sektaruppskotið móti russiska skiparanum kemur at ljóða upp á, men hon sigur tó so mikið, at tað skal ikki loysa seg at dálka havumhvørvið Mynd: Vilmund