Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-20, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. apríl 2009síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 74 - 20. apríl 2009 Umborð á Brimli siga teir, at tungolja er ikki tespilig at fáast við. Hetta sóu teir eisini á Miðvági seinasta fríggjakvøld, tá olja rak móti landi, og menn umborð á mob-bátinum hjá Brimli royndu at taka oljuklumpar upp úr sjónum Dálking Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Seinasta fríggjadag gjørdi vaktar- og hjálparskipið Brimil hjá Fiskiveiðieftir- litinum seg út til at taka tungolju, sum likin var úr russiska trolaranum, Kap- tain Gorbatjov, upp úr sjónum. Skipið var á Havnini eftir oljusperrum og upprudd- ingarútgerð og legði síðan leiðina út í fjørðin at leita eftir olju. Oljusperrur komu av Sandvíkahjalla, har goymsla er til hesa útgerð. Skimmari, sum er ætlaður til upptøku av tungolju omanav havflat- uni, kom til Havnar við lastbili frá Fuglafjarðar Sløkkiliði. Haraftrat varð ein 14.000 liturs goymslutangi settur umborð á Brimil. Hesin skuldi brúkast til at pumpa upptiknu oljuna uppí. Um 15-tíðina seinnapartin fríggjadagin vóru Brimil og bjargingarbáturin Lív stadd- ir í Skopunarfirði, og tá skuldi støða takast til, hvat víðari skuldi henda. Olja á Miðvági Sum fríggjadagurin leið, boðaði átaksleiðslan, sum varð skipað í sambandi við oljuna, frá, at lítil og eingin olja var at síggja nakra- staðni. Alt bendi tí á, at hon var rikin til havs við streymi og vindi. Hann hevði ligið høgur í ættini, men veður- menninir søgdu frá land- synningi, sum fríggjadag- urin leið. Tí kundi eingin vera fullvísur í, at olja ikki fór at reka undir land aftur onkustaðni. Seinnapartin fríggjadagin vísti tað seg eisini, at oljuleivdir við ráki og loti høvdu funnið sær veg inn á Miðvág. Úrslitið gjørdist, at havna- myndugleikarnir í Miðvági saman MRCC um 20-tíðina um kvøldið gjørdu av at steingja havnina í Miðvági fyri allari skipaferðslu og smábátasigling. Um kvøldið kom Brimil inn móti Presttanga, har teir settu mob-bátin út. Mann- ingin á bátinum fór alt fyri eitt í holt við at taka saman- klumpaðu oljurestirnar upp av sjónum. Men hetta vísti seg at vera lættari sagt enn gjørt. Ikki tespilig Umborð á Brimli siga teir, at einasti máti at fáa hendur á oljuklumpunum, sum teir rópa tað, var á sama hátt, sum gjørt varð, tá Exon Valdes fór á land í Alaska á sinni – nevniliga, at “skumpa” klumparnar við spaka og við fiskakurv hiva oljurestirnar upp av sjón- um. Líkamikið, um aðrir mátar eru at taka slíka olju upp, so bendir útsøgnin hjá monnum umborð á Brimli á, at tungolja av slagnum, sum fór á sjógv á Kaptain Gorbatjov, ikki er tespilig at koma í holt við. Tungolja er ikki tespilig at fáast við Einasti máti at fáa hendur á oljuklumpunum var á sama hátt, sum gjørt varð, tá Exon Valdes fór á land í Alaska á sinni – nevniliga, at “skumpa” klumparnar við spaka og við fiskakurv hiva oljurestirnar upp av sjónum Mynd: Brimil Brimil fekk oljusperrur av Sandvíkarhjalla, skimmari kom til Havnar við lastbili frá Fuglafjarðar Sløkkiliði, og haraftrat varð ein 14.000 liturs tangi settur umborð á skipið til goymslu av upptiknari olju Mynd: Brimil Fleiri fátækir íslendingar Alt fleiri íslendingar hava tørv á hjálp orsakað av fátækradømi, skrivar Morgunblaðið. Blaðið skrivar, at hjálpartænastan hjá íslendsku kirkjuni hevur fingið munandi fleiri áheitanir um hjálp í ár enn í fjør. Fyrra hálvár í fjør fekk hjálpartænastan 150 áheitanir í meðal um mánaðin, men higartil í ár er talið longu komið upp á 1.300. Ein talskvinna hjá hjálpartænastuni sigur við Morgunblaðið, at tað eru serliga fólk, sum hava mist arbeiðið í framleiðslu- og byggivinnuni, sum leita sær hjálp. Harafturat vísir tað seg, at talið á fátækum ungfólki er vaksið nógv, sigur talskvinnan. Smugla fólk til Noregs Norska løgreglan steðgaði um vikuskiftið einum bussi við ellivu ungum monnum úr Miðeysrti og Norðurafrika. Bussurin var tætt uttan fyri Oslo, tá hann bleiv steðgaður. Løgreglan hevur inngruna um, mat talan er um mannasmugling, og sambært Aftenposten høvdu fimm av monnunum einki samleikaprógv, og hjá hinum seks var ivi um prógvini, skrivar blaðið. Norska løgreglan hevur tikið fingramerki hjá øllum monnunum, og nú verður kannað, um teir eru skrásettir í nøkrum av hinum Schengen-londunum. Eru teir skrásettir í øðrum Schengen-landi, fara norsku myndugleikiarnir at senda teir hagar.