Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-20, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. apríl 2009síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 74 - 20. apríl 2009 John Danielsen, fíggjarstjóri hjá SEV, sigur, at út av 23.000 brúkarum verður færri enn ein stuldur staðfestur um árið STREYMSTULDUR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo - Tað kemur fyri, men tað er tíbetur sjáldan. Tað sigur John Danielsen, fíggjarstjóri hjá SEV, nú elfelagsskapurin júst hevur verið í Føroya Rætti við ein- um manni, sum er ákærdur fyri at hava stolið streym. Onkuntíð kemur tað fyri av ósketni, at onkur installat- ørur ger onkran feil, men tað kemur eisini fyri, at fólk við vilja nápa streym frá SEV. Sum í hesum dømin- um, har ein maður hevur stungið ein pinn inn í málar- an fyri at fáa hann at mala spakuligari. - Tað kemur tíverri fyri, at fólk snýta SEV fyri streym, men tá vit hava 23.000 brúkarar, og vit hava minni enn ein tilburð av slíkum slagi um árið, meta vit ikki, at talan er um nakran stóran trupulleika, sigur John Danielsen. SEV hevur eina deild, sum tekur sær av eftirliti við kundunum, og varnast teir nakað óvanligt ella ólógligt, verður løgreglan fráboðað. Eitt annað, sum fer at gera tað lættari hjá SEV at hava eftirlit við nýtsluni hjá kundunum, er uppsetanin av nýggju fjaravlesingar málarunum. - Við hesum málarunum ber til at hava eyga við nýtsl- uni hvønn dag ella enntá hvønn tíma. Vit hava higar- til sett góðar 3.000 fjarav- lestrar málarar upp, og málið hjá okkum er at vera komnir á mál um tíggju ár, sigur John Danielsen. Fjaravlesarar verða settir upp í allar nýggjar installa- tiónir eins og øll virkir hava fingið nýggju málararnar. - Annars verða teir settir upp í økjum í senn. Vanliga verður ein transformatorstøð tikin, og allar installatiónir knýttar at hesi fáa so nýggju málararnar, sigur John Danielsen. Melda altíð Tað er sjálvandi nógv um at fara, tá talan er um 23.000 nýggjar málarar, og verður roknað við, at teir halda í 15-20 ár, skulu 1500 málar- ar skiftast um árið bert fyri at vera up to date. Tað verður sum nevnt lættari hjá SEV at fylgja við, tá nýggju málararnir eru farnir at virka, og tí fer eisini at bera betur til at síggja, um nakað óvanligt er við nýtsluni. Tað finnast ymsir mátar at svika við nýtsluni, og hes- in, sum maðurin varð drags- aður í rættin fyri í síðstu viku, er so ein kendur máti. Annars høvdu teir eina stóra sak fyri nøkrum árum síðani, har ein maður hevði »by-passað« málaran, og hita heili tvey sethús upp við stolnum streymi. Men tað varð so uppdag- að, og tann maðurin varð eisini drigin fyri rættin. - Tað er so, at vit altíð melda slík mál til løgregl- una. Tað er jú ein borgara- skylda at melda, tá nakað ólógligt fer fram, og vit ganga altíð tann vegin, tá vit koma fram á stuldur av streymi, sigur John Dani- elsen, fíggjarstjóri hjá SEV. Stuldur av streymi er eingin stórur trupulleiki, sigur John Danielsen, fíggjarstjóri hjá SEV Kemur ikki ofta fyri Grønland má tátta í Politikararnir í Grønlandi kunnu ikki halda fram við verandi fíggjarpolitikki, um teir skulu gera sær nakrar vónir um at varðveita verandi vælferðarstøði, eftir at sjálvsstýrislógin er komin í gildi. Tað stendur at les aí einari frágreiðing, sum landsstýrið almannakunngjørdi um vikuskiftið. Víst verður á, at trý tey seinastu árini hevur landskassin havt næstan 900 milliónir krónur í halli, og tí má tað Landstingið, sum verður valt á valinum tann 2. juni, leggja á annan bógv, sigur KNR. Umframt sparingar mælir frágreiðingin til at endurútbúgva fólk til nýggjar vinnur fyri at økja tær almennu inntøkurnar. Løkke hevði vunnið Um tað er Lars Løkke Rasmussen, sum ger munin, skal verða ósagt, men í hvussu er hevði stjórn hansara verið sitandi, um fólkatingsval var nú. Fyri bara 14 døgum síðani vísti ein tilsvarandi kanning tað øvugta. Tann nýggja kann- ingin sigur, at var val til Fólkatingið ný, høvdu stjórnar- flokkarnir og Danski Fólkaflokkurin fingið 89 umboð, og andstøðan hevði fingið 86. Í kanningini fyri 14 døgum síð- ani fingu partarnir ávikavist 84 og 91 umboð. Munurin á kanningunum er, at í teirri seinnu missir Sosialistiski Fólka- flokkurin, meðan Tey Konservativu fáa meiri enn í teirri fyrru kanningini. Um páskahøgtíðina hevur Strandferðslan gjørt royndir við at flyta skip runt á ymsu farleiðunum. Um eina viku ella so eru eftirmetingar gjørdar, men Bogi Mortensen, stjóri, heldur, at Ternan hevði verið ein skjót og góð loysn á Nólsoyarfarleiðini RUTUSAMBAND Leo Poulsen leo@sosialurin.fo - Við ávísum ábøtum hevði væl borið til at sett Ternuna inn í siglingina um Nólsoy- arfjørð. Tað sigur Bogi Mortensen, stjóri hjá Strandfaraskipum Landsins. SSL hevur seinastu vikur- nar havt Rituna siglandi á Svínoyarleiðini, Ternan hev- ur røkt Kallsoyarsiglingina, meðan Sam hevur siglt um Nólsoyarfjørð. - Enn er eingin avgerð tikin um nakað. Fyrst skulu vit eftirmeta hesar royndir- nar, og saman við skiparun- um fara vit at evaluera hesar royndirnar fyrst í komandi viku, sigur Bogi Morten- sen. Hesar royndirnar eru gjørdar fyri at loysa upp fyri málinum. - Neyðugt verður við ávísum justeringum fyri at fáa Ternuna tíðarhóskandi. Eitt nú má ein lyfta setast í skipið, so rørslutarnað sleppa upp í salongina, sig- ur Bogi Mortensen. Eisini skal skipið sand- blásast, áðrenn tað verður sett í eina møguliga sigling á Nólsoyarleiðini. Eisini aðrar smávegis justeringar mugu gerast. - Skjótasta loysnin á Nóls- oyarleiðini er Ternan. Vit hava eisini sett eitt krónutal á, hvat hesar justeringar fara at kosta, so fáa vit eina ábending frá nólsoyingum og eina játtan frá landinum, kundi hendan ætlan skjótt verið sett í verk, sigur Bogi Mortensen. Stjórin á Strandferðsluni sigur, at tá eftirmetingarnar eru gjørdar kundi verið áhugavert við einum fundi við Nólsoyarnevndina um siglingina. Neyðugt verður undir øll- um umstøðum at gera eitt- hvørt við atløguviðurskiftini í Nólsoy, tí uttan mun til, um talan verður um eitt nýtt skip, ella Ternan verður fyribils loysnin, má okkurt slag av ferjulegu gerast. Og sum skilst eigur landið framman undan eina rampu, sum ikki verður brúkt. Ternan hevur áður siglt upp á Nólsoy, nevniliga á Ovastevnu Mynd: Álvur Haraldsen Ternan skjót og góð loysn