Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-20, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. apríl 2009síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 [ Nr. 74 - 20. apríl 2009 ] Mest gleðiliga løtan á øllum gallakvøldinum var helst, tá stjórin í Rainbow Seafood boðaði frá, at føroyameistarin í manshondbólti fær 100.000 krónur í stuðuli til europiska luttøku Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Fagnaðurin var ovurstórur, tá Regin Mikkelsen hevði boðað frá sínum ørindum á palli num leygarkvøldið. Und an hesum hevði formað urin í HSF, Kristian Johan sen, sagt, at talan var um heilt serliga gávu til hond bóltin, og tað ber illa til at geva formanninum ann að enn rætt í hesum. - Vit seta tvær treytir fyri at veita hendan stuðulin. Onnur er, at liðið tekur lutí Europa-Cup, og hin er, at lið ið tá nýtir somu reglur fyri útlendskum spælarum, sum tær reglur, ið eru gald- andi í Føroyum. Hetta fyri at tryggja, at talan er um pen ing, sum kemur føroyskum hondbólti til- góð ar, segði Regin Mikkel- sen, stjóri í Rainbow Sea- food, áðrenn hann bað venjar an hjá H71, Birgir Han sen, um at koma upp eftir stóra kekkinum. Eftir handanina hittu vit Regin Mikkelsen, og hann segði, at teir við hesum vil- du geva sítt ískoyti til før- oysk an hondbólt. - Vit halda tað vera øgi- liga týdningarmikið, at før- oysk ur hondbóltur fær onkr an uppbakning – eisini fíggjarliga. Hjá fótbóltinum er tað soleiðis, at tað er líka sum ein pengagáva í sær sjálvum at blíva meistari, tí har koma so nógvir pengar frá luttøkuni. Tað ger tað ikki hjá hondbóltinum, og tí halda vit, at hondbólturin hevur alvorliga brúk fyri at fáa eina hjálp afturat tí, sum teir vanliga fáa. Men 100.000 krónur eru nógvir pengar. Geva tit hetta bara av góðum hjart- að? - Ja. Faktiskt geva vit tað bara av góðum hjartað. Vit krevja ikki nakað sum helst afturfyri av feløgunum, utt- an at tey halda treytirnar fyri at fáa stuðulin. Orsøkin til at vit gera hetta er, at vit vilja hondbóltinum væl, og vit vilja gjarna stuðla hond- bóltinum, segði Regin Mikkel sen, stjóri í Rainbow Sea food. SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur - Faktiskt geva vit tað bara av góðum hjartað Regin Mikkelsen, Rainbow Seafood 100.000 krónur til hondbóltin Stjórin á Rainbow Seafood var kanska ílætin í myrkum jakkasetti. Men eins væl kundi hann havt reyð klæði og hvítt skegg, soleiðis sum rættir jólamenn vanliga hava tað Mynd: Álvur Haraldsen Sunneva Jakobsen, for kvinna í H71, var ovur fegin, tá hon frætti um rimmar gávuna, sum Rainbow Seafood nú letur føroysku meistar unum í mans- hond bólti. - Hetta er ein fan t ast isk gáva til før oysk an hondbólt at fáa. Ikki minst, tí hetta bara er til hondbóltin og ikki til nakað ávíst felag. Men treytin er, at tit taka lut í Europa-Cup. Æt la tit tað? - Hetta er í øllum før um nakað, sum ger, at vit kunnu hugsa um tann møguleikan. Og eg rokni við, at tað eisi ni verður veruleiki. Stóra takið í tí sam- bandi num er sjálvandi fíggjarligi parturin, har fleiri lið hava havt sera tungt við at svara hvørj um sítt eftir slíka lut tøku. Men hóast kostn að urin av eini euro piskari luttøku í stóran mun veldst um, hvar tú skalt spæla, so er hetta ein somikið góður stuðul, at tað kann bara virka sum eggj andi hjá felagnum at fara í Europa at royna seg, sigur Sunneva Jakobsen. -mørk Taka av