mánadagur 20. apríl 2009síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
[ Nr. 74 - 20. apríl 2009 ]
Hugsið fór
ólukkan størri
Alt gott um, at
sjálvboðin nú
gera ein 50 metra
venj ing arhyl til
Pál Joensen. Men
enn eina ferð
undirstrikar het ta
kon stant u hovsa-
loys nirnar, sum hava eyðkent ein vant-
an di føroyskan ítróttar politikk
Ítróttarklumman
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Skulu vit halda oyggjaleikir? So mugu vit gera eina
rennibreyt, og tá toftamenn vilja, so lat teir gera hana.
Altjóða fótbóltsdystir? Tað vildu toftamenn feg nir eisini
standa fyri, so vit sluppu frá at hug sa um restina. Og tá
Havnin so eisini vildi upp í part, fingu vit tveir grasvøllir.
Vit vilja hava umstøður til ítrótt. Størsta komm un an í
landinum hevur seinnu árini lagt stór ar upphæddir í
útbygging av ítróttar fasi li te t um, men eins og tey bæði
nevndu dømini, so er tal an aftur um hovsa-loysnir.
Fimleikahallir verða nú bygdar. Rennibreyt er gjørd og
Bad min ton-høllin er keypt. Ein venjingarhøll varð mest
sum spard eftir reyv í Hoyvík, har fólk royn du at stúgva
seg inn til fyrsta meistaraheitið hjá H71, og nú skal ein
lappaloysn gerast í høll ini á Hálsi, sum hóast mest sum alt
verður gjørt av nýggjum, framvegis ikki kemur at standa
al tjóða mát.
Alt gott um, at Tórshavnar Kommuna roynir at betra
um útboðið av fasilitetum til sínar borg ar ar, men í nógvar
mátar verður hetta ikki meira enn næstbest. Fyrst og
fremst tí talan støðugt er um at betra og útbyggja verandi
fasilitetir, heldur enn at hugsa av nýggjum – og at hugsa
stórt.
Samstunds frættist úr Vági, at har hava tey – skil li ga –
mist vónina um, at land ella kommuna nakr an tíð ger
álvara av tosinum um 50 metra hyl, og tí verður nú farið
undir eitt projekt, har tey fyri fimm milliónir kunnu skapa
ein venj ing ar hyl til fremsta svimjara okkara.
Men fimm milliónir eru altso óluksáliga nógvir pengar
at brúka til ein einstakan ítróttar mann – eisini hóast onnur
vónandi fáa gleði av hyli num.
Tað er neyðugt, at land og kommunur saman við ÍSF
kanna eftir, hvussu vit best møguliga kunnu skapa eitt
verulig ítróttarumhvørvi fyri frems tu ítróttarfólk okkara.
Beint nú hava vit ein fram úr svimjara, men hvat so við
degnum, tá vit hava ein framúr curling-spælara? Skulu vit
tá bygg ja eina heila breyt júst til tann persónin?
Sjálvandi eiga stórir ítróttardeplar at byggjast kring
landið. Fyrst og fremst í Havn, har størsti part ur in av
fólkinum býr. Seinastu 6-8 árini eru ovur stór ar
millióinaupphæddir nýttar at betra og lappa um verandi
anlegg, heldur enn at hugsa nýtt. Tað, sum er nýtt higartil,
hevði helst munað heilt væl í einum ordiligum projekti,
har allur Gunda dalur – frá Svimji- til Badmintonhøllina –
varð gjørdur til eitt kompleks við 50 metra hyli, fitness-
depli, altjóða ítróttarhøll – you name it. Tá kundu vit skapt
eitt veruligt elitumiljø, har fremstu ítróttarfólk okkara
kundu ment seg og samstundis drigið onnur við sær.
Og tað er hvørki ein sjálvboðin uppgáva ella ein
kommuna uppgáva. Talan er um landsuppgávu, sum
myndugleikarnir mugu fáa eyguni upp fyri. Alt tos um
politikk innan úrvals-ítrótt eru bara tóm orð, so leingi sum
karmar ikki verða skaptir til hetta.
Leygardag var næsta
út tøkukappingin
í bogaskjóting til
Oyggja leikirnar, og
bæði Annika Vang og
Absalon Hansen settu
nýggj føroysk met,
har tað hjá Anni ku
er hægri enn Oyggja-
leikametið. Absalon
fekk somuleiðis fleiri
stig enn vinnarin
av Oyggjaleikunum
seinast
Bogaskjóting
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Annika Vang setti nýtt før-
oyskt met á øllum frá støð-
um. Á 70 metrum fekk hon
271 stig, sum eru 13 stig
fleiri enn gamla metið. Á
60 metrum fekk hon 290
stig, sum eru 14 stig fleiri
enn gamla metið. Á 50
metr um fekk hon 284 stig.
Tað eru 25 stig fleiri enn
gamla metið, og 9 stig fleiri
enn Oggjaleikametið. Á
styts tu frástøðuni – 30
metr ar – fekk Annika Vang
333 stig, og tað er 6 stig
oman fyri Oggjaleikametið
og 18 stig fleiri enn gamla
før oys ka metið.
Tilsamans
gav
hetta
Anniku 1178 stig, og tað
eru 6 stig fleiri enn Oyggj a-
leika metið, ið varð sett av
Gail Reilly av Man í 2003.
Gamla føroyska metið
var 1095 stig, sum Annika
skeyt á Oyggjaleikunum á
Rho dos í 2007.
Gomlu
føroysku
frá-
støðu metini
átti Annika
Vang eisini. Tó er 60 met-
ur in undantikin, tað metið
átti Annlott Rasmussen.
Í hesum sambandi er vert
at nevna, at 20 ára gamla
Annika Vang hevur skotið
boga skjóting í 15 ár.
Sterkt landslið
Somuleiðis skeyt Absalon
Han sen nýtt føroyskt met
leygar dagin, tá hann skeyt
seg til 1192 stig. Hetta er 1
stig
meira,
enn
gamla
metið, ið hevur staðið líka
síðan 1998, tá Poul Martin
Han sen fekk 1191 stig.
1192 er somuleiðis meira,
enn hvat nakar megnaði at
skjóta á Rhodos í 2007, tá
besti skjúttin fekk 1169
stig.
Harumframt fingu seks
skjútt ar leygardagin per-
són lig met.
Tí sær út til, at Oyggja-
leika liðið
hjá
Føroyum,
sum fer til Álands er rætti-
liga sterkt. Í recurve, sum
Annika Vang og Absalon
Han sen skjóta, sær liðið
sterk ari út enn nakrantíð,
um Annika og Absalon hal-
da fram við somu taktum,
og ein skjútti afturat – eftir
øllum at døma Hans Petur
Høj gaard, sum hevur verið
best av restini higartil –
megnar at koma eitt sindur
longur upp í stigum.
Tað eru tríggir teir bestu
skjúttarnir. Tveir menn og
ein kvinna, ið luttaka aktivt
í liðskjóting.
Í Compound hava Føroyar
altíð verið sterkar á Oyggja-
leikum, har serliga Schan-
dorff Vang, Per H. Andersen,
Sig r id Vang, Albert Dam
og seinastu árini eisini Jóg-
van Niclasen hava vunnið
nógv heiðursmerki.
Í ár er tó líkt til, at onkrir
av ungu skjúttunum – fleiri
eru um boðið – sleppa
fram at.
Hetta er bæði tí, at Schan-
d orff Vang hevur tikið
av gerð um at gevast á
Oyggja leikum, og tí ungu
skjúttar nir hava ment seg
heilt nógv.
Somuleiðis er ógreitt um
Sigrid Vang fer at luttaka á
Oyggjaleikunum.
Ikki endaligt
Kappingin leygardagin var
næsta úttøkukappingin hjá
boga skjúttunum, og tað vís-
ir seg, at um Sigrid Vang
velur at luttaka, so hava
Før oya r 8 menn og 4 kvinn-
ur við til Oyggjaleikirnar,
og tað er tað mesta, ein
oyggj hevur loyvi til at hava
við.
Tó er enn ikki avgjørt
júst hvørjir teir átta menn i-
ni r eru, tí hørð kapping er
um plássini, og serliga í
com pound bólkinum er líkt
til, at tað ikki verður
av gjørt, hvør sleppur til
Oyggja leikir fyrr enn flagg-
dagin, tá seinasta ú ttøku-
kapp ing in.
Úttøkukappingarnar
í
boga skjóting eru skipaðar á
tann hátt, at eitt minsta krav
er til skjúttarnar, sum teir
skulu megna í minst einari
kapp ing, og síðani verða
tvær tær bestu av teimum
trim um
kappingunum
taldar.
Samlaða stigatalið yvir
tvær kappingar avgerð inn-
an hýsis kappingina ímill um
skjúttarnar, ið hava megnað
oyggjaleikakravið.
Til kappingina leygar-
dag in luttóku 19 skjúttar,
og 16 av teimum megnaðu
kravið, hóast tað var kalt og
eitt lot á Svangaskarði í
morg un.
NM-silvur til Herborg
Herborg Hansen, úr Klaksvík, endaði á deildum 1. plássi í NM
í talvi fyri gentur, sum telvað er í vikuskiftinum í Stokholm.
Tíverri rakk frálíka úrsliti bert til Silvur, tí útrokningarnar vóru
til fyrimuns til Katrine Tjølsen, úr Noregi, sum harvið vann
NM-gull. Undan 5. og seinasta umfarinum seinnapartin, var
Herborg á odda við ½ stigi. Men tá talvið endaði javnt, kom
Katrine Tjølsen, sum Herborg annars sigraði fyrr í kappingini,
uppá sama stigatal. Spell ! Men tað sum stendur eftir er, at
talan hevur verið um eitt einastandandi flott avrik hjá Herborg,
sum telvdi kappingina uttan tap, hóast flestu
mótstøðugenturnar - á pappírinum - vóru sterkari enn Herborg.
Bragd hjá AGF
Púrasta óvæntað vann AGF í gjár 1-0 á FCK
í donsku superliguni í fótbólti. Einsamalla
málið í dystinum skeyt Ole Budtz eftir 86
minuttum, og tað undirstrikaði framúr dagin
hjá AGF, sum eisini kundi takka einum
framúr væl spælandi Steffen Rasmussen í
málinum fyri sigurin. FCK og Brønby eru
jøvn á odda við 55 stigum í part. OB, sum
hevur havt góðan byrð seinastu vikurnar, er
nú komið upp á 53 stig.
Kunnu vinna fleiri
gullmerki á Álandi
Annika Vang skeyt leygardagin føroyskt met á øllum frástøðum og tilsamans. Samstundis, sum hon fekk fleiri stig enn
Oyggjaleikametið