mánadagur 20. apríl 2009síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
[ Nr. 74 - 20. apríl 2009 ]
Sterkir á heimavølli
B36 er í løtuni tað felagið, sum hevur bestu
hagtølini á heimavølli. Seinasta tapið í
landskappingardysti á heimavølli er tann 26.
oktober 2007, tá B36 tapti 2-0 móti HB. Hetta var
samstundis einasta heimatapið tað kappingarárið.
Seinasta tapið undan hesum var tann 12. august í
2006, tá KÍ við einum knúsandi 5-1 sigri gjørdist
higartil seinasta liðið, sum er farið úr kommununi
við øllum stigunum, tá B36 hevur átt heimavøll.
Dánjal Jákup Joensen
venur B36
Fríggjadagin boðaði Milan Cimburovic frá, at hann gevst sum annar
av venjarunum hjá besta mansliðnum hjá B36. Longu sama dag
kundi felagið tó staðfesta, at nýggjur maður var funnin, og at hesin er
Dánjal Jákup Joensen. Dánjal Jákup Joensen er ein kendur maður í
felagnum, tí hann var venjari saman við Kurt Mørkøre, tá
klaksvíkingurin var venjari. Seinasta árið hevur Dánjal Jákup
Joensen verið knýttur at MB. - Talan er um eina lítla rokering í
felagnum, sum merkir, at vit nú aftur hava ein ordiligan
ungdómsvenjara, sigur Kristjan á Neystabø, formaður í B36.
B36-KÍ 1-0 (0-0):
Hepnið
gjørdi
allan
munin
B36 og KÍ áttu
hvør sín hálvleik í
Gundadali í gjár, men
tá B36 ímóti endanum
fekk sigursmálið,
var tað beint ímóti
spælgongdini.
Nakrir fáir kjansir
vóru í part, men ein
umstrídd útvísing
ímóti endanum skapti
størsta dramatikkin
FÓTBÓLTUR
Hilmar Jan Hansen
einslistir@kallnet.fo
Nýggi
landsliðsvenjarin,
Brian Kerr, er í Føroyum í
løtuni fyri at síggja nakrar
av dystunum í triðja umfari
í Vodafonedeildini. Fríggja-
kvøldið sá hann dystin mill-
um Víking og 07 Vestur, og
í gjár skiltist á lagnum, at
hann
var
og
vendi
í
Gundadali, har B36 og KÍ
spældu, áðrenn hann fór
norður til Streymnesar at
hyggja at EB/Streymi og
B68.
At hann bara var og vendi
í Gundadali, skal hann ikki
iðra seg um, tí neyvan hevði
hann fingið tað stóra burtur-
úr at hugt allar 90 minuttir-
nar. Talan um alt ov nógva
tómgongd og alt ov lítið av
góðum fótbóltsspæli.
Tá avtornaði, fekk dystur-
in tó ein vinnara, men rætt-
ara úrslitið hevði verið ein
javnleikur, tí B36 hevði ikki
uppiborið at vunnið og KÍ
ikki uppiborið at tapt. Men
B36 er so oddalið, tí higartil
eru níggju stig komin burtur
úr trimum dystum, og avger-
andi hepnið plagar at fylgja
teimum góðu.
Málgevandi hepni
Heppið var tað eisini, tá
B36 fekk sigursmálið eitt
korter fyri tíð. Eitt skjótálop
endaði við, at Brima Koro-
ma royndi seg, men KÍ-verj-
an blokeraði, og so sprakk
bólturin innum, har raski
Róaldur Jacobsen gjørdi
skjótt av og avgjørdur
smekkaði bóltin upp undir
nettakið, uttan at Jákup
Mikkelsen fekk vart fyri.
– Málið var kanska eitt
sindur heppið og eg eri væl
nøgdur við sigurin, tí her
vóru ikki nógvir kjansir og
ikki gott spæl. Men trý stig
og eitt mál, tað er bara
deiligt, segði fegni B36-
málskjúttin, sum helt KÍ
liggja nakað aftarlaga og
bíða, og at tað gjørdi sítt til,
at B36 ikki fekk spælið at
koyra.
Tað var serliga í fyrra
hálvleiki, at KÍ hevði ilt við
at fóta sær, men fekk tó røkt
verjuskyldurnar so mikið
væl, at B36 – hóast nógva
bóltflyting – ikki kom til
tað stóra. Tvær rímiligar
royndir hevði heimaliðið
fyri steðgin, men í øðrum
førinum bjargaði ein bláur
á strikuni og í hinum føri-
num
bjargaði
Jákup
Mikkelsen tí heldur forkøl-
aða skotinum.
B36 hevði bóltin nógv,
men megnaði ikki at skapa
stórvegis burtur úr yvir-
vágini í spæli, og KÍ átti
helst størsta upptrekkið til
ein møguleika, tá Kristoffur
Jakobsen í vinstru síðu
sneiddi Magnus Olsen av
og frá baklinjuni royndi at
leggja innfyri til Adrian
Stauss.
Men
Tróndur
Vatnhamar tveitti seg niður
og
fekk
bóltin.
Hevði
Kristoffur í staðin spælt
útfrá,
stóð
vælspælandi
Erland B. Danielsen har í
fríari støðu við tómum máli
framman fyri sær.
KÍ bleiv betri
KÍ gjørdi tvær skiftingar í
steðginum, so Steffan Kalsø
og Adrian Stauss fóru út og
Jan Andreasen og Arnold
Joensen komu inn. At tað
blaðunga KÍ-liðið fekk tveir
royndar menn inn, tóktist
geva meira ró yvir spælið,
og nú tordu klaksvíkingarnir
nógv betri – ikki minst í
álopspartinum.
Í
fyrra
hálvleiki var lítið og einki
spæl frá teirra síðu, men nú
kláraðu teir onkra ferðina
at senda bóltin upp í 15
ferðir sínamillum, uttan at
nakar B36-fótur slapp fram-
at.
– Eftir ein fyrra hálvleik,
har vit vardu væl og ikki
spældu so nógv, fingu vit í
seinna hálvleiki spælið at
glíða. Eg helt, at vit tá
høvdu tamarhald á dyst-
inum, so tí var tað ein
heldur keðilig kensla, at vit
skuldu tapa, tí vit hildu
teimum frá teimum stóru
kjansunum. Vit høvdu í
minsta lagi uppiborið eitt
stig, segði ein av KÍ-aru-
num, Eli Simonsen.
Sjálvur hevði hann ein
fót við í spælinum, tá KÍ
fekk sín størsta kjans, bara
fimm minuttir eftir steðgin.
Eli legði bóltin væl inn fyri
B36-málið, har Kristoffur
toygdi seg fram og skallaði
á stongina! Og tá Kristoffur
aftur síðst í dystinum kom
einsamallur ímóti Tróndi í
B36-málinum, royndi hann
seg við lobbara, sum fór
dygst fram við tóma mál-
inum…
KÍ var klárt betra liðið í
seinna hálvleiki, so tí var
tað beint ímóti gongdini í
spælinum, at B36 fekk
avgerandi málið, tá bara 13
minuttir vóru eftir av van-
ligu tíðini. Sum sagt, eitt
sera heppið mál, ið er við-
virkandi til, at B36 hevur
fingið eina dreymabyrjan á
landskappingina, hóast mót-
støðan enn ikki hevur talt
nakað av betru liðunum.
Umstrídd útvísing
Ikki var sørt, at eitt sindur
av dramatikki spurdist burt-
urúr ímóti endanum á dyst-
inum, tá nærdystur millum
Brima Koroma og Jan
Andreasen endaði við, at
báðir duttu. Jan kom at
liggja undir, meðan Brima
mestsum lá og grulvaði
oman á honum.
Tá so Jan royndi at koma
á føtur aftur, var tað lættari
sagt enn gjørt, og tá hann
hirsaði seg eitt sindur,
gjørdi Brima eitt øgiligt
skríggj, tók seg fyri andlitið
og small í vøllin. Hetta var
spæl og sjónleikur fyri
hvørt oyra, men linju-
dómarin tulkaði tað sum
veruleika og markeraði við
flagginum.
Endin
var,
at
Jan
Andreasen
fekk
reyða
kortið, tí hann skuldi havt
sligið, og noyddist tí undir
brúsuna í ótíð, meðan
Brima Koroma, sum skuldi
fingið gult kort fyri sítt
avrik, ið lá sera fjart frá
sonnum ítróttaranda, fekk
fríspark í sín lut.
Hetta minti mest um eina
hending av tí slagnum, ið
undirstrikar sannleiksvirðið
í orðafellinum um, at »tú
skalt bara trúgva helvtini av
tí, tú sært, og ongum av tí,
tú hoyrir!«
KÍ
B36
Bæði liðini stríddust væl, men tað skipaða og poleraða
fótbóltsspælið sást ikki heilt so nógv til í Gundadali
Mynd: Álvur Haraldsen