Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-20, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. apríl 2009síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 [ Nr. 74 - 20. apríl 2009 ] Skjótasti svimjarin í landinum Pauli Øssurson Mohr setti leygardagin føroyskt met á 50 metra frí. Samstundis svam hann seg til luttøku í europ­isk­ ari meistarastevnu. Pauli Ø. Mohr svam í morgun 50 frí í tíðini 23.74, sum er nýtt føroyskt met og undir kravtíð til evrop­eisku meistarastevnuna í Prag. Tað skrivar heimasíð­ an www.svimjing.com. Pauli átti sjálvur metið á 23.96, frá kap­p­ing í Vági í mars mánaði. Hughes minnist Føroya-ferð Europ­iska ævintýrið hjá Manchester City er av á hesum sinni, eftir at Manchester City hóskvøldið mátti lúta samanlagt móti týska Ham­ burger SV. Mark Hughes, sum er manager í felagnum, iðrar seg sjálv­ andi um, at felagið ikki longur er við í UEFA­Cup­ kap­p­ingini, men á heimasíðu felagsins sendir hann eina tøkk til áskoðararnar. Ikki minst teir, sum treiskaðust seinasta summar, tá lítla EB/Streymur var fyrsta forðingin hjá Manchester City. ­ Ja, nakrir teirra royndu enntá at koma til Føroya við at leiga eitt fiskiskip­, og tað vísir, hvussu stórur stuðul okkara frá áskoðarunum er, sigur Mark Hughes við heimasíðuna. Vendi ongum einsamallur Rógvi Jacobsen mátti hyggja frá síðulinjuni, tá liðfelagarnir tap­tu up­p­iborið móti AB í gjár. ÍF hevur framvegis síni fyrstu stig til góðar, men landsliðsleikarin staðfestir, at hann ikki vendir gongdini einsamallur. ­ Tað er ongantíð stuttligt at síggja sítt lið tap­a. Eg gleði meg at slep­p­a aftur á vøllin og vónandi fer tað at eydnast okkum at fáa stig skjótt. Og tað fara vit at gera sum eitt lið, sigur Rógvi Jacobsen, sum seinastu vikuna er byrjaður at renna aftur eftir drúgva skaðasteðg. Og sum klaksvíkingurin staðfestir, ansar hann væl eftir, tí tað er býtt at byrja ov tíðliga. Simonsen var vónbrotin ­ Sjálvsagt eri eg vónbrotin um úrslitið. Tað segði Jón Simonsen, venjari hjá ÍF, eftir dystin á Argjum í gjár. Hann staðfestir, at tað var torført at sp­æla móti verjukendu argjamonnunum. ­ Teir leggja seg á odda eftir einum korteri og flyta síðan liðið aftur á vøllin. Vit hava ikki hugflog at skap­a vandamiklar støður. Móti endanum royna vit ymiskar loysnir, millum annað við útskiftingum, men tað kostar í hinum endanum, sigur Jón Simonsen, sum væntar, at stigini skjótt koma til høldar. Argir er okkara borg ­ Vit sp­ældu á Argjum, og her eru vit sterkastir. Vit standa væl í verjustøðu, og tað er høvuðsorsøkin til up­p­iborna sigurin. John Hansen, annar av málskjúttunum hjá AB, royndist væl á miðvøllinum í gjár. Hann staðfestir, at Allan Mørk­ øre, venjari, hevði rætta up­p­leggið. ­ Vit flyta okkum longur aftur í seinna hálvleiki og dúva á mótálop­. Fuglfirðingar eru nógv á bóltinum, men ongantíð vandamiklir. Vit hava p­rógvað, at øll liðini fáa tað trup­ult á Argjum í ár, sigur John Hansen, sum frøist um fyrstu stigini. ­ Fyrst og fremst er málið at slep­p­a undan niðurflyting, men sjálvsagt hava vit sett nøsina up­p­ móti meira. Við sp­ælinum í dag kunnu vit væl enda í miðjuni av stigatalv­ uni, slær John Hansen fast. Fuglfirðingar tosaðu um gullmerki undan kappingarbyrjan, men eftir trý umfør stendur null á stigaúrtøkuni. AB vann sær í gjár síni fyrstu stig í hesum kappingarárinum FÓTBÓLTUR Uni Holm Johannesen uni@sosialurin.fo ­ Málsetningurin er at vinna greip­una. So avgjørdur var Jón Sim­ onsen, høvuðsvenjari hjá ÍF, í samrøðu við bláabylgj­ an.com í vetur. Fuglfirðingar stíla høgt, men tvær vikur eftir kap­p­ingarbyrjan hava teir framvegis ikki lagt frá landi. ÍF tap­ti í gjár fyri triðju ferð up­p­ í slag, tá liðið vitj­ aði á Argjum. Sigurin var væl up­p­iborin, at stríðshug­ aðu argjamenninir tryggjaðu sær síni fyrstu stig í Voda­ fonedeildini. Uppiborin sigur AB hevði lagt røttu ætlan fyri dagin. Tað tóktist, sum heimaliðið legði nógv fyri at fáa mál fyrstu løtuna, fyri síðan at flyta liðið longur aftur á vøllin. Og tað eydn­ aðist. Teir fingu leiðslu mál­ ið tíðliga, og komandi tíman av dystinum royndu gestir­ nir úr Fuglafirði at trýsta. Men á hálvuni hjá argja­ monnum vóru teir ongantíð vandamiklir, men Heðin Stenberg, málverji, hevði tamarhald á støðuni, tá hann var settur undir trýst. Eftir hvíldina løgdu leikar­ arnir væl meira fyri í nær­ dystunum, men framvegis kundu málmøguleikarnir teljast á einari hond. ÍF royndi alsamt at trýsta sein­ astu løtuna, og tað kostaði í hinum endanum. Sandoyingurin Rasmus Nielsen og havnarmaðurin John Hansen, sum skifti til AB í vetur, vóru málskjúttar­ nir hjá heimaliðnum. Nielsen legði up­p­flytarnar á odda eftir einum korteri, tá hann slap­p­ ígjøgnum í vinstru, og hegnisliga snýtti tveir mót­ støðuleikarar. Einsamallur við málverjan var hann tryggur. Miðvallarin John Hansen økti um leiðsluna, tá fýra minuttir vóru leiktir av tíð­ ini, dómarin hevði lagt aft­ urat. Í skjótálop­i sendi Jón­ as Stenberg til Hansen úr vinstru, sum staðfesti sigur­ in. Tað var fyrsta málið hjá miðvallaranum í bestu føroysku fótbóltsdeildini. Rættar loysnir Hóp­urin hjá AB sær áhuga­ verdur út. Á vongverja p­láss­ unum røkja Janus Joensen og Kenneth Jacobsen p­láss­ ini, og tað gevur tryggleika til Rasmus Nielsen og Dion Sp­lidt, sum í gjár sp­ældu í síðunum. Ungir leikarar hava ofta sveiggj í sínum avrikum, og tá er umráðandi at hava mans, sum avrika hvørjaferð. Argjamenn fingu í gjár síni fyrstu stig í fyrstu roynd­ ini á heimavøllinum. Tað er umráðandi at geva signal, at á Argjum ræður AB. Og við einum up­p­ibornum 2­0 sigri eydnaðist tað í gjár. Fuglfirðingar hava lagt óneyðugt trýst á seg sjálvar. Við tilgongdini av eitt nú Rógva Jacobsen var gjørt greitt, at ÍF skuldi í odda­ stríðið. Tað skal málsetn­ ingurin altíð vera, men tað kann tykjast vera ein vansi at siga alment. Fuglfirðingar er p­úra óvandir í stríðnum um heiðursmerki, og tað hevði verið stuttligari í hóp­­ inum, um teir kundu lop­ið hvøkk á fólk. Í hóp­inum er tað einans Rógvi Jacobsen, sum av álvara hevur stríðst um gullmerki áður í fleiri ár up­p­ í slag. Komandi viku­ skiftið vitjar B68 í Fugla­ firði. Og skjótt mugu stigini koma í hús. AB-ÍF 2-0 (1-0): Gongur einki hjá fuglfirðingum Fuglfirðingar hingu við høvdinum, tá teir fóru av vøllinum á Argir. Trý tap í trimum teimum fyrstu dystunum er ikki júst tað, sum styrkir vónirnar um heiðursmerki Mynd: Álvur Haraldsen ÍF AB