Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-20, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. apríl 2009síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 [ Nr. 74 - 20. apríl 2009 ] Tá spælið riggar illa, so plaga deyðbóltar og tilvild at avgera. Hetta hendi við Margáir sunnudagin, tá EB/ Streymur fekk tvey mál eftir hornaspørk í dystinum ímóti B68. Triðja málið í 3-0 sigrinum fekk Leif Niclasen, tá hann fyrst rak framvið fleiri leikarum og skeyt bóltin í málið handan vælleikandi Vlada Filopovic Fótbóltur Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Meistararnir hava tikið seg eitt vet frameftir, eftir sein­ asta umfar, tá teir taptu 1­0 ímóti HB í Gundadali. Ímóti B68 eydnaðist meist­ arunum at sigra, men í veru­ leikanum var tað ikki nakað flótandi spæl, sum syrgdi fyri sigrinum. Tvey tey fyrstu málini komu nevni­ liga eftir hornaspørk. Tað fyrsta kom tá eitt korter var leikt. EB/Streym­ ur fekk hornaspark í vinstru síðu hjá B68. Hans Pauli Samuelsen spældi bóltin út til Bárð Olsen, ið var staddur uttanfyri brotsteigin. Bárður royndi á skjóta, men tað var meira ein avlevering. Pauli G. Hansen fekk bólt­ in at skifta kós. Vlada Filo­ povic megnaði at bjarga, men misti bóltin aftur. Levi Hanssen kom til, og legði bóltin í netið. Næsta málið somuleiðis eftir hornaspark. Einir 20 minuttir vóru eftir av dyst­ inum, tá hornaspark skuldu skjótast úr sama stað. Alex Dos Santos var settur at skjóta, og legði bóltin væl innfyri. Arnbjørn Hansen hevði havt onkran møguleika í dystinum, men onki var komið burturúr, fyrr enn hetta hornasparkið. Hann kom nevniliga sníkj­ andi inn ímóti handaru stong, har ongin legði merki til kollfirðingin, sum tí varð hægstur og stútaði bóltin inn í málið, handan Vlada Filopovic. Frískur og útskiftur Ivi hevur verið seinastu vik­ una, um toppskorarin í fjør fór at spæla sunnudagin. Tá liðini komu á vøllin var hann millum teir fyrstu ell­ ivu hjá EB/Streymi. Við sínum eyðkenda spæli, við sera lítlari renn­ ing gekk hann og mól mill­ um verjuleikararnar hjá B68. Hann fekk eisini nakr­ ar møguleikar, og longu eftir fimm minuttir var Arn­ bjørn Hansen púra leysur innanfyri verjuna hjá B68. Tað sá út sum, at B68 leikar­ arnir hildu hann vera rang­ staddan, men tað helt linjuverjin ikki, og tí kundi hann púra ópressaður royna at skjóta bóltin í málið. Hetta ætlaði Vlada Filo­ povic ikki, og einsamallur ímóti Arnbirni Hansen, stóð hann so leingi sum gjørligt, áðrenn hann kastaði seg niður og fekk bjargað. Lítla løtu seinni hevði Arnbjørn Hansen ein annan møguleika, tá hann gjørdist hægstur til eitt innlegg, sum hann skallaði á yvirleggj­ aran. Síðani datt hann spakuliga úr dystinum, líka til hann fekk málið til 2­0, sum stað­ festir, at kollfirðingurin altíð er vandamikil, hóast hann í løtuni ikki er líka gandaður, sum hann var í fjør. Stutt eftir málið varð Arnbjørn Hansen útskiftur, so skaðin hjá honum er helst ikki heilt burtur enn. Vlada bestur Líka sum hjá EB/Streymi, hevði B68 torført við at spæla. Liðið stóð væl, og tað sá út til at vera rímiligt skil á verjupartinum í fyrra hálv­ leiki. Hetta hevði somuleiðis við sær, at Ameth Keita var sera einsamallur í álopinum, og lítið fekk gjørt ímóti verjuni hjá EB/Streymi. Tó so, hevði B68 nøkur langskot, sum serliga Øssur Hansen og André Olsen tóku sær av. Onki av hesum gjørdist tó heilt vandamikil. Í seinna hálvleiki valdi B68 at satsa meira, og hetta merkti, at Jóan Símun Edmundson fór av miðjuni í álopið, og at Øssur Hansen varð fluttur niðan á vongin. Hetta skapti møguleikar í hinum endanum, men tað sá út at ganga væl. Vlada Filopovic var nevni­ liga ein sera tryggur seinasti skansi. EB/Streymur fekk rættiliga nógvar møguleikar og staðfestast kann, at mál­ verjin ikki hevði skuldina av tapinum, tí hann tók tað mesta. Harímillum var hann tríggjar ferðir einsamallur ímóti møtstøðuleikarum, og megnaði at vinna bóltin. Málunum kundi hann ikki fyribyrgt, tí í samband við fyrsta málið skuldi verj­ an verið meira vakin. Til næsta málið var hann prís­ givin, tí maðurin, ið átti at hava Arnbjørn svav, og triðja málið kundi hann ógjørligt taka. EB/Streymur-B68 3-0 (1-0): Deyðbóltar avgjørdu við Margáir Eftir tapið móti HB fyri viku síðani vísti EB/Streymur seg aftur frá síni sterkastu síðu, tá B68 varð sent heim við ongum sunnudagin Mynd: Sofus D. Johannesen Úrslitið fylgdi gongdini Øssur Hansen, liðskipari hjá B68 var keddur av, at teir ikki megnaðu at vinna dystin við Margáir, men hann vísti tó á, at EB/Streymur var betra liðið, hóast B68 eisini hevði sínar møguleikar. ­ Hevði Keita skorað upp á stóra møguleikan, tá støðan var 1­0, so veit ong­ in, hvussu dysturin hevði verið, men EB/Streymur hevði stýr á dystinum. Í seinna hálvleiki satsaðu vit eisini frameftir, men tað gekk bara ikki, sigur lið­ skiparin, sum í seinna hálv­ leiki varð fluttur niðan á veingin av bakkinum. Um málini sjálvi fegn­ ast hann, at tvey ikki komu úr opnum spæli, men harmast, at B68 ikki megnaði halda stýr á hornaspørkunum. ­ Teir fingu tvey mál upp á deyðbóltar, og tað er ikki so gott, staðfestir Øssur Hansen. Hóast B68 bara hevur trý stig eftir trý umfør, so eru teir ikki falnir í fátt úti á Toftum. ­ Vit hava haft tveir øgi­ liga torførar dystir ímóti HB og EB/Streymi, og eg rokni við, at stigini fara at koma, metir hann. -eij Bakkakórið tagdi Tá Ransin Djurhuus gavst at floyta, plagar sokallaða bakkakórið at syngja ein sang. Soleiðis var ikki sunnudagin. Heldur ikki var nógvur gleimur ann­ ars kring vøllin, og tað legði Egil á Bø, liðskipari til merkis. ­ Tey plaga at syngja, tá dysturin er liðugur, men tað hendi ikki. Men ann­ ars haldi eg áskoðararnar vera fínar, sigur liðskip­ arin, tá hann verður spurdur um áskoðararnar hjá verandi meistarun­ um. Til dystin sjálvan metir Egil á Bø, at úrslitið spegl­ aði gongdina, og at EB/ Streymur hevði sigurin uppibornan. ­ Vit høvdu nøkur góð álop og defensivt haldi eg, at vit spældu væl, sig­ ur liðskiparin. Leif Niclasen hevur skotið trý mál fyri EB/ Streym í ár. Tað seinasta var eitt vakurt mál sunnu­ dagin, og hetta tekur ikki Egil á Bø á bóli. ­ Leif ger onkuntíð tílíkt í venjing, og hann er eisini ein gamal áloypari, so tað er ikki so løgið, sig­ ur Egil á Bø -eij B68 EB/Streymur Viborg í finaluni Hondbóltskvinnurnar hjá danska Viborg eru nú til reiðar at spæla finaludyst í Champions League­kappingini. Á heimavølli gekk annars illa, og spælið var vánaligt, tá Viborg spældi 21­21 móti rumenska Oltchim Valcea. Men Viborg hevði undan hesum vunnu tryggan 34­28 sigur í útidystinum, og tí eru tær nú til reiðar at spæla finaludyst. Her hittir Viborg Györ ella Hypo Niederösterreich. 21 ár og skjótastur Bert 21 ára gamli Sebastian Vettel tykist vera til reiðar at seta seg á Formel­1 trúnuna. Týski koyrarin vann sunnudagin sína næstu Grand­ Prix koyring, tá hann í Kina var skjótasti maðurin á regnvátu Shanghai International breytini. Talan gjørdist enntá um dupult­sigur hjá Red Bull liðnum, tí á øðrum plássi kom liðfelagin hjá Vettel, Mark Webber.