Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-20, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. apríl 2009síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 [ Nr. 74 - 20. apríl 2009 ] Dalglish skal hjálpa Liverpool Fyrrverandi stórspælarin og venjarin hjá Liverpool, Kenny Dalglish, skal nú styrkja um ítróttarligu leiðsluna í Liverpool. Dalglish, sum í dag er 58 ára gamal, skal ikki verða partur av venjaratoyminum, men hansara royndir skulu koma Rafael Benitez til góðar, skriva enskir miðlar. Dalglish hevur seks ferðir verið enskur meistari við Liverpool, og tríggjar ferðir hevur hann vunnið Europa-Cup fyri meistarar við felagnum. Nýggjur Vodafone-dómari Bárður Mortensen dømdi fríggjakvøldið sín fyrsta dyst í fremstu føroysku fótbóltsdeildini. Hetta tá hann leiddi uppgerðnia millum Víking og 07 Vestur. Bárður, sum er 36 ára gamal, hevur áður dømt dystir í næstbestu deildini, og tað kemur hann eisini at gera framyvir. Nú er hann tó eisini partur av toyminum, sum skal døma í Vodafone-deildini, og hann fekk nógvar rósur fyri fyrstu uppgávuna fríggjakvøldið. Mugu vera fokuseraðir Jógvan Martin Olsen, venjari hjá Víkingi, var sum vera man nøgdur við úrslitið og eisini partvís við avrikið: - Teir eru væl við fyrstu løtuna, men so skora vit trý mál, og tað er týðuligt, at spælarar- nir taka frá, tí teir halda, at alt er avgjørt. Vit vórðu kløkkaðir, tá ið teir sleppa framat og skora tvey mál, sum sæð út frá okkara sjónarmiði vóru bílig. Men tíbetur loftaðu vit okkum, og Andreas vísti við tveim- um málum, hvør dugur er í honum, og tað var eisini hugaligt, at tveir innskiftarar stóðu fyri síðsta málinum. Og nú bíðar HB í Gundadali? - Ja, vit skulu spæla tvær ferðir ímóti HB, og tað gleða vit okkum til. Fyrst í landskappingini í Gundadali í vikuskift- inum og síðani í steypa- kappingini í Gøtu. Í kvøld fara vit til Runa- víkar at hyggja at teim- um, men longu í stór- steypadystinum ímóti EB/Streymi sást, at HB hevur eitt gott og saman- spælt lið. -jh Tað er neyð- ugt at tetta Rúni Nolsøe staðfesti, at tað hevði verið mun- ur á, og at tølini vístu, at tað næstu vikurnar verð- ur neyðugt at arbeiða nógv við verjupartinum hjá 07 Vestur: - At eg var á liðnum kom eitt sindur brádliga á. Eg varð spurdur, um eg vildi hjálpa til, og eg havi vant í tvær vikur. Hvussu tað verður hjá mær, veit eg ikki. Vit taka ein dyst í senn. Hesaferð vísti gongdin, at vit næstan komu afturíaftur, og at vit høvdu nýtt so nógva orku til at fáa um endan, at eingin luft var eftir, tá ið teir beinanvegin eftir annað málið hjá okkum øktu til 4-2. -jh Talan gjørdist um stórsigur í Sarpigerði, tí breidd og tyngd hjá Víkingi og 07 Vestur ikki kunnu sammetast Fótbóltur Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo At tað er stórur munur á liðum, sum verða roknað at vera kandidatar til heiðurs- merkjapláss, og teimum, sum verða roknað at skula stríðast fyri at sleppa undan niðurflyting, varð undirstrik- að í góðveðrinum í Gøtu fríggjakvøldið. Víkingur vann 6-2 á 07 Vestur. Fyrstu fimm minutt- irnar bjóðaðu gestirnir av, og eina lítla løtu í 2. hálv- leiki, tá ið 07 Vestur hevði minkað um munin til 3-2, kendist tað sum um, at heimafólkið var skelkað. Men bara í eina lítla løtu, tí Andreas Lava Olsen setti so at siga einsamallur mið- verjuna upp á pláss og skoraði tvey mál, og tá kundi munurin verið uppaft- ur størri enn 6-2. Tá ið lítil hálvur tími var farin, var støðan 3-0, og heimaliðið var so mikið nógv omaná, at teir væl kundu havt skorað seks mál, áðrenn Milan Pejcic – einsamallur millum seks mótstøðumenn – megnaði at stýra bóltin í kassan til 3-1. Tá hevði tað víst seg at vera ov lætt hjá heimamonn- unum, sum nú ikki tóktust taka uppgávuna í nóg stór- um álvara. Teir vóru altso so at siga sínir egnu mót- støðumenn, og ferðin og intensiteturin vóru soleiðis, at tað passaði gestunum væl. Rúni Nolsøe – í øktari útgávu síðani hann plagdi at stýra HB – royndi at hjálpa til á 07 Vestur mið- vøllinum, og í vinstra verju- borði sást tað væl, at venj- ingarstøðan ikki var nakað serlig. Sovorðið gongur ikki ímóti teimum, sum í strembanini eftir at vinna heiðursmerkir - og kanska tey fínastu – eru væl trimm- aðir og hava fyrireikað seg í eitt hálvt ár. Leikliga er enn langt á mál hjá Víkingi, sum hevur nokk so fasta uppstilling. Men tað er stór kapping um síðstu plássini. Hesa ferð var Finnur Justinussen, sum stútaði fyrsta málið, einsa- mallur á toppinum, og hesa ferð hevði Hans Jørgen Djur- huus vunnið kappingina um miðvallarplássið í vinstru. Tað takkaði hann fyri við av brotsteigarmarkinum og við eitt sindur forkølaðum skoti at økja til 2-0. Toppurin Í útgangsstøðuni var Andreas Lava Olsen ytstur á miðvøllinum í høgru. At hann er væl tann skjótasti føroyski álopsspælarin varð fleiri ferðir undirstrikað. Hann tiltuskaði heimalið- num frísparkið, sum Súni Olsen sendi upp í hornið til 3-0, og tvey tey næstu mál- ini syrgdi hann einsamallur fyri, eftir at hann hevði sneitt framvið fleiri mót- støðumonnum. Eingin ivi er um, at Andreas Lava Olsen verður ógvuliga hentur í stremban- ini hjá Víkingi at røkka so høgt, sum tað ber til. Men tað fer at verða veikleiki, um liðið tekur ferðina av spælinum, og – sum teir gjørdu eina løtu fríggja- kvøldið – fer at dúva upp á langar sendingar til óføra mannin, sum varð fluttur fram á toppin, tá ið Finnur Justinussen varð skiftur út. Útskiftingarnar vóru undirstriking av, hvussu nógv størri breiddin og tyngdin hjá Víkingi er enn hjá 07 Vestur. Teir, sum loystu av á heimaliðnum, vóru allir trimmaðir, og tveir teirra vóru meistarar fyri síðsta málinum: Magn- us Skoralíð spældi út frá úr vinstru, og Áslakur R. Peter- sen sendi bóltin inn um Trygva Askham. Ov lættir 07 Vestur hevur tveir teir seinastu dystirnar latið tíggju mál fara ígjøgnum. Tað boðar frá, at verjupart- urin ikki er nóg tættur, og tað boðar eisini frá, at tað á liðnum ikki eru so nógvir, sum hava royndirnar og tyngdina frá bestu deildini. Milan Pejcic á sentrala miðvøllinum og serliga Tór-Ingar Akselsen, sum fyrst var í høgru og seinni í vinstru, eru stuðlarnir, og tað vóru teir báðir, sum skoraðu málini. Annars eru ov nógvir ov lítið royndir, og ov nógvir vístu seg síðstu løtuna ikki at hava orkuna, sum skuldi til, og tað kostaði. Uppflytararnir úr 07 Vesturi hava fingið eina trupla byrjan upp á kappingarárið. Fríggjakvøldið máttu teir fyri triðju ferð av trimum møguligum bíta í graslíkið Mynd: Álvur Haraldsen Víkingur-07 Vestur 6-2 (3-1): Eingin luft eftir í teimum nýggju 07 Vestur Víkingur