mánadagur 20. apríl 2009síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
[ Nr. 74 - 20. apríl 2009 ]
Birmingham-liðið
er nú 10 stig frá
bjarging, og liðið
hevur bert fimm
dystir eftir at spæla
Fótbóltur
Heri Simonsen
heris@sosialurin.fo
West Bromwich var á
vitjan á City of Manchester
Leikvøllinum ígjár, og var
tað pískandi neyðugt, at
West Bromwich fekk øll
stigini. Men tað hilnaðist
als
ikki,
og
endaliga
úrslitið var, at West Brom
wich tapti 42. Hálvleiks
støðan var 21, og West
Bromwich megnaði at
javna til 22, men tað rakk
ikki, tá saman um kom.
Tað byrjar eisini at
síggja sera svart út hjá
Newcastle, sum tapti 10
ímóti Tottenham á útivølli.
Middlesbrough fekk javn
leik 00 á heimavølli ímóti
Fulham, men tað flutti
ikki liðið nógv í niðurflyt
ingarstríðnum.
Stoke vann ein sera týdn
ingarmiklan 10 sigur á
Blackburn, og Sunderland
vann ein sera týdningar
miklan 10 sigur á Hull.
Í hinum endanum eydn
aðist tað heldur ikki Aston
Villa at vinna hesaferð.
Aston Villa fekk bert javn
leik 11 á heimavølli ímóti
West Ham, og má Villa
sanna, at tað verður ringt
at hála inn á fjórða plássið
hjá Arsenal, sum gevur
rætt til at spæla í Cham
pions League.
Lítil vón fyri
West Bromwich
Aftaná seks kapping-
arár verður hevur
liðið úr Midlands
aftur vunnið seg
upp í bestu fótbólts-
deildina
Fótbóltur
Heri Simonson
heris@sosialurin.fo
Gamla stórfelagið, Wolver
hampton verður nú aftur
at vinna í Premier League.
Felagið
úr
Midlands
tryggjaði sær uppflytingina
leygardagin við einum 10
heimasigri á Queens Park
Rangers.
Sigursmálið
skeyt
Sylvan
Ebanks
Blake, tá ein minuttur var
farin av seinna hálvleiki.
Wolverhampton
flutti
niður úr Premier League í
2003, aftaná bert eitt kapp
ingarár í bestu deildini. Tá
uppflytingin gjørdist veru
leiki leygardagin, runnu
fleiri ovurfegin viðhalds
fólk út á vøllin.
Sheffield United, sum
liggur á triðja plássi, kann
nú ikki røkka Wolverhamp
ton, men teir liggja fýra
stig aftanfyri Birmingham
City, sum liggur næstovast
í næstbestu ensku fótbólts
deildini.
Wolverhampton
aftur í Premier
League
Arsenal og Man-
chester United máttu
lúta í hálvfinalunum
Fótbóltur
Heri Simonsen
heris@sosialurin.fo
Tað vera Chelsea og Ever
ton sum møtast í heimsins
elstu fótbóltskapping, FA
Cup kappingini, sum var
spæld á fyrsta sinni í 1872.
Leygardagin
spældu
Chelsea og Arsenal hálvfin
alu á Wembley. Dysturin
var bara 18 minuttir gamal,
tá vinstra bakkurin hjá Arse
nal, Gibbs legði bóltin inn í
Chelseabrotsteigin. Bóltur
in endaði hjá Theo Walcott,
sum skeyt eitt skot við
vinstra beini, sum Ashley
Cole avrættaði í málið.
Chelsea javnaði 14 minuttir
seinni.
Frank
Lampard
sendi ein bólt inn til frak
lendingin, Florent Malouda,
sum tók bóltin niður og
plasseraði hann framvið
málverjanum hjá Arsenal.
Sjey minuttir undan leik
loki skoraði Didier Drogba
sigursmálið hjá Chelsea.
Didier Drogba fór framvið
Arsenalverjuspælarunum,
og síðani eisini málverjanum
hjá Arsenal, Fabianski, og
skoraði trygt til endaliga
úrslitið 21 til Chelsea.
Enn eitt mál av fílabein
strandinginum, sum hevur
verið væl fyri, síðani Guus
Hiddink gjørdist venjari hjá
Chelsea. Arsenalvenjarin,
Arsene Wenger var alt ann
að enn nøgdur við dystin.
– Vit lata tvey løtt mál
fara inn. Tað var vánaligt
verjuspæl báðu ferðirnar,
segði Arsene Wenger til
BBC aftaná dystin.
Enn einaferð Everton
Eins og í finaluni í 1995,
eydnaðist tað Everton at
koppa Manchester United.
Manchester United byrjaði
annars dystin við fýra blað
ungum spælarum, men hes
ir kláraðu tað væl. Frederico
Macheda, Darren Gibson,
Danny Welbeck, Rafael og
Fabio spæla vanliga á eyka
liðnum
hjá
Manchester
United.
Serliga Darren Gibson
stóð sterkur í myndini á
miðvøllinum. Bæði liðini
høvdu góðar málmøguleik
ar, men tá 90 minuttir vóru
farnir stóð á jøvnum 00.
Neyðugt var við longdari
spælitíð, men eisini har end
aði málleyst. Neyðugt var
at fara til brotssparkskapp
ing, sum Everton vann 42.
Tim Cahill brendi fyri
Everton, meðan Dimitar
Berbatov og Rio Ferdinand
brendu fyri Manchester Uni
ted. Serliga brotssparkið
hjá Berbatov var út av lagið
vánaligt. Bulgarin tók onga
ferð, og skeyt brotssparkið,
sum var tað ein vánalig
sending.
– Hetta er tað ringasta
brotssparkið eg nakrantíð
havi sæð av einum altjóða
spælara, segði fyrrverandi
Evertonvenjarin, Joe Royle
við SkySports.
Tim Howard í Everton
málinum hevur eina fortíð í
júst Manchester United, og
Evertonvenjarin,
David
Moyes rósti Howard fyri sítt
málmansspæl. Phil Jagielka
skeyt avgerandi brotsspark
ið, og millum hinar sum
skoraðu fyri Everton var
fyrrverandi Manchester Uni
ted spælarin, Phil Neville.
Finalan í FA Cup kapping
ini verður spæld leygardagin
tann 30. mai á Wembley
Leikvøllinum í London.
Úrslit, Premier League
Leygardagin
Aston Villa-West Ham
1-1
Middlesbrough-Fulham
0-0
Portsmouth-Bolton
1-0
Soke-Blackburn
1-0
Sunderland-Hull
1-0
Sunnudagin
Tottenham-Newcastle
1-0
Manchester C-West Brom
4-2
Týsdagin
Liverpool-Arsenal
Mikudagin
Manchester Utd-Portsmouth
Chelsea-Everton
Chelsea og Everton í
FA Cup finaluni
Tim Howard gjørdist stóra
hetjan, tá hann bjargaði
brotsspørkum frá bæði
Dimitar Berbatov og Rio
Ferdinand
Mynd: Polfoto/AP
AB vann uttan
Christian Høgna
AB spældi leygardagin ímóti Kolding í Gladsaxe. Føroyski lands
liðsspælarin, Christian Høgni Jacobsen var slettis ikki við í hópinum hjá AB.
AB vann dystin 21, aftaná hálvleiksstøðuna 20. Poul Hübertz legði AB á
odda í 16. minutti. Stutt undan steðginum økti Simon Bræmer til 20. Í
seinna hálvleiki minkaði Jesper Christiansen um munin til 21, sum gjørdist
endaliga úrslitið av dystinum. Stutt undan leikloki fekk Poul Hübertz reyða
kortið. AB er nummar fýra í næstbestu donsku fótbóltsdeildini við 37 stigum
fyri 20 dystir. Komandi dystur hjá AB er á útivølli ímóti Skive.
Atli sá reytt
Tað hilnaðist einki serligt hjá Atla Danielsen og Frem,
sum seinnapartin í gjár vitjaðu í Thisted. Úrslitið varð 2
2, eftir at Frem tvær ferðir hevði verið á odda. Tvífaldur
málskjútti hjá Frem var Jesper Håkansson, sum fyri
stuttum er komin úr FC Amager, ið er farið á heysin. Jón
Rói Jacobsen var orsaka av skaða ikki í Frem miðverjuni.
Hjá Atla Danielsen, ið sum altíð var á sentrala
miðvøllinum, gekk tað ikki heilt eftir vild. Tá ið tíggju
minuttir vóru eftir, varð Atli rikin av vølli, og tá ið tað
restaðu tveir minuttir javnaði heimaliðið við brotssparki.