týsdagur 21. apríl 2009síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
tíðindi
Nr. 75 - 21. apríl 2009
Tvey ár er revsingin,
tveir unglingar
kunnu fáa, eftir at
teir í november í
fjør settu eld á eini
sethús í Hamarsgøtu.
Rættarpraksis er í
hvussu er hálvtannað
til tvey ára fongsul í
slíkum málum sum
tí, ið byrjaði í Føroya
Rætti í morgun, og
heldur fram allan
dagin í morgin
– umframt ein dag í
næstkomandi viku
ELDÁSETING
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Rættarfundurin í morgun
byrjaði við, at annar av teim
um ákærdu um sakføraran
heitti á dómaran um, at ein
partur av málinum varð hild
in fyri afturlætnum hurðum.
Í sambandi við eina elds
áseting í november mánaði
í fjør gjørdi løgreglan sam
an við teimum ákærdu eina
rekonstruktión av hend
ingini, sum ætlandi verður
víst í rættinum seinni í dag,
og tað er henda partin av
sakarmálinum, sum annar
ákærdi metir ærumeiðandi.
Ákærin mótmælti tó hes
um og helt, at almenni áhug
in í málinum átti at telja
meiri enn metta ærumeið
ingin av ákærda. Hetta gav
dómarin ákæranum rætt í,
men helt tó, at spurningurin
kundi takast upp aftur, tá
komið verður til umrødda
fløguna.
Málið er sum nevnt ógvu
liga drúgt, og kemst hetta
av, at báðir ákærdu eru
blandaðir upp í onnur og
hvør
ísær
óviðkomandi
mál. Tað, sum teir báðir tó
standa ákærdir fyri saman,
er umrødda eldsásetingin í
Hamarsgøtu í november
mánaði í fjør.
Tann eldri ákærdi – sum
er fyrst í 20unum – varð
fyrst avhoyrdur. Hann er
ákærdur fyri fimm tilburðir,
har tann álvarsligi má met
ast vera eldásetingin 12.
november í fjør.
Ákæran ljóðar upp á
»vold i forening«, umframt
eldáseting við ovurstórum
vanda fyri lívi húsfólksins.
Ákærdi noktaði seg sekan í
hesum, men játtaði kortini
at hava sett eld á húsini.
Orsøkin til, at hann –
saman við meðákærda – var
farin á bústaðin hetta kvøld
ið var, at tann, ið búði í hús
unum, hevði stungið ein
vinmann teirra í pannuna
við einum saksi. Hesa hend
ingina vildu teir báðir
hevna.
Ræddist ikki dráp
Teir báðir ákærdu høvdu
framman undan tosað um,
hvussu teir skuldu fara
fram. Teir vóru báðir samdir
um, at var eingin inni, tá
teir komu á bústaðin, so
skuldu teir seta eld á
húsini.
Ákærdi greiddi eftir hand
tøkuna løgregluni frá, at
hann hevði arbeitt fyri
Hell’s Angels í Danmark,
og at hann ikki var bangin
fyri at drepa eitt annað
menniskja.
Hinvegin væntaði hann
ikki, at eldsásetingin fór at
gera serliga stóran skaða,
sjálvt um bensin varð nýtt
at fáa eldin at festa í.
Teir báðir vóru tó, sam
bært eldra ákærda, samdir
um, at fingu teir ikki mann
in, skuldu teir fáa húsini.
Tað var tó greitt, at bert
hesir báðir ungu menninir
vóru saman um illgerðina.
Við grundlógaravhoyring
ina 12. desember segði
ákærdi, at órættaði skuldi
skerast í andlitið aftur fyri,
at hann hevði stungið ein
vinmann sín við saksi.
Teir báðir ákærdu gingu
við til at gera eina rekon
struktión av hendingini, og
í henni segði ákærdi, at tað
var hann, sum hevði stoytt
bensin á húsini og síðani
sett eld á. Hesa frágreiðing
tók hann tó seinni aftur og
segði, at tað var meðákærdi,
sum hevði stoytt bensinið.
Men tað er líka mikið,
hvør stoytti bensinið. Um
(Y) gjørdi tað, so var tað tí
eg segði við hann, at hann
skuldi gera tað. Eg havi
ábyrgdina av øllum, segði
ákærdi í rættinum í morg
un.
Eingin inni
Ákærdi segði seg ikki verða
kroystan av løgregluni at
broyta meining viðvíkjandi
hvør tað var, sum stoytti ben
sinið. Hann skilti í veru
leikanum ikki, hví tað skuldi
hava nakað at siga, hvørt tað
var hann ella meðákærdi,
sum hevði gjørt tað.
Eg kann taka fulla
ábyrgd av øllum, tað ger
ongar mun, segði ákærdi.
Hann helt tað ikki vera
rætt at fremja lógarbrot, og
hann hevði onga meining
um, hvørt tað er rætt ella
ikki at fremja harðskap.
Men eitt hevði hann eina
meining um:
Hevði
løgreglan
tikið
órættaða mannin, tá hann
stakk vinmannin við saksin
um, so hevði einki av hesum
hent, segði hann.
Í hesum sambandi var
hann eisini sambært grund
lógaravhoyringini ákærdur
fyri at hava kallað ein løg
reglumann fyri »luddovnan
idiot«.
Spurdur
av
verjanum,
Jógvan Páll Lassen, segði
ákærdi seg vera vísan í, at
eingin var inni í húsunum,
áðrenn teir báðir settu eld á.
Eg bankaði hart á hurð
ina, so tað er einki at ivast í,
at um onkur var inni, høvdu
tey hoyrt meg, segði ákærdi.
Hann vísti eisini á, at ein
hann hevði sorað ein rút
inn, og tað skuldi vera løg
ið, vóru fólk inni í húsunum,
og ikki hoyrdu tað, helt
hann.
Ákærin, Linda Hessel
berg, spurdi, hvussu ákærdi
kundi roknað við, at lítil og
eingin skaði stóðst av elds
brunanum, tá login stóð
lagt ífrá. Men hetta hevði
ákærdi onga meining um
og segði, at sløkkiliðið var
jú skjótt á staðnum.
Tað eydnaðist løgregluni,
sum var skjót á staðnum, at
køva størsta partin av eld
inum, og hetta avmarkaði
skaðan, sum kortini er upp
gjørdur til góðar 133.000
krónur.
Sakarmálið heldur fram
seinnapartin.
Eg havi arbeitt fyri Hell’s Angels
Í grundlógaravhoyring segði ákærdi seg hava arbeitt fyri Hell’s Angels í Danmark, og at hann ikki var bangin fyri at drepa eitt annað menniskja
Tríggjar eru nýggjar
Tríggjar av fimm eru nývaldar í nevndini hjá Heilsuhjálparafel
agnum, sum hevði aðalfund um vikuskiftið. Fyri nevndarvali
stóðu: Hanna West úr Hvalba, Sunrid Thorsteinsson úr Vági og
Jórun í Løðu úr Miðvági. Jórun í Løðu og Sunrid Thorsteinsson
bóru seg undan afturvali. Í nevndina vórðu valdar: Hanna West úr
Hvalba, Mala Ólavsdóttir Olsen úr Gøtu og Joan Eilen Johans
dóttir av Strondum. Elsa B. Joensen úr Klaksvík tók seg úr nevnd
ini og í hennara stað varð vald Jacobina Niclasen úr Hvannasundi.
Hanna Sørensen varð afturvald sum tiltakslimur. Nevndin skipar
seg við næstforkvinnu, kassameistara og skrivara.
Vrakaðu nevndarvalið
Tað er ikki bara í Føroyum, at stríð er um nevndarval í tjóðarflog
felagnum. Í Grønlandi vildi landsstýrið nevnliga hava fyrrverandi
landsstýrisformannin, LarsEmil Johansen, sum nýggjan nevndar
formann fyri Juliu Pars. Starvsfólkaumboðini í nevndini settu tó
hart ímóti hørðum, tá nevndin varð vald. Og við hóttanum um
verkfalli frá starvsfólkunum fingu tey landsstýrið at broyta
meining í spurninginum. LarsEmil Johansen kom eisini skjótt
eftir, at hann var óynsktur bæði sum nevndarformaður og nevnd
arlimur og tí segði hann sessin frá sær sama dag, sum hann varð
valdur. Og tá landsstýrið síðani heitti á fyrrverandi nevndarformannin, Julia Pars, um at taka við afturvali,
játtaði hon hesum. Eisini hóast sama landsstýrið altso hevði givið henni sekkin á aðalfundinum.