týsdagur 21. apríl 2009síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 75 - 21. apríl 2009
Og fyri hvønn dag
sum gongur verða
1.500 krónur lagdar
afturat til býráðið
á Tvøroyri hevur
aktað harraboð úr
fíggjarmálaráðnum,
men tað vil býráðið
ikki
Ósemja
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tað er við at blíva ein dýr
søga at verða býráðslimur á
Tvøroyri.
Hvønn einasta dag noyð
ast fimm av teimum sjey
býráðslimunum á Tvøroyri
at betala 300 krónur í bót
og tað skulu teir gera, til
teir hava aktað harraboð úr
Fíggjarmálaráðnum.
Men tað vilja teir ikki og
sostatt
gongur
teljarin
hvønn einasta dag.
Ósemja um Smyril
Orsøkin er, at síðani í heyst
hava Tvøroyrar Býráð og
Fíggjarmálaráðið
verið
ósamd um roknskapin fyri
Tvøroyrar Havn.
Fíggjarmálaráðið hevur
kravt at Tvøroyrar Komm
una ikki inntøkuførir havn
argjald fyri Smyril í rokn
skapin, tí tað er ósemja um
havnargjaldið. Av tí sama
er inntøkan so óviss, at fyri
at geva eina rættvísa mynd
av virkseminum hjá havnini,
skal havnargjaldið ikki inn
tøkuførast.
Fyrrenn tað er gjørt, vil
fíggjarmálaráðið ikki góð
kenna roknskapin.
Men Tvøroyrar Býráð vil
ikki akta, tí tað tvíheldur
um, at tað hevur rætt til
havnargjald og tey stúra
fyri, at strika tey inntøkuna
úr roknskapinum, fer bý
ráðið at standa veikari í ein
um møguligum rættarmáli.
Fáa dagbøtur
Tað endaði við, at fíggjar
málaráðið í jólamánaðinum
í fjør tók tað heilt óvanliga
stig at áleggja býráðs lim
unum á Tvøroyri dagbøtur,
til roknskapurin varð rætt
aður.
Einasti býráðslimur, sum
vildi ganga fíggjar mála
ráðnum á møti, var Jaspur
Vang og hann sigur, at
sostatt fær hann ikki bót.
Dagbøturnar eru annars
300 krónur um dagin í part
og teljarin fór ígongd 17.
desember og taldi árið út.
Sostatt kostaði tað und
anfarnu
býráðslimum
á
Tvøroyri 4.500 krónur í bót
í part og sostatt kostaði tað
teinum seks býráðslimun
um, sum komu undir bótina,
27.000 krónur tilsamans.
Á nýggjárinum tók nýtt
býráð við og tá kom steðgur
í
bøturnar
til
nývalda
bý ráðið fekk høvi at taka
støðu til málið.
Men
nýggja
býráðið
hevur somu støðu sum tað
gamla og tískil varð teljarin
settur ígongd aftur tann 6.
apríl og hann telur enn.
Higartil eru sostatt farnir
16 dagar, har býráðslimirnir
hava goldið 300 krónur í
bót.
Men Jens Johannesen var
ikki á býráðsfundi tá ið
hetta varð umrøtt og tí fær
hann ikki bót fyribils í ár.
Men um hann so fær bót
sum frá líður, veldst um,
hvørja støðu hann hevur til
málið.
Sostatt eru tað fimm
býráðslimir, sum framvegis
fáa dagbøtur fyri at seta seg
upp ímóti harraboðum frá
fíggjarmálaráðnum.
Og higartil í ár hava teir
fimm
býráðslimirnir
á
Tvøroyri
sostatt
fingið
4.800 krónur í bót í part í ár
ella 24.000 krónur í bót til
samans.
9. 300 krónur
Teir býráðslimir, sum hava
sitið í báðum býráðunum
og sum hava hildið fast við
sína støðu, hava sostatt
fing ið heilar 9.300 krónur í
bót í part.
Teir eru Kristin Michel
sen,
borgarstjóri,
Pauli
Einarsson, varaborgarstjóri
og Bergur Bærendsen.
Marjun Olsen og Sverri
Midjord
sótu
bara
í
undanfarna býráðið og tey
hava sostatt fingið 4.500
krónur í bót í part.
Malla Dam og Hallur í
Heygunum eru nývald í
býráðið, so tey fáa bara bót
frá 6. apríl í ár.
Men teljarin leggur 300
krónur afturat bótini fyri
hvønn dag, sum gongur.
Jaspur vil ganga
undir krøvini
Einasti býráðslimur á Tvøroyri, sum er
sinnaður at akta boðini úr fíggjar mála
ráðnum, er Jaspur Vang, men hann stað
festir, at tað hevur onki við bótina at gera
Ósemja
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Einasti býráðslimur á Tvøroyri, sum alment hevur
givið til kennar, at hann er sinnaður at ganga krøvunum
frá fíggjarmálaráðnum á møti og at broyta roknskapin
fyri Tvøroyrar Havn, er Jaspur Vang.
Men hann legði dent á, at hetta hevði onki við bótina
at gera sum so.
Hann førdi fram, at tá ið fíggjarmálaráðið krevur at
inntøkan fyri havnargjaldið verður tikin úr roknskap
inum, er talan um eini fult lóglig boð frá einum fult
lógligum, yvirskipaðum myndugleika.
Og eini slík boð frá einum eftirlitsmyndugleika,
hevur eitt býráð skyldu til at geva seg undir.
Hann heldur eisini, at ein kommuna eigur at ganga
undan at halda landsins lógir.
Men tað skal vera við teirri viðmerking, at hildið
verður fast um kravið um at Smyril skal gjalda havnar
gjald.
Men eydnast tað ikki at finna semju, eigur býráðið
at umhugsa at royna málið í rættinum, tí tað heldur
hann, at Smyril eigur at gera.
Hann vísir eisini á, at í tvey undanfarin ár hevur
landsstýrið góðkent roknskapin, soleiðis, sum hann er
nú, men nú hevur landsstýrið so brádliga skift støðu.
Í kvøld, týskvøldið,
hevur felagið Blóð
gevi aðalfund í Miðla
húsinum í Havn og
tey siga, at hóast tað
gongur fram á, eru tað
enn ov fáir føroyingar,
sum eru blóðgevarar
BlÓðgeving
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tað verða alsamt fleiri og
fleiri blóðgevarar í Føroy
um. Men enn eru tað ov fá
fólk, sum hava meldað seg
til at verða blóðgevarar.
Tað má felagið Blóðgevi
ásanna, nú tey hava aðal
fund
í
Miðlahúsinum
klokk an 19.30 í kvøld, týs
kvøldið.
Marita Simonsen, for
kvinna í felagnum, sigur,
tey hava alsamt brúk fyri
blóð gevarum, bæði tí, at
tað sum heild eru ov fáir og
tí at tað eru so nógvir, sum
gevast
av
náttúrligum
ávum.
Fólk, sum hava høgt
blóð trýst, sukursjúku, høgt
kolestorol og aðrar sjúkur,
kunnu ikki geva blóð og tað
ger, at yvir 100 blóðgevarar
mugu gevast hvørt ár.
Í løtuni eru næstan 1400
limir í felagnum.
Hon sigur, at tað er ein
vanlig misskiljing, at tað
bara er brúk fyri blóði í
sam bandi við vanlukkur og
skurðviðgerðir.
Tað er í veruleikanum
tann minni parturin, tí meg
in parturin av teimum, sum
fáa blóð, fáa tað í sambandi
við ymsar sjúkur.
Annars hevur felagið eina
heimasíðu á internetinum,
har tað ber til at melda seg
sum blóðgevara. Hon eitur
www.gevidblod.fo
Mangla blóðgevarar í Føroyum
Býráðslimir á Tvøroyri
fingið 51.000 krónur í bót
Pauli Einarsson, varaborgarstjóri, vinstrumegin, og Kristin Michelsen, borgarstjóri er tveir av
teimum treiskastu býráðslimunum á Tvøroyri og tað hevur higartil kostað teimum 9.300 krónur
í bót í part. Og fyri hvønn dag, sum gongur, verða teir og tríggir aðrir býráðslimir á Tvøroyri,
300 krónur fátækari
Finna lutir til marknaðardag
Sjónleikarhúsið í Havn skipar fyri árliga marknaðardegnum tann 2.
mai. Nevndin í Sjónleikarhúsinum hevur gjørt fleiri ábøtur á Húsið fyri
peningin, sum gjøgnum árini er komin inn á marknaðardegnum og
aftur í ár fer peningurin óskerdur til røkt av Sjónleikarhúsinum, so tað
framhaldandi kann vera karmur um gaman og álvara í komandi tíðum.
Í tíðindaskrivi verður sagt, at tikið verður ímóti lutum til
marknaðardagin gerandisdagar millum klokkan 8 og 20.
Hanus í Leirvík
Fríggjakvøldið 24. apríl verður skipað fyri hugnakvøldi í
Bygdarhúsinum í Leirvík. Á skánni er ábit og undirhald,
har millum annað Hanus Johansen luttekur. Hetta er aðru
ferð at kórið Eystanljóð skipar fyri líkandi tiltaki, seinast
var fyri tveimum árum síðani, tá fekk tiltakið sera góða
undirtøku. Hesa ferð eru vit so heppin at hava fingið
Hanus Johansen at luttaka. Á skránni er kalt borð, við
alskins góðum mati, undirhald har Hanus Johansen
syngur, upplestur við Óla Olsen, kórsangur og
felagssangur.