týsdagur 21. apríl 2009síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 75 - 21. apríl 2009
Exxon er aftur størst
Á nýggjasta listanum hjá Fortune yvir tær 500 størstu
fyritøkurnar í USA, er Exxon Mobil aftur at finna á
fyrstaplássinum. Í fjør settist handilsketan Wal-Mart
annars á fyrstaplássið, men nú er Exxon altso aftur størst.
Á listanum, har verða fyritøkurnar vigaðar eftir
umsetningi, er Wal-Mart nummar tvey, meðan Chevron,
ConocoPhilips og General Electric eru á næstu
plássunum. Eisini er ein listi við fyritøkunum, sum hava
størsta hallið, og her var AIG ovast við einum halli upp á
góðar $100.000.000.000!
Menn handilslívið
Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning er vorðin partur av
altjóða granskingarætlan, sum hevur til endamál at menna handil
í útjaðaranum. Londini sum luttaka í verkætlanini eru umframt
Føroyar, - Ísland, Grønland, Norra, Svøríki, Finnland, Skotland og
Írland. Talan er um trý ára verkætlan, ið hevur sum endamál, at
menna eitt uppskot til handil í smáu samfeløgunum í
útjaðaranum. Handilin skal hava gott úrval av vørum og veita
eina fjølbroytta tænastu. Eydnast henda verkætlan til fulnar,
verður úrslitið øktur búskaparligur vøkstur í útjaðaranum
umframt betri trivnaður. Tað er Olga Biskopstø, sam felags-
frøðingur á Granskingardeplinum fyri Samfelagsmenning, sum
hevur ábyrgdina av føroyska partinum av verkætlanini.
Kærunevndin í
skatta málum heldur
fram vegis, at tað var
ólóg ligt at krevja mvg
av nýggjum bilum,
sum vórðu seldir frá
1999 til 2005. Men
peng ar nir skulu
krevj ast aftur frá
bila sølu ni og ikki frá
TAKS
Mvg
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Nakað síðani tók illgruni
seg upp um, at fleiri túsund
bil eigarar hava betalt ov
nógv í mvg, tá ið teir keyptu
bil.
Teir, sum keyptu bil í
tíðar skeið num frá 1. mai í
1999 til 28. apríl í 2005,
hava nevniliga eisini goldið
mvg av skrá setingar gjaldi-
num.
Tað sigur kæru myndug-
leik in í skattamálum, er
ólóg ligt.
Men endalig avger er ikki
tik in, tí nú verður málið
roynt í rættinum.
Kortini hevur ein ør gryn-
na av bileigarum, sum
keyp ti bil í hesum tíðar-
skeið num, kravt mvg aftur,
sum teir halda seg hava
gold ið ov nógv.
Spurningurin er bara:
Hvag ar
skal
rokningin
send ast?
Onkrir bileigarar hava
sent rokningina beinleiðis
til TAKS.
Men kærunevndin sigur,
at tað skulu teir ikki gera, tí
rokn ingin skal sendast bein-
leiðis til bilasøluna.
Ein bileigari hevur kært
Taks, tí TAKS vil ikki betala
mvg aftur.
Og í eini nýggjari avgerð,
gevur kærunevndin TAKS
við hald.
Kærunevndin
heldur
fram veg is, at tað var ólóg-
ligt at krevja mvg av skrá-
seting ar gjaldinum, men bil-
eig ar ar skulu senda rokn-
ing ina til bilasøluna, tí tað
er bilasølan, sum hevur
kravt gjaldið inn.
Aftan á kann so bilasølan
avrokna víðari við TAKS.
Ikki fyrrenn tað kann
prógv ast, at tað ikki ber til
at fáa peningin afturgoldnan
frá bilasøluni, kann tað
koma upp á tal at senda
rokn ing ina til TAK, sigur
kæru nevndin.
Bileigarar kunnu ikki fara til TAKS við rokningini, fyrrenn teir
hava prógvað, at tað er ómøguligt, ella í minsta lagi sera tórført
at fáa pengarnar aftur frá bilasøluni
Skulu krevja
peningin aftur
frá bilasølunum
Vegurin í gjøgnum
Leir vík í sambandi
við Norðoyatunnilin,
verð ur boðin út í
næsta mánaða, sigur
Annika Olsen, lands
stýris kvinna í inn
lendis málum
vegur ígjøgnuM
Leirvík
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Nú verður langt um leingi
farið arbeiðið at gera nógv
umrødda vegin ígjøgnum
Leirvík í sambandi við
Norð oya tunnilin
Tað
staðfesti
Annika
Ol sen, landsstýriskvinna í
inn lendis málum í Løg tingi-
num mikudagin, tá ið Tór-
bjørn Jacobsen, løgtings-
mað ur
fregnaðist
eftir,
hvus su gongur við ætlanini
at gera vegin.
Annika Olsen sigur, at
pro jek ter ing in hevur verið
liðugt leingi, men síðani
eru ymsar tillagingar gjørd-
ar fyri at lúka nýggjastu
krøvini til slíkar vegir.
Endaliga projektið verður
liðugt um tvær vikur og í
næsta
mánaði
verður
ar beið ið boðið út.
Gongur alt eftir ætlan,
kann sostatt farast undir
sjálvt arbeiðið mitt í summ-
ar um mánaðarskiftið juni-
juli.
Løgtingið hevur samtykt
at seta 40 milliónir av til
enda málið, men ført hevur
verið fram, at møguliga fer
prís ur in upp á 50-55 millió-
n ir.
Men Annika Olsen sigur,
at nú er kostnaðarstøðið
fall ið nakað aftur, so tað er
ikki vist, at meirkostnaðurin
ver ður so stórur, sum áður
mett.
Hon sigur, at tað verður
ikki fyrrenn tilboðini eru
kom in inn, at full greiða
fæst á, hvat vegurin fer at
kosta og so má støða takast
til tað, tvs, um tillagingar
skulu gerast í projektinum
og hvussu nógv skal játtast
til endamálið.
Tórbjørn Jacobsen helt,
at tað verður neyðugt hjá
Løg tingi num at játta neyðu-
ga peningin og tað væntar
hann ikki fer at verða tór-
ført.
Eftir nógv togarí aftur og
fram, endaði tað við, at
nýg gi vegurin skal gerast
nið ri í bygdina í Leirvík.
Forkvinnan í Føroya
Arbeiðarafelag tek
ur undir við at
sam g ongan kannar
møgu leikan fyri at
niðurlagað rentu
stuðulin so líðandi,
men tað má sjálvandi
ansast eftir, at teppið
ikki verður rykt
undan nøkrum
rentustuðuL
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Eg haldi, at tað er rætt at
sa m gongan fer undir at
kanna møguleikan fyri at
niður lagað rentustuðulin til
set húsa eigarar.
Tað sigur Ingeborg Vinth-
er,
forkvinna
í
Føroya
Ar beið ar afelag.
Í sambandi við kreppuna,
hevur nógv verið tosað um
møgu leikan fyri at útvega
lands kassanum eyka inn tøk-
ur.
Men í hesum sambandi vil
forkvinnan
í
Føroya
Ar beiðar a felag ikki hoyra
tal an um at hækka avgjøld
og skattir.
Hinvegin hevði hon góð-
tikið, at samgongan fór und ir
at kanna møguleikan fyri at
lækka ella heilt at av ta ka
rentustuðulin til set húsa eiga-
rar.
Men hon ásannar, at hetta
er ikki eitt tiltak, sum kann
setast í verk beint nú. Hetta
er eitt tiltak, sum má setast í
verk so líðandi yvir eitt
longri áramál og tí fer tað
held ur ikki at geva lands-
kassa num fleiri inntøkur við
tað fyrsta.
Ingeborg Vinther er ikki
ósamd í tí sjónarmiði, at
rentu stuðulin fyrst og fremst
er ein stuðul til bankar nar og
tað einasta, hann elvir til, er
at húsini verða dýrari, enn
tey annars høvdu verið, var
ongin rentu stuðul.
Og hon dugir ikki at síggja
nakað endamál í, at lands-
kassin skal rinda banku num
ein almennan stuð ul upp á
yvir 100 millión ir, ella,
hvussu stórur hann nú er.
Kortini staðfestir hon, at
skal rentustuðulin takast av,
má tað vera við størsta var-
semi, so at teppið ikki verð ur
skrykt
undan
teimum
sethúsaeigarunum, sum sita
tungt.
Vil kanna møguleikan at avtaka
rentustuðulin til sethúsaeigarar
Fara undir illa umstríddan
veg í Leirvík í summar
Ingeborg Vinther, forkvinna
í Føroya Arbeiðarafelag,
er ikki ósamd við tí
sjónarmiðið, at rentustuðulin
til sethúsaeigarar í
veruleikanum bara er ein
stuðul til bankarnar, men skal
hann avtakast, skal gerast við
størsta varsemi
Gongst sum ætlað, ferður klárt at fara undir eina ta mest umstríddu vegagerðina í landinum í
summar. Talan er sjálvandi um vegaføringina ígjøgnum Leirvík í sambandi við Norðoyatunnilin