Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-21, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. apríl 2009síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 75 - 21. apríl 2009 Einki prát við útlendskar fjølmiðlar Íslendski forsætisráðharrin, Jóhanna Sigurðardóttir, ætlar sær ikki at tosa við útlendskar fjølmiðlar fyrr enn dagin eftir altingsvalið. Sambært íslendskum fjølmiðlum hava umboð fyri amerikonsku tíðindastovuna AP og arabiska sjónvarpið Al Jazeera biðið um samrøðu við forsætisráðharran, men uttan úrslit. Grundgevingin sigst vera, at forsætisráðharrin hevur so nógv at gera. Andstøðan í Altinginum hevur leingi funnist at støðu forsætisráðharrans mótvegis fjølmiðlunum. Harafturat verður tað hildið vera ein veikleiki, at hon er ikki serliga stinn í enskum máli. Ikki drápsmaður kortini Sviin Thomas Quick, sum er dømdur fyri at hava beint fyri átta fólkum, sigur seg nú vera ósekan. Verji hansara sigur, at Thomas Quick var illa fyri sálarliga orsakað av rúsevnamisnýtslu, tá hann bleiv avhoyrdur og dømdur, og at hann tí játtaði seg sekan, sjálvt um hann í veruleikanum var ósekur. Í einari sjónvarpssending hevur Thomas Quick sagt, at hann framdi einki av teimum morðunum, sum hann er dømdur fyri. Thomas Quick varð í 1997 dømdur fyri átta morð, sum hann varð sagdur at hava framt í árunum frá 1976 til 1988. Hóast sítt vánaliga um dømi, kann krimi­ sjangr an væl brúkast til at skapa góðan skald skap, staðfestir krimi gransk arin Peter Kirkegaard, sum heldur fyrilestur um krimibókmentir í annaðkvøld á Fróð­ skap ar setrinum Fyrilestur Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Seinnu árini hava krimi søg­ ur gjørt um seg sum ongan­ tíð fyrr. Tær liggja støðugt á odda á flestu met sølu list­ um, og nógv bendir á, at bæði krimilesarar og krimi­ høvund ar gerast alsamt fleiri í tali. Kortini eru tað tey, sum tvíhalda um, at krimi bók mentir eru lítið annað enn lættisoppabøkur, sum eru líka skjótt gloymd­ ar, sum tær eru lisnar. Veru­ lig an skaldskap kunnu krimi søg ur í øllum førum ikki bólkast saman við, verð ur ofta sagt. Skugga yvir góðu krimisøguna Tí kann tað kanska eisini undra, at krimisøgur í hes­ um døgum eru evni hjá les­ an di á Føroyamálsdeldini á Fróðskaparsetrinum. Tað er krimi ser frøðingurin Peter Kirke gaard ið stendur fyri frá læruni, og í sambandi við sína vitjan sum gesta­ lærari á Setrinum hesar dagar nar, fer hann at halda al menn an fyrilestur um krimi bók mentir í annað­ kvøld. Sambært Kirkegaard er tað ongin ivi um, at tað finn ast óvanliga nógvar vána lig ar krimibøkur. Men tað merkir ikki, at øll krimi bók menta greinin er óbrúki­ lig. Heldur er tað nógvu vána ligu krimihøvundarnir, sum eru trupulleikin, heldur hann. ­ Nógvar av krimi bóku­ num, sum til dømis liggja ovast á metsølulistunum í løtu ni, hava lítið at bjóða. Og tað hongur lutvíst saman við, at krimisjangran er freist an di hjá mongum, sum ikki hava neyðugu evni ni sum rithøvundar. Nóg va uppmerksemið, hes­ ar bøkurnar fáa, skuggar ofta yvir teir krimihøvundar, sum veruliga duga at skriva og sum hava sett sær fyri at fáa meir innihald og skald­ skap inn í sínar krimisøgur, sigur Peter Kirkegaard. Arne Dahl lyftir støðið Sum dømi nevnir hann svens ka krimihøvundan, Arne Dahl, sum hevur meg­ na at lyft krimibókmentir upp á eitt støði, vit ikki ha va sæð leingi. ­ Dahl megnar ikki bara at skapa eina fantastiska spenn andi søgu. Tað er ei si­ ni ein sonn fragd at síggja, hvus su neyva kann ing ar ar­ beið ið handan søguna verð­ ur avloyst av hansara fría og spraklandi skrivikynstri, sig ur Kirkegaard, sum í løtu ni er við í eini verkætlan um nútíðar norðurlendskar krimi bókmentir, har hansa­ ra serøki er krimi bók­ mentir nar hjá Arne Dahl. Sjálvur hevur Peter Kirke gaard granskað og skriv að ein hóp um krimi­ bók ment ir, umframt at hann í fleiri ár ummælti krimi­ bøk ur í donsku avísini In for ma tión. Dagliga starv­ ast Peter Kirkegaard sum granskari á deildini fyri sam skiftisfrøði á uni versi­ tet inum í Ålborg. Í fyrilestrinum í annað­ kvøld fer hann at tosa um krimibókmentir sum heild, umframt at hann eisini fer at tríva í onkra av bókunum hjá Arne Dahl. Fyrilesturin, ið er al menn­ ur, verður á Føroya máls­ deild ini mikukvøldið 22. apríl klokkan 20. Tá krimisøgur verða skaldskapur - Krimisjangran hevur ofta verið í so freistandi hjá høvundum, sum ikki hava neyðugu evnini at skriva hugtakandi søgur, heldur krimiserfrøðingurin Peter Kirkegaard, sum í annaðkvøld heldur fyrilestur um krimibókmentir á Føroyamálsdeildini Mynd: Jens Kristian Vang Anne Marie brunnur­ in verður boraður í februar næsta ár Oljuleiting Jan Müller jan@sosialurin.fo Ætlaða oljuboringin á Anne Marie leiðini á føroyska land grunni num í summar verð ur av ongum. Hetta er greitt, nú boripallurin West ern Phoenix, sum skal bora brunnin, ikki verður tøk ur fyrr enn seint út á heyst ið ella í vetur. Hetta upp lýs ir Petur Joensen, stjóri í Jarðfeingi fyri Sosial i num. Hann vísir á, at ENI, sum er fyristøðufelag fyri boringini, hevur vent sær til Jarðfeingi og sagt frá hesi seinking. Samtíðis hev ur felagið spurt føroysku myndug leik arnar, um tað kann flyta boringina til febru ar 2010. Hetta tí at tað er bara næstbest at bora um vetur in. Petur Joensen sigur, at Jarðfeingi hevur viðgjørt málið og fara tey at játta ENI at flyta boringina nakr­ ar mánaðir. Hetta bæði fyri at fáa optimalt burtur úr og eisini fyri trygdina. Tað gagn ar ongum at bora á vetrar tíð í hesum harðbalna øki num. Aftrat hesum kem­ ur so lærdómurin, sum fekst burtur úr William brunni­ num hjá BP. Har varð nevni­ liga borað á vetrartíð, og varð boringin nógv tarnað av veðri. Stjórin á Jarðfeingi held­ ur ikki, at henda útsetingin er nakað negativt signal fyri før oyska oljuleiting. –Um bor að verður í heyst ella í febru ar mánað næsta ár kann vera líka mikið. Men sjálv an di er tað keðiligt fyri før oys ku veitararnar aftur at skula bíða. Men fyri bæði trygd ina og fyri boringina sjál va er best at sleppa und­ an at bora á vetrartíð sigur Petur Joensen. Eingin oljuboring í summar Tað er hesin boripallurin, West Phoenix, sum verður seinkaður til boring á landgrunninum í summar, og sum nú kemur til Føroya í februar ístaðin Petur Joensen, stjóri í Jarðfeingi: -Best fyri allar partar ikki at bora um veturin