Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-21, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. apríl 2009síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 75 - 21. apríl 2009 Kastrup tapir kapping Vandi er fyri, at Kastrup-flogvøllurin fer at tapa kappingina við flogvallirnar í Oslo og Stoclkholm um ferðafólkini. Tað heldur í hvussu er leiðslan í SAS. Stjórin í flogfelagnum sigur við Jyllands-Posten, at hann vil fegin hava framburð á øllum trimum flogvallunum, men hann heldur, at flog- vallirnir í Oslo og Stockholm hava ein meiri nútímans og ágangandi hugburð enn Kastrup. Ferðafólkatølini vísa, at stjórin hevur rætt, tí Kastrup hevur mist fleiri ferðafólk enn Oslo og Stockholm. Sambært Jyllands-Posten hevur flogvøllurin í Keypmannahavn mist 800.000 ferðafólk tríggjar teir fyrstu mánaðirnar í ár. Veksandi arbeiðsloysi til 2011 Stjórin í danska tjóðbankanum, Nils Bernstein, væntar, at arbeiðsloysið í Danmark fer at veksa í ár og næsta ár, men at vend kemur í í 2011. Men tá er tørvur á vend, tí sambært framrokningunum hava 190.000 danir einki arbeiði við árslok næsta ár. Nils Bernstein sigur við Berlingske Tidende, at hóast flestu danir fáa meiri pengar at ráða yvir í ár og næsta ár orsakað av skattalætta, slepst ikki undan einum bakkasti. Hann er ikki millum teirra, sum halda, at stórar almennar íløgur kuynnu loysa kreppuna. Vit sleppa ikki undan niðurgongd, sigur tjóðbanmkastjórin. - Vit gjørdu av at seta eitt “apparat” í gongd og skipa okkum sum best við teimum førleikum og møguleikum, vit hava í landinum. Eg haldi avgjørt, at hetta var ein røtt avgerð, tí alt annað vildi verið ikki at tikið málið í fullum álvara, sigur Jóhanna Olsen Mynd: Brimil Tá Olshana fórst við Flesjarnar gjørdu fjølmiðlar rættiliga nógv burtur úr, at ov lítið varð gjørt til tess at fyribyrgja, at skipið fór til botns við nógvari olju. Hesaferð kann eingin lasta átaksleiðsluna fyri, at tey ikki tóku málið um Kaptain Gorbatjov í fullum álvara Mynd: Jens Kr. Vang At missa olju á sjógv hjá russiska trolaranum, Kap­ tain Gorbatjov, verður ein dýrur umgangur fyri reið­ aríið. Rokningin hjá Innlendismálaráð­ num fyri tilbúgving og upprudding verður einar 700.000 krónur Umhvørvi Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Beint áðrenn Sosialurin fór úr Miðlahúsinum um middagsleitið í dag, fingu vit orð á Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í Inn- lendismálum. Hon sigur, at tey hava gjørt tilbúgvingararbeiði í sambandi við oljuna, sum Kaptain Gorbatjov herfyri misti á sjógv, upp til umleið 700.000 krónur. - Hetta er tað, sum til- búgvingararbeiði hevur kostað okkum at byrgja uppfyri tí, sum kundi henda, um illa vildi til. Landsstýriskvinnan sig- ur, at hetta verður rokning- in og sektaruppskotið, sum reiðaríið, ið eigur russiska trolaran, fær at gjalda fyri henda partin av arbeiðnum, ið stóðst av, at skipið misti olju á sjógv. - Álagt verður reiðarín- um at veita okkum banka- trygd fyri hesum 700.000 krónunum umframt teim- um 50.000 krónunum, sum er bótin fyri, at skipið í minsta lagi misti 1000 litrar av lættari tungolju á sjógv, sigur Annika Olsen. Aðru ferð Landsstýriskvinnan vísir á, at hetta er aðru ferð í hennara tíð sum landsstýr- iskvinna, at eitt sektarupp- skot um olju, sum fer á sjógv, verður skrivað, og í fyrra førinum var talan eis- ini um ein russiskan trol- ara. - Vit hava soleiðis ikki traditión fyri at skriva slík sektaruppskot og vóna heldur ikki, at hetta verður afturvendandi. Annika sigur, at í fyrra førinum var oljan, sum fór á sjógv, gjørd upp til í minsta lagi at vera 500 litrar, og fyri hetta brot á havumhvørvislógina fekk skiparin sektaruppskot upp á 25.000 krónur. - Nú er Umhvørvisstovan komin fram til, at oljan, sum hesaferð fór á sjógv, í minsta lagi snýr seg um 1000 litrar, og tí ljóðar hetta sektaruppskotið upp á tvífalt so stóra upphædd, nevniliga 50.000 krónur. Broyta kunngerð At lata olju á sjógv, verður soleiðis ein dýrur umgang- ur hjá russiska skiparanum og reiðaríi hansara. Men Annika Olsen stað- festir, at landsstýrið als ikki vil síggja ímillum fingrarnar við slíkum, ið hóttir umhvørvið. - Vit arbeiða nú við eini kunngerð, sum setir skip- um forboð fyri at bunkra innanfyri 12 fjórðingar úr landi. Hon vísir á, at Føroyar nú hava oljuhavn, sum kann veita skipum tung- olju, og nýggja kunngerðin, sum fer at koma, fer eisini at seta ymiskar treytir við, hvussu viðurskiftini skulu skipast, og hvør útgerð skal verða í eini slíkari oljuhavn. - Vit vilja, at viðurskiftini við bunkring skulu skipast betri, so vit ikki afturvend- andi koma út í slíkar trup- ulleikar, sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna. Dýrur um- gangur hjá Gorbatjov