Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-21, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. apríl 2009síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 75 - 21. apríl 2009 Kvinnur stýra útflutninginum Í tí nýggja Útflutningsráðnum, sum íslendska stjórnin hevur tilnevnt, er meirilutin kvinnur, og tað er ikki hent fyrr í 22 ára gomlu søgu ráðsins, skrivar Morgunblaðið. Av teimum sjey limunum, sum vinnulívið og stjórnin tilnevna, eru fýra kvinnur, og tríggjar teirra eru tilnevndar av stjórnini. Høvuðsuppgávan hjá Útflutningsráðnum er at virka fyri at betra møguleikarnar hjá íslendskum fyritøkum at selja vørur og tænastur uttanlands. Íslendska stjórnin hevur annars lagt fram uppskot um at skipa ein serligan stovn, sum millum annað skal røkja tær uppgávur, sum Útflutningsráðið nú hevur. Uppskotið verður ætlandi samtykt seinni í ár. Reiðarí ógilda sáttmálar Tey vánaligu búskaparútlitini hava fingið norsk reiðarí at sleppa fleiri sáttmálum við skipasmiðjurnar um nýggj skip. NTB skrivar, at fyribils snýr tað seg um meiri enn 40 skip, sum ikki verða bygd kortini, og tilsamans er talan um sátt­ málar fyri meiri enn 12 milliardir norskar krónur. Umleið 30 av nýbygningunum skuldu eftir ætlanini byggjast uttan­ lands. Norskar skipasmiðjur hava fingið boð um ellivu skip, sum vóru bíløgd, men sum ikki skulu byggjast kort­ ini. Av teimum skuldu níggju byggjast til norsk reiðarí. Sektaruppskotið, sum Umhvørvisstovan hevur lagt fyri skiparan á Kaptain Gorbatjov, byggir á, at í minsta lagi 1000 litrar av lættari tungolju fóru á sjógv og rokningin, sum er áløgd at gjalda fyri brot á havumhvørvislógina, ljóðar upp á 50.000 krónur Umhvørvi Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Seinnapartin í gjár handaði Umhvørvisstovan, sum er stovnur undir Innlendis­ málaráðnum, skiparanum á russiska trolaranum, Kap­ tain Gorbatjov, sektarupp­ skot fyri olju, sum trolarin hevur latið á sjógvin. Sektaruppskotið, sum varð handað Faroe Ship, ið umboðar reiðaríið, sum eig­ ur skipið, ljóðar upp á 50.000 krónur. Skiparin á Kaptain Gorba­ tjov hevði freist til á mid­ degi í dag at taka støðu til sektaruppskotið. Torfør meting Jóhanna Olsen, deildarleið­ ari á Umhvørvisstovuni, sig­ ur, at tað er ógvuliga torført ítøkiliga at gera upp, hvussu nógv olja er farin á sjógv, men tey eru komin eftir, at nøgdin í minsta lagi snýr seg um einar 1000­5000 litrar. Hon vísir á, at tað hevur ikki gjørt kanningararbeiði lættari, at nøgdirnar av olju umborð á skipinum eru so stórar, og at skiparin ikki hevur viljað viðgingið, at skipið hjá honum er orsøk til oljuna, sum fór í havið. ­ Vit hava valt at byggja sektaruppskotið á eina “konservativa” meting, sum hon tekur til, og henda met­ ing er, at í minsta lagi 1000 litrar av lættari tungolju eru farnir á sjógv. Talan er helst um størri nøgdir, men hetta er tað, sum vit hava valt at halda okkum til fyri at vera vís í okkara søk. Hon sigur, at tað er lutur­ in hjá Umhvørvisstovuni er at gera upp, hvussu nógv olja er farin á sjógv, og hvussu stór rokningin fyri hetta brot á havumhvørvis­ lógina skal vera. ­ Hin parturin er kostnað­ urin av átakinum, sum sett varð í verk og uppruddingini annars, og hetta er ein part­ ur, sum Innlendismálaráðið tekur sær av. Endurgjaldskrav Spurd, um talan soleiðis verður um tvey sektarupp­ skot, sum skiparin á Kaptain Gorbatjov fær, sigur Jóhanna Olsen, at tað hevur hon sum so onga viðmerking til, tí hetta er ikki teirra borð, sum hon tekur til. ­ Men eg ímyndi mær, at eitt krav um endurgjald fyri átak og upprudding aftrat verður reist, og at reiðaríið noyðist at veita bankatrygd fyri hesum, áðrenn skipið verður leysgivið, sigur hon. Deildarleiðarin á Umhvørvisstovuni leggur dent á, at tað ikki skal “loysa seg” hjá nøkrum at dálka havumhvørvið og umhvørvið annars við olju. ­ Hetta er eisini tað “sign­ al”, vit eiga at senda. Hend­ ingin við Kaptain Gorbatjov vísir okkum, hvussu nógv ein lutfalsliga lítil nøgd av hesi olju kann gera um seg. Skipið hevði júst bunkrað 450.000 litrar av olju, og um bara ein lítil partur av hesum var farin á sjógv, kundi hetta elvt til eina stóra og umfatandi umhvørvisvan­ lukku, sigur Jóhanna Olsen. Gleðiligur endi Sosialurin kann leggja aftrat, at tá ein annar russ­ iskur trolari – Olshana ­ fórst við Flesjarnar, gjørdu fjølmiðlar rættiliga nógv burtur úr, at ov lítið varð gjørt til tess at fyribyrgja, at skipið fór til botns við nógv­ ari olju. Nógvir spurningar vórðu reistir, og ein av hes­ um var, hví oljan ikki varð tikin upp úr skipinum, áðr­ enn tað var hálað av aftur Flesjunum og sakk. Nú Kaptain Gorbatjov var orsøkin til, at olja fór á sjógv, varð ein rættilig átaksleiðsla skipað, sum at síggja til tók hetta mál í stórum álvara. Og kanska vil onkur, nú líkt er til, at hetta ikki gjørd­ ist tann stóra náttúruvan­ lukkan, siga, at hetta bara var sum “storm i et vand­ glas”, sum danir taka til. ­ Nei, soleiðis vil eg avgjørt ikki rópa hetta. Vit eiga avgjørt at taka eitt slíkt mál í fullum álvara, men í dag kunnu vit bara fegnast um, at hetta eftir øllum at døma ikki gjørdist ein nátt­ úruvanlukka, sigur deildar­ leiðarin. Sá verri út Jóhanna Olsen vísir á, at klokkan var um 20, tá fólk boðaðu frá, at tey sóu olju aftur úr russiska trolaranum, og kvøld og myrkur stund­ aðu til. ­ Tí var óvissan alla tíðina stór um, hvussu stórar nøgd­ ir av olju, talan í veruleikan­ um var um. Vit gjørdu av at seta eitt “apparat” í gongd og skipa okkum sum best við teimum førleikum og møguleikum, vit hava í landinum. Eg haldi avgjørt, at hetta var ein røtt avgerð, tí alt annað vildi verið ikki at tikið málið í fullum álvara, sigur deildarleiðarin Umhvørvisstovuni. Tað var rætt at seta hetta átak í gongd