Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-21, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. apríl 2009síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 75 - 21. apríl 2009 13 Tá krubban er tóm bítast hestarnir Nú um dagarnar hoyra vit um, at arbeiðið við at gera fíggjarlógina fyri 2010 er byrjað. Hvussu kann minkast um undirskotið, hvat kann skerjast, og hvar kann samgongan sleppa framat við spariknívinum? Jú, lættast er sjálvsagt at leypa uppum, har garðurin er lægstur, og hvar er so tað? Sjálvsagt er tað tann vanligi skattgjaldarin, sum enn einaferð skal bløða. Javnarflokkurin við Jóannesi Eidesgaard á odda, vísir á møguleikan at avtaka sjómansskattin, minkaðan rentustuðul, mvg, at tímalønt sjálvi gjalda læknaváttan, minkaðan pápapening o.s.v. Heilt erligt, er ætlanin tann, at avlaga fiskivinnuna fullkomuliga? Hetta er ikki fyrstu ferð, at tosað verður um at avtaka sjómansskattin. Við lóg hækkaði skatturin, t.v.s. vit høvdu frádrátt sum var 15% av 500,000 kr., hesin bleiv lækkaður til 14% av 470,000 kr. Men ikki tí, tosað hevur verið um at minka veiðutrýstið og eg trúgvi, at tað hendir, um sjómansskatturin verður avtikin. Tí, sum nú er, liggur ein partur av flotanum, deils av vánaligu fiskaprísinum og harvið truplum skiparakstri. Uttan iva kemur ein nógv størri partur av flotanum framyvir at liggja, grundað á manningartrot, tá/um sjómanskatturin er avtikin. Í øðrum londum t.d. Noreg hava teir hækkað frádráttin til sjómenn, fyri at fáa fólk at manna fiskiflotan, meðan vit her á landi velja at gera júst tað øvugta. Nær fara landsins politikarar at vísa ágbyrgd fyri sínum gerðum? Hví ikki byrja sparingarnar innan teir politisku karmarnar? Hví ikki avtaka uppsagnarlønina og tær stóru upphæddirnar í koyripengum, sum einans politikarar fáa hendur á, ikki tann vanligi borgarin? Og tær ymisku pensjónirnar sum eru arvaligar?? Eg haldi, at tann vanligi skattgjaldarin bløðir nokk og meir enn nokk eisini. Ein møguleiki er eisini at lækka tingmannalønina. Sagt við øðrum orðum, byrjið við tykkum sjálvum fyrst, fáið síðani fólkið við. Fólk sum hava sett seg í búgv, hava sjálvandi tikið fyrivarni viðvíkandi rentustuðli. Fyri sjófólk er hædd sjálvandi tikin fyri sjómansskattinum, og tað eru bankarnir, sum seta roknistykkið upp fyri kundarnar. Bankarnir siga nei til lán, um tú ikki hevur ein ávísan uppspardan tøkupening, sum er ætlaður til at breyðføða og klæða familjuna. Nú sær ikki mætari út, enn at grundarlagið fyri einstøku familjuni kann syndrast, nú hestarnir bítast í Tinganesi, tí botnurin í krubbuni sæst. Nei, byrjið við tykkum sjálvum fyrst og vísið Føroya fólki, at tað er føroyskur mergur i ryggsoyluni á tykkum. Jau, tú las rætt. Tað er nokk av olju at finna í Føroyum. Vit eru faktiskt so mikið framkomin í Før­ oyum, tá tað kemur til olju­ leiting, at ongin grund er at uppsøkja oljuna, tí hon kem ur til okkara. Um vit bara taka sein­ astu vikuna, so hevur Nóls­ oyarfjørðurin pumpað tús­ undtals litrar av oljupeng­ um inn í tað føroyska sam­ felagið. Vit hava faktiskt so nógva olju, at vit meir enn fegin vilja deila hana við okkara fiski, goggum og hvalspýggjum. Endiliga havi eg fatað hugskotið handan Atlantic Petrolium & Co. Tá Før­ oyar leita eftir olju, so merk ir tað faktiskt, at Føroyar leita eftir olju, sum skip hava latið út í havið. Tað hevur onki við boriplatformar at gera. Teir virka bara sum "aflednings manøvre" í tí stóru ætlan­ ini. Á henda hátt kunnu vit tjena tons av pengum upp á oljubøtur. Vit skulu sostatt virka sum fremsti oljukøst­ ur í heiminum og kunnu lættliga tjena milliardir, um vit bera okkum rætt at! Endiliga sleppur fólkið at merkja ágóðan av áralang­ ari gransking innan olju­ vinnuna, sum í síðsta enda fer at bjarga Føroyum. Vit kundu eisini tikið stigið fult út. Nú fólk í álv­ ara tosa um kjarnorku sum eina alternativa orku. Hví ikki byrja við kjarnorku royndaspreingingum? Vit kunnu loyva londum, sum ikki liggja við havið at royndarspreingja í okkara havi. Kanska tað er tann alternativa vinnan, sum skal til fyri at bjarga Føroyum úr kreppuni? So verða vit eisini tjóðin, sum fer at hava flest nýggj sløg av fiski við tveimum stertum, trimum høvdum o.s.fr.. Vit verða tað nýggja Galapagos og ferðavinna fer helst endiliga at fáa tað síðsta sparki, sum ger at Føroyar verða heimsins nalvi. Nei seriøst. Nú mugu tit fólkavaldu og komm unur­ nar for f.... taka tykkum saman og fáa skil á hesum óskilinum. Ger ein lóg, har tað snýr seg um millióna­ bøtur, har oljulekar gera seg galdandi. Tað kann ikki vera rætt, at tað føroyska havumhvørvið skal verða synonym við lort. Seinastu tíðina hevur nógv tjak verið um hvat skal gerast, nú fíggjarlógin í 2009 vísir eitt stórt hall, samstundis sum fíggjar­ og búskaparkreppan eisini rakar okkum. Hetta er á ein hátt at blanda tingini sam­ an, sonevnda struktu rella hallið á fíggjarlógini er ikki nýliga íkomið, meðan búskaparin byrjaði at vísa krepputekin á heystið 2008. Alheims kreppan Skulu vit basa alheims­ kreppuni, sum nú er íkom­ in mugu, vit føra ein poli­ tikk, ið hevur til endamáls: at byrgja upp fyri arbeiðs­ loysi, at gera tað møguligt hjá fólkinum at vera ver­ andi í Føroyum og at byrgja upp fyri, at økini kring landið verða niður­ lagað. Tí er yvirskriftin tryggleiki, vanliga fólki, ung sum eldri eins og kommununar mugu kenna seg tryggan skilt á tann hátt, at tey mugu verða vís í, at sjálvt um myrk skýggj eru á luftini, so fer lands­ stýrið ikki at føra ein politikk, ið er við til at skapa ótryggleika og skrykkja tilveru grundar­ lagið undan teimum. Lyklaorðini til henda politikk eru tiltøk, ið verja umhvørvi, skapa virksemi og útbúgva og førleika­ menna okkara arbeiðsmegi. Arbeiðsloysi Fyri at fyribyrgja vaksandi arbeiðsloysi mugu virk­ semisskapandi tiltøk setast í verk og er komandi bústaðarpakkin, saman við tiltøkum at bjálva og við­ líkahalda almennar bygn­ ingar, ein góð byrjan. Har­ aftrat mugu serlig tiltøk ger ast fyri tey ungu og er endurreisn av skipanini »ung í arbeiðið« eitt amboð. Fráflyting Skal samfelagið framvegis hava møguleikar at menn­ ast mugu, vit gera íløgur í at førleikamenna okkara arbeiðsmegi, og tí skal útbúgving, umskúling og eftirútbúgving raðfestast hægri enn í dag. Niðurlaging av økjum Longu nú eru fleiri komm­ unur í álvarsomum fíggjar­ trupuleikum. Vilja vit fram vegis varðveita virðis­ skapandi framleiðsluna kring landið, mugu átøk gerast. Vit eiga at skipa kommununar í størri eindir, so tær hava møgu­ leikan at hava ein ratio­ nellari rakstur enn í dag. Serlig atlit mugu takast til tey økini, ið eru sárbar fyri konjunkturbroytingum, sum til dømis Klaksvík. Íløgur eiga at gerast innan eldraøkið og rætt hevði verið at fingið fleiri almenn arbeiðspláss kring landið, sum ein mótvekt til konjunktursveiggini. Strukturella hallið Strukturella hallið er, sum so, ein eldri trupulleiki. Byrjanin skal finnast í tíðini undir fullveldis sam­ gonguni 1998 til 2002, tá ið almennu útreiðslurnar vórðu øktar við nærum 1 milliard og blokkurin var skorin, uttan at almenni sektorurin var tillagaður hesa broyting í fíggjarligu fortreytunum. Frá 2002 og til 2008 hevur samfelagið mist 3,8 milliardir í inn­ tøku orsakað av blokk­ niður skurðinum. Búskapar­ politikkurin hjá ABC samgonguni, ið sat frá 2004­2008, fyrihelt seg heldur ikki til henda verðuleika. Fokus á búskapar­ kreppuna Sum nevnt í byrjanini, so hava vit undirskot á fíggjar lógini.Eisini hava vit nakrar bygnaðarligar trupulleikar, bæði innan almenna sektorin og fiskivinnuna, og vit verða rakt av tí heimsumfatandi búskaparkreppuni. Hetta eru alt trupulleikar ið vit mugu fyrihalda okkum til. Fleiri flokkar fokusera einamest upp á hallið á fíggjarlógini. Fyri Javn­ aðarflokkin er ongin ivi, vit eiga fyrst og fremst, at fokusera upp á at byrgja upp fyri alheimskreppuni og síðan á hinar trupul­ leikarnar. Hetta skal ikki skiljast sum, at vit onki skulu gera við strukturellu trupul­ leikarnir. Teir eru íkomnir yvir eitt langt áramál og mugu loysast við tiltøkum yvir eitt longri áramál. Onkursvegna mugu tiltøk­ ini samskipast. Allheims­ kreppan leikar her og nú, og hava vit ikki fokus á at tálma teir trupulleikar, ið standast av kreppuni her og nú, so kunnu vit fáa enn fleiri trupulleikar, ið fara at merkja føroyska sam­ felagið nógv ár fram í tíðina. Annfinnur GArðAlíð HerGeir StAkSberG løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin eyðGunn SAmuelSen So funnu vit olju... enn einaferð Búskaparpolitikkurin skal borga fyri tryggleika Hetta var ein yvirskrift á portalinum 9.4.2009. Beint undir yvirskriftini var mynd av Jóannes Eidesgaard, og víðari ein stutt samrøða við nøkrum setningum, sum JE skuldi hava sagt. Tað var journal­ istur á Sosialinum, Eirikur í Jákupsstovu, sum hevði skrivað greinastubban. Eg føldi meg noyddan at brúka henda stubban í tíðar grein í Sosialinum um óverdugu støðuna hjá teim eldru í Havn, tí tað ljóðaði sum javnaðarformaðurin ætlaði at spara á eldra øki­ num, sum frammanundan er alvorliga forsømt, ser­ liga í Havn. Eidesgaard dementerar so yvirskriftina Nú hevur JE dementerað, og sagt at yvirskrivtin ikki eru hansara orð. Hvørjum skal man nú trúgva? Eg má allarfyrst siga, at tað er ógvu liga beklagiligt, at ein landsstýrismaður (hóast páskadagar), er so seinur at dementera, um tað hevur nakað upp á seg. Var yvirskriftin rætt citat? Ella vóru orðini sett saman av journalistinum Eiriki í Jákupsstovu? Yvirskriftin, sum verður heft uppá Jóannes Eides­ gaard er IKKI beinleiðis citat. Eg vendi mær til Eirik í Jákupstovu (EJ), og spurdi um hann kundi doku men­ tera, at Eidesgaard hevði sagt so: »Finna sparingar á eldraøkinum«. Tað kundi hann IKKI. Í fyrsta svari (Mail 15.4.2009, kl 11:47) sigur EJ: »Og at hann sigur, at útreiðslurnar til eldraøkið vaksa óvanliga skjótt, er tað, hann segði«. Hvat??? Tað at útreiðslurnar vaksa skjótt, og so at siga at spara – tað hongur ikki saman! Ikki orðarætt Eg var ikki nøgdur við svarið, og spurdi eina ferð aftrat. Tá var svarið: »Hann hevur ikki orðarætt sagt, at sparingar skulu finnast á eldra økinum…« (Mail 16.4.2009, kl 12:11) Altso er yvirskriftin ikki orðini hjá Eidesgaard, men hjá Jákupsstovu! Orðaskiftið millum Jákupsstovu og meg endar við einum maili, har hann sigur: »Sitatini í greinini kunnu bera yvirskriftina«. Hetta er bara ein annar máti at siga og viðganga, at yvirskriftina hevur Jákupsstovu sjálvur funnið uppá. Tað, at konstatera at útreiðslurnar á eldraøkin­ um vaksa skjótt, kann eftir mínari hugsan IKKI bera eina yvirskrift sum fokuserar uppá sparingar. 17.04.09 »Finna sparingar á eldraøkinum« rolf GutteSen