Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-21, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. apríl 2009síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 75 - 21. apríl 2009 Í farnu viku hevði Rolf Guttesen eina grein í Sosial­ inum, ið hann kall aði: ”Í Havn er støðan hjá teim eldru, sum krevja røkt, ikki góð”. Rolf dugir væl at skriva, og ofta eru hansara meiningar bæði góðar og bein raknar. Sama kann sigast um blaðgrein ina, har hann lýsir vánaligu støðuna hjá teinum gomlu í høvuðs­ staðnum. Rolf vísir á, at tað bert eru áleið 100 røktar­ heims pláss í komm un uni, sjálvt um tørvur er á minst tí dupulta, tí 100 fólk standa á akutta bíðilist anum fyri at sleppa á røkt ar heim. Eg eri púra samdur við Rolf um, at støðan er syndarlig í Tórs­ havn, tá talan er um at geva okkara gomlu sømulig kor. Skeiv adressa Rolf Kortini má eg koma við eini rættleiðing til part av grein­ ini hjá Rolf, og átti ein mað­ ur sum hann at kannað, um tað er rætt, sum hann skriv­ ar. Rolf skriv ar undir brotin­ um: »Havnin svav í tíman­ um«. »Hvussu ber tað so til, at Eysturoyggin og Norð­ streym, til dømis, hava bygt, og klára tørvin. Tá landið í árunum 2002­5 setti pengar av til enda mál ið, vóru hesar kommunur skjótar at og søktu. Men Tórshavnar kommuna, við Jan Christ­ iansen sum borg arstjóra, gloymdi ella var ov sein at søkja um ta røttu upphædd­ ina, sum kundi dekka tørvin í Havn. Ein borgmeistari svav í tíman um.« Ikki svav borgmeistarin Tíverri er hasin parturin av greinini hjá Rolf beinleiðin skeivur. Tórshavnar komm­ una søkti sjálvsagt um stuð­ ul til at bygga ellis­ og røktarheim. Stuðulin bleiv játtaður, og fóru vit beinan­ vegin undir at bygga. Fyrst umbygdu vit gomlu Marinu­ støðina til røktar heim, ið nú fekk navnið Tjarnagarður, og har vit fingu 10 búpláss umframt eitt dagtilhald fyri minnis veik gomul fólk. Eisini bleiv heimið í Vallalíð bygt tá, og har kunnu 16 gomul búgva. Prosjekt bleiv eisini gjørt, og byrjað varð at byggja nýtt røktarheim afturat Tjarnagarði, og í dag búgva 24 eldri har. Tað vil siga, at 50 ellis­ og røktar­ heimspláss blivu bygd ella sett í gongd í býráðssetuni frá 2000 til 2005. So Rolf, ikki kanst tú siga við røttum, at táverandi borgmeistari svav í tímanum. Av teimum áleið 100 ellis­ og røktar­ heims plássumum í komm­ un uni blivu 50 ­ ein helvt ­ av hesum samtykt av býráð­ manningini frá 2000 til 2005. Kanska átti eg at sagt, at tey blivu øll bygd og betalt uttan at ein króna bleiv tikin í láni.0 Við lántøku verða allir búskapirnir í Europa og i USA í hesum døgum dýkt ir undir í pengum. Tað almenna í Vesturheiminum tykist ikki kunna skylda nóg mikið um bara tað afturfyri megnar at halda samfelagshjólini mælandi. Men hesin logikkur er ikki galdandi fyri løgmann. Hann (og ikki landsstýris maðurin í fíggjarmálum!) sigur í tíðindaskrivið í gjárkvøldi á portalinum, at arbeitt verður við at fáa landskassahallið burtur eftir fáum árum. Hetta má sigast at verða ambitiøs tala og rættiliga bjartskygt í hesum døgum tá ið serfrøðingar annars spáa føroyska landskassa hallið fyri í ár og tvey tey komandi árini at fara at liggja um einar 1,6 milliardir tilsamans. Viðari sigur løgmaður í tíðindaskrivinum, at: ”… Landsstýrið hevur avtalað, at tað ikki meldar út, fyrr enn øll uppskot, sum hoyra til bygnaðar­ og vakstrar­ pakkan eru viðgjørd, og at ein ávís trygd er fyri, at undirtøka er fyri ætlan un­ um…” Jamen lands stýris­ maðurin í fíggjarmálum hevur longu meldað út, hvørji uppskot eru møgu lig. Tað segði hann frá Løgtingsins røðarapalli mikudagin. Hann nevndi møguleikan at avtaka rentustuðulin til sethúsa lán, at avtaka sjómanna­ frádráttin, at avtaka minstulønina, at leggja gjøld á DISarar og at innføra tilfeingisgjald. Hetta kundi bara skiljast sum, at hetta hoyrir til bygnaðar­ og vakstrar pakkan hjá landsstýrinum. Hvør trygd er fyri, at undirtøka er fyri hesum ætlanum fingu vit tó sjón fyri søgn beinanvegin, tá ið samgongutinglimir við tað sama reageraðu negativt uppá úttalilsini hjá fíggjar­ málaráðharranum. Ongin reageraði positivt! Hvat løgmaður so fær kyrra tey til, vilja komandi dagarnir vísa! Nú sigur løgmaður í tíðindaskrivinum, at hallið skal burtur! Hetta var ikki tað sum fíggjarmálaráð­ harrin segði, so kanska skulu vit lesa okkurt millum reglurnar í tíð indaskrivnum frá løg manni, um ætlanirnar hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum. Men fær løgmaður rætt, og hallið verður burtur eftir fáum árum, og hetta gongur útyvir arbeiðsloysið og fólkafráflytingina er lítið vunnið. Tí trúgvi eg, at betra ambitónin er at avmarkað hallið til at verða so lágt sum møguligt, og afturfyri varðveita fólkið úti á arbeiðsmarknaðinum og harvið forða fyri øktari fólkafráflyting. Samstundis sum vit fáa rætta uppá bygnaðartrupulleikar í føroyska búskapinum. Táið tú skjýtur niður, mást tú eisini skjóta upp! Tað átti at verið eitt minsta krav at sett einum politikara, at hann kom við einum alternativi, hvørja ferð hann skjeyt hugskot hjá einum øðrum politikara niður. Hetta kom mær til hugs nú landsstýrismaðurin í fíggjarmálum kom við omanfyri nevndu boðum uppá, hvat kann gerast til tess at basa ávegis fíggjar­ kreppuni. Ikki óvæntað fóru bæði Gerhard Logn berg og Annfinn Kallsberg uppá bakbeinini, tá ið teir hoyrdu, hvat JE ætlaði: avtaka rentustuðulin til sethús, avtaka sjómanna frádráttin, avtaka minstu lønina og leggja gjøld á DISarar og innføra tilfeingisgjald o.a.m. Hesum vildu hvørki Gerhard ella Annfinn vita av. Gerhard látst at koma við einum alternativi. Men trupulleikin við “alternativ­ inum” var, at tað var rætti­ liga populistiskt og snúði seg um einar tvær mió kr í minni útreiðslum, og kunnu hesar neyvan brúk ast sum alternativ til tær fleiri hundrað milliónir krónurnar, sum Jóannes Ejdesgaard mælti til í minni útreiðslum og meir inntøkum. Men Gerhard var stuttligur, og so vóru úttalilsini vældekkað av loftmiðlunum. So enda­ málið hjá Gerhard varð ivaleyst rokkið. Alternativið hjá Annfinn Kallsberg um at avtaka allan lønarvøkstur komandi ár, er nakað heilt annað, og rættilga provokerandi. Men mest av øllum boðar henda samrøðan við AK í bløð­ unum frá, at samgongan skjýtur í allar ættir, og at har er onki samgongustev yvirhøvur.. Samstundis sum AK mælti til null lønarvøkstur komandi ár, vísti hann øllum hugskot um frá Jóannes Ejdesgaard frá sær í samrøðuni. Og tað, sum Annfinn sigur, sigur allur Fólkaflokkurin! Og teir eru ein triðingur av samgonguni. Tað sigur okkum so mikið sum, at her er ongin samgonga. Tey eru saman, gott nokk, men ikki um nakað! Tí er heldur onki, sum kann slíta tey sundur! Fíggjarmálaráðharrin stendur einsamallur Onkur hevur sagt, at ein politikkari eigur at vita, hvat skal gerast, áðrenn tað er eyðsýnt fyri ein og hvønn, at okkurt skal ger ast. Hetta er eisini gald andi fyri ávegis fíggjar­ og búskapar krepp­ una: okkurt má gerast nú, áðrenn øll síggja og góðtaka tað sum gjørt verður. Tá kann tað verða ov seint! Tí noyðast samgongutingfólk at bakka Jóannes Ejdesgaard betur upp, enn tey gera. At síggja til, fær hann ikki nógvan stuðul frá sam­ gongu feløgum, hvørki úr egnum flokki ella úr hin um. Vóni ikki at hesi bíðja til tað er eyðsýnt fyri ein og hvønn, hvat skal gerast. Tey samgongutingfólk sum reagera uppá hansara boð, skjóta allir uppskotini niður. Restin sum telur 17 samgongutingfólk, siga onki. Als onki! Tí er Jóannes Ejdesgaard óunniliga einsamallur á politiska pallinum. Teir tríggir sum aftur og aftur reagera eru Magni, Ann finn og Gerhard og sum allir reagera negativt. Ongin av hinum 17 sam gongutingfólkunum sigur eitt orð alment, sum stuðlar Jóannesi Ejdesgaard. Og tað haldi eg, er orsøkin til, at vit onki uppskot síggja á tingborði. Samfelagslig javnvág Tað verður arbeitt so miðvíst við einum bygnað ar og vakstrarpakka, sigur løgmaður í tíðindaskriv­ inum. Vónandi tekur hesin pakkin atlit at, at hesi trý eru so lág sum møguligt: landskassahallið, arbeiðs­ loysið og fólkafráflytingin. Nú vita vit ikki, hvussu drúgv ella djúp kreppan verður. Men við hasum atlitum taka vit hædd fyri at komandi valskeið og møguliga børn okkara ikki yvirtaka ein landskassa, sum bindur tey niður í skuld. Heldur ikki skulu tey yvirtaka eitt samfelag, har arbeiðsloysið er so høgt, at tey verða drigin at hinum búskapunum í Europa, sum hava lágt arbeiðsloysi, orsakað av ovurhonds skuldini hesir búskapir lántu seg til við tí eina endamáli at varðveita virksemi og fólkið. Jú, sanniliga er ein javn­ vág neyðug. Og henni vil eg ynskja fíggjarmálaráð­ harranum hepna hond við. Nú veit eg ikki heilt, hvussu pakkin fer at síggja út. Men konstruktiva viðgerð skalt hann fáa frá Tjóðveldinum. Nú er neyð ugt at standa saman og taka felags ábyrgd! Skulu vit lána ella gjalda? AnnitA á Fríðriksmørk Rættleiðing til Rolf Guttesen býráðslimur JAn ChristiAnsen Kunngjørt verður, at kæra mamma, omma og vermamma okkara Elsa Arge andaðist á Landssjúkrahúsinum sunnudagin 19. apríl, 65 ára gomul. Børnini Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, nær og fjar, sum sýndu samkenslu, tá ið kæra kona, mamma, vermóðir, omma og langomma okkara Marita Pállsdóttir Mohr doyði og varð jarðað. Vit takka prestunum Ann Hansen og Sonju Klein fyri troystarrík og vøkur orð í kapellinum og Havnar kirkju. Øll tey mongu, sum fylgdu Maritu frá Lágargarði og úr Havnar kirkju til hennara seinasta hvíldarstað, takka vit. Fyri blómur, kransar og peningagávur til Alzheimarfelagið, allan stuðul og hjálp, eisini til ervið, takka vit. Kirkjutænarum, organisti við kirkjutónleiki, sangarum, solosangara við undirspæli og gravarum veita vit okkara hjartans tøkk. Fyri ta góðu røkt, Marita fekk á Lágargarði tey mongu ár, eru vit takksom fyri. Vegna tey avvarðandi Heri Mohr Dagurin 21. apríl. Florentius. Fleiri halgimenni eru við hesum navni. Hesin dagurin er ásettur til minnis um teir allar. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008) 100 ára føðingardagur Týsdagin 21. apríl verður Elsa Olsen, Argir, 100 ár. Dagurin verður hildin í Róðrarneystinum á Argjum frá kl. 15.00 til 19.00. Øll eru hjartaliga vælkomin. Brúdleyp Leygardagin 25. apríl kl. 15 giftast í Hoyvíkar kirkju Marjun Jørgensen og Regin Midjord. Brúdleyp verður fyri innboðin í HB húsinum kl. 18. Brúdleyp Flaggdagin, 25. apríl, giftast Hansina Debes og Kári Durhuus. Vígslan verður í Dómkirkjuni kl. 16.00. Veitsla verður fyri innbodnum á Hotel Føroyum kl. 18.30. Brúdleyp Leygardagin 9. mai 2009 giftast Marna Kristiansdóttir, Saltnes og Kaj Ennigarð, Syðrugøta. Vígslan verður í Nebo á Toftum kl. 13.00 og veitslan verður í Bygdarhúsinum í Leirvík kl. 18.00. Tey sum ynskja at gleða okkum við at koma, verða biðin um at siga okkum frá áðrenn 26. apríl á tlf. 258913 / 448319 (Marna) ella 593905 / 441523 (Kaj). Brúdleyp 16. mai giftast Fríðunn Steinberg, Klaksvík, og Jari Mellem­ gaard, Hvalba. Vígslan verður í Vitninum í Hvalba kl. 14.00. Veitslan verður í Roynhøllini kl. 18.30. Tey, ið ynskja at gleða okkum við at koma, kunnu tekna seg á tlf. 225542 ella tlf. 375333 innan 29. apríl.