týsdagur 21. apríl 2009síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 75 - 21. apríl 2009
15
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Ørindini, sum her eru nevnd, eru
úr fyrsta yrkingasavni Alexandurs
– 17 yrkingar – við fjøll og bláan
fjør. Hetta savnið kom út 1972. .
23. apríl í ár verður skaldið
Alexandur Kristiansen seksti –
skaldið undir Gjógvaráhamri. Har
býr maðurin – undir hesum stein
setta, dimma, svartrandaða ham
arsgróti. Hamarin hongur út yvir
Rossagerðið, illbrýntur og talar
stumm orð til skaldið á alljósum
degi og ”flirrandi” orð á myrkari
nátt: “ Ná, Alexandur,skriva tað,
sum eg veit. Vit kunna lyfta í fel
ag!” Hamarin talar, og Alexandur
skrivar og illa gongst, tá ið Alex
andur biður hamaran festa okkurt
á blað, nei, hann ber seg undan,
so orðini øll eru Alexandurs.
Eg veit ikki, hvussu samdir ella
ósamdir teir eru, men væl er kom
ið burturúr. Millum greinarnar
gongur maðurin í sínum urtagarði
og droymir sælar dreymar um
barnalyndið og týðingar av heims
kendum skaldum. Hesar týðingar
hansara hava fest seg í Gjógvará
hamar, sum tú kanst lesa um bert
við at gloppa vindeygað. Hugsa
tær til, her býr eitt skald – í
Rossagerði undir Gjógvaráhamri.
Fert tú longri upp, kemur tú upp á
Nón, og tekur tú teg eitt sindur
longri niðanfrá, kemur tú upp á
Húsar, har ein húsatoft er frá
teimum døgum, tá ið sjórænararnir
reikaðu um landið og rændu. Her
var eitt vaktarhús, og eru toftirnar
til skjals enn tann dag í dag. Stein
arnir eru orð um farnar dagar, eins
og Gjógvaráhamar goymir at
skaldaorðum Alexandurs, og teska
tey til okkara við sínum grýtutum
varrarondum dag og nátt.
Um Nón dansar ljósið og letur
av sær til toftina uppi á Húsum og
aldargamla hamaran, sum sýgur
alt ljósið til sín. Ljóslistamaðurin
Heðin Kambsdal hevur tikið hend
ur um hetta ljós við sínum pensla
børnum og latið hendan bulmikla
kropp, Gjógvarafjall, í alskins
dryppandi fjarðarljós, sum dettur
úr skýgloprum niður á toftina uppi
á Húsum, Nón, Gjógvarahamar, á
ennið á Alexanduri og bústað hans
ara. Í hesum aldargamla fjarðaljósi
livir skaldið við sínum penni og
ristir rúnir í barnahugan, vaksna
mannahugan og Gjógvaráhamar.
Alt er eitt samfingið ljóð av skalda
kynstri, sum er ogn alra føroyinga.
Her er ríkiligt av ljósi og ljóði.
Gjógvará er skamt ífrá og kemur í
áarføri stunandi oman av Jøkla
skarði. Tá rúka smáir løkir um
Gjógvarahamar, meðan áin kemur
sum eitt óløgi oman úr hæddunum.
Ljósið vevur seg inn í hjómhvíta
skúmið í Bládýpinum ein slíkan
skaldakendan dag, har skaldið
tekur pennin í hond og yrkir um
storm og havódn...
....ótolið ljósið og í villandi røð
spjaðist um hellu og støð.
Eg beri í mær hetta máttmikla lag,
sum halgar meg við sær inn í ein
dag.
Tá ið áin rennur møk, og ljósið darr
ar við grønan svørð, nemur
summarond skaldskap Alexandurs.
Pennurin er hansara fylgissveinur.
Alexandur er tolin, og pennurin er
lýðin harra sínum. Alexandur
gongur í aldingarði sínum við aðrari
hondini í lummanum, hyggur út
ímillum flirrandi greinar og bløð ,
sær og hoyrir. Fettir sær á og lítur
upp ímóti tí dimmgráa hamrinum,
og sólin stavar á Blábjørg........
...ei livist stund meira rík og
føgur,
nú sólin gyllir á fjørð og sund,
og gleði fyllir mær lív og lund.
Hann er heppin at liva við slíkan
fjørð sum Fuglafjørð. Fjørðurin
er ein skaldakulla, eitt helli, sum í
milliónir av árum hevur goymt at
skaldahugtøkum, sum Alexandur
hevur lagt fyri dagin, fest tey í
Gjógvaráhamar og givið okkum
øðrum kjøtligu, forgongiligu elli
gomul hugtøk, sum hava livað í
toftini uppi á Húsum, smoykin og
smæðin, men skaldaorð eru tað,
og er hetta ein tign at eiga ein
slíkan penn og mann ímillum sín.
Tá ið náttin stundar til, hyggur tú
útum og sær ljós í teimum ymsu
lonunum í bygdini. Steðgað verð
ur á úti undir Gjógvaráhamri og
sæst fáligt inniljós liva í gluggan
um hjá Alexanduri. So við og við
sløkna kerturnar í bygdini, bert ein
er eftir, og tað er skaldakertan hjá
Alexanduri. Nú er tað inniljósið,
sum gevur megina....... uttanfyri
sirmar og er myrkt í veðrinum.....
Nátt og tað sirmar úr ský,
fjøllini gráblá og líðin grøn,
vaggandi strá, sum í kvirruni bøn,
geva eygunum lit og tíð.
Tey bulmiklu fjøllini gera teg lítl
an. Tú sært Dávid kong sita spyrj
andi undir Borgini og siga: “ Hvað
ani kemur hjálp mín frá?” Ella tú
sært Móses fara klórandi upp eftir
Blábjørgum eftir steintalvunum,
og ísraelsfólk koma vassandi inn
eftir Pollinum undan Lorvíksfjalli
og seta seg niður á Oyrini, har
víkingarnir settu búgv av fyrstan
tíð. Fjørðurin rúmar øllum. Ja, tú
kanst fáa Manhattan í Mansgjógv,
og tá er gott pláss eftir til allar
heimsins íbúgvar. Landið er ríkt,
og bygdin er rík .....
O, fagra land við høgum, reystum
tindum,
við grønum líðum og við
royðulindum,
við skorð og djúpum gjáum
har vindar leika kátt,
við vøtnum og við áum
og norðlýsi á nátt.
Fagra land! Undir heiðum himi,
barst av ódn, kínt av mjúkum
brimi.
Fagra land!
Hóast landið er pinkulítið, so er
tað stórt. Landið tekur okkum til
sín í skaldakendum vendingum.
Kanska kundi alt fólkið rúmast í
einum av grundarsteinunum uppi
á Húsum, sum ljósið hjúklar um
dag og nátt. Fjarðarlýsið fløðir
inn eftir vágni, leggur seg til hvíld
ar við fjørulut, minstu steintinnu
ovast uppi, í Gjógvarahamar,
vakhús= toftina og Nón. Her livir
urljósið, fjalið og smæðið, sum
Alexandur hevur tikið til sín og
latið hesi hugtøk í orð og givið
tey víðari til onnur.
Fjøllini fagurblá
fylkjast í lið;
floygdur skal hugur mín
kenna tað við:
Lívið er lívið næst
í Guðs natúr –
og spenna út sítt flog
úr sínum búri.
Hansara leið ímóti tí skaldakenda
hevur óivað verið eitt tógvið stríð.
Ofta kennist tað so, tá ið tú ert í tí
tóma rúminum, men keðiligt er
tað ongantíð. Onkur dittimaja
hyggur við skeivum eygum eftir
tær, men tað ger teg bara treiskan
farin víðari fram á vegnum og
ríka skaldaverðina, so tað stendur
eftir. Alexandur dugir eisini at
tekna og gera løg( 3 fløgur við
tónleiki eru komnar út við yrk
ingum av Alexanduri og 1 fløga
av hesum er við hansara egnu løg
um vælaverk) – eitt ríkt skald.
Dugdi hann ikki hetta, so var
einki “forlovilsi” millum hann og
Gjógvarahamar. Hann andar í
grýtutum lendi, og alt tað grót,
sum er rutt oman her, liggur ljóst
livandi undir tí brúnasíða hamara
eins og yrkingar, ið eru komnar
undan penni Alexandurs. Tindar
nir hevja seg upp yvir fjørð,
grýtuta lendið og hoygarðsstrá og
mana fram ævigar løtur, sum Alex
andur festir á blað...
Nú krýnir tindar hitt tætta támið
og sólin flirrar á hoygarðs strá.
í nasar berst mær ein saltur
rámi,
og kvirran sígur so nær inn á
meg,
at eg má steðga og lýða á.
So brøtt er hellan og fjøran grá.
Hin ferðasmøddi á hesumn vegi,
sum aldri kvirrleikans yndi sá,
og aldrin unti sær hvíld á degi,
fær ríkan gróður og sterka megi
fær grót og vaggandi
hoygarðsstrá
sum førning sín yvir fjørðin.
Hetta er ímyndin av tí skiftandi
ringrás av aldargomlum natúr
myndum, sum hevur fest seg í hesi
fjøll og urgrót. Vátir steinar við
regndropum í kríllinum, skyggísur
um steinamosa í bítandi frosti,
trølsligir steinar í slavtoku og
skaldakendir klettar í mánalýsi og
fyllandi sól. Ikki at tala um, tá ið
stormurin kvøður sítt náttarkvæði
í inn – og útsúði ímillum grábeintar
steinar. Tá er eitt ørgrynni av
dansandi huldufólki uppi alla
náttina og trína aldargamla dansin.
Hiðani eru orðini komin bóltandi
undan skriftorðum skaldsins.
Stormur og havódn
og gnellandi gler
seta síni merkir á oyggjarnar her.
Buldur og brak
tíðliga og seint inn í huga mín rak,
skapaði í loyndum langtan míni
tak
á døgum, ið fóru um bak.
Eg beri í brósti tað máttmikla lag,
sum stormurin tornandi fyri mær
kvað.
Hjartaliga til lukku við teimum
seksti,
skaldavinur
og
laga
smiður.
Frits
Alexandur Kristiansen seksti