Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-21, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. apríl 2009síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 75 - 21. apríl 2009 tíðindi Logos Hope, sum er gamla Norrøna, kom á Havnina seinna­ partin fríggjadagin og hundraðtals fólk við løgmanni og borgarstjóranum í Havn á odda, vóru og tóku ímóti Trúboðaraskip Áki Bertholdsen aki@sosialurin Tað var hátíðarløta á Vest­ aru Bryggju í Havn seinna­ partin fríggjadagin, tá ið trú­­­ boðaraskipið, Logos Hope, legði at bryggju fyri fyrstu ferð, eftir at skipið, sum jú­­ er gamla Norrøna, er um­ væld og umbygd fyri langt yvir 200 milliónir krónur. Eftir eitt hátíðarhald á bryggjuni, við røðum, horn­ tónleiki og sangi, var øll mannfjøldin boðin umborð at síggja skipið. Og tað nyttar lítið at hava verið fastur gestur umborð á gomlu Norrønu fyri at finna runt umborð á Logos Hope, tí skipið rætt og slætt ikki til at kenna aftur. Tað mesta skrætt innan ú­­r skipinum, heilt inn á stál og allar installatiónir eru lagd­ ar av nýggjum og alt er nýtt innan og fullkomiliga broytt. Tað einasta, vit kenna aft­ ur, eru sjálvar trappugong­ irnar, sum eru tær somu. Manningin á Logos telur yvir 300 fólk ú­­r einum 45 tjóðum ú­­r øllum heiminum. Tey eru í øllum aldri og tað er heldur ikki óvanligt, at heil hú­­ski. Tí er eisini hugsað um alt umborð og Logos Hope er eitt vælvirkandi, fullfíggjað samfelag í samfelagnum við skú­­la, sjú­­krahú­­si, tann­ lækna, biografi, sjónleikara­ hú­­si, matstovu, fundarhølum og øllum øðrum, sum ann­ ars krevst. Serliga errin eru tey av bókahandlinum, sum er heimsins størsti flótandi bókahandil og har bøkur fáast um alt møguligt, ikki bara andaligar bøkur. Tey hava yvir 6000 tittlar í bóka­ handlinum og tildsamans 1,3 kilometur av bókahyll­ um. Logos Hope fer til Klaks­ víkar hósdagin, har hon liggur til seint sunnukvøld­ ið, tá ið tey stevna ú­­r aftur Føroyum á rundferð í Stóra Bretlandi, áðrenn leiðin gongur til Karibia, har tey fara at sigla runt í eitt gott ár undir herrópinum, vitan, hjálp og vón. Vit hava verið umborð á Logos Hope, har mynda­ maður okkara, Jens Kristian Vang tók hesar myndirnar á móttøkuni á bryggjuni og umborð á sjálvum skipi­ num. Føroyingar tóku hjartaliga ímóti Logos Hope Tað var hátíðarløta á Vestaru Bryggju, tá ið Logos Hope legði at bryggju og hesar báðar fínu óvitagenturnar høvdu blómutyssi við