Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-22, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. apríl 2009síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 tíðindi Nr. 76 - 22. apríl 2009 Bjørt Samuelsen, fyrr verandi lands­ stýris kvinna, heldur, at tað eru sera grovar ákærur, sum Eyðfinn Jacobsen førir fram AtlAntsflog Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Í greinini omanfyri sigur Eyð finn Jacobsen, at vit hava havt eina lands stýris­ kvinnu, sum hevur sett spurnartekin við trygdina í Atlantsflogi og sum hevur lagt seg út í handilsligar av gerðir hjá felagnum. Í hesum sambandi sipar hann til Bjørt Samuelsen, lands stýriskvinnu. Men hesum vísir hon staði liga aftur og kallar hetta sera grovar ákærur. Eftir at Atlantsflog hevði havt nøkur óhapp eftir stutt­ ari tíð, var beinleiðis sam­ røða við hana á rás2. ­ Eg segði alment á Rás 2 at eg havi onga orsøk til at ikki at hava álit á trygdini í Atlantsflogi, sigur hon í stutt ari viðmerking. ­ Men av tí at tað áhald­ an di vóru søgur í fjøl miðl­ un um um trygdarviður­ skifti, bað eg leiðsluna í felagnum um at lýsa hesi viður skifti fyri mær. Tað gjørdi hon, tí at hon, sum landsstýriskvinna í vinnu málum, umboðar høvðus partaeigaran, sum er lands stýrið. ­ Eftir hetta boðaði eg eisini alment frá, at eg hevði 100% álit á trygdini í Atlants flogi. ­ Tað var eisini sum høvuðs partaeigari at eg bað um ein gjølla frágreiðing um nógv umrødda parta­ bræva býtið, og eg valdi júst ikki at blanda meg po litiskt. Hon sigur, at tað var eisini hennara avgerð, at privatu partaeigararnir skul du sleppa at velja tann eina nevndarlimin. ­ Men hetta er ein rættur, sum núverandi lands stýris­ maður í vinnumálum av óskiljandi orsøkum hevur gjørt av at taka frá teimum privatu partaeigarunum, legg ur hon afturat. Eyðfinn Jacobsen sipar eisini til Johan Dahl, lands­ stýris mann, men tað eydn­ aðist ikki at fáa orðið á hann, áðrenn blaðið fór til prent ing ar. Men áður hevur hann ferð eftir ferð gjørt greitt, at hann hevur ikki fleiri viðmerkingar til Atlantsflog fyrrenn eftir aðalfundin. Handilin við parta­ brøv um í Atlantsflogi er fullkomiliga steðg­ að ur, tí politikarar brúkt felagið til kasti­ blø ku. Við hetta lag kann samgongan gott spa ra sær at einskilja fleiri almennar fyri­ tøk ur, tí torir at key pa partabrøv, sig ur Eyð­ finn Jacob sen, sum nú rætti liga loysir frá posa bandi num, sam stund is sum hann sigur seg frá sum næstformaður í nevndini í Atlants­ flogi AtlAntsflog Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo ­ Eg tími ikki meiri, tí nú kann tað vera nokk. Eyðfinn Jacobsen hevur ver ið formaður og nevndar­ limur í Atlantsflogi í eini 20 ár og hesi seinastu árini hev ur hann verið næst for­ mað ur. Men nú hevur hann gjørt av at siga seg frá sum næst­ formaður. Og samstundis loysir hann frá posabandinum og greið i r frá, hvussu politik­ ar ar nir eftir hansara tykki, hava dripið felagið. Hann vísir á, at tað ganga vik ur ímillum at nakar tímir at handla við partabrøvum í Atlantsflogi. Higartil til í ár eru part a­ brøv í føroyska flog felag­ num bara handlað fýra ferð ir. Hann sigur, at hetta er heit óvanliga lítið, tí her er jú talan um fólk, sum eiga millión ir, leggur hann aftur­ at. Talan er heldur ikki um tær stóru nøgdirnar, sum eru handlaðar. Landsstýrisfólk skatt felagið Eyðfinn Jacobsen ivast ikki í, at vit kunnu takka polit­ ikar un um fyri hesa vána­ ligu gongdina. ­ Hetta seinasta árið hava vit verið vitni til, at felagið mest av øllum er vorðið til eina politiska kastibløku, har persónlig áhugamál hjá ymsum politikarum hava vig að meira enn atlitið til felagið og teir íleggjarar. Hann heldur, at hendan uppíleggingin hevur ikki ver ið av umsorgan fyri felag num, men einans tí at politikararnir hava viljað ført seg sjálvar fram. Hann sigur, at bara tíðin fer at vísa, hvussu stóran skaða, hendan politiska uppí legg ingin hevur skatt felag ið. Men eftir hansara bestu sann føring, er skaðin rætti­ liga stórur. Hann vísir eisini á, at privatu íleggjararnir hava lagt einar 100 milliónir krónur eftir sær í lands kass­ an í sambandi við at ein trið ing ur av Atlantsflogi varð einskildur og skrá sett­ ur á almennum parta bræva­ keyps skálum. ­ Ein slík skráseting setir treytaleyst krav um, at eing­ in politisk uppíblanding skal fara fram og í londunum kring okkum eru eisini greið ar leiðreglur hjá politiska myndugleikanum at fyrihalda seg til, sigur Eyð finn Jacobsen. Hann sigur, at politikarar eiga ikki felagið longur. Teir hava selt ein triðing og hava skrásett tað á parta­ bræva marknaðinum. ­ Og har eru heilt greiðar spæli reglar og tí skulu po lit ik ar arnir halda fingr­ ar n ar vekk. Ein treyt er, at all ir partaeigarar eru javn t­ sett ir og at púra ongi viður­ skifti um felagið skulu út, uttan ígjøgnum parta bræva­ marknaðin. Heilt óhoyrt Eyðfinn Jacobsen sigur, at í Føroyum er akkurát tað øvugta hent og tað hevur ver ið ógvuliga oyði leggj an­ di fyri bæði Atlantsflog og privatu íleggjararnar. ­ Vit hava havt eina lands­ stýriskvinnu í vinnumálum, sum alment og ógrundað, hevur sett spurnartekin við trygd ina hjá felagnum. ­ Hendan sama lands­ stýris kvinnan legði seg eisini út í handilsligar av gerð ir hjá nevndini. Her sipar hann til nógv um rødda partabrævakeypið, har nevndin gjørdi av at keypa partabrøv aftur frá leiðsl uni í Atlantsflogi. ­ Vit hava eisini havt ein ting mann, sum seinni gjørd­ ist landsstýrismaður og sum enntá hevur tosað um at steðga einskiljinga r til­ gongd ini. ­ Hesin sami lands stýris­ maður hevur nú beinleiðis lagt seg út í nevndarvalið í felagnum. Hann heldur eisini, at tað er merkisvert, at landsstýrið, í sølutilfarinum, hevur til­ skilað sær rætt at velja ein nevndarlim eftir at seinna sølu umfar er framt. ­ Tað er altso hent eftir at landið situr eftir við 34% av partapeninginum. Ein rætt ur, sum landsstýrið í dag hevur tikið frá privatu íleggjar unum, sum í dag eiga 33% av parta pen ing in­ um. Eyðfinn Jacobsen stað­ festir, at tað er heilt óhoyrt, at ein politiskur myndug­ leiki leggur seg út í nevnd­ ar samansetingina í einum fe lag, sum hevur gingið so væl, sum Atlantsflog. ­ Undir øllum umstøðum skal politiski myndugleikin und ir øllum umstøðum hava eina sakliga grund­ gev ing og tað hevur lands­ stýrið ikki. Grundgevingin er tann, at tað almenna skal hava ávirk an í nevndini, sum av spegla eigaraskaran? ­ Tað hevur landsstýrið við tað, at tað velur tveir av trimum nevndarlimum, sum verða valdir á aðalfundinum og tað er akkurát 66%. So eru tveir nevndarlimir aftur at, sum starvsfólkið vel ur, men tað eru heilt aðr­ ar reglar fyri teir. ­ Tað, sum landsstýrið nú vil, er at hækka talið av nevndar limum, sum skulu velj ast á aðalfundi, upp í fýra ­ landsstýrið skal sjálvt vel ja allar fýra. ­ Fyrrverandi næst for­ maður in í Atlantsflogi sig­ ur, at hetta er nakað sum er greitt brot á tað sum varð av talað í sambandi við ein­ skiljingina og tað er eisini í and søgn við manna­ gongdina í Danmark. Hótta inntøkurnar Eyðfinn Jacobsen sigur, at politiski myndugleikin hev­ ur somuleiðis, eftir at fyrsta stig av einskiljingini gjøgn­ um ført, lagt Vága Floghavn í eitt alment partafelag og sostatt tikið ein part av inn­ tøku skapandi virkseminum hjá felagnum burtur. ­ Og í øðrum lagi hevur politiski myndugleikin hótt við at taka høvuðs grund ar­ lagið undan tollfríu søluni burt ur, eftir at Atlantsflog hevði vunnið rættin at hava tollfríu søluna á landi. Hann leggur afturat, at politiski myndugleikin hev­ ur heldur ikki hildið lyftið, sum er skjalfest í sølu til­ fari num, um, at næsta stig var at einskilja upp til 66% av felagnum. Gloyma alt um einskiljingar Hann sigur, at soleiðis, sum politikararnir hava borið seg at ímóti Atlantsflogi, kun nu teir akkurát tað sama spara sær at fremja fleiri ein skiljingar. ­ Tað er rætt og slætt ongin, sum tímir at keypa parta brøv, soleiðis sum politikarar ganga og blanda seg upp í hjá Atlantsflogi, sig ur Eyðfinn Jacobsen. ­ Tí er tað alneyðugt, at politiski myndugleikin ger sær greitt, at tað er neyðugt at gera púra greiðar spæli­ regl ur fyri føroyskar politik­ ar ar, tá ið almenn feløg verða einskild og skrásett á virðis brævamarknaði, so teir fullkomiliga halda fingr ar nar burtur, leggur hann afturat. Bjørt Samuelsen og Johan Dahl skaða Atlantsflog illa Sera grov ákæra Eyðfinn Jacobsen hevur fingið nokk av politiskari uppílegging í Atlantsflogi og tí leggur hann nú frá sær. - Bara tíðin fer at vísa, hvussu stóran skaða politikararnir hava gjørt, men eftir míni bestu sannføring, er skaðin stórur, sigur hann Tíð Seinasti Nøgd 16­04­2009 12.10.54 173,50 30 03­03­2009 11.30.24 171,00 76 19­02­2009 14.13.49 161,00 200 29­01­2009 11.06.39 165,00 191 Bara fýra ferðir eru partabrøv hjá Atlantsflogi handlað higartil í ár. Kursurin hevur verið frá 165 til 173,5 15.000 mistu kortið Meiri enn 15.000 danskir bilførarar vóru so ábyrgdarleysir í ferðsluni í fjør, at koyrikortið bleiv tikið frá teimum. Sambært tølum hjá ríkisløgregluni fullu 15.476 dómar, har bilførarar mistu koyrikortið treytað ella treytaleyst. Christian Skovfoged hjá løgregluni sigur við JydskeVestkysten, at tað er óhugnaligt, at so nógvir bilførarar hava so lítla virðing fyri lívinum hjá øðrum. Tey, sum koyrdu ávirkað av rúsdrekka, eru væl umboðað í hagtølunum, tí í ikki færri enn 8.211 førum var talan um rúsdrekkakoyring. Í 85 førum mistu fólk koyrikortið, tí tey vóru ávirkað av øðrum rúsandi evnum ella rúsdrekka. Húsavirðið minkar Virðið á sethúsum og íbúðum er fallið nógv í Danmark teir seinastu mánaðirnar. Tað ger eisini, at fólk aftra seg við at selja og keypa, og tí er talið á húsasølum minkað sera nógv. Tøl hjá meklarafyritøkum vísa kortini, at tað er ymisakt frá landsparti til landspart, hvussu nógv húsavirðið er fallið. Størsta fallið er uttan um Keypmannahavn og í Norðursælandi, har virðið er minkað ávikavist 21,2 og 20,5 prosent. Á Fyn og í Jyllandi er fallið nógv minni. Á Fyn er virðið minkað 4,3 prosent, í Suðurjyllandi 3,1 prosent, og Norðurjylland er einasta økið, har virðið er vaksið. Talan er um 3,6 prosent.