mikudagur 22. apríl 2009síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 76 - 22. apríl 2009
Tann 19 ára gamli,
sum saman við einum
26 ára gomlum í Før
oya Rætti stendur
ákærdur fyri fleiri
lógarbrot, dylur ikki
fyri, at tá tað kemur til
harðskap, hevur hann
ongar »hemningar«
RÆTTARMÁL
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Tað eru nógvar og álvars
ligar ákærur, sum tann 19
ára gamli nú stendur andlit
til andlits við í Føroya
Rætti. Og allar fimm ákær
urnar snúgva seg um harð
skap. Men tað er ikki heilt
av tilvild.
Mær dámar væl vold,
og tá tað kemur til vold,
havi eg ongar hemningar,
segði tann 19 ára gamli bart
út í rættinum í gjár.
Undir viðgerðini av ákær
uni um eldáseting í Hamars
gøtu 2 varð fleiri ferðir
nevnt, at tann 19 ára gamli
skuldi havt tosað um eitt
møguligt blóðbað, tá hann
fór at krevja tær 500 krón
urnar inn, sum genta tann
órættaða skyldaði ákærda.
Sum tað nú hendi vísti
tað seg eisini at gerast eitt
sindur blóðugt, men helst
ikki, sum ákærdi hevði rokn
að við. Tað var nevniliga
vinmaður hins ákærda, sum
fekk sár í pannuna av einum
havasaksi, sum órættaði
sambært ákærda leyp á við,
men sum hann sambært
ákæranum vardi seg við.
Eg hugsaði um hevnd.
Eg ætlaði at koma aftur, og
tá skuldi tað blíva verri,
bæði fyri (NN) og mammu
hansara, greiddi ákærdi frá
í rættinum eftir at tað mis
eydnaðist at fáa hendur á
teimum 500 krónunum.
Mamman var komin á
staðið, tá hendingin var mest
sum av, men kortini fekk
hon ein alboga í andlitið frá
vinmanni at ákærda.
Ákærdi segði, at hetta var
eitt álop, sum hann hevði
planlagt fleiri vikur framm
an undan.
Í einum øðrum føri skuldi
ein unglingi bukast, tí hann
eftir øllum at døma hevði
»hugt skeivt« upp á eina
gentu. Tann hendingin end
aði við eini ákæru um dráps
roynd, tá ein vinmaður
ákærda í bilinum hjá ákærda
rendi á umrødda ungling,
sum tó slapp ógvuliga væl
frá hendingini.
– Mær dámar væl vold
Tvistur
um
gardinur
Verjin hjá tí 26 ára
gamla legði stóran
dent á, um gardin
urnar vóru fult drign
ar fyri, ella um síggjast
kundi inn í stovuna
RÆTTARMÁL
Leo Poulsen
Løgreglan í Føroyum hevði
boðsent serfrøðingum úr
Danmark at gera bruna
tekniskar kanningar í sam
bandi við eldin í Hamars
gøtu í november í fjør.
Lars
Sengebjerg
frá
Kriminalteknisk
Center,
brunadeildin, var eitt ser
frøðingarvitni fyri ákæran,
og hann greiddi frá teim
um teknisku kanningunum
í sambandi við eldin.
Hann kundi bara stað
festa tað, sum framman
undan var eyðsýnt, nevni
liga at eldurin varð ásettur
við vindeygað við síðuna
av úthurðini, og at hann
síðani hevði breitt seg inn
gjøgnum brotnað rútin til
stovuna.
Bæði
ákærin,
Linda
Hesselberg, og ákærin,
Jógvan Páll Lassen, løgdu
stóran dent á, um gardinur
nar vóru drignar fyri ella
ikki. Hetta hevði uttan iva
við spurningin at gera,
hvørt teir báðir ákærdu
vistu ella kundu vita, um
fólk var inni í húsunum
ella ikki, tá teir settu eld á.
Revsingin er óhugnaliga
nógv harðari, um ákærin
kann prógva, at teir ákærdu
ikki kundu vita, um fólk
var inni ella ikki, tí tá gerst
talan um morðbrand.
Serfrøðingurin hjá krim
inalteknisk center kundi
ikki við vissu siga, um
gardinurnar í øllum vind
eygum vóru drignar fult
fyri, men tað var alt, sum
bendi á, at so var.
Einar gardinur, sum bert
vóru partvís brendar, vórðu
lagdar fram í rættinum, og
tað var rættiliga eyðsýnt, at
var talan um hetta slagið
av gardinum fyri øll vind
eyguni, bar ikki til at síggja
inn í húsini, vóru gardinur
nar drignar fyri.
Bretar seta ferðina niður
Í Bretlandi hava myndugleikarnir sett sær fyri, at í fram
tíðini skulu færri fólk lata lív í ferðsluvannlukkum. Eitt
tiltak er at seta hámarksferðina niður. Eitt nú hevur stjórnin
gjørt av, at á teimum sokallaðu Avegunum sleppa bilar opg
onnur akfør ikki at koyra meiri enn 75 kilometrar um
tíman. Stjórnin væntar, at tann broytingin fer at hava við
sær, at ferðsluvanlukkurnar á hesum vegunum verða ein
triðing færri í framtíðini. Eitt annað tiltak er at gera serlig
vegkort, har tað er viðmerkt, hvar tær flestu vanlukkurnar
henda. Málið hjá myndugleikunum er at bjarga 10.000
undan ferðsludeyða tey næstu tíggju árini.
Norðurlendsk børn trívast
Av øllum børnum í Evropa eru tað børnini í Niðurlondum og
Norðurlondum, sum trívast best. Tað sæst í einari frágreiðing, sum
bleiv almannakunngjørd í gjár. Av teimum 29 londunum, sum
frágreiðingin umfatar, liggja Niðurlond á fyrsta plássi, á øðrum
plássi er Svøríki, á triðja plássi Noreg, á fjórða plássi Ísland, og á
teimum báðum næstu plássunum eru Finnland og Danmark. Tað
mest hugvekjandi við frágreiðingini er kanska, at Bretland er í
niðara endanum, men sambært Reuters kemst tað av, at har eru
lutfalsliga nógv børn, sum hava arbeiðsleys foreldur, ið ikki hava
nakað stórvegis til avlops.
Í morgun hevur málið
um bilstuldurin og
fylgjandi hóttanirnar,
sum tann 26 ára
gamli setti fram móti
løgreglumonnunum,
verið fyri í Føroya
Rætti
RÆTTARMÁL
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Ein ung kvinna í Miðvági
vaknaði tíðliga á morgni av
einum braki, sum skuldi
vísa seg at vera eitt ferðslu
óhapp. Hetta var eisini
byrjanin til eina ákæru móti
einum 26 ára gomlum
manni, sum í hesum døgum
stendur ákærdur í Føroya
Rætti fyri fimm ymisk
lógarbrot.
Í hesum førinum ljóðar
ákæran upp á drápshóttanir
móti fleiri løgreglumonn
um.
Forsøgan er, at tann 26
ára gamli saman við tveim
um vinmonnum stjólu ein
bil uttan fyri Norðurlanda
húsið 9. mai í fjør, og síðani
koyrdu til Miðvágs. Har
rendi tann 26 ára gamli á
við bilinum, og tað var
hetta, sum vakti ungu mið
vágskvinnuna.
Hon ringdi til løgregluna
og boðaði frá, og tá maðurin
í bilinum ætlaði at taka til
rýmingar, fór hon út at tosa
við hann. Hann var tá bæði
róligur og fittur at koma á
tal við, og virkaði nervøsur
um, hvat var hent við bil
inum.
Kvinnan tosaði um leyst
og fast við tann 26 ára
gamla til lokali løgreglu
maðurin kom á staðið. Sind
ur seinni kom eisini bilur úr
Havn, og tað var tá, at tann
26 ára gamli gjørdist óður.
Teir báðir løgreglumenn
inir úr Havn vitnaðu báðir
um, at tann 26 ára gamli
vísti hóttandi atburð og
yvirhøvur var hóttandi í orð
og tal. So hóttandi, at teir
báðir
løgreglumenninir
kendu seg noyddar at leggja
ákærda í hondjørn.
Tá hevði ákærdi hótt við
at sorla og sora og drepa,
og hesum helt hann fram
við, eftir at hann varð settur
inn í løgreglubilin.
Dr. Jekyl & Mr. Hyde
Annar av løgreglumonnun
– Eg drepi teg og tína familju
Dr. Jekyl og Mr. Hyde. Eins
nógv, sum hin 26 ára gamli
ákærdi var frá sær sjálvum
við handtøkuna 9. mai í
fjør, líka stillur og friðarligur
hevur hann verið síðani,
sambært løgreglumanni
Tann 19 ára gamli ákærdi í málinum um eldáseting í Hamarsgøtu dylir ikki fyri, at hann ongar
hemningar hevur í sambandi við harðskap