Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-22, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. apríl 2009síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 76 - 22. apríl 2009 Val í Suðurafrika Alt bendir á, at ANC, sum hevur havt valdið í Suðurafrika síðani 1994, fer at varðveita valdið aftan á valið í dag. Gongst sum væntað fer ANC at vinna ein rættiliga greiðan sigur, og so verður formaðurin, Jakob Zuma, nýggjur forseti. Andstøðan hevur rikið eitt rættiliga hart valstríð og hevur millum annað víst á, at Jakob Zuma er skuldsettur fyri bæði svik og neyðtøku. Hann er kortini ongantíð dømdur. Suður­ afrika er illa plágað av fátækradømi, og júst tann fátæki part­ urin av fólkinum metir Jakob Zuma sum teirra bjargingar­ mann. Sambært meiningakanningunum undan valinum fær ANC millum 60 og 66 prosent av atkvøðunum. Sivilfólk gíslar í Sri Lanka Altjóða Reyði Krossur og amerikanska stjórnin hava biðið teir stríðandi partarnar í Sri Lanka hjálpa teimum mongu sivilfólkunum, sum eru innistongd í stríðsøkinum har norðuri í landinum. Í seinastuni hevur stjórnarherurin rikið teir tamilsku uppreistrarmenninar undan sær, so nú hava teir bara eitt umleið 20 ferkilometrar stórt øki eftir. Men í hesum økinum eru umleið 50.000 sivilfólk, sum ikki sleppa burtur. Stjórnin sigur, at uppreistrarmenninir brúka sivilfólkið sum livandi skjøldur ímóti stjórnarherinum. ST­aðalskrivarin, Ban Ki­moon, hevur biðið partarnar loyva ST at senda fólk til økið at kanna viðurskiftini. um úr Havn setti seg inn í bilin við ákærda, tí hesin helt fram við at verða hótt­ andi. Ákærdi setti fleiri ferðir fram hóttanir um at drepa løgreglumannin og lovaði at finna fram til, hvar familjan búði, tí so skuldi hann eisini drepa hana. Á veg til Havnar stardi ákærdi í langa tíð eftir løg­ reglumonnunum fyri at prenta sær í sinnið, hvussu teir sóðu út, alt fyri at kunna kenna teir aftur. Ávegis til Havnar kom ákærdi eisini við hóttanum móti einum triðja løgreglu­ manni, sum ikki á annan hátt var blandaður upp í málið. Ákærdi kendi eftir øllum at døma viðkomandi eins og hann visti, hvussu unnusta hansara æt. Hann greiddi ítøkiliga frá, hvussu hann suldi drepa hendan løgreglumannin, nevniliga viða at stinga ein knív í nakkan á viðkomandi. Eisini eftir at teir vóru komnir á løgreglustøðina í Havn helt ákærdi fram við at seta fram hóttanir, bæði um at sorla og at drepa. Báðir umrøddu løgreglu­ menninir kendu seg so hóttar, at teir valdu at melda málið til løgregluna. Hetta var ikki bara fulla­ mannasnakk. Vit kendu hetta sum reellar hóttanir, vóru báðir løgreglumenninir samdir um. Annar teirra er síðani komin á kriminaldeildina at arbeiða, og hevur tí síðani havt rættiliga fitt við ákærda at gera. ­ Eg havi bara hesa einu ferðina sæð ákærda ført seg fram soleiðis. Eg havi havt nógv við hann at gera síð­ ani, og kann bara bera hon­ um alt gott, segði annar av løgreglumonnunum í rætt­ inum í morgun. Harðskapur móti lækna Í aðrari ákæru játtaði hin 19 ára gamli seg sekan í at hava bukað tveir dreingir, tí ein vinmaður hansara – tann sami, sum við bilinum hjá ákærda rendi á unglingin uppi á Oyggjarvegnum – hevði sagt honum, at ein annar unglingi hevði snýtt hann í sambandi við sølu av einum bili. Tá eg ikki visti hvør teirra tað var, sum hevði snýtt vinmannin, bukaði eg bara báðar, greiddi ákærdi frá í rættinum. Hann hevði sligið annan so hann datt og síðani sparka hann, meðan hann bað hin leggja seg niður, áðrenn hann sparkaði henda á kroppin og í høvdið. Í hendingini í Hamarsgøtu vildi ákærdi vera við, at tað var hin 26 ára gamli, sum »førdi ann«, hóast hesin einki hevði við málið um tær 500 krónurnar at gera, og heldur ikki hevði verið við til hendingina kvøldið fyri. Í síðsta lagi er hin 19 ára gamli ákærdur fyri at hótta arrestlæknan eftir lívinum og fyri at hava framt harð­ skap móti sama. Tað kom fram í rættinum, at hin 19 ára gamli er í við­ gerð við heilivági og við samrøðum, og sambært hon­ um sjálvum hevur hann »ongantíð havt tað betri«. Spurdur um, hvussu hann sær upp á ákærurnar nú í mun til, tá tær vórðu framd­ ar, segði tann 19 ára gamli: ­ Eg angri einki av tí, eg havi gjørt. Men eg hevði ikki funnið upp á at gjørt tað sama í dag! Málið er fyri aftur í dag og heldur fram seinnapart­ in. Teir báðir ungu menninir, sum í gjár og í dag standa ákærdir í Føroya Rætti fyri eldáseting, hava hvør sín langa syndaregistar, og tí tekur sakarmálið fleiri dagar. Báðir møta álvarsomum ákærum RÆTTARMÁL Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Umframt ákærurnar um eldáseting, skulu teir báðir ungu menninir eisini svara fyri ákærum um ávikavist deyðshóttan móti løgreglu­ monnum og móti arresthús­ lækna. Tann eldri er ein 26 ára gamal maður, ið ikki kendi yngra mannin nakað soleið­ is undan eldásetingini 12. november í fjør. Teir hittust saman við onkrum felags vini í Mimi hetta kvøldið, og tann yngri, 19­ára gamli maður­ in hevði hoyrt so mikið um hin eldra, at hann var góður at hava við, tá onkur »av­ straffing« skuldi fara fram. Inni í Mimir fekk tann 19 ára gamli ein knív, og saman skuldu teir báðir so hevna eina hending, sum var farin fram kvøldið fyri, tá hesin felags vinurin hevði fingið ein saks stungnan í pannuna. Tann 26­ára gamli var tann fyrri avhoyrdi, og umframt ákæruna um elds­ ásetingina, stóð hann ákærdur fyri fýra onnur lógarbrot, millum annað fyri at hava sett fram deyðs­ hóttan móti í minsta lagi einum løgreglumanni. Hetta hendi eftir at hann og ein annar vinmaður høvdu stolið ein bil við Norðurlandahúsið í mai í fjør og síðani vóru farnir biltúr vestur í Vágar. Vin­ maðurin hevði koyrt, men vesturi í Miðvági hevði ákærdi koyrt bilin nakrar metrar og tá rent á bæði eini hús og ein garð. Løgreglan kom á staðið, og alt gekk friðarliga fyri seg inntil ein bilur við tveimum løgreglumonnum kom úr Havn eftir ákærda. Tá var rok komið í, og und­ ir túrinum aftur til Havnar hevði ákærdi hótt í minsta lagi ein løgreglumann eftir lívinum. Hann noktaði tó fyri at hava hótt familjuna hjá løgreglumaninum eisini. Einki Guðs lamb Tvær aðrar ákærur høvdu eisini við sama kvøld at gera, onnur var fyri at stjala áðurnevnda bil, og hin var fyri herverk móti einum bili og einari grav­ kúgv, sum stóðu ávikavist við og nærhendis Hotel Vágum. Fimta ákæran móti hes­ um 26­ára gamla var fyri eldáseting inni í arrestini, eftir at han varð handtikin og sat í varðhaldi, meðan ákærurnar vórðu nærri kannaðar. Hesum játtaði ákærdi seg sekan í, men segði, at hetta var hent eftir at hann hevði fingið at vita, at løgreglan arbeiddi við at skuldseta hann í málinum um hóttanina móti løgreglu­ manninum. Hann helt, at tað var langt úti, at tað næstan skuldi ganga eitt ár, áðrenn hesar skuldseting­ arnar vórðu settar fram móti honum. Eldurin í arrestini var tó ikki álvarsligur. Talan var um eldáseting á eitt dag­ blað, og tað fekk starvs­ fólkið skjótt bilbukt við. Ákærin vísti tó í álvaran í, at eitt pinkubarn – sum ein av teimum kvinnuligu innsettu átti – sat í einum barnastóli tíggju metrar frá brennandi dagblaðnum. Tann 19­ára gamli er eftir øllum at døma heldur einki Guðs lamb. Hansara ákærur umfata eisini fýra aðrar hendingar umframt eldásetingina á sethúsini í Hamarsgøtu. Hann var ein av teimum, sum eru ákærdir fyri at hava koyrt ein ungan mann niður við bili uppi á Oyggj­ arvegnum. Hendan hend­ ingin fór fram bert tríggjar dagar áðrenn eldásetingina á sethúsini í Hamarsgøtu. Hann og ein vinmaður høvdu lokkað ella noytt ein triðja ungling at eta sovi­ tablettir. Hesin unglingin skuldi hava ein avsmurning, tí hann skuldi hava verið í so næskur móti einari gentu. Alt hetta endaði við, at unglingin fór at renna undan við hinum báðum eftir sær. Annar í bili. Tað endaði við, at unglingin varð ákoyrdur og slongdur einar seks metr­ ar viður í grøvina við síðuna av vegnum. Hin ákærdi í hesum mál­ inum er dømdur í aðrari rættarsak. Sparkaði læknan Tvær aðrar ákærur snúðu seg um harðskap. Hin fyrra tá hann mest sum ómotiv­ erað bukaði tveir dreingir, tí ein vinmaður hansara hevði sagt, at annar teirra hevði snýtt hann. Ákærdi hevði ikki fingið rættiliga við, júst hvat tað snúði seg um, men hann kendi tað sum sína skyldu at vera revsunnar eingil fyri vin­ mannin, og tá hann ikki rættiliga hevði fingið við, hvør hin seki var, bant hann bara um heilan fingur og bukaði báðar. Triðja ákæran er fyri harðskap móti tí, sum búði í húsunum í Hamarsgøtu. Genta til henda hevði gjøgnum leigaran í Hamars­ gøtu keypt tvey gramm av hassj frá ákærda, sum hes­ in hevði latið gentuni. Men hóast tað sostatt var gentan, ið hevði keypt hassjið, metti ákærdi, at órættaði skuldi gjalda, tí tað var hann, sum hevði biðið seg selt hassjið av fyrstan tíð. Talan var um 500 krónur. Tað var hendan hending, sum kvøldið eftir førdi til eldásetingina. Ákærdi var farin við einum vinmanni út í Hamarsgøtu at krevja hesar 500 krónurnar inn, men tá órættaði ikki vildi gjalda, fóru teir at takast. Hetta endaði við, at órættaði rendi ein havasaks í pann­ una á vinmanni tann ákærda. Tað var hetta, sum tann ákærdi saman við 26­ára gamla manninum skuldi hevna hetta kvøldið 12. november 2008, olg sum endaði við eldáseting á sethúsini á Hamarsgøtu 2. Og sum hjá 19 ára gamla var fjóðra ákæran. Í fimta lagi var hesin unglingin ákærdur fyria t hava framt harðskap móti læknanum í arrestini í februar í ár. Hetta hendi eftir at læknin skuldi kanna ákærda, og hesin gjørdist í øðini, tí hann helt, at lækn­ in ætlaði at taka heilivág, sum hann tók, frá sær. Tað endaði við, at ákærdi fór aftan á læknanum og tá hesin var á veg niður gjøgn­ um trappurnar, sparkaði ákærdi læknan í ryggin so hesin fall. ­ Hetta er bara ein for­ smakkur upp á tað, sum kemur, rópti ákærdi eftir læknanum. Í báðum førum verða ákærurnar reistar undir ein­ um, og rættarmálið varar í minsta lagi tveir dagar aftrat. Langir syndaregistarar Hóast langar syndaregistarar, er eldáseting í Hamarsgøtu einasta málið, har teir báðir eru samákærdir Mynd: Jens Kristian Vang