Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-22, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. apríl 2009síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 76 - 22. apríl 2009 - Við dóminum, sum fall í Føroya Rætti mánadagin, hava reiðarar nú fingið fríari hendur til at taka “bíligar” útlendingar umborð á skipini heldur enn føroyskar fiski- menn. Reiðarar hava eisini styrkt sína støðu munandi í møguligum samráð- ingum um hetta mál, heldur Óli Jacobsen, fyrrverandi felagsformaður RættaRmál Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Mánadagin fall dómur í Føroya rætti í einum máli, sum hevur sín uppruna eini 2-3 ár afturi í tíðini. Málið snýr seg um rækju- trolaran hjá P/F Líðini í Kollafirði, Arctic Viking. Rækjutrolarin var eitt skifti undir litaviskum flaggi, tá ringast stóð til hjá hesum parti av okkara fiski- skipaflota. Skipið fiskaði av kvotum, sum litavar eiga, og reiðaríið hevði eina serliga lønarav- talu við litavarnar, ið annars royndust sera væl sum sjómenn. Hýran hjá litavunum var minni enn tað, sum sátt- málin hjá føroyskum fiski- monnum ásetir. Nakrir fylgdu við Tá skipið kom undir føroyskt flagg aftur, kendi reiðaríið ábyrgd fyri monn- unum, sum høvdu verið við skipinum, meðan tað sigldi undir litaviskum flaggi. Nú vóru fleiri føroyingar enn litavar við Arctic Vik- ing, og tá føroyska mann- ingin varð avroknað, býtti reiðaríið partarnar eftir full- um manningartali, har lita- varnir eisini vóru íroknaðir. Nakrir av føroyingunum, sum við vóru, vóru ikki nøgdir við býtið. Teir hildu tað ikki vera rætt, at reiðaríið býtti partarnar til alla manningina. Ónøgdu fiskimenninir gjørdu tí av at venda sær til Føroya Fiskimannafelag við máli- num. Litavarnir vóru tó ikki mynstraðir við Arctic Viking og í rættarmálinum, sum Føroya Fiskimannafe- lag koyrdi fyri hesar menn, varð kravt, at litavarnir ikki skuldu telja við í býtinum, tá teir ikki høvdu verið mynstraðir. Hetta merkir, at um 18 mans vóru við, íroknað fýra ómynstraðir litavar, skuldi bert býtast í 14 partar. Javnbýtisreglan Reiðaríið helt hinvegin uppá, at ásett er í sáttmála- num, at parturin hjá mann- ingini – í hesum førinum 27% - skal sambært javn- býtisregluni býtast javnt millum allar menn umborð. P/F Líðin helt eisini upp á, at tann, sum hevur fingið sín part eftir hesi reglu, kann ikki krevja meira. Dómurin, sum fall í Før- oya Rætti mánadagin, gav reiðarínum fult viðhald í hesi greiðu niðurstøðu. Í viðmerkingum til dómin er tó tilskilað, at spurn- ingurin um serliga løn til útlendska manning er ein spurningur, sum eigur at verða greiddur við samráð- ingum millum partarnar. Úr vón og viti Eitt av vitnunum í málinum, sum sakførarin hjá P/F Líðini kallaði inn til avhoyr- ingar undir rættarmálinum, var Óli Jacobsen, fyrrver- andi formaður í Føroya Fiskimannafelag. Óli hevur nevniliga staðið á odda fyri sáttmálasam- ráðingum millum fiskimenn og reiðarar næstan ein hálvan mansaldur og eigur tí betri enn nakar annar at kenna ”andan” í teimum sáttmálum, sum gjørdir eru millum partarnar á hesum øki. Eftir at dómurin er fallin, heldur fyrrverandi for- maðurin, at sjónarmiðið hjá Føroya Fiskimannafelag um at frátaka nøkrum monn- um rættin at verða roknaðir við í býtinum – tó at teir ikki eru mynstraðir - er púra úr vón og viti. - Kravið hjá Føroya Fiskimannafelag ber boð um ein grundleggjandi ókunnleika til sáttmálavið- urskifti hjá fiskimonnum. At parturin hjá øðrum monnum kann veksa við tað, at onkur annar møguliga fær minni, finst ikki í sátt- málanum. Óli heldur, at rættarmálið, sum Føroya Fiskimanna- felag í fyrstu syfti hevur tapt, eisini lýsir arbeiðsháttin hjá sitandi formanni, Jan Højgaard. - Líkt er til, at Jan sær tað sum sína uppgávu at royna at skaða umdømið hjá arbeiðsplássunum hjá hans- ara limum. Meðan málið hevur koyrt, hevur eitt nú verið róð upp undir, at reiðaríið eisini hevur brotið revsilógina. Men hetta er ein skuldseting, sum dóm- urin í Føroya Rætti tekur grundarlagið undan. Óli heldur, at hetta er sami hugburður, sum er brúktur fyri at skaða arbeiðsplássini hjá sjófólki og fiskimonnum við eitt nú Carlton, Nærabergi og Norrønu. Styrkir reiðararnar Sakarmálið hevur fyribils kostað Føroya Fiskimanna- felag 60.000 krónur í sakar- málskostnaði. Haraftrat skal felagið samsýna sínum sakførara fyri arbeiði, sum hann hevur gjørt. Óli Jacobsen er sannførd- ur um, at reiðarar við hesum dómi nú hava fingið fríari hendur til at taka “bíligar” útlendingar umborð heldur enn føroyskar fiskimenn. - Soleiðis hava reiðarar nú styrkt sína støðu mun- andi í møguligum samráð- ingum um hetta mál, sigur hann. Fyrrverandi felagsformað- urin, sum varð innkallaður í rættarmálinum, heldur, at samráðingar um hesi viður- skifti heldur skuldu verið tiknar upp á samráðingarstigi – og ikki í rættinum, soleiðis sum Føroya Fiskimanna- felag valdi at gera. CIA lurtaði í Helsingfors Finska blaðið Turun Sanomat skrivar í dag, at amerikanska fregnartænastan CIA hevði eina lurtistøð í Helsingfors í sekstiárunum, og at støðin bleiv brúkt til at njósnast ímóti sovjetsku loftverjuni. Harafturat var tað ein avtala millum Finnland og USA, at amerikonsk eftirlitsflogfør kundu flúgva í finskum loftrúmi, meðan tey tóku myndir av radarstøðun sovjetsku megin markið. Turun Sanomat hevur biðið fyrrverandi ovastan fyri finsku loftverjuni, Matti Ahola, um eina viðmerking til tíðindini, men hann vil ikki vátta, at CIA hevði eina loyniliga lurtistøð í Helsingfors í sekstiárunum. Kreppan kostar 23.363 mia. krónur Altjóða Gjaldoyragrunnurin IMF hevur nú sett tal á, hvussu nógv fíggjarkreppan kostar heimssamfelagnum. Hetta er aðru ferð, at grunnurin setir tal á kreppuna, og munurin er stórur. Fyrru feð metti grunnurin kreppuna at kosta 12.676 milliardir krónur, men tað talið umfataði bara USA. Tann nýggja metintin umfatar USA, Evropa og Japan, og nú er talið 23.363 milliardir krónur. Av hesum kostar kreppan í USA meiri enn 15.600 milliardir krónur og í Evropa næstan 6.900 milliardir krónur. Metingin hjá IMF umfatar tíðarskeiðið frá á sumri í 2007 til 2010. Óli Jacobsen, fyrrverandi felagsformaður, varð innkallaður í rættarmálinum móti P/F Líðini. Hann heldur, at núsitandi formaður, Jan Højgaard, roynir at skaða arbeiðsplássini hjá sjófólki FF tapti rættarmál um útl við føroyskum skipum