Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-22, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. apríl 2009síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 76 - 22. apríl 2009 RættaRmál Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Kravið, sum Føroya Fiski­ mannafelag reisti móti P/F Líðini, var upp á stívliga 742.000 krónur, sum felagið metti, at 13 mans eiga til góðar hjá felag­ num. FF metti, at hesir menn eiga úr 20.946 krónum og upp í góðar 124.000 krónur til góðar. Í sjálvari stevningni hjá FF var kravið móti reiðarí­ num munandi størri enn hesar 742.000 krónurnar, nevniliga stívliga 1,3 miljónir krónur, men tá “vedrørte” stevningin eisini aðrar persónar enn teir, sum at enda stóðu eftir. Í viðmerkingunum til dómin stendur eitt nú, at “retten finder ikke, at sag­ søger har godtgjort, at over­ enstkomstparterne har haft en anden fælles hensigt eller forståelse end den, der er kommet til udtryk i teksten, herunder at der skulle være aftalt en eneret for sagsøgers medlemmer. Det er heller ikke godtgjort, at bestemmelserne i over­ enstkomsten er praktiseret i overensstemmelse med sag­ søgers forståelse af bestemm­ elserne, eller at sagsøgtes forståelse af bestemm­ elserne strider mod bestemmelserners over­ ornede formål. Sagsøger har derfor ikke løftet sin bevisbyrde og kan ikke støtte sit krav på overenst­ komsten…”. Eitt rættarmál, sum Føroya Fiskimannafelag hevur koyrt ímóti P/F Líðini í Kollafirði, sum eigur rækjutrolaran Arctic Viking, endaði í Føroya Rætti mánadagin. Reiðaríið varð frídømt, men FF hevur gjørt av at kæra dómin til Landsrættin Kravið slakar 750.000 krónur Hevur onga viðmerking - Eg havi onga viðmerking til dómin, fyrr enn vit hava nærlisið hann saman við okkara sakførara, sigur Jan Højgaard, felagsformaður RættaRmál Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Sosialurin vendi sær til formannin í Føroya Fiski­ mannafelag, Jan Høj­ gaard, seint fyrrapartin í dag og spurdi, um hann hevur onkrar viðmerk­ ingar til dómin, sum fall í Føroya Rætti mánadagin. Tað er FF, sum vegna nakrar av sínum limum hevur stevnt reiðarínum P/F Líðini í Kollafirði, ið eigur rækjutrolaran, Arctic Viking. Felagið metir, at menn eiga hýru til góðar hjá felagnum (sí aðra grein á hesi opnu). Nærlesa dómin Jan Højgaard sigur, at hann hevur ongar viðmerkingar til dómin, fyrr enn felagið hevur nærlisið hann saman við sakførara sínum. ­ Vit fara á fund við sakførara okkara fríggja­ dagin, har vit fara at hyggja at dóminum og nærlesa hann. Fyrr enn hesin fundur hevur verið, havi eg onga viðmerking, sigur hann. Jan Højgaard vildi so­ leiðis heldur ikki í morg­ un siga okkum, um felagið fer at skjóta dómin inn fyri Landsrættin. ­ Tú ert vælkomin at spyrja aftur, tá farið er um middags fríggjadagin, legði hann aftrat. Manning í vanda Á rættarfundi í málinum vísti formaðurin í Føroya Fiskimannafelag á, at litavarnir, sum vóru við Arctic Viking, tá málið tók seg upp, ikki vóru mynstraðir sambært før­ oyskari mynstringarlóg. ­ Bert teir, sum eru mynstraðir, eiga lut í veiðipartinum. Tí eigur reiðaríið at borga fyri litavunum um sínar eyka­ partar eftir sáttmálanum. Soleiðis hevur verið gjørt í øðrum føri, eitt nú við Borgaranum og Ran, segði hann. Jan Højgaard segði, at Fiskimannafelagið ikki hevur góðkent, at reiðaríið hevur útlendskar fiski­ menn umborð. ­ Tað eru trupulleikar við málinum, og hesir menn hava heldur ikki kravdu trygdarskeiðini. Hetta setir alla manning­ ina umborð í vanda, segði formaðurin í Føroya Fiski­ mannafelag í síni frá­ greiðing í Føroya Rætti. Skuldsettur fyri dráp Jurdan Martitiegi, sum verður hildin vera ovasti leiðari í baskiska loysingarfelagsskapinum ETA, og sum bleiv tikin í Fraklandi um vikuskiftið, er nú skuldsettur fyri dráp. Franska ákæruvaldið hevur illgruna um, at Jurdan Martitegi gav boð um eitt bumbuálop tann 14. mai í fjør, har ein spanskur løgreglumaður doyði, og fýra aðrir vórðu særdir. Jurdan Martitegi bleiv tikin í útsynningspartinum av Fraklandi leygardagin saman við tveimum feløgum, og dagin eftir tók spanska løgreglan seks aðrar ETA­limir har norðuri í Spania. Tóku ferðamannatok Maoistiskir uppreistrarmenn í India steðgaðu tíðliga í morgun einum toki við umleið 500 ferðafólkum og hóttu við at brúka tey sum gíslar, men stutt eftir boðaðu indisku myndugleikarnir frá, at uppreistrarmenninir høvdu latið tok og ferðafólk sleppa avstaðaftur. Teir maoistisku uppreistrarmenninir, sum siga seg berjast fyri at bøta um korini hjá fátækum bøndrum í landspartinum Jharkhand, hava hert átøkini upp undir seinna umfar av indiska tjóðartingsvalinum, sum verður í morgin. endingar - Fiskimannafelagið hevur ikki góðkent, at P/F Líðin hevur útlendskar fiskimenn umborð, segði Jan Højgaard, felagsformaður, í Føroya Rætti Mynd: Vilmund Jacobsen