Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-22, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. apríl 2009síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 76 - 22. apríl 2009 Í kjaksending hjá Kringvarp Føroya, segði Annita á Fríðriks mørk, løg­ tings kvinna fyri Tjóðveldi, at tíðin er komin til at leggja uppskot fyri tingið um at broyta fosturtøkulógina. Uppskotið verður kortini ikki av nøkrum í hesi tingsetu, sigur hon Fosturtøka Eilen Anthoniussen eilen@sosialurin.fo Fosturtøkulógin er gomul og ótíðar hóskandi, og hes­ um evni vendi Kringvarp Før oya í útvarpssending fyri fáum vikum síðan. Í út ­ varpsstovuni sótu Annita á Fríðriksmørk, løgtings­ kvinna fyri Tjóð veldi, Andre as Petersen, løgtings­ maður fyri Javnaðarflokkin, og Bill Justinussen, løg­ tings maður fyri Miðflokkin. Eftir drúgt kjak um evni, segði tjóðveldiskvinnan, at tíðin er komin til at leggja nýtt uppskot fyri tingið, sum skal gera fostur tøku­ lóggávuna meir tíðarhósk­ andi. Enn hevur einki verið at frætt um nýggja upp­ skotið. ­ Vit eru nakrar kvinnur í tinginum, sum hava prátað um at leggja eitt uppskot fyri tingið, sum skal broyta fosturtøkulóggávuna. Vit vita, at nakrir menn eru fyri einum tílíkum uppskoti, og skulu tískil finna ein máta at fáa málið samtykt. Tí áðrenn vit leggja uppskotið fram, vilja vit hava undir­ tøku frá í minsta lagi 17 tinglimum, sigur Annita á Fríðriksmørk. Hon sigur, at uppskotið ikki verður av nøkrum hesa tingsetuna, men at arbeitt verður fram ímóti at fáa uppskotið lagt fyri tingið í komandi tingsetu. ­ Hugburðurin millum ting fólk er broyttur. Kann­ ing in hjá útvarpinum vísti, at 20 mannligir tingmenn ynskja eina liberalisering í fosturtøku lóggávuni. Nú skulu vit so finna ein veg at gera eitt uppskot, sum er hóskandi. Hetta er eitt eymt evni, og mann skal ansa væl eftir hvussu mann fer fram í hesum máli, sigur Annita á Fríðriksmørk. Broytingin í fosturtøkulógini má bíða Frøðingar ilt við at fáa arbeiði Fyri fyrstu ferð í fimm ár veksur talið á ungum arbeiðsleysum búskaparfrøðingum løgfrøðingum í Danmark. Orsøkin er, at fyritøkur aftra seg við at seta fólk í starv, nú fíggjarkreppa er. JydskeVestkysten skrivar, at í síðsta mánað vóru 438 arbeiðsleysir búskapar­ og løgfrøðingar, og tað er 19,4 prosent fleiri enn í sama mánaði í 2008. Finn Borch Andersen, sum er formaður í felagnum hjá donskum búskapar­ og løgfrøðingum, sigur, at tey, sum verða liðug at útvbúgva seg í summar, hava ikki serliga góðar møguleikar at fáa nakað arbeiði. Umskipa meiri gass við Nordkapp Norsku myndugleikarnir hava víðkað loyvið hjá felagnum Kirkenes Transit at umskipa gass úti fyri strondini við Nordkapp. Higartil hevur felagið havt loyvi til at 40 umskipingar um árið í tíðarskeiðinum frá 1. oktober til 1. juni, men nú hevur felagiið fingið loyvi til 140 umskipingar um árið uttan tíðaravmarking, skrivar Finnmark Dagblad. Kristina Hansen, borgarstjóri í Nordkapp, heldur ikki, at vandin fyri dálking er størri, nú umskipingarloyvið er víðkað, og hon heldur tað hóast alt vera tryggari at umskipa gassið inni undir landi enn úti á opnum havi. Meginfelag Áhuga­ leikara Føroya (MáF) og Føroya Fólkaháskúli skipa aftur í ár fyri Leik­ listarskúla Føroya. Í staðin fyri at senda sjónleikarar av landinum á skeið, syrgir MáF fyri at fáa undirvísingina heima til næmingarnar LeikList Eilen Anthoniussen eilen@sosialurin.fo Meginfelag Áhugaleikara Føroya ger brúk av síni viftu av netverki, tá útlendsk leiklistafólk í komandi mánað koma til Føroyar at hava skeið. Skeiðini vera í leiklist, leikstjórn, at skriva til pall og scenografi. Øll skeiðini eru framhaldsskeið av skeiðum, ið vóru fyri einum ári síðan. Tey, ið koma at undirvísa á Leiklistarskúla Føroya, eru kenningar hjá før­ oyskum sjónleikara feløg­ um. Ágústa Skúladóttir fer at undirvísa í leiklist, Sigrún Valbergsdóttir í leikstjórn, þórgeir Tryggva­ son fer at undirvísa í at skriva til pall, og Maria í Dali stendur fyri undir vís­ ingini í scenografi. Sigrún Valbergsdóttir leikstjórnaði Sjóvevur, einmansleikin hjá Eyð Matras, sum fekk Ár ­ sins Herðaklapp fyri hetta avrik, og Ágústa Skúladóttir leikstjórnaði væl umtókta leikin, Í Geyma. Maria í Dali, er danskur scenografur við føroyskum ættar bond­ um. Hon kann vísa á eitt drúgt cv, har hon millum annað gjørdi fram leiðslu­ sniðið til Jeg er Dina, og nógv rósta filmin Vikaren. Hartil hevur hon arbeitt við eini ørgrynnu av teatur­, opera­ og dansiframleiðslum ymsa staðni í Evropa. þórgeir Tryggvason hevur roynt seg innan áhuga­ og yrkisleiklist, leikstjórnað, leikt og gjørt leikrit og tón­ leik til leiklist. Hann hevur skrivað eina ørgrynnu av leikritum. Fyri Kongsdætur, sum hann setti upp fyri Tjóðleikhúsið í Reykjavík í 2005, vann hann Grímuna fyri besta barnaleik tað árið. Ein sjónleikara í búkinum? Leiklistarskúli Føroya er fyri øll. Kortini eru tey, ið vóru á skeiði í fjør, sjálv­ skrivað í ár. Til okkurt av skeiðunum krevjast ymsar royndir, men øll skulu føla seg vælkomnan at melda seg til skeiðini hjá Leik­ listarskúlan. Fleiri teirra, ið vóru á skeiðunum í fjør, vóru kend andlit úr før­ oyskum sjónleiki, listafólk ella rithøvdundar. ­ Og vit vilja heldur enn fegin síggja nýggj andlit. Er tað onkur, ið heldur seg hava ein sjónleikara í búk­ inum, má hann endiliga ikki bíða við at seta seg í samband við okkum, sigur Malan Joensen, skrivari í MáF. Tað vísir seg, at tørvurin á leiklistarskúla er stórur í Føroyum. Tað blómar mill­ um ung føroysk leik­ listarfólk, og áhugin er somuleiðis stórur millum eldru leikararnar. Tað er kostnaðarmikið at fara av landinum á skeið, og roynir MáF tískil at gera sítt til at hetta ikki verður neyðugt. Plássið á skúlanum er avmarkað til 26 fólk. Leik­ listarskúlin verður á Há ­ skúlanum, sum saman við MáF skipar fyri skeið un­ um. Freistin at melda til Leik­ listarskúlanum í ár, er 1. mai. Skeiðið byrjar miku­ kvøldið 20. Mai klokkan 20.00, og fram til sunnu­ dagin fara ymisku flokk­ arnir at arbeiða við sínum evni. Skúlin endar við at næmingarnir sunnudagin vísa fram tað, tey hava lært. Skúli til leiklistina