mikudagur 22. apríl 2009síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
miðvikan
Siðsøguligt tilfar
í Sosialinum mikudagar
Nr. 76 • 22. apríl 2009
2. partur
Julianna Samuelsen, sum er bú
sitandi í Havn, er ein av teimum,
sum gjørdist faðirleys við Neptun.
Pápi hennara var tann 40 ára
gamli Julius Joensen, ættaður úr
Útistovu í Hvalvík. Hann var giftur
til Vestmanna við Súsannu Mariu,
dóttir Margrethu og Grækaris
Kristoffersen.
Julius hevur í hvussu er verið við
Neptun í 1924. Hetta ár er hann
avmyndaður inni á Siglufirði. Óla
Jákup hevði keypt Neptun í 1923,
so tað kann væl hugsast, at Julius
hevur verið við alla tíðina.
Teir báðir vóru annars svágrar,
Óla Jákup var nevniliga mammu
beiggi Julionnu. Her var dupultur
svágarskapur, tí Julius var beiggi
konu Óla Jákup. Húsini vóru somu
leiðis grannar.
Julianna er elst av systkjunum.
Hon er í dag 82 ár, meðan beiggj
arnir Hans og Gunnar eru 80
og 77 ár. Teir búgva framvegis í
Vestmanna, Hans býr í barndóms
heiminum.
Tískil hava syskini verið 7, 5
og 2 ára gomul, tá ið tey mistu
pápan. Julianna var farin í skúla
árið fyri, og hon minnist hetta
rættuliga væl.
Pápin er farin avstað nakað
seinni enn vanligu tíðina hetta
várið. Tá ið skipini komu heim
aftur í mai, og øll hini børnini
fingu teirra pápar heim aftur,
væntaðu tey sjálvsagt, at pápi
teirra eisini fór at koma.
Skipaboð, men
eingin Neptun
Tað vóru jú nógv skip í Vest
manna, og tá ið eitt skip sást
koma inn eftir, fóru børnini um
alla bygdina og róptu “skipaboð.”
So øll at hyggja, hvat skipið
mundi vera hesa ferð. Tá ið skipið
nærkaðist, sást eisini, hvat skipið
var, og tá var frøði á teimum børn
um, sum nú fingu pápan heim.
Tað kom skip eftir skip, men
eingin Neptun. Einaferð tendr
aðist vónin tó eitt lítið bil. Tey sóu
eitt skip við hvítari rond í erva.
Hetta kundi verið Neptun, men
táið skipið kom nærri, sást, at
hetta var annað av vágaskipunum
Elisabeth ella Docea. Vónbrotið
var sjálvandi stórt.
Ein dag má bert staðfestast,
at eingin Neptun kemur aftur.
Tann mest ítøkiliga staðfestingin
var, at presturin Grøn úr Kvívík
kom á vitjan. Tey sótu øll inni í
fínustovu, har prestur royndi at
troysta sum frægast.
Nakað seinni var so minning
argudstænasta í Vestmanna
fyri manningarnar á Neptun og
Nólsoy, har Jákup Dahl próstur
talaði. Julianna minnist, at hon
var í kirkju hendan dagin saman
við beiggjunum og mammuni. Her
vóru sjálvandi eisini hini, sum
høvdu mist.
Mamman fór í svart
Tann fyrsta ítøkliga broytingin
innandura var annars, at mamm
an fór í svart. Tað var vanligt hjá
einkjum at fara í svørt klæði frá
ovast til niðast, sjálvt sokkarnir
vóru svartir. Hesum gingu tær í
alla sína tíð, um tær ikki giftust
aftur. Men mamma Julionnu
giftist ikki aftur. Seinastu árini
skifti hon kortini til blátt. Tað vóru
nógvar konur, sum soleiðis komu
at ganga í svørtum klæðum størra
partin av lívinum. Hetta var eisini
galdandi fyri mammu Julionnu.
Hon gjørdist einkja um 40 ára
aldur og bleiv 91 ár.
Ein onnur broyting var eisini, at
nú fingu tey ikki longur íslands
ber. Hetta var besta góðgæti,
sum pápar kundu hava heim við
sær úr Íslandi. Áðrenn teir fóru
heim, fóru menninir niðan í hagan
at fylla eitt blikk við berum at
hava heim við sær til børnini.
Annars var tað soleiðis í
Vestmanna, sum var tað vanliga
undir slíkum umstøðum, at fólkið
í bygdini hevði samhuga við tey,
sum høvdu misti, og tey hjálptu
teimum eisini tað, sum tey kundu.
Tað var tó ein stór broyting, at
forsyrgjarin var burtur. Men tey
kláraðu tað kortini. Í 1934 var
tryggingin við slikar vanlukkur ikki
so galin. Mamman segði kortini, at
tað var gott, at tey áttu
húsini og ikki skyldaðu
nakað í teimum.
Julianna misti pápan við Neptun:
Mamman fór í svørt klæði
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
➘
Í samband við hesa røð hava vit havt samrøður við fleiri av teimum, sum sótu eftir í hesum
vanlukkum. Tað verður greitt frá, hvussu tey minnast hesa hending, og hvussu tey annars
kláraðu seg seinni í lívinum. Tað kann sigast, at sum høvuðsreglu komu tey væl burtur úr tí. Í
hesi grein er frásøgn hjá Julionnu f. Joensen, ættað úr Vestmanna
Neptun hevði júst fingið nýggjan motor
Julius og Súsanna, foreldrini hjá Julionnu á yngri døgum