Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-22, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. apríl 2009síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

MIÐvIkan 12 nr. 76 • 22. apríl 2009 Tað munaði eisini væl, at tey áttu kúgv og kundu selja nakað av mjólk. Tey høvdu seyð og eisini hønur, og hetta munaði eisini. Abbin Grækaris búði inni hjá teimum og var til góða hjálp. Hann plagdi eisini at fara á flot, og tá fekst fiskur. So tað var ikki neyðugt hjá mammuni at fara út at arbeiða. Men tað var nógv at gera hjá teimum øllum. Eitt var hoygg­ ingin, eitt annað var torvið. Í Vestmanna var tað soleiðis, at tað var langt at ganga til teir torvheiðar, har tað var gott torv. Táið menn á vetri í lýsingini fóru eftir torvi, var longu farið at skýma, tá ið teir komu aftur. Torvið, sum var høgligari, var nógv verri, og kundi bert brúkast saman við koli. Tað var her, tey hjá Julionnu fingu sítt torv. Abbin skar torvið, og hini í húsinum arbeiddu tað. Abbin bar torvið inn so leingi hann orkaði, seinni mátti tað vera mamman og børnini. Georg Samuelsen góður at vera hjá Julianna gerst 14 ár og fer tá úr skúlanum. Sum hjá øðrum gentum í hesum aldri var nú at fáa sær húspláss. Hon hevði í fyrsta umfari ymisk húspláss í Vestmanna. Lønin var 30 kr. um mánaðin. Hetta ljóðar ikki av nógvum, men var tó tað, tað var. Tá ið Julianna var 17 ára gomul gekk leiðin til Havnar. Hetta var jú meira spennandi enn Vestmanna. Men tað var ikki bert at siga tað at fara til Havnar. Fyrst mátti farast við bátinum Ólavur av Vest­ manna til Kvívíkar. So var koyrt til Kollafjarðar. Haðani var so farið við mjólkabátinum til Havnar. Hennara fyrsta pláss var hjá Julionnu Danielsen, sum var jarð­ armóður. Hon var ættað úr Hesti og var systkinabarn pápan. Julianna hevði eitt arbeiði, har hon ongantíð visti, nær hon varð útkallað. Hetta var nokk so strævið. Hjá henni var Julianna í 10 mán­ aðir. Síðan fór Julianna í húspláss hjá Rakul og Georg Lindenkskov Samuelsen, tann gamla blaðstjór­ an á Dimmalætting. Her dámdi Julionnu sera væl, og hon letur væl at, hvussu fitt tey vóru. Tey áttu Lisbeth, tá ið hon kom og fingu so Beatu, meðan hon var har. Síðan fór Julianna í húsið hjá systkjunum Valborg og Richard Næs og soni hennara Kaj Åge. Richard var kendur sum prentari og arbeiddi á Dagprent í nógv ár. Her var eisini gott at vera. Nú er Julianna blivin 23 ára gomul, og hon giftist við Olaf. Hann var sonur Margrethu og Theodor Samuelsen, kendur sum kongaligur loðsur. Út í Mykineshólm Tað var ikki so nógv at gera hesa tíðina, so Olaf hevði søkt arbeiði sum vitapassari á Mykineshólmi, og hann fekk tað. Hetta var eitt heilt annað lív, og her vóru tey í hálvt fjórða ár. Her var gott um summarið, men her kundi ofta vera buldrasligt á vetri. Tey vóru tríggjar familjur við vitan. Jacob Nielsen var vita­ meistari. Kona hansara Louisa var ættað út Lorvík. Síðan vóru tað Sofía og Elias Lið. Menninir gingu vakt. Annars var lívið sum í eini lítlari bygd. Tey høvdu hvør síni hús. Tey høvdu eisini hvør sína kúgv umframt hønur. Vitaverkið hevði elmotor, so tey høvdu elljós, sum tey ikki høvdu heima í bygdini. Ein vansi við at búgva í Mykineshólmi var, at har var so lítið av vatni. Har er nevniliga eingin á. Mesta vatnið var regnvatn, sum rann av takinum í ein tanga. Tí mátti vatnið sparast. Hin vegin var nóg mikið av mjólk. So tey plagdu at vaska gólvið við mjólk! Hetta riggaði bara væl, og gólvið gjørdist sum bonað. Tað vóru eini trý korter at ganga heim í bygdina í Mykinesi. Tað var rættuliga ringt at ganga, ikki minst gjøgnum lundalandið við øllum holunum. Men ofta var farið sunnudagar at vitja fólk. Tey áttu tá Jonnu, hon var borin í leypi. Tað var eisini javnan, at mykinesfólk komu út til teirra at vitja. Tískil gjørdist gott samband við bygdafólkið. Á sumri kom eisini fólk á vitjan aðra staðni frá. Sambandið til Mykinesar var ein lítil motorbátur. Hann sigldi bara, táið veðrið var til tað. Tað kundu ganga 2­3 mánaðir uttan nakað samband. Best til kyrru var høgættin. Tað var telefonsamband úr hólminum heim í bygdina. Men skuldi ringjast aðra staðir, so var tað við radiotelefoninini. Men tá hoyrdu øll samrøðuna í radionum! Hetta var undirhaldið í Føroyum, áðrenn tøknin fekk forðað fyri hesum. Felags lagna við Mykinesfólk Tað sum Julianna annars hevði til felags við fólkið í Mykinesi var júst Neptun, har átta mans doyðu í bygdini. Henda vanlukka merkti framvegis bygdina, hóast tað vóru farin nokk so nógv ár. Hetta var so eisini nakað sum gav Julionnu eitt serligt samband til bygdarfólkið, og ➘ Í Mykineshólmi var lítið av vatni. Tey vaskaðu tey gólvini við mjólk Av Mykinesi kom Julinnna út á vitan á Borðuni Stýriborðsvaktin á Neptun í 1924. Fremst f.v. Óla Jákup Christoffersen, Vestmanna, Andreas Hansen, Sørvágur, Jógvan Haldansen, Vestmanna og Jákup Hansen, seinni Follend, Vestmanna. Í miðjuni: Petur Petersen, Gásadal, Tummas Gudmundsen, Vestmanna, Abraham Hansen, Sørvágur, Julius Joensen, Vestmanna, pápi Julionnu, Jóan Hendrik Joensen, seinni Sandsdal, Sørvágur. Aftast f.v. Mikkjal Jensen, Gásadal, Jóhannes Pauli Joensen, Sørvágur, Haldor Joensen, Hvalvík og Gunnar Petersen, Vestmanna Absalon Joensen tók myndina á Siglufirði