mikudagur 22. apríl 2009síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
tíðindi
Nr. 76 - 22. apríl 2009
Tað er djúpt óseriøst
at tosa um kjarnorku
í Føroyum. -Vit hava
hvør ki sakkunnleika
ella umsitingarskipan
til tað. Tað sigur Vil-
hjál mur Nielsen,
orkuráðgevi. Har-
aftur at mælir hann
til at skrotta ætlanina
um at leggja elkaðal
til Íslands
Orka
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
- Hesa vikuna eru tvey olju-
óhapp hend í Føroyum. Er
til búgvingin blivin róst í
sam band við hetta? Nei,
ha? Hvussu skulu vit so
gera við kjarnorku?
Tað spyr Vilhjálmur Niel-
sen, doktari og ráðgevi í
orku spurningum, nú kjakið
um framtíðar orku í Før oy-
um aftur verður tikið upp í
Løgtinginum.
Tjóðveldi hevur lagt tvey
mál um orkuspurningin til
sam tykt ar fyri Tingið. Ann-
að snýr seg um minkingar
av CO2 útláti og hitt um
menn ing av varandi orku.
Tey málini hava verið í
rættar nevndini hjá Løg-
tingi num til viðgerð, og har
hev ur Vilhjálmur Nielsen,
ið er orkuráðgevi, gjørt
við merk ingar til málini.
Óseriøst at tosa
um kjarnorku
Tá áður hevur verið tosað
um framtíðar orku møgu-
leik ar í Føroyum, hevur eitt
event uelt
kjarnorkuverk
ver ið uppi og vent fleiri
ferð ir. Tað tykist heldur ikki
sum at politikararnir vilja
sleppa hesum tankanum.
Vilhjálmur Nielsen sigur,
at hann heldur tað verða
djúpt óseriøst at blíva við at
tosa um kjarnorku í Før oy-
um.
- Eg mangli at hoyra eitt
einas ta argument fyri at
gera kjarnorkuverk í Før oy-
um. Vit hava hvørki sak-
kunn leikan ella ta um sit-
ingarskipan, ið skal til fyri
at hava kjarnorku. Haraftur-
at er orkutørvurin í Før oy-
um so lítil, at tað er ein tru-
pul leiki í sær sjálvum. Tí
hal di eg, at tað er óseriøst
at tosa um kjarnorku, sigur
Vil hjálmur Nielsen.
Hvørki bíligt
ella grønt
Sambært Vilhjálmi Nielsen
er kjarnorka hvørki bílig
ella so grøn, sum summi
vil ja vera við.
- Gamaní er einkulta
verk ið CO2 neutralt. Men
tá hevur tú ikki tikið alt
við síðunaav við eisini. Tú
brúk ar rættiliga nógva orku
til at fyrst útvinna uranið,
upp á flutning av burtur-
kasti num, at byggja kjarn-
orku verkið og so fram veg-
is. Tá tú tekur alt tað við, er
eitt kjarnorkuverk ikki so
grønt, sum summi vilja
vera við.
Tað, ið er avgerandi tá
slík ar avgerðir skulu takast,
er tað, ið stendur á teirri
enda ligu botnlinjuni. Og tá
stend ur heldur ikki so væl
til við prísinum.
- Tú kann gott fáa ein
lág an prís fyri hvønn kilo-
watt tíma, men tá roknar tú
ikki tann kostnaðin við,
sum er allastaðni rundanum.
Tú skal hava sakkunnleika
alla staðni rundanum. Tað
krev ur serliga útlærd fólk,
og tú má hava avtalur um at
sleppa av við avfallið. Tað
er ikki nakað, tú bara ger,
og tað kostar. Harafturat má
tú hava eina backuppskipan,
ið klárar at nøkta tørvin hjá
øllum landinum tá óhappið
er úti. Eg sigi ikki um, men
tá óhappið er úti, og neyðugt
er at sløkkja av eini ella
aðrari orsøk.
- Harafturat eru før oy-
ingar ikki júst kendir fyri at
fylgja
fortreytunum
og
krøvu num um umhvørvi.
Nóg illa helvtin av komm u-
n um uppfylla krøvini til
um h vørvi, vísir Vilhjálmur
Nielsen á.
Gloymið
íslandskaðalin
Sambært Vilhjálmi er tað at
leggja ein elkaðal til Íslands
heldur ikki nakað gott hug-
skot.
- Íslandskaðalin kann
vera
áhugaverdur
undir
á vís um fortreytum, men
tær fortreytir eru als ikki
upp fyltar. Ein slík ætlan
kost ar umleið 2,7 milliardir
krón ur, og fyri at fáa búskap
í eina slíka ætlan, krevur
tað, at elnýtslan er so stór
sum møguligt. Hetta merkir
so at einki skal gerast í Før-
oyum fyri at spara orku, og
tað forðar allari menning av
varandi orku í Føroyum,
vísir Vilhjálmur Nielsen á.
Vilhjálmur Nielsen vísir
eisini á, at um ein slík ætlan
sum at leggja ein kaðal til
Ísland verður førd út í lívið,
verður neyðugt at byggja
eina neyðskipan í Føroyum,
sum stendur klár at taka
yvir, tá onkur feilur verður
á elveitingini.
- Tú má hugsa um, at um
tú hevur eina einsamalla
fram leiðslueind, sum Ísland
vil vera í einum slíkum føri,
so má tí altíð hava nakað
tøkt, tá tann eindin dettur
burtur. Frá at hava 20 til 30
pro sent í yvirkapasiteti,
sum tað er nú, skal tú so
yvir til 100 prosent yvir-
kapa sitet, staðfestir Vil-
hjálmur Nielsen.
Elfelagið SEV sigur eisi-
ni í sínum viðmerkingum
til málið, at metingin av
kostn aðinum av verk æt-
lanini á umleið 2,7 milliardir
krónur er alt ov lágt sett, og
at ætlanin tískil verður upp-
aftur dýrari.
Brúkið peningin
í Føroyum
Vilhjálmur Nielsen er av
teirri sannføring, at tú sparir
einki við at leggja teg á ein
einsa mallan
veitara
av
streymi.
- Tú sparir einki við at
hava bara ein veitara. Tú
kem ur nógv longri við eini
menn ing av eini føroyskari
skip an, tí tá finnur tú loysn-
ir, sum passa betri til Før-
oy ar. Tá finnur tú útav,
hvussu eitt land kann klára
seg sjálvt við varandi orku,
og tann vitanin, hvussu tú
fær eina slíka skipan at
koyra,
kann
vera
sera
áhuga verd hjá øllum øðrum
lond um at taka til sín, tí øll
lond ini ganga tann vegin.
Tí er tann peningurin nógv
betri brúktur í Føroyum,
stað festir Vilhjálmur Niel-
sen.
Gloymið alt um kjarn
orku og íslandskaðal
Vanlukkan á kjarnorkuverkinum í Tjernobyl stendur
sum ein ræðumynd hjá øllum teimum, ið umhugsa
at taka til kjarnorku. – Føroyingar hava hvørki tann
sakkunnleika ella tað umsitingarskipan, ið skal til fyri
at dríva eitt kjarnorkuverk. Harafturat eru føroyingar
heldur ikki júst kendir fyri at liva upp til krøv og
fortreytir á umhvørvisøkinum, sigur Vilhjálmur
Nielsen, doktari og ráðgevi í orkuspurningum
Ernst & Young í kreppu
Tann stóra grannskoðarafyritøkan Ernst & Young er í
trupulleikum, og tað hevur millum annað havt við sær, at
20 danir hava mist sín ognarpart í fyritøkuni, og at hinir
eru farnir heili 80 prosent niður í løn. Samstundis verða
uppsagnir fyrireikaðar, skrivar Jyllands-Posturin. Torstein
Hokholt, sum er stjóri fyri tí norðurlendska virkseminum
hjá Ernst & Young, avsannar, at talan er um kreppu í
fyritøkuni. Danskir fjølmiðlar skrivaðu í vetur, at Ernst &
Young mátti hækka kassakredittin 50 milliónir krónur í
november fyri at sleppa undan loyvdum troti í bankanum.
Fundur millum Norður
og Suðurkorea
Heldur óvæntað kom ein suðurkoreonsk sendinevnd til
Norðurkorea í morgun. Nevndin skuldi hitta eina
norðurkoreanska stjórnarnevnd, og hetta er fyrstu ferð í meiri
enn eitt ár, at tey bæði grannalondini hittast við fundarborðið.
Fjølmiðlar í Suðurkorea siga, at tað er Norðurkorea, sum hevur
biðið um fundin. Teir gita, at fundurin kann vera um ein
suðurkoreanskan mann, sum bleiv settur í varðhald í
Norðurkorea herfyri, tí hann hevði sagt okkurt óhóskandi um
norðurkoreanska stýrið.