Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-22, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. apríl 2009síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 76 - 22. apríl 2009 Sosialurin Fleiri sløg av menningarhjálp Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – he­ vur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. SAMBAND eirikur liNDeNSkov eirikur@SoSiAluriN.fo tlf 341800 viðmerkingar Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Marknaðarleiðari: Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Tróndur Skaalum trondur@sosialurin.fo Høgni Thomsen hogni@sosialurin.fo Elin Vatnhamar Olsen evo@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Eilen Anthoniussen eilen@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Árni Joensen arni@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl­ an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Kykmyndir: Harald í Kálvalíð harald@ras2.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e­post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e­post: aki@sosialurin.fo e­post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 frá kl. 8.00­20.00 og boða frá Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.­frí. 8­16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag­fríggjadag klokkan 1330 Seinastu dagarnar hevur leikluturin hjá føroy- ing um í altjóða hjálpararbeiði aftur verið á dags - skrá. Í kjalarvørrinum av áhugaverdu og sera upp l ýsandi sendingini í sjónvarpinum um hjálp til Liberia, varð í morgun sendingini hjá útvarpinum hjá Kringvarpinum spurt um, hvør munurin er á menningar samstarvi og menningarhjálp. Málmaðurin helt, at tað fyrst og fremst snýr seg um politiskan retorikk, tá ið tað heldur enn menningar- hjálp verður tosað um menningarsamstarv. Hvørja ferð, tá ið hesin spurningurin verður viðgjørdur, so verður víst á, at vit ikki liva upp til tað, sum ST hevur ásett at vera minsta kravið til menningarhjálp. Tað er 0,7 % av BTÚ. Almenna føroyska hjálpin er væl minni enn so, men tað gongur spakuliga rætta vegin. Viðhvørt – men ikki altíð – tá ið hesin spurningurin verður viðgjørdur, so verður eisini minst á, at Føroyar og føroyingar á so mongum frontum eru við í altjóða menningarhjálpararbeiði. Tað eiga vit at fegnast um, og tað er gleðiligt, at almenni myndugleikin viðhvørt stuðlar upp undir sovorðið arbeiði. Í løgtinginum tykjast tað vera ymsar áskoðanir um, hvønn leiklut almennu Føroyar skulu hava í hesum sambandi. Tað sást henda dagin, tá ið eitt uppskot frá Sjálvstýrisflokkinum um, at trúboðarar uttanlands og onnur, sum tað varð tikið til, í manngóðum virki, framvegis skulu vera í føroyska fólkayvirlitinum, hóast tey eru búsitandi uttanlands. Rættarnevndin mælti frá at taka undir við upp skot- inum. Men undir orðaskiftinum kom so mikið av vend í, at uppskotið varð beint aftur í nevndina, sum nú hevur møguleika at leggja nýtt álit fram. Undir orðaskiftinum varð nevnt, at hesi fólkini eru okkara bestu altjóða umboðsfólk ella ambassadørar – kanska betri enn fótbóltslandsliðið. Yvirornaða málið er at bera gleðiboðskapin fram. Men í strembanini at røkka málinum halda tey tað vera neyðugt við so mongum øðrum. Eitt er, at tey læra fólk at lesa og skriva. Í tí sambandi er viðhvørt neyðugt at gera nýtt skriftmál, og fleiri dømi eru um, at føroyingar hava flutt heilagu skriftirnar yvir í nýtt skriftmál! Eisini verða stór tøk tikin eitt nú á heilsuøkinum og á tí, sum vit kalla fyri almennaøkinum. Í hesum døgum vitjar Logos Hope í Føroyum. Tað eigur at verða virt og skattað, at føroyingar tóku stór tøk fyri at gamla Norrøna skuldi gerast hjálparskip. Føroyingar hava stuðlað fíggjarliga, og føroyingar hava hjálpt til í umbyggingini, eitt nú í maskinrúminum. Føroyingar eru á manningar- listanum, og móttøkan, sum almennu Føroyar góvu skipinum var tignarlig. Enn er langt á mál at røkka 0,7 % av BTÚ í almenn- ari hjálp. Men virksemið á sjógvi og landi og kring allan heimin, har føroyingar eru uppi í eigur ikki at verða gloymt, meðan vit arbeiða við at røkka málinum, sum ST hevur sett. Vit eiga ikki at undirmeta okkara ávirkan á oyruni, sum hoyra. Tað eru vit, sum mynda og skapa samfelagið. Um vit veru­ liga vilja hava ymiskleika, eina livandi kjakmentan og hava eitt ynski um at gera mun og menna samfelagið, eru krøvini ikki so smá. Tó er tað av stórum týdningi, at vit virða hesi krøv og hvønn annan. Seinastu árini er stórur dentur lagdur á, at øll skulu hava frælsi og dirvi at siga sína hugsan. Eitt kjak krevur, at vit lýsa eitt evni úr ymiskum sjónar­ miðum. Vit siga, at í modernaða demokratiska heiminum er tað ein sunn kjakmentan, sum kann upplýsa fólkið, flyta mørk, forða fordómum, skapa eina hugburðsbroyting og menna verandi samfelags­ hugsan, og at læra fólk at siga frá. Kanska kann ein sunn kjakmentan eisini lúka tað mesta av teskan í krókun­ um, tað tosið, sum kitlar oyruni og óundirbygt sleyg burtur. Kjak Í føroyska samfelagnum kunnu vit siga, at kjak­ ment anin ikki er serliga gomul. Við tøknini hava vit fingið kjakið nógv tættari og tí við sterkari ávirkan. Vit hava lutfalsliga nýliga í størri mun fingið kjak­ send ingar í fjølmiðlunum inn í stovurnar, sleppa nú eisini at lurta við á ting­ fundi og hava eisini sett orð á, at vit eru ymisk og tí mugu hava opna talu um tað, sum vit hugsa. Við tíðini eru vit eisini farin at tosa um alment galdandi reglur og menn­ iskjalig krøv fyri at úttrykkja seg frítt, og at vera tann vit eru ­ eisini hjá ungum og børnum. Hetta skal vera uttan niðurgering frá ymisku samfelagsbólkunum. Fyrimyndir Um vit hugsa fyrimyndir í kjakheimi, er tað sjálvandi fólk í samfelagnum, sum eru sjónlig og eisini av somu grund, hava stóra ávirkan á og ábyrgd av, hvat fólk hoyra og síggja. Av eini ella aðrari grund, kanska av tí, at samfelagið er so lítið, eru tað fá, sum javnan taka lut í kjaki. Kjak, sum tó onkuntíð fær ferð, er oftast dulnevnt kjak. Fjølmiðlafólk og politik­ arar eru óivað tey, sum vit síggja oftast, og sum eisini alment vilja vera við, at tey hava nakað upp á hjarta. Síðani eru tað foreldur, og tey, sum mynda gerandis­ dagin hjá børnum og ung­ um ­ námsfrøðingar, lærarar, venjarar, ung­ dóms leiðarar o.s.fr., sum hava ábyrgd av at menna kjakførleikan. Hetta er ein av ábyrgdunum, sum menniskju í fría samfelag­ num hava. Grundleggjandi siðvenja Málið í sjálvum sær er ikki, at vit eru ella verða á einum máli, men at vit tosa saman á einum máli, sum sømir seg. Vanliga siga vit við børn og ung, at vit eiga at virða hvønn annan, lurta, tá onkur tosar, læra okkum at lýsa og seta okkum inn í umtalaðu støðuna, at siga okkara hugsan, undirbyggja tað, vit siga, og koma við onkrum hugskoti, um hvat kann gerast. Um vit vilja hava eina livandi og mennandi kjak­ mentan í Føroyum, er eitt avgjørt krav, at vit hava ymiskar fyrimyndir, sum veruliga vísa, hvussu hetta kann gerast. Tá eg so lurti og hyggi at tí, sum mangan gongur fyri seg í gerandisdegnum ­ frá tingsins røðarapalli, í miðlunum og á øðrum almennum pallum ­ má eg ásanna, at vit vaksnu alt ov ofta krevja av børnum og ungum tað, sum vit ikki sjálvi megna. Vit gerast persónlig, negativ og lítið uppbyggjandi. Tá oyruni við tíðini eru von við sovorðið prát, gerast krøvini til ta livandi kjakmentanina lægri og lægri. Vit loyva okkum at undirbyggja við fjasi, ironi, skemti ella niðursetandi viðmerkingum. Ella siga vit bara, at tað eru hini, sum ikki vilja skilja ella duga. Vit mynda samfelagið - eisini kjakið Vit eiga ikki at undirmeta okkara ávirkan á oyruni, sum hoyra. Tað eru vit, sum mynda og skapa sam­ felagið. Um vit veruliga vilja hava ymiskleika, eina livandi kjakmentan og hava eitt ynski um at gera mun og menna samfelagið, eru krøvini ikki so smá. Tó er tað av stórum týdningi, at vit virða hesi krøv og hvønn annan. Livandi kjakmentanin í fría samfelagnum TórA vIð KELdU Dagurin 22. apríl. Cajus. Pávi, sum doyði í árinum 296. Fríðrikur Petersen próstur varð føddur hendan dagin í 1853 í Saltnesi. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008)