mikudagur 22. apríl 2009síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 76 - 22. apríl 2009
15
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Tað er við sorg og sakni at vit í
bólkinum Deiggj skulu festa á
blað nakrar linjur um okkara kæra
trummuspælara og góða vin
Herluf Hermansen, sum andaðist
á Landssjúkrahúsinum, sunnudag
in 5. apríl í ár, einans 42 ára gam
al.
Vit gjørdist ikki sørt skelkaðir
tá ið Emil, bróður Herluf, ringdi
til ein av okkum mánamorgun og
segði, at nú var Herluf farin.
Hann fór burtur úr okkara verð
uttan pínu, sitandi hjá sær tað
besta hann átti, nevniliga Emil
bróður og foreldrini Bjarka og
Emmi.
Okkara trummusláari, Herluf,
gjørdist brádliga sjúkur í juni
2007, beint áðrenn Jóansøkufesti
valin, har hann og vit í Deiggj
skuldu spæla saman við okkara
stóru fyrimynd, John Lawton úr
Uriah Heep. Vit høvdu vant eitt
programm í fleiri mánaðir, sum
vit skuldu framføra saman við
John Lawton á Jóansøku á Tvør
oyri. Herluf gleddi seg sera nógv
til hesa konsertina og livdi við lív
og sál inn í trummuspæli í teim
um løgunum, sum vit skuldu
spæla.
Einans 10 dagar áðrenn fram
førsluna fingu vit boðini um at
Herluf varð vorðin álvarsliga
sjúkur og hevði ongan møguleika
fyri at vera við okkum á Jóansøku.
Herluf vildi at vit beinanvegin
funnu ein avloysara, tí hann vildi
bólkinum og tiltakinum tað besta,
og hann ætlaði sær at koma við
eina aðru ferð. Vit fingu í skundi
Brandur at venja við okkum.
John Lawton og konan Iris komu
til Føroya. Vit vandu saman við
Lawton. Herluf , sum var illa fyri
kom oman við Emil í venjingar
hølið at heilsa upp á tey bæði.
John Lawton segði við hann, at
man altíð møtist minst tvær ferðir
í lívinum og at tað heilt sikkurt
fór at koma ein annar møguleiki
seinni.
Herluf kom fyrstu ferð upp í
bólkin Deiggj í 1990 og spældi
við í eini tvey ár. M.a. var hann
við til at spæla inn lagið ”Til
lukku” á Amnesty Tónum. Seinni
fór hann niður á tónlistaháskúla
og spældi við fleiri donskum tón
leikabólkum. Herluf var ein sera
dugnaligur
trummusláari
og
dugdi nøkur ting, sum vóru hans
ara egni stílur. Hann var sera
musikalskur og hevði sera gott
oyra fyri taktum og sløgum.
Hetta vísti hann seinni, tá ið hann
saman við bróður sínum setti á
stovn legendariska bólkin ”Pre
sent Past”, sum hevur útgivið
eina teimum mest orginalu før
oysku útgávunum í hálvfemsun
um. Eisini spældi hann við øðr
um bólkum. Tíverri góvust Pre
sent Past alt ov tíðliga, og Herluf
spældi lítið av trummum í nøkur
ár. Í 2003 fór okkara táverandi
trummuleikari Dánjal Jákup til
Danmarkar, og vit manglaðu ein
góðan trummusláara til okkara
sjeytiára rokktónleik sum er
blandaður við eitt sindur av folk
og pop tónleiki. Vit gjørdust
skjótt samdir um at royna at fáa
Herluf upp í aftur bólkin. Vit
ringdu heim til Herluf, men
mamman segði, at Herluf var í
USA og fór koma aftur um nakrar
vikur. Hon skuldi siga tað við
hann, at vit høvdu ringt. Herluf
kom heim og var skjótt ein sera
týdningarmikil limur í bólkinum
og passaði perfekt til okkara stíl.
Herluf hevði sum smádrongur
dyrkað ”Søren Berlev” úr Gaso
lin, og hetta fekk okkum at grava
fram nøkur av teimum gomlu
Gasolin løgunum. Vit gjørdu av
at gera eitt sokallað ”Gasolin
Jam” á fyrsta Jóansøkufestivalin
um í 2005. Hetta var akkurát nak
að fyri Herluf. Nú slapp bæði
hann og fleiri av okkum at liva út
okkara Gasolin dreymar 100%.
Tað rokkaði totalt á Jóansøku
hetta árið. Nógv av hesum løgun
um hava vit seinni brúkt til ymisk
ar dansi og konsertframførslur
seinnu árini. Vit vóru eisini og
spældu á Jelling Festivalinum í
2004 og til eina veitslu í Norður
týsklandi, har kravið frá fyrireik
arunum var minst 10 løg av Gaso
lin. Jú, vit hava havt tað sera stutt
ligt og hava hugna okkum saman
við Herlufi, og onkuntíð var Emil
eisini við sum teknikari.
Einaferð vit skuldu hátíðarhalda
25 ára stovningardagin hjá Deiggj
(september 2006) bleiv Herluf ov
seinur umborð á Smyril. Vit
hildu, at nú var alt oyðiligt, og
allir vóru irriteraðir inn á Herluf,
sum ikki slapp suður. Herluf
ringdi suður seint leygarkvøld og
segði ”eg eri ov seinur, men hvørj
ir møguleikar havi eg fyri at
sleppa suður”. Vit vistu ikki eingi
ráð og skeldaðust bara um hetta.
Herluf segði ”latið okkum heldur
finna nakrar loysnir enn at brúka
tíðina upp á at skeldast”. Tveir
tímar seinni lendi tyrlan hjá
Atlantsflog í Froðba. Út steig
Herluf, hann hevði leigað sær
tyrluna suður. Sådan! Allir vóru
glaðir, og kvøldið var eitt tað
besta nakrantíð. Soleiðis var Her
luf. Alt bar til, og pengar høvdu
ongan týdning. Hann plagdi at
siga ”pengar koma og fara og eg
eri rock´n roll.”
Sum sagt so gjørdist Herluf
sjúkur í 2007, men hann ætlaði
sær at gerast frískur aftur. Hann
vildi gera alt fyri at gerast frískur.
Hann fór til Danmarkar at fáa
heilsubót. Búði hjá mostur síni í
meira enn eitt ár. Eisini hevði
hann eitt systkinnabarn, sum
plagdi at koyra hann inn á Ríkis
sjúkrahúsið til viðgerðar. Herluf
stríddust við góðum stuðli frá
familjuni í meira enn eitt ár. For
eldrini vóru nógv niðri hjá Her
lufi og bakkaðu hann upp. Tað
má hava verið ein fantastiskur
hiti, hann hevur kent frá hondum
sum ongantíð sleptu, tí tað er í
neyðini tú vinur kennir. Vit høvdu
allatíðina samband við Herluf,
og hann visti, at trummustólurin
stóð har til hann var klárur aftur.
Vit vóru bodnir at koma at
spæla til heepvention í Granada í
Suðurspanien. M.a. skuldu vit
spæla saman við John Lawton.
Har fór eisini at koma uppruna
trummuleikarin í Uriah Heep, Lee
Kerslake, og eisini sangskrivarin
Ken Hensley og gamli bass
leikarin Paul Newton. Harum
framt fóru heepfjepparar úr øllum
norðurlondum at koma umframt
gestir úr nógvum øðrum londum.
Herluf ynskti og droymdi at koma
við. Kaj Johannesen, sum hevði
avloyst Herluf nakrar ferðir, var
eisini við uppá at koma við,
soleiðis at Herluf kundi kenna seg
meira tryggan um okkurt gekk
galið. Stutt áðrenn vit skuldu fara
avstað, í september 2008, segði
Herluf, at nú hevði hann fingið at
vita frá læknunum í Danmark, at
hann bara kundi fara avstað, tí
hann skuldi ikki hava nakrar við
gerð ta tíðina. Glaður var Herluf,
og glaðir vóru vit. Jú nú fekk hann
so tann møguleikan, sum John
Lawton hevði tosað um hina ferð
ina beint áðrenn Jóansøku. Vit
vistu at Herluf fór at klára at
spæla, eisini tí at vit høvdu spælt
til eitt brúdleyp í august sama
árið. Umframt hetta fór hann í
summarhúsið hjá foreldrunum á
venjingarlegu við elektroniska
trummusettinum, og løgunum
hann skuldi duga.
Vit komu til Granada umvegis
Barcelona og fingu ein ógloym
andi túr. Herluf spældi væl og alt
gekk gott. Hann spældi eisini í
øðrum
orkestursamansetingum
og sat leingi eitt kvøldið og prát
aði við eina sínum stóru fyri
myndum Lee Kerslake úr Uiah
Heep. Eisini prátaði hann nógv
við allar hinar Heepararnar,
umframt at hann kom í samband
við eina rúgvu av fjepparum. Sig
ast skal, at Herluf hevði tann
eginleikan at duga væl at koma í
samband við fólk. Hann dugdi
perfekt enskt og kundi fortelja
krønikur og søgur á enskum. Aft
aná at Herluf andaðist hevur
hann fingið ein hóp av heilsanum
á heimasíðuni hjá Heepvention08
og eisini á Youtube.
Herluf keypti sær í juni, ella 3
mánaðir áðrenn vit fóru til Spani
en, eitt elektroniskt trummusett
og fór at leggja eina rúgvu av inn
spælingum á netið. Hann fekk
sera skjótt eina rúgvu av vinum á
Youtube, og nógvir trummsláarar
hava havt hann sum fyrimynd.
Hansara góða spæl og fyrikom
andi lyndi hevur ført til at hann
hevur fingið so óvanliga nógvar
heilsanir á alnótini. Kanska var
hann ikki so øgiliga kendur av
navnið í Føroyum, men um hann
vildi, kundi hann saktans gjørt
trummuspælið til sítt livibreyð.
Kanska hevur hann hugsað „eg
havi góða tíð“. Men brádliga so
er tíðin næstan farin, og brádliga
gerst ein varugir við, hvussu ofta
ein spillir tíðina burtur, ístaðin
fyri at brúka talentini ein hevur
fingið. Herluf náddi tað, og
úrslitið er at síggja á Youtube.
Ein fyrimynd fyri allar seriøsar
trummusláarar
og
menniskju
sum vilja geva øðrum nakað av tí
góða tey hava. Á Youtube kallast
hann ”Herl Pearl”
Tað er nógv gott at minnast um
Herluf, men ein tann mest rørandi
løtan saman við Herlufi var altíð
tá ið hann og bróðurin Emil vóru
saman. Teir vóru allar bestu vinir.
7 ár vóru ímillum teir báðar, men
alíkavæl vóru teir sum javnaldrar
og sera góðir við hvønn annan.
Teir sungu saman so hjartaliga.
Annar spældi guitar og hin
trummur, og tað riggaði ”skide
gott”, sum Herluf plagdi at siga.
Seinni, tá ið Emil fekk sær eina
unnustu, fekk Herluf eina enn
størri familju sum hann var góður
við. Foreldrini hava stuðla teim
um báðum, og tað man verða
sjáldan, at man møtir einari
mammu í sjeytiárunum, sum spyr
hvørjir sangir vit hava vant, og
hvussu tað gekk at spæla eitt nú
hasi løgini hjá Gasolin. Jú, Herluf
hevði eina góða familju, sum
elskaðu hann og bakkaðu hann
upp.
Seinastu ferð okur spældu varð
á Seglloftinum 3. jólakvøld. Tað
var sum altíð hugnaligt at vera
saman og Herluf spældi væl alla
náttina.
Okur í Deiggj fara altíð at
minnast Herluf, og hann fer at
altíð vera ein partur av ogum.
Om lidt bli’r her stille
Om lidt er det forbi
Fik du set det du ville
Fik du hört din melodi
Om lidt, om lidt
Er vi borte
Vi ses måske igen
(Kim Larsen)
Hvíl í friði kæri vinur. Má Harrin
styrkja tykkum sum eftir sita.
Heilsan Deiggj
Minningarorð um Herluf Hermansen