mikudagur 22. apríl 2009síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 76 - 22. apríl 2009
Í hugnaliga umhvørvinum á
Kráarvegi í Havn, situr ein mað
ur á sínum lofti og arbeiðir. Tað
er 74 ára gamli Eilif Samuelsen.
Millum bunkar av bókum og
báðar teldurnar situr hann og
skrivar. Skrivstovan á stóra
loftinum er prýdd við gomlum
minnum, har myndir av familju
taka nógv pláss á veggjunum,
oman fyri fyltu bókahillarnar.
Myndirnar vísa millum annað
stóra systkinaflokkin hjá Eilifi
Samuelsen. Hann varð føddur í
Fuglafirði, og er hann partur av
systkinaflokki, ið telur 12. 10
beiggjar og tvær systrar. So hvørt
sum dreingirnir gjørdust eldri,
fóru teir til Havnar at læra á
familjufyritøkuni, Dimmalætting.
Men eg slapp onkursvegna
undan. Eg fór til Danmarkar at
ganga á háskúla, og fór beint
eftir á Haslev Seminarium at
ganga, har eg fekk læraraprógv í
1958, sigur Eilif Samuelsen.
Afturkomin úr Danmark, fór
Eilif Samuelsen til Fuglafjarðar
at starvast sum vikarur í eitt ár,
síðan til Hvalvíkar at arbeiða í
seks ár, Kommunuskúlan í trý ár,
og tá Venjingarskúlin byrjaði, fór
hann har at arbeiða, og har undir
vísti hann fram til 2002. Eilif
Samuelsen spesialiseraði seg í
donskum máli og bókmentum
og í pedagogiskari sálarfrøði á
Danmarks Lærerhøjskole, og
undirvísti hann øll árini í donsk
um, bæði í fólkaskúlanum og á
Læraraskúlanum.
Eg varð pensioneraður í
1999. Men mær dámdi so væl at
vera lærari, og tá ið tørvur var á
lærarakreftum, helt eg fram í trý
ár aftrat. Tá eg so gavst, saknaði
eg arbeiðið, sigur Eilif
Samuelsen.
Floksdisiplinið
er upphevað
At hann saknaði at vera partur av
dagliga resinum, er ikki løgið.
Umframt at arbeiða sum lærari,
var Eilif Samuelsen formaður í
Lærarafelagnum í 12 ár. Hann
varð eisini valdur inn á ting í
1978, har hann sat fram til 1990.
Tvær reisur sat hann sum lands
stýrismaður, í tíðarskeiðunum
198084 og 199498.
Tað politiska fylti kolossalt.
Tá var eg upptikin døgnið runt
av einhvørjum í samband við
tingarbeiði. Tað var rættiliga
upplagt, at eg skuldi fara upp í
politikk. Familjan er
sambandsfamilja, og tað varð
nógv tosað um politikk heima
hjá okkum. Men eg má siga, at
tað er øðrvísi at eygleiða
politiska arbeiðið í dag.
Hann samanber tingarbeiðið í
dag við gamlan sið í tinginum.
Floksdisiplinið var nógv sterk
ari fyrr. Í dag tykist, sum tað er
fullkomiliga upphevað. Hvør
limur kann føra sín egna politikk,
og profilera seg sjálvan heldur
enn at fremja tað, sum flokkurin
stendur fyri. Og tað er eitt aftur
stig. Tað darvar arbeiðinum og
ger tað torført hjá formonnunum
at gera avtalur um støðutakan til
málini. Vit hava sæð so nógv
dømi um, at ósemjur tendera til
klandur, og tað er destruktivt fyri
arbeiðið. Avleiðingin er, at ov fá
úrslit spyrjast burtur úr. Fyrr av
markaðu politikarnir seg meira
til at profilera seg sjálvar og
flokkin teir seinastu mánaðirnar
av valskeiðinum.
Sunt likam er ein skylda
Eftir ein krevjandi gerandisdag
vendi Eilif Samuelsen til eina
friðarliga tilveru á Kráarvegi í
Havn. Tað var í 1966 at hann og
konan fluttu inn í húsini á Kráar
vegi, sum eru væl hildin við
einum vøkrum urtagarði og eini
spildurnýggjari terassu í túni
num. Tey eiga tvey børn, fýra
abbabørn og eitt langabba og
langommubarn. Um páskirnar
giftist elsti abbasonurin í Italia,
har familjan var hjástødd. Evropa
er ikki fremmant fyri Eilif
Fartelefonin
er mín
lummabók
pensi
nistar
Eilen Anthoniussen
eilen@sosialurin.fo
gladir
74 ára gamli Eilif
Samuelsen er ein sera
virkin pensionistur. Síðan
hann gavst at arbeiða
sum lærari í 2002, er hann
farin at brúka tíðina til
at týða bøkur, sum er
hansara stóri áhugi. Hann
leitar sær javnan út á bygd
at skriva, og hjá sær hevur
hann altíð fartelefonina,
sum virkar sum
lummabók. Og so dámar
honum eisini væl at halda
samband við vinir, familju
og gamlar næmingar
umvegis Facebook
Eilif Samuelsen nýtir tað mesta av síni tíð á
loftsskrivstovuni, har hann týðir útlendskar
bøkur til føroyskt. Hann hevur ikki minni enn
tvær teldur at arbeiða við.