mikudagur 22. apríl 2009síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 76 - 22. apríl 2009
17
tíðindi
Samuelsen og konuna, sum eru
røsk at vitja stórbýirnar í Evropa.
Tær flestu ferðirnar Eilif
Samuelsen annars leitar sær úr
loftsskrivstovuni og út um
Havnina, gongur leiðin ofta
norðeftir.
- Barndómsheimið hjá mær í
Fuglafirði er enn í familjuni, og
kann nýtast av okkum øllum.
Men ofta fara eg og konan til
Saksunar, har vit hava hús at fara
til, sum hoyra til familjuna hjá
konuni, ella til Víkar, har vit fýra
brøður eiga barnaheimið hjá
abba. Ljósu tíðina dámar mær at
gera túrar til Víkar, at seta meg at
skriva. Tá skrivi eg frá morgni til
myrkurs, sigur hann.
Hann koyrir altíð sjálvur, og
meðan hann er í Vík, tekur hann
sær steðgir frá skrivingini, og ger
sær túrar niðan í fjøllini, og
hvønn dag gongur hann túrin til
Tjørnuvíkar og aftur.
- Eg havi altíð gingið nógv, og
fari nógvar túrar niðan í fjøllini
kring Havnina um árið. Eg haldi,
at tað er ein skylda, at halda
likamið sunt, og eg royni at halda
meg sunnan við at eta rætt, sigur
Eilif Samuelsen.
Nuanserað føroyskt
Tað, sum Eilif Samuelsen skrivar,
eru klassiskar, filosofiskar bøkur,
sum hann týðir til føroyskt.
- Eg gjørdist so hugtikin av
Játtanir Augustinusar, at eg
keypti mær eitt upprunaeintak av
bókini, og lærdi meg nakað av
latíni, so eg kundi fylgja
tekstinum til fulnar. At skriva og
at týða er eitt gamalt áhugamál
hjá mær, og eg týddi eisini
onkrar skúlabøkur til føroyskt,
meðan eg arbeiddi sum lærari.
Eg undirvísti eitt sindur í
føroyskum, og havi stóran áhuga
fyri málinum. Føroyska málið er
nógv ment seinastu árini, og er
vorðið meir nuanserað, haldi eg.
Og tað er neyðugt fyri at skriva
lesiligt nútíðarmál. Mann má
raka røttu stílleguna, alt eftir
tekstaslagi, sigur hann.
Eilif Samuelsen eigur og rekur
sítt egna forlag, Hemlið.
Útgávurnar hjá honum eru vorð-
nar fýra í tali, og fleiri eru
ávegis. Harímillum er ein við
kinverkskum ævintýrum, sum
hann situr og arbeiðir við.
- Fyri meg er tað ikki av alt
avgerandi at bøkurnar hjá mær
enda ovast á sølulistunum. Men
eg meti tað vera av stórum týd-
ningi, at fáa bøkur til vega á
føroyskum máli, ið kunnu lata
upp aftur eftir í tíðina. Játtanir
Augustinusar er skrivað í 400
talinum, og ein bók eftir Thomas
Aquinas í 1200 talinum, og
bókin um Abelard og Heloise er
frá 1100 tálinum. Tað, sum hug-
tekur meg, er millum annað tað,
at fólkini, sum livdu fyri so
langari tíð síðan, høvdu júst
somu kenslur, sum vit hava í dag.
Og eg haldi, at vit eiga at virða
tað gamla. Á tann hátt fáa vit
íblástur til endurnýggjan, sigur
Eilif Samuelsen.
Telda fyri 25.000 krónur
Nei, tíðin sum pensionstur fellir
ikki long fyri Eilif Samuelsen.
Skrivingin er tíðarkrevjandi, og
hann er ikki bangin fyri at seta
seg inn í nýggj ting, ið krevja
hansara uppmerksemi. Hann fer
ikki av fetanum uttan sína far-
telefon, og er hann eisini at finna
á stóru netverksheimasíðuni,
Facebook.
- Eg havi einar 100 vinir har.
Eg eri ikki hvønn dag har inni,
tað fer við ov nógvari tíð. Men
eg kenni nógv fólk har. Fleiri av
mínum vinum eru gamlir næm-
ingar. Tað er stuttligt at síggja.
Tað er eisini fløvandi at síggja, at
tey minnast aftur á, og senda
mær eina heilsan av og á, sigur
hann.
Eilif er ein av teimum, ið sær
stórar møguleikar í tøknini.
Tíðliga 1980 árunum var hann á
telduskeiði hjá Com-Data Klaks-
vík, og miðskeiðis í 1980 áru-
num keyti hann sær sína fyrstu
teldu. Tað er tann dýrasta teldan
hann hevur havt, og tann ið dugdi
minst, og hon kostaði 25.000
krónur. Í dag hevur hann tvær
standandi, eina stationera og eina
farteldu. Farteldan er hent at
hava við til Víkar, har allar orða-
bøkur eru lagdar inn á. Geymin
er heldur ikki fremmandur fyri
Eilif, ið brúkar geyman til at
goyma sínar bøkur á.
- Fartelefonin er sum ein
lummabók fyri meg. Tá mann er
komin til árs, og kanska er vorð-
in nakað dólskur, er hon útmerk-
að sum áminning. Og tá eg
ferðist, brúki eg hana til vekjara,
sigur hann.
Hvønn sunnudag er Eilif
Samuelsen at finna í Vestur-
kirkjuni.
- Eg eri deknur í
Vesturkirkjuni. Tað er gamalt
lærarastarv, at vera deknur, og vit
trý sum skiftast um at vera
deknur, eru øll lærarar. Tá eg so
ikki eri deknur, syngi eg uppi við
orgulið, greiðir hann frá.
Harafturat er Eilif limur í
kirkjuráðnum, har hann tekur sær
av roknskapinum. Honum dámar
væl at syngja, og møtir trúliga
upp í tilhaldinum hvønn týs-
morgun, tá sangur er á skránni.
Fýra heystlomb hevur hann í lítla
seyðahúsinum í túninum. Teir
hevur hann standandi inni um
veturin, og sleppur teimum um
summarið leysum í bjørgunum í
Saksun.
- Eg fylli 75 fyrsta dagin, og
eg má siga, at tað er gott at vera
pensionistur í Føroyum í dag.
Møguleikarnir eru so nógvir.
Skal eg samanbera við tilveruna
hjá pensionistum í 1940-50 áru-
num, var Føroyar eitt heilt annað
samfelag tá. Tá vóru umstøður-
nar at kalla ússaligar, ellisrentan
strekti ikki langt, og tað var
trupult at tjena sær nøkur eyka
oyru, serliga í fimtiárunum, sum
vóru merkt av arbeiðsloysi. So
mann má siga, at tíðirnar eri
nógv broyttar hesi árini, sigur
Eilif Samuelsen.
Tey fýra heystlombini
hevur hann í seyða
húsinum í túninum. Um
summarið verða teir
sleptir í bjørgini í Saksun
at ganga.