Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-10-12, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. oktober 2001síða 9

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 197 - 12. oktober 2001 17 Hóast Neistin eina løtu tóktist at hava fult tamarhald á dystinum móti StÍF, so máttu teir takka frúnni Fortunu fyri, at tað eydnaðist teimum at vinna sær tvey stig HONDBÓLTUR Jákup Mørk Útsetti dysturin millum Neistan og StÍF gjørdist ein av teimum heilt spennandi. Orsøkin til, at dysturin varð útsettur, var, at fótbóltsliðið á Skála hevur staðið seg fram úr væl í aðru deild, og tískil spældu um pláss í fyrstu deild, samstundis sum hondbóltsdysturin upprunaliga var ásettur. Góðir málverjar Ofta hevur tað annars verið soleiðis, at hondbólturin hevur órógvað fótbóltin á vestara arminum á Skála- fjørðinum, men í ár tykist støðan vera øvugt, og fyrstu løtuna av dystinum tóktust teir hjá StÍF als ikki vera greiðir um, at nú var hond- bóltskappingin altso farin ígongd. Serstakliga var tað í verjupartinum, at Neistin hevði munin hesa løtuna, men hóast hesa yvirvág, so eydnaðist tað teimum ikki veruliga at rykkja frá mótstøðuni. Álopsspælið gekk annars hampuliga væl, men tað varð skjótt greitt, at strandingar í Mari- an Cirlegauescu hava fing- ið fatur í einum málverja av teimum heilt góðu. Ikki tí. Nýggi neistamálverjin, Zeljko Jotic, stóð seg eisini sera væl, men í mun til rumenan fekk jugoslavin í nógv størri mun hjálp frá verju síni. Tað stóð tó greitt, at í longdini kundi málverjin ikki einsamallur bjarga strandingunum, og spaku- liga tók Neistin at draga frá, men eftir at munurin um miðjan hálvleikin var komin upp á fýra mál, kom líka sum stígur í hjá heima- liðnum. Serstakliga í verjuni høvdu teir nú ilt við at halda strandingum, tá teir royndu at pressa verjuna, og tá farið varð til hálv leiks, tóktist dysturin aftur at vera fullkomuliga opin. Mistu í yvirtali Byrjanin av seinna hálv- leiki var at kalla átøk henni í fyrra. Neistin fekk aftur fatur á langa endanum, og eftir at teir høvdu vunnið sær eina tvey-mála leiðslu tóktist dysturin at taka eina avgerandi vend. Marius Joensen hjá strandingum fekk heldur býttisliga tvær ferðir tveir fingrar frá dómaraparinum, og strandingar skuldu nú í fýra minuttir spæla í undir- tali. Hesum fekk heima- liðið tó als ikki gjørt sær dælt av. Ístaðin vunnu gest- irnir seg upp á javnt, og nú kom veruligur fjáltur á heimaliðið. Í høvdinum sat helst, at teir áttu at tikið eitt stórt fet móti sigrinum hesa løtuna, og at hetta kiksaði setti helst eisini merki í sjálvsálit teirra. At strandingar so sam- stundis skiftu til eina meira framrættaða verju, sam- stundis sum Pól Jákup Poulsen við góðum hepni avloysti rumenska málverj- an eina løtu, hóvaði so als ikki teimum bláu. Gestirnir høvdu vunnið seg tvey mál framum, tá Dia Midjord á neistabeink- inum bað um eitt harðliga tiltrongt time-out, og so byrjaði spakuliga at ganga rætta vegin, men samstund- is byrjaði spenningurin eisini av álvara at koma inn í dystin. Endaspurturin Spenningurin hevði kanska alla tíðina verið til staðar í dystinum, men seinastu átta minuttirnar gjørdist hann heilt stórur. Neistin vann seg upp á javnt, og síðani fylgdust liðini upp á 24-24. Við góðum tveimum minuttum eftir, skoraði Neistin til 25- 24, og hetta skuldi so vísa seg at verða seinasta málið í dystinum, men drama- tikkurin var langt ífrá liðugur. Fyrst megnaði StÍF at tveita ein óneyðugan bólt burtur, tá teir vóru dekan ov fiksir í álopsspælinum. Síð- ani megnaði Neistin at gera álopsfeil, so gestirnir aftur fingu ein møguleika. Í hes- um varð Zeljko Jotic hjá Neistanum rikin av vøll- inum, tá hann heldur ósmæðin royndi at dríggja tíðina eftir StÍF hevði vunnið sær tríggjar metrar, men hóast í yvirtali, so misnýttu strandingar álops- møguleikan, og so var endiliga sloppið hjá Neist- anum. Liðini Fyri áskoðararnar var dysturin mikukvøldið í øllum førum ein góð byrjan til eitt vónandi spennandi kappignarár, og hóast tað sjálvsagt var misjavnt, hvussu lagið var í báðum legunum eftir dystin, so vóru fleiri ábendingar um, at talan her var um tvey lið, sum kunnu gerast spenn- andi at fylgja í ár. Neistamenn hava styrkt sær nógv um hópin til kappingarárið, og hvør sær er einki at ivast í, at talan er um heilt góðar einstakling- ar á liðnum. Tað fer tó at taka sína tíð, áðrenn hesir eru samansjóvaðir til eina eind, men so leingi sigra verða togaðir heim, leggja áskoðararnir helst einki í hetta. Tað tykist eisini, sum um ein roynd eisini verður gjørd at fáa ungu leikarar- nar, sum eru uppvaksnir í felagnum við inn á liðið, og skal nakar av hesum takast fram, so eigur nýggi lið- skiparin, Ári Rouch, helst at verða nevndur. Ikki minst tað, at hann í tveim- um avgerandi løtum tók ábyrgd á seg, og við tveim- um sera frekum málum helt liðnum inni í dystinum gevur pluss í karakter- bókina. Enn líður liðið tó eitt sindur undir, at breiddin í álopsspælinum er ov lítil, men hetta fer væntandi at batna, tá Áki Mørk veruliga fer undir hondbóltin aftur, og so skal ikki gloymast, at Neistin eisini hevur fingið tilgongd av dananum, Lars Meier, sum helst kann gerast ein góður fongur, tá hann er komin í røttu venjingina. Strandingar hava ikki havt tað stóru útskiftingina í mun til í fjør. Størsta broytingin er á málverja- plássinum, og hóast Johan Danielsen helst er besti føroyski málverjin, so nýtist tað ikki at verða ein veikleiki fyri liðið, at rumenskur málverji er komin. At liðið eisini er ført fyri at spæla kanska vakrasta hondbóltin í landinum, ger tað sjálvandi eisini spenn- andi at fylgja við, hvussu leikur fer at fara framyvir, men størsti spurningurin tykist vera, hvussu fer at verða við strikuplássinum. Her hava strandingar áður verið sera væl mannaðir, men nú er so upp til Bent Djurhuus og Jón Rasmus- sen at tippa holini eftir und- anmonnum sínum. Miku- kvøldið sýndi teir í løtum, at teir kunnu verða førir fyri hesum, og megna teir at økja um longdina av hesum løtum, er væl hugs- andi, at talan aftur í ár verður um heiðursmerki til hvíta liðið. Dysturin í tølum: Neistin-StÍF 25-24 (13-12) Málskjúttar: Neistin: Jacob Jónsson 7, Heini Joensen 7, Hans Áki Dal-Christiansen 6(4), Ári Rouch 3, Kári Mortensen 2 StÍF: Costin Dumitrescu 7(1), Sveinur Justinussen 4, Jón Rasmussen 3, Andre F. Danielsen 3, Alexandur Johansen 2, Artur Johansen 2, Marius Joensen 2, Bent Djurhuus 1 Brotskøst: Neistin 6, StÍF 2 Útvísingar: Neistin 4, StÍF 5 Dómarar úr Kyndli: Uni Wardum og Hannis Ward- um. Hondbóltinum tørvar dómarar í løtuni, og tí er tað hugaligt, at teir báðir brøð- urnir nú aftur hava funnið floytuna fram. Sum heild komu teir eisini væl frá dystinum, og tað var sjón- ligt, at teir eisini hava givið sær stundir til at lesa upp á nýggju reglurnar. Neistin-StÍF 25-24 (13-12): Hepni er við teimum … Jacob Jónsson er aftur í ár at síggja á neistaliðnum, og í mun til í fjør hevur hann nú fingið fleiri av stinnastu leikarunum í landinum afturat sær Mynd: Álvur Haraldsen 17 Nr. 197 • fríggjadagur • 12. oktober 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo Eftir at hava dømt dystin millum B71 og Skála mátti dómarin í dystinum ferðast brókaleysur um Skopunarfjørð, tí vanligu klæði hansara vórðu tveitt undir brúsuna DÓMARAR & TRYGD Jákup Mørk Tað er sjálvsagt, at alt ikki gekk eftir vild, tá B71 um vikuskiftið tók ímóti Skála í fyrra dystinum um upp- og niðurflyting millum fyrstu og aðru deild. Tá so er, vilja fólk ofta geva einum ella øðrum skuldina fyri, at tað gekk sum tað gekk, og aloftast hevur onkur sítt at siga um dómaran og døming hans- ara í hesi ella hasi støðuni. Alt fór í brúsuna Tó er tað sjáldan, at hetta beinleiðis elvir til atgerðir ímóti dómaranum, men hetta legði onkur sandoy- ingur tó vertin á sunnudag- in. Tá dómarin í dystinum, Petur Skarðenni, kom inn í skiftirúmið, var nevnliga greitt, at tað so ikki fór at verða í vanligu klæðum hansara, at hann ferðaðist heimaftur. Her vóru nevn- liga øll pløgg hansara tveitt undir brúsuna, so har var ikki annað at gera, enn at ferðast í dómaraklæðunum á vegnum heim. Tá vit fingu orðið á dóm- aran í dystinum, Petur Skarðenni, var hann ikki so nógv fyri at gera viðmerk- ingar til málið. Vanliga er tað eisini soleiðis, at dóm- arar ikki úttala seg um hendingar viðvíkjandi yrki teirra, men Petur fekk tó illa avnoktað, at hendingin var farin fram, og játtaði somuleiðis, at frágreiðing um tilburðin var send FSF. Møguligar revsingar Í fyrstu atløgu verður tað kappingarnevndin hjá FSF, sum fer at viðgera kæruna, og so er spurningurin, hvussu álvarsliga teir meta hetta málið. Kappingarreglurnar hjá FSF staðfesta í grein 22, at tað er heimaliðið, sum ábyrgdina av vælferð dóm- aranna og hjálpardómar- anna bæði undan, undir og eftir dystin. Sostatt er hend- ingin á Sandi greitt brot á hesar reglur. Grein 39 í kappingarregl- unum ásetur ta revsing, sum kann gevast einum fel- agi, sum hevur fram brot á kappingarreglurnar. Her verður nevnt, at hevur felag brotið reglurnar, skal hetta revsast við: - ávaring - bót - at tapa dyst - at felagið verður dømt at missa heimavøll í ein ella fleiri dystir - at felagið verður koyrt úr kappingini Sæð í mun til líknandi hendingar undanfarin ár, so er væl hugsandi, at talan kann gerast um eina bót til B71. Felagið hevur ábyrgd av vælferð dómarans, og at onkur fær atgongd til skifti- rúm hansara er í øllum før- um átaluvert. Í fjør var stórt hóvasták gjørt burturúr, tá ein linju- verji varð sligin í búkin í einum dysti í Klaksvík. Her varð felagið ábyrgdað fyri hendingina, og varð KÍ dømt at rinda 10.000 kr. í bót. Nakað sum onkur helt vera í meira lagi, meðan onnur vóru av teirri áskoð- an, at hetta var ein alt ov lin revsing, og innibar hetta millum annað, at split kom í dómarafelagið. Aðru ferð í ár Í ár hevur eisini ein líkn- andi hending tikið seg. Tá GÍ og HB spældu lands- kappingardyst í Gøtu, varð eitt dekk á bilinum hjá dómaranum, Birgir Sond- um, kruvt. Akkurát hvør revsingin í hesum málinum verður, er ikki endaliga avgreitt enn. Í fyrsta umfari hevur kapp- ingarnevndin biðið umsit- ingina sent GÍ rokningina fyri nýggja dekkið, sum dómarin mátti keypa, so- leiðis at dómarin undir ong- um umstøðum fekk nakran fíggjarligan miss av hesum. Børge B. Hansen, for- maður í kappingarnevndini sigur, at enn er hetta málið ikki endaliga avgreitt, men at allir upplýsingar í hesum eru fingnir til vega, og at kappingarnevndin fer at viðgera spurningin í næst- um. Áðrenn kappingarnevnd- in kann viðgera máli á Sandi, verður eisini neyð- ugt at fáa frágreiðingar frá pørtunum í málinum. Trý ymisk mál Spurningurin er so, um øll hesi trý málini verða við- gjørd á sama hátt, tí hóast tey øll eru umfevnd av grein 22 í kappingarreglun- um, so eru umstøðurnar undir teimum trimum til- burðunum ymiskar. Í Klaksvík varð linjuverj- in sligin á veg av vøllinum, og hetta fekk alt fyri eitt av- leiðingar, soleiðis at feløg- ini vórðu biðin um at gera eina serstaka geil, sum dómarar og leikarar skuldu ganga eftir, bæði inn á og út av vøllinum. Í Gøtu fór hendingin fram, meðan dysturin varð ígongd. Spurningurin er so- statt, hvussu vítt grein 22 fevnir, tá tosað verður um vælferð dómarans. Tað er í hesum sambandi væl hugs- andi, at tá nýggjar reglur verða gjørdar hesum við- víkjandi, verður tað álagt feløgunum at hava serstakt parkeringsøki til dómara- bólkin. Á Sandi var sum nevnt talan um, at óviðkomandi persónur fekk atgongd til skiftirúmið hjá dómara- bólkinum, og tí er væl hugsandi, at hetta fer at fáa fíggjarligar avleiðingar fyri felagið. Undir øllum um- støðum verður felagið helst noytt at rinda fyri teir virð- islutir, sum fóru fyri skeyti undir brúsubaðnum, og so er spurningurin, um kapp- ingarnevndin áleggur fel- agnum aðra sekt. Brókaleysur dómari Eftir at hava dømt upp- og niðurflytingardystin á Sandi millum B71 og Skála noyddist Petur Skarðenni at ferðast brókaleysur um Skopunarfjørð við fullari tasku av dýggjvátum klæðum C M Y K 16