mikudagur 22. apríl 2009síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 76 - 22. apríl 2009
viðmerkingar
Malan Egholm skjýtur upp í
Dimmalætting týsdagin 14.
apríl at peningurin, sum
verð ur latin Pro Vita, heldur
skuldi farið til teir lærarar
og heilsu frøðingar, sum
standa fyri sexual undir vís
ing ini. Hon heldur eisini, at
longu í barna garðsaldri eiga
børnini at ávirkast, hon
nevnir okkurt har, sum ikki
kemur heilt greitt fram, men
hetta skal ávirka kynslívið
hjá teimum seinni, soleiðis
at alt skal gerast betri.
Malan Egholm hevur fyrr
roynt saman við fólkaheilsu
ráðnum at minka um kyn
sjúk ur í Føroyum millum
ung á ein hátt, sum als ikki
kann góðtakast. At børn í
barna garðsaldri nú eisini
verða nevnd í samband við
sex er óhugnaligt. Mong
foreldur eru, sum noyðast at
lata børn síni í barnagarð, tí
at sam felag ið er bygt upp á
tvær inn tøkur, tað man vera
ræðandi hjá teimum at
hugsa um, at hetta nú
kanska verður tað næsta,
sum hendir. Vónandi fáa
hes ar ongantíð hetta ígjøg
num.
Her verður altso skotið
upp, at peningurin verður
tikin frá Pro Vita, sum
arbeið ir fyri at verja fostrini,
og latin til tey, sum undir
vísa í sex. Eg minn ist væl, tá
ið henda undirvís ingini
byrjaði at sníkja seg inn í
skúlan í Fuglafirði, tað
hevur verið i trýssunum
hugsi eg. Hendan undirvís
ing hevur óiva gjørt nógv
meiri ilt enn gott. Tað er, í
hvussu er, nú hesi seinastu
40 árini, at alt er farið av
skriðuni til í Føroyum við
víkjandi, hvat sømir seg, tó
skal verða lagt avtrat, at
onnur ting hava ávirkað til
støðuna, t.d. sjónvarpið.
Hugburðurin er sostatt
broyttur í Føroyum. Eg haldi
at onkur hevur nevnt, at
helvtin av føroyingum er
fyri fríari fosturtøku. Tað er
ræðuligt, einki minni. Man
skuldi trú, at menniskju, um
tey ongum trúgva, so hóast
alt høvdu virðing fyri tí,
sum tey síggja. Vit síggja øll
hetta undurið aftur og aftur,
sum hendir, og tað hendir
hvønn dag, og so hava so
lítla virð ing fyri hesum, tað
er beteinki ligt.
Men Gud broytist ikki,
hann hevur greitt sagt
okkum, hvat hann vil, at vit
skulu trúgva og gera.
Gamli sáttmálin, lógin:
Tú mást ikki dríva hor. 2.
Mósebók 20, 14.
Nýggi sáttmálin, náðin:
Eg sigi: Livið í Andanum,
so fullføra tit ikki girnd
holdsins! Galatiabrævið
5,16.
Verk holdsins eru opinber;
tey eru: Siðloysi, óreinska,
skammloysi, osf. 5,19
Men hesi spotta tað, sum
tey kenna ikki; og tað, sum
tey av náttúruni vita um
eins og dýrini, ið einki vit
hava við tí oyða tey seg
sjálv. Judas v. 10.
Tað er hópurin av skrift
støð um bæði í gamla og
nýggja testamenti, sum vísa
á, hvussu álvarsamt og
oyðandi tað er at dríva
siðloysi.
At enda til tann, sum
tekur sín kristindóm í álvara:
Tit eru jú kallaðir til
frælsi, brøður! Nýtið bert
ikki frælsið holdinum til
høvi, nei, tænið í kærleika
hvør øðrum! Gal. 5,13.
Sitandi samgongan hevur í
samgonguskjalinum sett
sær fyri at loysa hølis
trupul leikarnar hjá Trygd
armiðstøðini í Klaksvík.
Hetta kann gerast við at
byggja nýtt ella við at
keypa hóskandi hølir til
endamálið. Nú landsstýrið
er farið undir at gera til
lagingar í íløguætlanini
fyri 2009, eigur spurn ing
urin um nýggja Trygdar
miðstøð at verða tikin við
og raðfestur.
Byggja nýtt ella keypa
hóskandi bygning
Undanfarna ABCsam
gonga var komin langt
áleiðis við fyrireikingunum
til tess at fara undir at
byggja nýggja Trygdar mið
støð í Klaksvík. Peningur
var eisini settur av til enda
málið. Ætlanin varð tó
fullkomuliga slept tá CHE
samgongan tók við. Sitandi
ABCsamgonga hevur
aftur sett málið á dagsskrá
og hevur í samgongu skjal
inum ásett, at: “Hølis
trupul leikarnir hjá Trygd
armiðstøðini verða loystir”.
Eisini í álitinum til fíggjar
lógina fyri 2009 verður
mælt til at: “fyrireiking ar
nar at byggja nýggja
trygdarmiðstøð í Klaksvík
eiga at halda fram”.
Nú landsstýrið arbeiðir
við at gera tillagingar í
samband við íløguætlanina,
og í tí sambandi fer at
leggja eykajáttanarlóg fyri
Løgtingið í vár, eigur
spurningurin um Trygdar
miðstøðina at verða tikin
við og raðfestur.
Íløgur úti um landið
neyðugar
Fíggjarnevndin legði í
sínum fíggjarlógararbeiði
dent á at spjaða íløgurnar
út um landið. Nú lands
stýrið arbeiðir við at gera
tillagingar í íløguætlanini
er umráðandi at hildið
verður fast við hendan
leistin.
Sum skilst verður tíverri
ikki gjørligt at nýta allan
peningin, sum settur er av
til tunnil Norður um Fjall
og byrgingina um
Haraldsund í ár. Hetta
eigur at geva pláss fyri at
skunda undir ætlanina at
loysa hølistrupulleikarnar
hjá Trygdarmiðstøðini,
sum ásett í samgongu
skjalinum. Somuleiðis vil
ein slík ætlan byrgja fyri,
at íløgupeningurin hvørvur
úr Norðoyggjum, sum í
løtuni eru sera illa fyri
orsakað av niðurgongdini í
fiskivinnuni. Almenn
arbeiðspláss og byggi
virksemi hava tí alstóran
týdning.
Fari av somu orsøk at
mæla lands stýris monn
unum í ávikavist fiski
vinnu og fíggjarmálum til
at laga tillagingarnar á
íløguætlanini soleiðis at
farast kann undir at byggja
nýggja Trygdarmiðstøð alt
fyri eitt, ella í øðrum lagi,
at hóskandi høli verða
keypt í Klaksvík, sum
verða umbygd til enda
málið.
løgtingsmaður
Bjørn Kalsø
Nýggja Trygdarmiðstøð í Klaksvík
Stokkholmssyndromið
Tónleikabólkurin 200 er
komin á marknaðin við
eini nýggjari fløgu, sum
nevnist Stokholms
syndromið. Fløgan
hevur fingið navn eftir
teirri sinnisstøðu, sum gíslar koma í, tá teir velja at
elska sínar gíslatakrar. Við hesum vilja teir í 200 vísa
á, at føroyingar eru gíslar hjá dønum, men at vit
kortini elska henda ræðuliga »gíslatakaran«, sum
náðileyst dýkir okkum undir við pengum og góðum
tænastum.
Men lat okkum hyggja eftir hesum spurninginum,
um vit eru gíslar.
Valdið liggur í Føroyum
Tað er einki at ivast í, at áðrenn heimastýrislógin varð
sett í gildi í 1948, høvdu tey flestu ta fatan, at alt tað
politiska valdið lá í Danmark. Við Heimastýrislógini
fingu føroyingar ein part av hesum valdinum – tó ikki
alt.
Men í dag er støðan ein onnur. Skiftandi danskir
forsætismálaráðharrar hava sagt, at tað eru føroyingar
sum gera av, um vit vilja verða verandi í ríkisfelags
skapinum ella ikki. Eisini er lógin nú orðað soleiðis, at
vit sjálvi ráða fyri, nær málsøki verða yvirtikin. Alt
valdið liggur sostatt hjá Føroya fólki og tað stendur
okkum frítt at ríma úr ríkinum. Synd er at siga, at hetta
minnir um eina gíslatøku.
Summi taka beinleiðis undir við galdandi skipan,
meðan onnur í verki hava víst, at tey ikki hava gjørt
allar tær yvirtøkurnar, sum stóðu teimum í boði, og tey
hava heldur ikki tikið fullveldi, tá tey høvdu tann
møguleikan. Harumframt hava tey latið seg valt á
fólkating at lóggeva fyri felagsmálini og hava harvið
viðurkent fólkatingið sum lóggávuting fyri Føroyar.
Eru ikki gíslar
Vit hoyra ofta hesi orðini, at vit skulu vera gíslar ella
trælir, men neyvan finst nakar gísli ella trælur í
heiminum, sum ikki gleðiliga hevði vilja býtt síni
lívskor um við korini hjá føroyingum. Eg hevði eisini
vilja sæð tann føroying, sum hevði vilja býtt um við
ein træl.
Vit eru ikki gíslar, men vit vilja vera í ríkisfelags
skapi, tí vit hava tað betri innan fyri ríkisfelagsskapin
enn vit høvdu havt tað uttanfyri. Og danir kunnu ikki
gera við, at føroysk loysingarfólk ikki tora at loysa, av
ótta fyri at missa teir ágóðar, sum henda »gíslatøkan«
gevur teimum.
Nei gíslar eru vit ikki, og tann sum heldur, at vit eru
tað, kann ikki hava skilt rættiliga, hvat ein gísli er fyri
nakað.
Ein annar spurningur er, um tað ikki er okkurt slag
av stokholmssyndromi, tá tað ganga fólk í Føroyum og
elska politiskar flokkar, sum arbeiða við hond og fót,
fyri at taka vælferðatænasturnar frá teimum til frama
fyri politiskt vald og fullveldi.
løgtingsmaður
Helgi
aBraHamsen
Fosturtøka: Hug
burður broytist.
Gud broytist ikki
ricHard
danielsen
Føroyar við í nýggj krepputiltøk
innan Ríkisfelagsskapin
Í tøttum samstarvi við
felag ar okkara í Ríkis
felags skap inum koma
Føroyar heilskapaðar úr
búskapar kreppuni. Tí skulu
Føroyar so vítt møguligt
við í komandi “vakstrar
pakkan”, tá hann er klárur
Kreppan ýlir eftir okkum
her fyri norðan í Atlants
havinum.
Her um okkara leiðir er
kreppan í summar mátar
eitt sindur øðrvísi og kann
gerast verri enn hon, ið
vísir tenn aðrastaðni í
heiminum.
“Triðja” bylgjan
Eins og onnur lond hava
vit sæð, hvussu fyrst tann
sonevnda “kreditt klemm
an” rakti bankar og fyri
tøkur. Síðani áttu útflutn
ingsfyritøkurnar tørn. Tær
fingu trupult við at fíggja
útflutningin samstundis,
sum eftirspurn ingurin
linkaði.
Nú eru vit komin til
“triðju bylgjuna”.
Vit síggja nú, hvussu tað
veruliga treingist hjá
fyritøk unum. Summar fara
av knóranum, og tær flestu
skerja rakstrarútreiðslurnar.
Fleiri gerast arbeiðsleys,
og almennu inntøkurnar
falla. Knallreyð tøl síggjast
á almenna budgettinum.
Í Føroyum legst steinur
oman á byrðu.
Vit eru framvegis bundin
at fiskaútflutninginum, og
á hesum øki er støðan alt
annað enn góð. Tilfeingið
og møguleikarnir fyri
Føroyar eru illa umsitin
seinnu árini, og prísirnir
eru sum heild lægri enn
áður. Fleiri kapp ingar
neytar njóta gott av at hava
lækkað síni gjaldoyru, og
eitt sindur longri frammi
hóttir oljuprísurin við at
hækka aftur.
Tí er okkara kreppa
øðrvísi. Og støðan kann
gerast álvarsom, hóast vit
ikki enn hava sæð, at fólk
eru kroyst frá húsi og
heimi, og hóast fá munnu
ganga svong her um
okkara leiðir.
Kreppuloysnir tvørtur
um hav
Kreppur krevja aloftast
politisk inntriv og tiltøk, og
tað mesta, ið higartil er
gjørt, er komið frá okkara
samstarvs feløgum í
Ríkisfelagsskapinum.
“Kredittklemman” varð
loyst í sonevndu “banka
pakkunum” frá donsku
stjórnini, ið eisini fevnir
um okkara peningastovnar.
Útflutningurin av fiski er
stimbraður nakað umvegis
eksportkredittskipanina hjá
stjórnini.
Her, sum so mangan,
hevur felagsskapurin verið
okkum hollur.
Landsstýrið er nú eisini
komið við nøkrum góðum
tiltøkum. Bústaðarpakkin
kann stimbra byggivinn
una, og nýskipanin av ALS
kann taka toppin av tí
skaða, sum arbeiðsloysið
hevur við sær.
Henda kreppan sær út til
at kunna gerast drúgv, og tí
er neyðugt við fleiri
tiltøkum.
Vit skulu við í
krepputiltøkini
Fyri mær er púra greitt, at
Føroyar framhaldandi
mugu verða partur av
teimum krepputiltøkum, ið
danska stjórnin kemur við.
Trupulleikin hjá okkum í
Føroyum er, at vit hava ein
lítlan, opnan og sera
sárbæran búskap, ið er
lættur at syfta um koll í
teimum tíðum, vit nú
uppliva.
Tí hava vit stóran
fyrimun av at koma við í
tey tiltøk, sum stjórnin
letur upp fyri. Eitt nú er
púra upplagt, at vit so vítt
møguligt gerast partur av tí
sonevnda
“vakstrarpakkanum”, tá
hann kemur.
Hesum fari eg at virka
fyri í Fólkatinginum.
Landsstýrið eigur
støðugt at hava gott
samband við stjórnina og
at tryggja, at Føroyar hava
møguleika at koma við í
krepputiltøkini, ið
Ríkisfelagsskapurin gevur
okkum rættin til.
Í tøttum samstarvi við
okkara felagar í Ríkis
felags skapinum koma
Føroyar heilskapaðar úr
búskapar kreppuni.
løgtings- og
fólkatingsmaður
edmund
joensen