Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-22, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. apríl 2009síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 76 • 22. apríl 2009 MIÐvIkaN 23 tað var nógv prátað um hetta. Hon plagdi at vitjað fleiri av hesum sum høvdu mist. Í Mykinesi var longu tá komin minnisvarði yvir teir falnu í oynni. Hesin minnisvarði stóð omanfyri bygdina á leiðini millum bygdina og hólman. So hvørja ferð Julianna gekk ímillum gekk hon framvið hendan minnisvarðan, sum eisini var yvir lagnuna hjá pápa hennara. Seinni fórst hesin minnisvarði so illa, at pláturnar vórðu tiknar av honum og hongdar upp í kirkj­ uni. Í fjør varð minnisvarðin um­ vældur og pláturnar komu aftur uppá pláss. Hann var tá vígdur av nýggjum. At sleppa av oynni varð ikki gjørt nógv av. Hetta lá heldur ikki væl fyri. Tað vanliga at fara at ferðast var eina ferð um árið, og tað var um summarið. Maturin í Mykinesi var annar­ leiðis enn aðra staðni í landinum, har tað altíð fekst fiskur. Soleiðis var ikki her. Tað fekst ikki seiður á seiðabergi, sum var vanligt nógva staðni, og tað vóru sjáldan líkindi at fara á flot. Men hinvegin var nógvur fuglur, sum tað var nógv etið av. Og her fekst aktíð feskt, sum ikki var ein sjálvfylgja hjá teimum, sum dúvaðu uppá fisk. Á sumri var lundi og annar fuglur, og um veturin fekst altíð eitt kók av hav­ hesti. Tað kundi nú eisini verða ov nógv av tí góða við fugli! Út á Borðuna Í 1954 søkir Olaf um at koma út á Borðuna, og hann fekk starvið. Saman við honum flytur eisini Jacob Nielsen út hagar. Her vóru aftur tríggjar familjur og tann triðja var Poul Niklái Thorkildshøj. Her var so nógv øðrvísi. Nú fekst í hvussu er nóg mikið av fiski og minni av fugli. Tað var longri at ganga heim í bygdina, men nú var so sera lætt at koma til Havnar við bátinum, sum vitaverkið átti. Nú vóru børnuni blivin so stór, at brúk var fyri lærara. Leif Hansen í Nólsoy var lærari aðra hvørja viku. Tað vóru trý børn. Jonna og Trygvi hjá Julionnu og Elinborg hjá Poul Nikláa. Undirvíst var í eini stovu í radiohúsinum. Men tá yngsta barnið hjá Olaf og Julionnu, Frida, skuldi fara í skúla, og hini vóru farin úr skúl­ anum, bar ikki til at fáa lærara til bert eitt barn. Tískil flutti til tey Havnar í 1970. Men Olaf bleiv verandi í 10 ár afturat og sigldi ímillum. Olaf doyði í 1989, 62 ára gamal. Henda vitapassing er nú søga. Vitarnir eru nú automatisersaðir og krevja ikki passing á staðnum. Nú býr Julianna mitt í býnum saman við dóttir síni Jonnu. Hon hevur fleiri vinkonur, summar er ættaðar úr Vestmanna, umframt eina svigarinnu. Tær fáa tíðina at ganga millum annað við at fara á fund í pensjonistafelagnum, við stokkum í Frelsunarherinum og onkuntíð á bingo. Hon hevur framvegis samband við fólk, sum hon kom at kenna í Mykinesi og Borðuni. Sjálvi eru vit mestsum grannar og hittast nærum dagliga. Altíð er tað ein hugni við at hitta Juli­ onnu, tí hon er so positiv og altíð við tí góða orðinum. Vit takka Julionnu fyri hennara íkast til hesa frásøgn. Vit fara seinni í hesi røð at hava eina frásøgn frá Steingrim, dupulta systkinabarn og granna Julionnu í Vestmanna. Hann var 12 ára gamal í 1934 og hevur eisini sítt áhugaverda íkast til hesa søgu. Aftaná slíkar vanlukkur var vanligt við minningar­ gudstænastir. Ein var í Vestmanna og í hvussu er eisini í Hósvík. Í Vest­ manna talaði Jákup Dahl próstur. Hansara tala var prentað í Dimmalætting. Hann lýsti væl hugburðin hjá fólki tá. Jákup Dahl segði millum annað: Vit eru komin saman her í kirkjuni í dag at halda syrgiguðstænastu til minnis um hinar sjólátnu við hesar seinastu skaðatilburðirnar. Leingi er her bíðað í iva og vón. Leingi hevur óttin sitið í hjørtunum, frá tí tey fóru at verða bangin um hesi skipini. Leingi hevur verið spurt, og tess meira tíðin leið, tess tráligari hevur verið spurt. Øll hini skipini eru komin og farin uttan hesi tvey “Neptun” og “Nólsoy”. Nú er eingin vón longur. Spurt og leitað hevur verið bæði her og har. Alt havið her um vegir er uppleitað. Men teir eru ikki spurdir aftur. Teir koma ikki meira heim aftur higar. Men hvar og hvussu eru teir farnir? Eingin veit tað. Dýpið er tigandi. Eingin veit frá einum at siga, sigur gamalt orð. Og eingin veit heldur frá mongum at siga, tá ið eingin teirra kemur aftur og ber boð í bý. Eingin hevur verið hjá teimum á teirra seinastu stund. Eingin sá teirra seinasta stríð. Hitt stóra dýpið hevur fevnt teir. Hvussu stórur missur hetta er fyri fólk okkara, duga vit illa at meta. Vit kunnu hugsa okkum, hvussu tómligt tað fer at kenn­ ast í teimum bygdunum, ið varða av, ella hvussu tómligt tað fer at verða mannfólkamegin í kirkjunum í Mykinesi, í Hósvík og her í Vestmanna kirkju. Vit mistu fleiri enn onnur mistu í heimsbardaganum Vit kunnu gera eina lítla saman­ líkning. Vit hoyrdu um teir túsundtal av monnum, sum fullu í veraldarbardaganum mikla, og tað var ræðuligt. Men vit missa eftir fólkatalinum meira upp á seg enn stórlondini mistu í øllum veraldarbardaganum. Og soleiðis ikki bert hesa ferðina. Men soleiðis stendur fólk okkara í einum støðugum bardaga. Og so merkist tað so nógv meira og sárari hjá okkum, her sum fleiri fara í senn úr eini lítlari føroyskari bygd. Er nøkur troyst og hjálp í øllum hesum, og hvør er hon? Jú, Guð fái lov! Okkum er givin hjálp og troyst. Hon er einans, men hon er sonn. Hon er Jesus. Vit eiga Jesus sum harra og frelsara, harra á himni og á jørð, harra á landi og á sjógvi, harra í lívi og deyða. Vit hava í evangeliinum eina frásøgn um, at einaferð, tá ið lærusveinarnir hjá Jesusi vóru staddir í neyð á sjónum, tá kom Jesus til teirra, gangandi eftir aldunum, og hann talaði til teirra og segði: “Havið gott treyst, óttist ikki, tað eri eg!” Hetta er troyst okkara. Um eingin hevur verið hjá teimum í teirra seinastu stund og seinasta stríði, so hevur Jesus verið hjá teimum, komin til teirra, gangandi á bylgju­ ryggjunum. Og Jesus hevur talað sítt góða orð til teirra: “Havið gott treyst, óttist ikki, tað eri eg!” Og vit kunnu vera ivaleysir í tí, at hava teir sæð Jesus soleiðis koma gangandi til teirra, og hava teir hoyrt hansara rødd: “Óttist ikki, tað eri eg”, tá hava teir kent trygd og frið mitt í øllum stormroki og ódnarbrotum, tá sakaði tað einki, um teir skuldu søkka í havdýpið niður, tí at Jesus, frels­ arin, var hjá teimum. Og Jesus hevur ført teir bjargaðir heim á himnastrond. Havdýpið hevur fevnt teir. Men vit leggja afturat: Guðs náðidýpi hevur fevnt teir. Væl er havdýpið stórt og djúpt; men Guðs náðidýpi er størri og djúpari. Og hetta er eisini troystin hjá øllum teimum, sum eftir sita. Jesus kemur til teirra og talar sítt ríka troystarorð til teirra. Tá ið sorgaraldurnar ganga síð­ ar í hjartadýpinum, tá ið neyðar­ og trongdarsjógvarnir bróta stórir á lívshavinum, tá kemur Jesus gangandi á bylgjuryggjunum, og hann sigur: “Havið gott treyst, óttist ikki, tað eri eg!” Har sum menniskju síggja Jesus soleiðis, har verður stilli og friður í hjartanum, og svarað verður aftur: “Eftir tínum orði, Harri!” Enn ljóðar kallið til okkara: “Legg út á dýpið!” Hvat skulu vit gera? Vit kunnu ikki leggja árarnar inn og draga bátarnar upp. Lívið má verða livað og hildið má verða fram. Vit mega tí av nýggjum leggja út á dýpið. Men vit mega læra altíð betur at hava Jesus við í ferðini. Uttan Jesus verður havdýpið bert ein sterkur og svikaligur fíggindi. Við Jesusi verður havdýpið Guðs várs faðirs hav, ein gáva og eitt verk í Guðs tænastu. Úti í útheiminum hava tey tann sið, at eina vissa tíð verður alt kvirt, alt arbeiði heldur uppat og øll samferðsla steðgar, til æru og minnis um teir, sum lótu lívið fyri landi sínum. Latum okkum her í dag vera still eina stund, meðan vit nevna nøvnini á øllum hesum 43 monnum, sum her hava latið lívið fyri landi sínum, og meðan ein og hvør hugsar sítt, eftir tí, sum hann ella hon hevur kent til teirra, ið eru farnir. Tað eru teir ímillum, sum vit her ikki kenna; men so eru tey aðrar staðir, sum kendu teir. Guð kennir tey øll, bæði teir, ið farnir eru, og tey, ið eftir sita, bæði ung og gomul, smá og stór, og kærleiki hansara umfatar øll. Vit veita teimum tøkk. Vit lýsa frið yvir minni teirra. Her á fold verða øll nøvn gloymd. Tað er troyst okkara, at nøvn okkara standa skrivað í himlinum, í lívsins bók, fyri Jesu skuld. Amen. Minningar­ gudstænastur Jákup Dahl hevði minningar­ gudstænastu um teir farnu. Talan hjá Jákup Dahl sæst í fullum líki á www.fiskimannafelag.fo gamla heimasíðan, blað nr. 327 Julius við snøri