mikudagur 22. apríl 2009síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
MIÐvIkan
24
nr. 76 • 22. apríl 2009
Tað hevur verið frammi, at
Neptun og Nólsoy rendu
saman. Her eru ymiskar
meiningar. Men hesin
spurningur verður ikki
svaraður
Í 1994 hevði tann nú 92 ára
gamli Johan Hansen úr Kollafirði
eina grein í Dimmalætting, har
hann vísir aftur, at Nólsoy og
Neptun rendu saman. Johan
var upprunaliga fiskimaður
men gjørdist trúboðari hjá Indre
Mission. Eitt skifti var hann stjóri
á sjómansheiminum í Havn.
Johan var sjálvur á leiðini og
henda frásøgnin er so áhugaverd
og so viðkomandi fyri hesa hend
ing, at vit endurgeva hana her.
Ringt vár
Johan skrivaði:
Gitt varð millum manna, nær,
hvar og hvussu “Neptun” og
“Nólsoy kundu vera farnar. Eitt,
ið gitt varð, var at tær kundu vera
stoyttar saman. At tað ikki var
so, havi eg eina reiðiliga fasta
uppfatan av.
Sjálvur var eg á Suðurlandinum
hetta várið. Skipið eg var við,
var “Milly”, sum Edmund Klein,
Vestmanna, átti og var skipari á.
Veðrið á Suðurlandinum hetta
várið var ógvuliga ilsligt. Nógvir
vóru dagarnir við beinleiðis
illveðri. Og tað helt áfram. Sum
eg minnist tað, høvdu vit tað
ringasta veðrið um mánaðarskiftið
aprílmai. Júst tá komu vit at
liggja bakk í fleiri dagar, meðan
veðrið bara ilskaðist. Vindurin
var í sunnan, so vit komu longri
og longri norðureftir. Ògvuliga
tjúkt var eisini í veðrinum.
Landkenning høvdu vit yvirhøvur
ikki havt vælsaktans eina viku.
Sólin hevði ikki sæst. Við teim
navigatiónstólum, ið tá vóru til
taks, var ikki lætt heilt nágreiniligt
at avgera positiónina. Men vit
høvdu tó nakað so nýmótans,
sum eitt radio, og kundu tí hoyra
tað íslendska útvarpið og soleiðis
eisini veðurtíðindini. Í middags
sendingini ein dagin varð sagt frá
ódnarveðri út á dagin. Ættin vildi
framvegis verða í sunnan.
Aftaná, at vit høvdu hoyrt
veðurtíðindini, segði skiparin,
at vit vóru ikki so væl fyri, tí vit
vóru komnir so langt norður, at
vit nærkaðust skergarðinum
hættisliga nógv. Vóru vit liggjandi
bakk, sum nú, var vandi fyri, at
vit kundu reka á hann. Pressa
út um skergarðin høvdu vit ikki
møguleika fyri. Ráðini vóru tí at
taka undan, skjótast møguligt,
og sigla norður um Reykjanes
og skergarðin. Sundið millum
Mjølsekkin og Reykjanes er ikki
so breitt. Tá vit sum sagt ikki heilt
neyvt kundu avgera positiónina
vit vóru á, so hevði henda sigling
eisini sín vanda. Vit máttu koma
reiðiliga beinir á sundið. Men
siglast mátti. Fyrst vórðu øll
repini tikin og alt annars gjørt
til reiðar til eina sigling, ið vildi
verða ein av teim grovu.
Tikið varð undan. Vindin høvdu
vit inn á bakborðs loring. Tá siglt
var nakað, slerdi bæði mesanur
og stórsegl yvir. Bresturin var
stórur. Skipið mestsum skalv.
Bæði stopparin til mesan og
stórsegl slitnaðu sum trillutráður.
Hvussu hetta kundi henda, eri eg
ikki førur fyri at siga. Tað hendi
bara í eitt vekk. Òslætt var. Tað
kom at vísa seg, at hetta var okk
ara bjarging. Nú høvdu vit vindin
inn á stýriborðs loring. Kósin
var sostatt ein onnur. Tað bar nú
meir mót landi. Ovnógv, var bæði
skipari og bestimaður á einum
máli um. Vit máttu hava kós meiri
vesturá, út frá landi. So varð
gjørt. Tá so siglt var nakað, bóru
vit í tí tjúkka mjørkanum eyga við
Mjølsekkin, sum vit høvdu um
bakborð. So reiðiliga nær vóru
vit honum.Tá var gleðin stór. Ein
vandi var av.
„Sá“ pápa sín ganga
burtur
Komnir norð um Mjølsekkin, varð
lagt bakk. Ódnin leikaði framvegis.
Her norðanfyri var slættari. Øll
manningin varð verandi uppi, allir í
fullum sjóbúna. Onkur av teimum,
ið frívakt høvdu, løgdu seg á
beinkin. Ein teirra var smyrjarin
hjá okkum, Joen Peter Jacobsen,
Vestmanna, dagliga kallaður Jóan
Petur á Mørk. Hann hevði lagt seg
fram mót skarpinum. Pápi hansara,
Johannes Jacobsen (Jóanis á
Mørk), var bestimaður á “Neptun”.
Jóan Petur, ið var sovnaður
har á beinkinum, varð í eitt so
óróligur, sparkaði og sló. Hann
vaknaði, setti seg upp og fór so
at gráta. Tað sá nakað løgið út.
“Hvat bagir?”, varð spurt. Við
grátkvaldari rødd svaraði hann:
“Nú fór “Neptun””. So fór hann
at siga frá, hvussu hann í dreymi
– í eini sjón – hevði sæð pápan
á odda fyri allari manningini
á “Neptun” koma mót sær. Tá
pápin var komin heilt fram at
honum, segði hann: “Jóan Petur,
nú kunnu vit ikki meir.” So hvarv
sjónin. Jóan Petur tók hetta,
ið hann hevði droymt, heilt fyri
álvara, so hann ivaðist ikki í, at
hesa óveðursnátt fór “Neptun”.
Seta eitt tal á hesa náttina eri
eg ikki førur fyri, men tað var ein
tann fyrsta náttin í mai.
Á “Milly” var tað okkara hugsan,
at “Neptun” var farin á skergarð
inum. Meðan vit høvdu ligið bakk
sunnanfyri í umtalaða ódnar
veðrinum, høvdu vit sæð nøkur
skip, eisini skip, vit kendu. Millum
teirra var “Neptun”. So vit vistu, at
hon var nærhendis okkum.
Sóu „Nólsoy“ aftaná
illveðrið
Hvar “Nólsoy” hevði verið í hesum
óveðrinum, veit eg sjálvandi einki
um. Men tá ið veðrið var batnað
longu dagin eftir, varð avgjørt, at
vit skuldu fara inn á Reykjavík.
Vit høvdu fingið nakað av skaða,
og bøtast skuldi um hann. Annan
dagin eftir, frá morgninum, vóru
siglingarlíkindini góð. So varð
siglt á Reykjavík. Tá vit nærkaðust
Sandgerði, sóu vit eina slupp inn
mót landi. Vindurin var nú meira
eysturhallin, landsynningur, vil
eg halda, so har lívdi nakað av
landi. Vit sigldu so mót skipinum.
Tá vit nærkaðust, sóu vit, at tað
var “Nólsoy”. Siglt var so tætt
aftanfyri hana, at vit róptu til
teirra á dekkinum vóru. Millum
teirra var Jens Kristian Petersen
úr Kollafirði, ið var bestimaður
við “Nólsoy”. Ivaleyst hevur hann
havt vaktina. Nú vóru vit úr somu
bygd, so honum tók eg ikki feil av.
Ein annar, eg kendi og minnist,
var hósvíkingurin, Alif Danberg.
Við at hoyra okkum rópa til teirra
á “Nólsoy”, kom okkara skipari,
Edmund Klein, upp á dekkið. “Hvør
var handa sluppin?” spurdi hann.
Tá hann fekk at vita, at tað var
“Nólsoy”, segði hann: “Hevði eg
vitað tað, so hevði eg preiað teir.”
Hans David, skiparin á “Nólsoy”,
og hann vóru so væl.
Eg eri soleiðis vissur um, at
“Nólsoy” var komin væl burturúr
ódnarveðrinum, ið frammanundan
er skrivað um. Óivað eru teir
farnir suðurum aftur at royna,
táið veðrið varð batnað. At eitt
lík av manningini varð funnið so
sunnarlaga sum við Eyrarbakka,
bendir á, at hon er farin sunnan
fyri. Men hvussu hon er farin, er
ikki lætt at gita. Nakað beinleiðis
óveður, eftir tað, ið umtalað er,
minnist eg einki til.
Hesi minnir frá vártúrinum á
Suðurlandinum 1934, hava staðið
ógvuliga greið fyri mær síðan,
sjálvandi tí tey hava samband við
hesa skakandi vanlukku.
Komandi partur
Í komandi parti verður millum annað ein áhugaverd og kensluborin
frásøgn hjá Petreu Olsen, ættað úr Hósvík, sum misti fleiri av
sínum næstringum við Nólsoy
Rendu Neptun og Nólsoy saman?
Edmund Klein var skipari á Milly
Johan Hansen úr Kollafirði hevur
givið sítt áhugaverda íkast til
hesa søgu. Tað er givin ein bók út
við hansara áhugaverdu lívssøgu
Milly var eisini illa fyri í illveðrinum fyrst í mai 1934