mikudagur 22. apríl 2009síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Nr. 76 - 22. apríl 2009
Tann 28. januar í ár svaraði
Rósa Samuelsen,
landsstýriskvinna, 10
fyrispurningum, ið Kári P.
Højgaard, løgtingsmaður,
setti henni.
Spurningur nr. 10 var
soljóðandi:
Hevur landsstýris
kvinnan í almannamálum
gjørt eina ætlan um,
hvussu bráðfeingis
tørvurin innan eldraøkið
verður loystur?
Ein partur av svarinum
var soljóðandi:
“Eg eri í samstarvi við
Heilsumálaráðið farin
undir at umrøða møgu
leikar, ið kunnu loysa
trupulleikan við, at
sjúklingar, ið eru liðugt
viðgjørdir, ikki sleppa út
av sjúkrahúsinum, men enn
havi eg onga ítøkiliga
loysn. Sum landsstýris
kvinna síggi eg tað sum
mína ábyrgd at virka fyri,
at bráðfeingistørvurin altíð
er so avmarkaður sum
yvirhøvur gjørligt og kann
tí vissa Løgtingið um, at
arbeitt verður við at finna
ymiskar loysnir, ið kunnu
viðvirka til, at trupulleikin
við bráðfeingistørvinum
verður loystur. Tískil havi
eg tikið stig til eina tørvs
kanning, ið lýsir heildar
tørvin á eldraøkinum.
Tørvskanningin verður
gjørd í samstarvi við
Nærverkið.
Landsstýrið fer at halda
fram við at stuðla
kommunalari bygging av
ellis og røktarheimum og
sambýlum fyri at nøkta
tørvin á búplássum til
røktarkrevjandi. Eg fegnist
um, at samgongan hevur
givið mær undirtøku til at
hækka studningslánini til
kommunurnar úr 500.000
kr. og upp í 800.000 kr.
fyri hvørt búpláss á ellis
og røktarheimi og úr
50.000 kr. og upp til
80.000 kr. fyri sambýlis
búpláss. Hendan hækk
ingin fer ætlandi at eggja
kommunum til at útvega
fleiri búpláss.”
(endurgeving endað).
Henda stóra prísmun
millum studningslánini til
ávikavíst ellis og røktar
heimsbúpláss og sam
býlisbúpláss undrist eg
stórliga yvir, og loyvi eg
mær tí at spyrja
landsøstýriskvinnuna,
hvørji krøv eru í sambandi
við bygging av sambýlum,
og hvørji krøv eru til
bygging av ellis og
røktarheimum?
Hvør setur krøvini?
Hvørji krøv verða sett
hesum stovnum?
Hvat fæst fyri pengarnar
á einum ellis – og
røktarheimi sammett við
eitt sambýli?
Somuleiðis undrist eg
stórliga yvir, hví tíð og
peningur skal brúkast til at
gera eina “nýggja”
tørvskanning. Í 2002 lat
ein arbeiðsbólkur úr
hondum ‘Álit um
eldraøki’, har gjørd varð:
• Lýsing og meting av
eldraøkinum
• Framtíðarskipan av
eldraøkinum
• Dagføring av
eldraøkinum
• Uppgávu- og
ábyrgdarbýti millum
land og kommunu
Í 2005 var gjørd Tørvs
kanning av eldrabústøðum
(ellis og røktarheim og
sambýli)
Skuldi ikki verið so
torført at brúkt hesi álit/
tilmæli sum grundarlag
undir arbeiðinum innan
eldraøkið tað er bæði
lætt og vanligt at gera
framskrivingar ella
forsagnir (prognosur) – m.
a. fyri at spara pening og
tíð!
Hósdagin 23. apríl
Rullusteik / Karrygrýta
Fríggjadagin 24. apríl
Lasagna / Skinkusnitzel / Kjøtfrikadellur
Leygardaginin 25. apríl
Stongt
Mánadagin 27. apríl
Knettir / Stoktur medistari
Týsdagin 28. apríl
Nakkafillét / Saltað neytakjøt
Mikudagin 29. apríl
Stoktur fiskur / Kjøtfrikadellur
Nýggi vinnupolitikkurin
tekur skap. Og upp
skriftin er einføld: Øll
makt til landsstýrið!
Eitt hart kroyst privat
partafelag Smyril Line
kemur til landsstýrið og
biður um hjálp fyri at
yvirliva. Landsstýrið játtar
men misnýtir støðuna til
at krevja rættin at velja
meirilutan í nevndini.
Ein lutvíst privatiseraður
banki hevur aðalfund.
Grunnurin sum umboðar
landsstýrisins ognarpart
finnur eitt hol í lógini, og
heldur seg burtur frá
aðalfundinum. Á tann hátt
fáa hesi almennu umboð
forðað fyri, at privatu
eigararnir fáa ta umboðan,
sum tilkemur teimum.
Einki orð hoyrist frá
landsstýrinum, sum bara
tykist tiga og samtykkja.
Eitt lutvíst privatiserað
flogfelag skal hava aðal
fund hósdagin. Og lands
stýrið ætlar at kroysta
privatu eigararnar úr
nevndini við teirri
patetisku grundgeving, at
landsstýrið umboðar
Føroya fólk, og tí vil
tryggja Føroya fólki
rættvísa nevndarumboðan.
Mann aftrar seg
Mann stendur í eini
tvístøðu, tá slíkt kemur
fram.
Øðrumegin aftrar mann
seg við at siga ov nógv
alment um tað. Hesar
fyritøkur hava jú tørv á
friði og stabiliteti, og
kritiskar røddir frá
politiskari síðu kunnu
skapa júst ta øvuta.
Hinvegin hevur mann
skyldu til at tala at, tá
landsstýrið ber seg skeivt
at. Og í minsta lagi at seta
teir spurningar, sum hanga
í luftini og hvørki verða
settir ella svaraðir.
Eg fari tí at loyva mær at
gera hesar viðmerkingar
frammanundan aðal fund
inum í Atlantsflogi, sum
verður í morgin.
Starvsfólk undir illgruna
Bæði Johan Dahl og Kaj
Leo Johannesen hava sagt,
at endamálið við at
umskipa nevndina í
felagnum er at tryggja, at
Føroya fólk fær ta umboð-
an, ið samsvarar við tess
ognarpart. Og gjøgnum
landsstýrið eigur Føroya
fólk sum kunnugt tveir
triðingar av felagnum.
Á seinasta aðalfundi
valdi landið tvey umboð,
og privatu eigararnir eitt
umboð. Her skuldi sostatt
ikki verið nakar trupulleiki.
"Trupulleikin" hjá Johan
og Kaj Leo er, at starvs
fólkini eisini valdu tvey
umboð. Tí eigur landið
bara tvey av fimm
umboðum. Og tí kann
landið koma í minniluta.
Um privata umboðið og
starvfólkaumboðini taka
seg saman, eru tey jú trý
móti tveimum.
Men hesum er einki
óvanligt í. Tað er ásett í
lóg, at starvfólkini í einum
partafelag skulu hava minst
helvtina so nógv nevndar
umboð sum tey, ið vald
verða á aðalfundinum. Um
talið er ólíka, verður
rundað uppeftir. Tvs. at
verða tvey vald á aðal
fundi, velja starvsfólkini
eitt. Verða trý vald á aðal
fundi, velja starvsfólkini
tvey. Og verða fýra vald á
aðalfundi, velja starvs
fólkini eisini tvey.
Hetta merkir, at eingin
eigari nakrantíð hevur eina
nevndarumboðan, ið svarar
til hansara ognarlut.
Landið eigur t.d. 100% av
Føroya Tele, men velur
bert 2/3 av nevndar lim
unum hinar eiga
starvsfólkini.
Byggir á illgruna
Í Atlantsflogi vórðu seinast
trý umboð vald á aðal
fundi. Tvey av landinum,
og eitt av privatum
eigarum. Og tí hava
starvsfólkini eisini valt
tvey.
"Fintan" hjá Johan og
Kaj Leo er, at teir rokna
starvsfólkini uppí tann
privata partin.
Starvsfólkaumboð verða
vanliga roknað sum neutral
umboð, tá um stórar
avgerðir ræður. Men
argumentatiónin hjá Johan
og Kaj Leo byggir á ein
illgruna um, at hesi umboð
kunnu fara í part við
umboðnum fyri privatu
eigararnar og venda sær
móti landsins áhugamálum.
Teoretiskt er hetta sjálv
andi ikki óhugsandi men
tað byggir á ein álvar
saman illgruna, sum lands
stýrið átti at grundgivið
fyri.
Og er illgrunin galdandi
fyri starvsfólk hjá
Atlantsflogi, so má hann
vera galdandi fyri øll
onnur starvsfólk eisini! Og
so átti landsstýrið heldur at
broytt ásetingina um, at
starvs fólk skulu vera so
væl umboðað í slíkum
nevndum!
Øll makt til landsstýrið!
Í morgin fer landsstýrið at
velja fýra umboð í
nevndina. Starvsfólkini
sleppa at velja tvey
meðan privatu eigararnir
einki umboð sleppa at
velja. (Hóast teir, eftir
rokið sum var, sum skilst
eru slopnir at skjóta onkran
upp).
Hetta er ikki ólógligt
hóast fleiri siga tað vera
brot á tær fortreytir, sum
vórðu settar upp, tá
privatfólk vórðu biðin um
at seta pening í føroyska
flogfelagið.
Isolerað sæð er tað
heldur eingin vanlukka, at
landsstýrið á hendan hátt
tryggjar sær meirilutan í
nevndini.
Men tann samlaða
myndin av tí, sum hendir,
er ørkimlandi: Hugsa um
fiskivinnusamráðingar.
Svartkjaftabýti. Smyril
Line. Atlantsflog...
Myndin er, at politikkur
og vinnulív renna saman í
eitt, tí menn vilja reka
vinnulív úr sínum politiska
sessi.
Vit hava fatalar royndir
av hesum úr Føroyum.
Men tað er tann vegin, við
fara. Sum Johan Dahl
sambært frágreiðing skal
hava sagt við stóra privatan
eigaran í Atlantsflogi,
Adrian Noskwith: "I'm a
good politician and a good
businessman"!
Bæði Johan og
Kaj Leo vilja fegnir
privatisera. Men teir vilja
ikki taka natúrligu
avleiðingarnar av hesum –
nevniliga at teimum
ávirkan, ið hava sett
milliónir í. Nei, teir vilja
heldur sleppa at ávirka
sjálvir gjøgnum sín
politiska sess!
(Og í tí sambandi
má mann eisini spyrja seg
sjálvan hvussu góðir
"businessmenn" teir nú
vóru, tá teir royndu seg á
privata marknaðinum...).
Hóast
kapitalisman er í kreppu,
er loysnin ikki politiskt
vinnulív.
Men alt bendir á,
at tað er enn eitt stig tann
vegin, tikið verður í
morgin, tá Atlantsflog
hevur aðalfund.
Áðrenn aðalfundin í Atlantsflogi í morgin
Sjúrður
Skaale
Undran
Sigrún
Mohr
innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – he-
vur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.