hósdagur 23. apríl 2009síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
tíðindi
Nr. 77 - 23. apríl 2009
Tað kostar sambært
almennu upp lýsingu
num, ið eru komnir
fram, 700.000 krónur
at taka 1000 litrar av
tungolju upp. Men
tað finnast nógv
ar náttúrligar frá
greið ing ar til hetta,
sam bært avvarðandi
myndug leikum
Oljudálking
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Bótin til Capitan Gorbatjov
er sett til 50.000 krónur.
Hon er sambært Innlendis
mála ráðnum sett til hesa
upp hædd, tí í Hav um
hvørvis lógini er vegleiðing,
ið leggur upp til 50.000
krón ur í bót fyri 1000 litrar
av olju.
Sambært
fyribilstølum
hjá
Innlendismálaráðnum
kostaði tað næstan 700.000
krónur at fáa bilbugt við
hesa olju. Talið verður tó
eitt sindur lægri, og oljan er
helst meira enn júst eitt
tons.
Tað er onki forgjørt í at
ruddingararbeiðið kostar so
nógv, og bótin kann eisini
gerast nógv hægri, tí helst
eru meira enn 1000 litrar
farn ir á sjógv, sigur Jákup
Pauli Joensen, stjóri á
Um hvørvisstovuni.
Anni á Hædd, deildarstjóri
á Náttúrudeildini hjá Inn
lendis málaráðnum, greiðir
somu leiðis frá, at orsøkin
til at kostnaðurin gjørdist
so stórur til uppruddingina,
mill um annað er, at tað var
so torført at finna útav, hvar
oljan fór, umframt, at oljan
broytir skap, so skjótt hon
er komin á sjógv.
Tað verður so tíðliga
myrkt, og dálkingin hendi
um kvøldið. Longu morgun
in eftir kannaðu vit málið,
og síðani gekk væl, hóast
olju dálkaðar
økið
varð
vorð ið øgiliga stórt, greiðir
Anni á Hædd frá.
Somu leiðis greiðir hon
frá, at oljan spjaddist sera
skjótt, og at tað ikki bar til
at demma oljuna inni bein
an vegin.
Hon leggur afturat, at
1000 litrar av flótandi olju
ikki koma upp, sum 1000
litr ar av flótandi olju.
Okkurt er mest átøkt
seyða sparlum og okkurt
verð ur blandað við sjógvin.
Tað veldst temperatur og so
fram vegis. Bara ein lítil
part ur verður verandi flót
andi olja, staðfestir Anni á
Hædd.
Vil ikki rinda
Capitan Gorbatjov er kravd
ur at veita trygd fyri 50.000,
sum sektaruppskotið er.
Men skipið hevur ikki tikið
við bótini, og tí kemur mál
ið helst fyri rættin. Og tað
skilst eisini, at mongdin av
olju er sett sera lágt.
Teir hava ikki tikið við
bótini, og vit vóna, at eitt
rættar mál kemur burturúr,
tí mongdin av olju er helst
nógv størri enn 1000 litrar.
1000 litrar er bara tað, vit
kun nu staðfesta við vissu,
men nøgdin kann gerast
nógv størri, og so verður
bótin ta størri, sigur Jákup
Pauli Joensen, stjóri á
Umhvørvisstovuni.
Nøgdin kann verða upp
til 10.000 litrar skilst.
Prísurin minni
Hóast skipið er kravt eftir
700.000 krónum fyri up p
rudd i ngararbeiðið, verður
prís ur in fyri arbeiðið helst
ikki so høgur.
Vit funnu fram til, at tað
helst fór at kosta einar
700.000 krónur at taka olju
na upp, men tað er líkt til,
at tað ikki fer at kosta so
nógv, tá tað kemur til stykk
is, greiðir Anni á Hædd
frá.
Hinvegin kann hon ikki
fara í detaljur, hvat hvør
lið ur hevur kostað, tí hesi
tøl eru ikki endaliga gjørd
upp enn.
So enn er ikki til at siga,
um tað hevði borið til at
ge ra arbeiðið bíligari, um
ein verulig tilbúgving var.
Mangla til
rættar legging
Á eftirmetingarfundi kom
fram, at tað vóru fleiri ting,
ið kundu gerast betri í sam
band við framtíðar olju
dálk ingar.
Í niðurstøðuni kom
fram, at vit mangla eina
veru liga yvirskipaða ætlan,
so vit vita júst, hvør skal
gera hvat. Somuleiðis vant
ar okkum útgerð til tung
olju, men tað vísti seg eisi
ni, at fólk vildu væl og at
fólk høvdu ein sera góðan
vilja at fyribyrgja eini van
lukku, greiðir Jákup Pauli
Joensen frá.
Sambært sektaruppskotinum fekst øll oljan á Nólsoyarfirði niður í ein vanligan fiskakassa
700.000 fyri at taka ein
fiskakassa av olju upp
Rice góðkendi píning
Sum trygdarráðgevi góðkendi Condoleezza Rice í 2002, at CIA kundi brúka
harðliga framferð ímóti fólki, sum vóru undir illgruna fyri yvirgang. Tað
stendur at lesa í einari frágreiðing, sum er komin fram í sambandi við, at ein
nevnd hjá Senatinum kannar framferðina, sum CIA brúkti, tá fólk undir
illgruna fyri yvirgang blivu avhoyrd. Millum annað er avdúkað, at CIA
brúkti tann sokallaða waterboardingháttin heilar 266 ferðir ímóti einum
fanga. Við waterboarding verður vatn stoytt oman yvir andlitið á fanganum,
meðan hann liggur á rygginum. Fangin kennir tað, sum at hann verður
druknaður, og framferðin er skrásett sum píning. Kanningarnevndin hjá
Senatinum sigur, at Condoleezza Rice og aðrir leiðandi persónar í stjórnini
hjá George W. Bush, forseta vórðu kunnað um framferðina hjá CIA í 2002.
Skulu geva seg yvir
Trygdarráðið hjá ST krevur, at teir tamilsku
uppreistrarmenninir har norðuri í Sri Lanka skulu geva
seg yvir til stjórnarherin og geva sivilfólkinum í
umráðnum frítt at fara. Tær seinastu vikurnar hevur
stjórnarherurin rikið uppreistrarmenninar upp í ein krók.
Men har eru eisini umleið 50.000 sivilfólk, sum ikki
sleppa nakran veg orsakað av bardøgunum.
STtrygdarráðið sigur, at tað eru uppreistrarmenninir, sum
hava ábyrgdina av lagnuni hjá sivilfólkinum, og ráðið
krevur, at tey sleppa burtur úr umráðnum alt fyri eitt, og
at uppreistrarmenninir gevast við mótstøðuni.