Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-23, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. apríl 2009síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 77 - 23. apríl 2009 Flaggdags­ hald í Fámjin Fyrsta føroyska flagg­ ið hongur í kirkjuni í Fámjin og har verður flaggdagshald leygardagin Fámjiningar plaga at gera nógv burturúr flagg­ dagshaldinum. Og tað er kanska ikki so løgið, tí tað var júst tann ungi stu denturin úr Fámjin, Jens Olivur Lisberg, sum var við til at sniðgava Merkið og fyrsta eintakið av flagginum hongur enn í kirkjuni í Fámjin. Eisini á hesum flagg­ degnum, leygardagin, 25. apríl, verður flagg­ dags hald í Fámjin, har Johan Dahl, lands stýris­ maður í vinnumálum, fer at halda flaggrøðuna og har Tvøroyrar Horn or­ kestur fer at spæla. Haldið byrjar klokkan 15 og tá ið tað er liðugt, eru øll boðin í Vesturhøll, sum er bygdarhúsið í Fámjin, har tey borðreiða við heitum drekka og kringlu. Til gongu á flaggdagshald Í sambandi við flagg­ dagshaldið, verður eisini skipað fyri gonguferð við ferðaleiðara úr Øra­ vík til Fámjins. Lagt verð ur til brots við Bøn­ húsið í Øravík klokkan 13. Tey gjørdu sama túrin í fjør og tað eydnaðist sera væl við tað, at 70 fólk vóru við og veðrið var gott. Túrurin tekur einar tveir tímar og ætlanin er at ganga um Valdaskarð. Men tað ber eisini til at renna ella ganga teir 9,4 kilometrarnar eftir veg­ num. Verður runnið róliga, tekur túrurin einar 50 minuttir. Men tey leggja afturat at fólk við barnavogni klára túrin upp á góðar tveir tímar. Aftaná flaggdags­ haldið í Fámjin koyrir buss ur alt gongufólkið aftur til Øravíkar. Í næstu viku skal lønin hjá tímaløntum arbeiðsfólki hækka 2,42 krónur um tím­ an, men hesa lønar­ hækkingina vilja arbeiðsgevararnir nú sleppa at strika, hava teir gjørt greitt á fundi við arbeið ara­ feløgini fyrr í vikuni Tímalønin Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Arbeiðsgevarar royna nú at fáa fakfeløgini hjá teimum tímaløntu til frásiga sær ein lønarhækking. Næsta fríggjadag er fyrsti mai, sum eisini er altjóða arbeiðaradagur. Og eftir sáttmálanum, sum er galdandi ímillum fak feløgini hjá teimum tímaløntu og arbeiðs gev ar­ arnar, skal tímalønin hækka nokk so fitt næsta fríggja­ dag. Eftir avtaluni skal tíma­ lønin hækka 2,42 krónur, umframt at eitt prosent skal leggjast oman á eftirlønina afturat. Men hesa lønarhækk ing­ ina vilja arbeiðsgevararnir nú sleppa at strika. Tað gjørdu arbeiðsgev ar­ arnir greitt, tá ið teir fyrr í vikuni kallaðu umboð fyri arbeiðarafeløgini til fundar í Vinnuhúsinum, har teir greiddi frá sínum sjónar­ mið um um at strika lønar­ hækkingina. Vit hava spurt bæði Inge­ borg Vinther, forkvinnu í Føroya Arbeiðarafelag, Hans Joensen, formann í Havnar Arbeiðsmannafelag, Vígdis Johannesen, og nógv onnur fakfelagsumboð um fundin, men ongin hevur nakra viðmerking. Tað einasta, vit fáa at vita, er frá forkvinnuni í Havnar Arbeiðsmannafe­ lag, sum váttar, at fundur hevur verið, men hon vil ikki siga, hvat fundurin var um. Men frá øðrum fólkum, sum var við á fundinum og sum vilja vera dulnevnd, hava vit fingið váttað, at ar ­ beiðsgevararnir vilja sleppa at strika lønarhækkingina, sum skuldi koma í gildi í næstu viku. ­ Uppskotið frá Vinnu­ hús inum er, at vit frásiga okkum lønarhækkingina, sum skal koma í gildi næsta fríggjadag. Ístaðin skal hend an lønarhækkingin koma í gildið fyrsta mai 2010, sigur ein av fund ar­ luttakarunum fyri Sosial in­ um. Men samstundis vildu ar ­ beiðsgevararnir hava fak­ feløgini at lova, at onki skuldi almannakunngerast um fundin. Annars gongur sáttmálin út tann 30. apríl næsta ár, men Vinnuhúsið bjóðaði sam stundis arbeiðara feløg­ unum til at leingja sáttmálan í eitt ár til 30. apríl í 2011. Av tí, at ongin vil siga nak að um fundin, ber heldur ikki til at fáa nakran at siga, hvat tey hava svarað ar ­ beiðs gevarunum. Men tað skilst, at fak­ feløg ini skulu geva arbeiðs­ gevarunum eitt svar ein av fyrstu døgunum. Og tað skilst eisini á fak­ felagsfólki, vit hava tosað við, at fakfeløgini eru alt annað enn sinnað at ganga arbeiðsgevarunum á møti, men ein av fyrstu døgunum fáa arbeiðsgevararnir so eitt formligt aftursvar frá fak­ feløgunum. Ikki upp á tal Hóast ongin vil siga nakað nú, kunnu vit minna á, at so seint sum leygardagin stað­ festi Ingeborg Vinther, for­ kvinna í Føroya Arbeið ara­ felag, at tað kemur ikki upp á tal at verkafólkið fer at frá siga sær ætlaðu lønar­ hækk ingina, sum kemur í gildi næsta fríggjadag. Tað segði hon í sambandi við sjónarmiðið hjá Anfinni Kallsberg, formanni í fíggj­ arnevndini, sum heldur, at tað einasta rætta er at strika allar lønarhækkingar, bæði hjá tí privata og tí almenna. Hon staðfesti eisini, at tey tímaløntu hava ikki ráð til at missa lønarhækkingina, tí príshækkingarnar hava verið so stórar, at keypiorkan er lækkað hesi bæði seinastu árini. Hon legði afturat, at ar ­ beiðarafjøldin hevur sanni­ liga víst samfelagssinni, tí í heili 10 ár rundan um aldar­ skiftið, hækkaði tímalønin bara 64 oyru tilsamans og fyri einum fýra ella fimm árum síðani, sleptu tey eis­ ini allari lønarhækking fyri at fáa gongd á eftirlønina. Ongin viðmerking frá arbeiðsgevarum - Tað er rætt, at vit hava havt fund við fakfeløgini hjá teimum tímaløntu. Tað váttar Marita Rasmussen, stjóri í Vinnu hús- inum, tá ið vit biðja hana um eina viðmerking til tað, sum verður ført fram omanfyri um, at arbeiðsgevarar vilja nú hava fakfeløgini hjá teimum tímaløntu at strika lønarhækkingina, sum annars skal koma í gildi fyrsta mai, sum er næsta fríggjadag. Men tað er eisini tað einasta, hon vil siga um fundin. - Vit hava tosað við arbeiðarafeløgini, men hvat vit hava tosað við um, vil eg ikki gera viðmerkingar til, sigur hon. Í Sosialinum í gjár høvdu vit eina grein um Atlants­ flog, har Eyðfinn Jacobsen greiddi frá, hví hann hevur sagt seg frá sum næst for­ maður í felagnum. Inni í blaðnum var yvir­ skriftin til greinina: Bjørt Samuelsen og Johan Dahl skaða Atlantsflog illa. Á forsíðuni varð hetta spísk að til at Bjørt Samuel­ sen og Johan Dahl hava drip ið Atlantsflog. Hóast tað at drepa í hes­ um føri sjálvandi er mynda­ ligt, var hetta at taka ov rívan til. Fyri at sleppa und­ an misskiljingum skal ná ­ greinast, at grundarlag er bara fyri yvirskriftini inni í blaðnum, tí tað, fyrrverandi næstformaðurin sigur, er at bara tíðin fer at vísa, hvussu stóran skaða, hendan polit­ iska uppíleggingin (hjá Bjørt Samuelsen og Johan Dahl, blm.) hevur skatt felagið. Men eftir hansara bestu sannføring, er skaðin rættiliga stórur. Vilja strika lønarhækking hjá arbeiðsfólki Arbeiðsgevarar vilja nú hava fakfeløgini hjá teimum tímaløntu at lønarhækkingiin, sum eftir sáttmálanum skal vera fyrsta mai, verður strikað, tí støðan í vinnuni er so vánalig Nágreining: Bjørt Samuelsen og Johan Dahl ikki dripið Atlantsflog Taliban stýrir Pakistan Amerikanski uttanríkisráðharrin, Hillary Clinton, sigur, at tann pakistanska stjórnin ger, sum Taliban sigur. Tað segði hon undir einari hoyring í Kongressini í Washington. Hillary Clinton segði seg stúra fyri teirri avtaluni, sum tann pakistanska stjórnin hevur gjørt við Taliban, og sum loyvir víðgongdum kreftum at seta islamskar lógir í gildi í einum parti av landinum. Hillary Clinton vísti á, at tær víðgongdu kreftirnar eru bara fáar tímar frá pakistanska høvuðsstaðnum Islamabad, og hon eggjaði pakistanska fólkinum til at forða verandi gongd. Uppsagnir hjá Volvo Svenska bilverksmiðjan Volvo boðaði í gjár frá, at 1.500 starvsfólk í Göteborg Umeå og aðrastaðni í landinum missa arbeiðið, tí bilasølan í Svøríki og uttanlands er minkað. Av teimum 1.500 missa 655 starvsfólk á lastbiladeildini í Göteborg og Umeå arbeiðið. Hini, sum noyðast til hús, arbeiða á deildum í Eskilstuna, Braås, Hallsberg, Skövde Köping og Vara, skrivar TT. Ein talsmaður fyri Volvo sigur, at leiðslan er í samráðingum við fakfeløgini fyri at kanna, um starvsfólk kunnu arbeiða færri tímar, so tað slepst undan einum parti av uppsagnunum.