hósdagur 23. apríl 2009síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 77 - 23. apríl 2009
Leygarkvøldið
25. apríl kl 19.30
hevur Eivør Páls
dóttir konsert í
Norðurlandahúsinum.
Eftir konsertina
verður myndlistafram
sýning í dansistovuni,
har umleið 10 av
hennara málningum
verða sýndir
Klokkan 19.30 verður Norð
urlandahúsið karmur um
konsert við Eivør Pálsdóttir.
Á pallinum saman við Eivør
verða Benjamin Petersen á
gittar, Mikael Blak á bass,
og trummur/slagverk spælir
finski Abdissa “Mamba”
Assefa. Eivør hevur sein
astu mánaðirnar arbeitt við
einari
nýggjari
orkestur
samanseting og við nýggj
um programmi, og hon er
beint nú afturkomin av væl
eydnaðari
konsertferð
í
íslandi, har fyrstu konsert
irnar við nýggja tilfarinum
vóru hildnar. Konsertskráin
er partvís samansett av tón
leiki, ið er av fyrru fløgu
num hjá Eivør, men inni
heldur eisini nøkur nýggj
løg. Í tíðindaskrivi frá
Eivør, sigur hon, at nýggju
løgini vóru sera væl mót
tikin av íslendsku áhoyrar
um. Nú fáa føroyingar so
ein forsmakk upp á, hvat
ein komandi fløga fer at
bjóða.
Hendan konsertin verður
væntandi einasta konsertin
í Føroyum fyribils. Tí Eivør
verður burturstødd kom
andi tíðina, tá hon er upp
tikin á konsertferð. Hon
verður altso ikki heima tá
allir teir føroysku festi
valarnir eru í summar.
Næstu ferð Eivør verður at
hoyra, verður í sambandi
við útgávu av komandi fløg
uni.
Atgongumerki til konsert
ina fáast umvegis heima
síðuna hjá Norðurlandahúsi
num www.nlh.fo, í Norður
landahúsinum og á Kunn
ingarstovuni.
Eygu hugans
Aftaná konsertina letur upp
myndlistaframsýning
í
dansistovuni í Norðurlanda
húsinum við málningum
hjá Eivør. Myndlistafram
sýningin hevur fingið heitið
“Eygu Hugans” og verða
umleið 10 málningar við á
sýningini. Í tíðindaskrivi
sigur listakvinnan soleiðis
um listaframsýning sína:
Tankin aftanfyri heitið er,
at sjálvt um vit lata okkara
eygu aftur, so eru altíð 100
onnur eygu opin.
Okkara tankar, stúranir,
fortíð og framtíð. Alt sum
vit eru og alt sum vit ikki
eru. Sorg, gleði, kærleiki
og dreymar. Eygu hugans
eru altíð opin.
Ikki fyrr enn silvitni er á
vatninum, kemur spegils
myndin fram.
Sama er við huganum.
Kunna vit lata eygu hugans
aftur? “Eygu hugans” er ein
sýning um at vera í ljósi
num, sum vit øll eiga innan
í okkum, og eg vóni, at
onkur fær okkurt gott burtur
úr hesum. Um ikki annað,
ein ljósan tanka.
Málningarnar hevur Ei
vør málað ígjøgnum sein
astu fýra árini, teir flestu
eru tó málaðir í fjør og í ár,
og íblásturin til myndirnar
kemur mest frá ymsum
øðrum mentanum. Onkrir
av málningunum eru mál
aðir á einum hotelkamarið í
Canada, meðan íblásturin
til fleiri av málningunum,
eins og hugskotið til heitið
á framsýningi, stavar frá
eini ferð úr India.
Sjálv sigur Eivør, at tað
at skifta frá tónleikinum til
pensilin, gevur henni javn
vág.
”Pensilin stuðlar tónleiki
num og øvugt. Tá eg máli,
fái eg meira íblástur til at
skriva sangir. Hugflogið far
veingir, og hugurin er fríð
ur”.
Myndirnar og nýggi tón
leikurin eru skapt í sama
tíðarskeiði og við sama
íblástri, og myndheiti ganga
aftur í tónleikinum.
Eivør borðreiðir við
list og tónleiki
Sunnleif við
nýggjum
verki
Sunnleif Rasmus
sen hevur skrivað
eitt nýtt verk, Norð
ljómi til heiðurs.
Verkið ber heitið
Sól, og verður
frumframført Flagg
dagin í ítróttar
høllini á Eiði
TónlisT
Eilen Anthoniussen
eilen@sosialurin.fo
Flaggdagin
klokkan
19.00 fara tónar hjá blás
arum, sangarum, gittar
um og klaveri at ljóma í
ítróttarhøllini
á
Eiði.
Norðskála/Oyraskúli fer
hendan dagin at vinda
flaggið upp á fulla stong,
og fer at hátíðarhalda
sítt 40. skúlaár. Hetta er
eisini árið, at tónlista
skúlin hjá Eiðis og Sunda
kommunu, Norðljómur,
hevur 20 ár á baki. Til
hetta høvið hevur Sunn
leif Rasmussen skriva
verk til skúlarnar sum
nevnist ”Sól”. Tekstin
hevur Hans Andrias Djur
huus hevur yrkt ”Har
skínur sól á fjallatind”
og ”Sól er gull, hon gyllir
hvønn teig”. Vid hesum
føgru orðum og tónum
frá Sunnleifi Rasmussen
fer barnakór og Eiðis
ljómfelag at frumfram
føra hetta spildurnýggja
verk.
Sunnleif Rasmussen,
sum eisini dugir væl at
orða seg, fer at siga frá
um verkið. Hetta sól
kvøldið vera tvey sponsk
verk spæld, ið Ferran
Ferrer hevur skrivað, har
tað eina er fyri barnakór
og
orkestur.
Ragnar
Olsen og Niels Midjord
hava harumframt sett eitt
gittarlið saman til konsert
ina, mannað við bestu
næmingum hjá Norð
ljómi. Ungdómsorkestrið
Norðljómur fer at spæla
kend løg so sum Mamma
Mia
og
Killing
Me
Softly, og Ann Kristin
Hansen
og
hennara
klaverboksarar fara at
spæla summartónleik.
Beindi fyri sær
David B. Kellermann, sum var virkandi fíggjarstjóri í amerikanska
kreditfelagnum Freddie Mac, varð funnin deyður í heimi sínum í
statinum Virginia gjáramorgunin. Hann hevði beint fyri sær. David
B. Kellermann, sum var 41 ára gamal, tók við sum fíggjarstjóri í
Freddie Mac, tá tað almenna yvirtók kreditfelagið í september í fjør.
New York Times skrivar, at David B. Kellermann fekk 800.000
dollarar í bonus fyri stuttum. Tað var júst bonusskipanin, sum noyddi
fleiri stjórar í amerikanska fíggjarheiminum at fara frá, tí fólk og
politikarar hildu skipanina vera órímiliga.
Russland eygleiða NATO
Russiska stjórnin er alt annað enn fegin um, at
NATO skaql hava eina venjing í Georgia saman við
georgiska herinum og hermonnum úr Serbia,
Kasakhstan, Armenia og Sameindu Arabisku
Emiratunum. Men nú hevur NATO svarað við at
bjóða Russlandi at senda eygleiðarar til Georgia at
fylgja við venjingini. NATOtalsmaðurin James
Appathurai sigur, at Russland hevur ikki svarað
innbjóðingini, men hann sigur seg vóna, at svarið úr
Moskva verður játtandi. Venjingin í Georgia er frá
6. mai til 1. juni.